Kringvarp Føroya

Summarmorgun

News FO ↓ 100 avsnitt

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Glöm inte att besöka poddens webbplats och stötta skaparen: kvf.fo

Skapare

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Poddens webbplats

kvf.fo

Senaste avsnittet

28 aug 2026

Var kan du lyssna?

Poddar i appen Replaio Radio Kommer snart

Poddar kommer snart till appen. Installera nu och bli först med att uppleva ett helt nytt sätt att lyssna på poddar

Ladda ned på Google Play Installera gratis Android nästan 10 mn nedladdningar · betyg 4,8 iOS snart

Avsnitt

Kópurin etur líka nógv sum veiðiførini fiska 28.08.2026

Veiðimaðurin Hjaltur Poulsen í Klaksvík hevur skjóttgangandi bátin Eldorado, sum er 7,3 metrar langur og siglir 40 míl. Hann er nógvar túrar á floti og siglir víða um og er ein gløggur eygleiðari í náttúruni. Hann hevur stóran ampa av, at kópurin er so nógv vaksin í tali. - Kópurin er sera nógv øktur í tali, tí vit kunnu ikki skjóta hann. Við teimum nøgdum eg havi sæð og hoyrt aðrar tosa um, havi...

Føroyingar stuðla ótrúliga væl 28.08.2026

Tey umborð á Logos Hope, sum er gamla Norrøna, vóru sera glað fyri hjartaligu móttøkuna tey fingu á vestaru bryggju í Havn  í gjár, siga tey.   Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr Føroyum.   - Tað er rørandi hvussu stóran stuðul vit fáa. Vit fáa beinleiðis fíggjarligan stuðul úr Føroyum...

Læri líka nógv eitt ár umborð sum 10 ár í landi 28.08.2026

Seinnapartin í gjár kom missiónsskipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, á Havnina og stór móttøka var á vestaru bryggju. M.a. spældi Havnar Hornorkestur og røður vóru. Um vikuskiftið og í næstu viku hevur almenningurin so høvi at vitja umbroð og fáa skipaðan rundtúr. Teir fyrstu dagarnar í Havn og síðani í Klaksvík. Seks føroyingar eru millum tey 300 fólkini sum nú eru við Logos Hope. Av teimum e...

Summarmorgun 28.08.2026

Vit fara umborð aftur á Logos Hope. Longu sum tannáringur fór Gissur Patursson at gera upptøkur við føroyskum rock- og poppbólkum. Nú eru hesar stálbandsupptøkurnar talgildar og fleiri teirra vera at hoyra í næstum. Vit hava gjørt eitt prát við Gissur, samstundis sum vit eisini hoyra tvey av upptiknu løgunum. Og vit fregnast um Suðurtónar á Tvøroyri.

Summarmorgun 28.08.2026

Seinrapartin í gjár var skipað fyri móttøku, tá Logos Hope, ið er gamla Norrøna, legði at í Havnini, og í morgun er Tórður Mikkelsen farin umborð at hitta skiparan, Jákup Godtfred. Bodil Meisner hevur tað gott í dag, men soleiðis hevur tað ikki verið altíð, tí barna- og ungdómsárini vóru nógv merkt av sálarligum trupuleikum. Bodil setur orð á sínar avbjóðingar og hví og hvussu hon hevur tað í dag....

Summarmorgun 28.08.2026
Gomul familjufyritøka ger oljutangar 27.08.2026

Hoyr Mortan Mortensen, stjóra á Tangavirkinum, og Una Egilsnes, sum stendur fyri at gera tangarnar, greiða frá í Summarmorgni.

Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát 27.08.2026

Í 12 ár búði Miriam Jannit Norðberg, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, uttanlands. Tvey ár í Hollandi og 10 ár í Danmark. Hon heldur at vit kunnu læra nakað av øðrum. - Tað er løgið at eingin tosar um fíggjarliga útjavning millum øki í Føroyum, tí mær vitandi er okkurt slag av útjavning í øllum hinum norðurlondunum, sigur Miriam. Hon heldur at brúk er fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikk...

Airbus flogførini vóru størsta framstigið 27.08.2026

Marius Davidsen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag í Atlantic Airways, tí hann júst er givin fyri aldur. Hann hevur verið í felagnum frá byrjan av í 1988 og flestu árini hevur hann verið fíggjarstjóri. -Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí alt hevur verið arbeiði hesi árini, sigur Marius, sum nú hevur havt nakrar dagar sum pensionistur. Ein av døgunum hevur hann verið á floti. Marius gr...

Summarmorgun 27.08.2026
Hoydalar er aftur í gongd 27.08.2026

Kringvarp Føroya er komið væl ávegis við fyrireikingunum til eina nýggja røð av tónleikasendingini Hoydalar, sum var sera væl umtókt í vetur. Tey hava funnið nýggj komandi stjørnuskot, sum skulu tulka sangir hjá fimm ymiskum stjørnum, ið eiga sangirnar. Maria Winther Olsen, tilrættisleggjari, sigur, at tey fingu nærum hundrað umsóknir frá ungfólkum sum vildu sleppa við. 30 vórðu vald út og komu in...

Skúlabørnini orka nú 31 prosent betri 26.08.2026

Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna seg sum part av átkinum. Í 1., 2. Og 3. flokki verða tríggir tímar um vikuna brúktir til FIT FIRST. Í áta...

Logos Hope, sum er gamla Norrøna, kemur á Havnina hósdagin 26.08.2026

Skipað verður fyri almennari móttøku í Havn hósdagin kl. 16:30 og í Klaksvík eina slaka viku seinri. Og meðan skipið er í Føroyum verður skipað fyri tiltøkum umborð og í landi. Tað er OM, ið eigur skipini Logos Hope og Doulos Hope, og talan er um ein ikki-handilsligan kristnan felagsskap, sum umframt tann átrúnarliga partin eisini stendur fyri humaniterum arbeiði. Í samrøðuni við Margareth Djurhuu...

Summarmorgun 26.08.2026

Í dag fær Samleikin eitt trygdarstig afturat, hvørs endamál er at gera svik torførari. Vit tosa við Duritu Hansen og Thorvald Petersen. Vit tosa við Mariu Winther Olsen, nú farið verður undir eitt nýtt umfar av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini Hoydal. Og Summarmorgun er suðuri í Vági, har vitjað verður í Vágs skúla, sum arbeiður við einari sera spennandi verkætlan.

Summarmorgun 26.08.2026
140.000 fermetrar av náttúrulund 25.08.2026

Edmund Joensen, gamli politikarin, hevur frá fyrsta degi verið eldsálin í náttúrulundini við Streymin, sum er ein stór verkætlan sum eitt sjálvsognarfelag við limum stendur fyri.   Edmund Joensen sigur, at verkætlanin hevur frá fyrsta degi fingið góða undirtøku. Gróðursetingin og annað er gjørt sjálvboðið. Annars hevur felagið fingið 15 milliónir kr. Í stuðli frá danska náttúrugrunninum Aage V. Je...

Summarmorgun 25.08.2026
Bilurin endaði inni í salongini 24.08.2026

Hárfríðkanaryrkið er nógv broytt farnu 40 árini, hóast talan framvegis er um eitt kroppsligt arbeiði, har ið saksur og kambur eru mest brúktu amboðini. Samstundis eru nógv tól komin afturat, eins og kemisku evnini eru munandi færri í dag enn fyri 40 árum síðani. Hársniðini broytast eisini. Tá Karin og Vera fóru í læru vóru tað nógvar tilkomnar kvinnur, ið fingu permanent. Og so vóru tað lambakrúll...

Fleiri túsund hugdu eftir kokkakapping 24.08.2026

Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til,  men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.   Eitt av spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 2...

Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari 24.08.2026

Fríggjakvøldið samlaðust gomlu træskipini í Leirvík, har siður er at skipa fyri felagssangi og øðrum undirhaldi fríggjakvøld. Leygarmorgunin kl. 8 varð kósin so sett móti Klaksvík. Skipari á Westward Ho henda túrin er Andras Vinther, og hann greiðir í Summarmorgni frá. Tosað verður eisini við Hanns David Hansen, sum hevur siglt fast við Westward Ho síðani 2006. Og Hanna Jensen, forkvinna í mentana...

Summarmorgun 24.08.2026

1. september eru 40 ár liðin síðani Karin Sólsker og Vera Larsen fóru í læru sum hárfríðkanarkvinnur. Hví valdu tær hesa útbúgvingina og í hvønn mun er hárfríðkanaryrkið broytt hesi árini er millum spurningarnar, vit spyrja tær. Eitt av teimum spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík hesaferð var ein kokkakapping fyri ungar kokkar undir 24 ár. Hetta er ein norðurlendsk kapping, sum NORA up...

Summarmorgun 24.08.2026
Ungir kokkar kappast á Sjómannadegnum 21.08.2026

Sjey ungir kokkar undir 24 ár fara at kappast í einum tjaldi á Sjómannadegnum í morgin. Hendan kappingin er liður í einari størri norðurlendskari kapping fyri ungar kokkar. Andras Sigmarsson Jacobsen, sum er leiðari fyri matvøruútbúgvingina á Tekniska skúla í Klaksvík og samskipar hesa kappingina, sigur, at talan er um eina norðurlendska kapping fyri ungar kokkar, ið NORA tók stig til fyri tveimum...

Fólk eru góð við Sjómannadagin 21.08.2026

Á hvørjum ári síðani 2005 hevur sjómannadagur verið hildin í Klaksvík. Tey fyrstu árini var tiltakið á Stongunum, men síðani 2014 hava øll felagstiltøkini verið á vestursíðuni. -Fólk eru góð við Sjómannadagin og vælvildin er stór . Nógv fólk brúka eitt ótal av tímum at hjálpa til. Hjá okkum í nevndini er tað mangan nóg mikið við einari telefonsamtalu, og so fara fólk og fyritøkur í gongd við síni...

Kvinnurnar sleppa at kappast fyri seg 21.08.2026

-Sjómannadagurin hevur týdning fyri Klaksvík og allar Føroyar, og tað er stuttligt at síggja at nógvir útlendingar, sum eru í landinum, eisini møta upp á sjómannadegnum og eisini njóta alt tað sum fæst at eta ókeypis, sigur Rannvá Isaksen, næstforkvinna í nevndini fyri Sjómannadagin í Klaksvík. Hesi seinastu árini hevur Sjómannadagurin gjørt meira burtur úr tiltøkum fyri børnunum. Rannvá sigur, at...

Lyssna på podden Summarmorgun i Replaio

Radio och poddar i en och samma app - gratis och utan konto. Installera redan idag och missa inte premiären

Ladda ned på Google Play

Replaio är ingen poddutgivare; programnamn, omslag och ljud tillhör sina upphovspersoner och distribueras via offentliga RSS-flöden