Kringvarp Føroya
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Glöm inte att besöka poddens webbplats och stötta skaparen: kvf.fo
Var kan du lyssna?
Poddar i appen Replaio Radio Kommer snartPoddar kommer snart till appen. Installera nu och bli först med att uppleva ett helt nytt sätt att lyssna på poddar
Avsnitt
Góðan morgun Føroyar 25.11.2026 53:35
Í dag er altjóða dagur fyri at basa harðskapi móti kvinnum, og í tí sambandi vitja Anna Katrin Matras, Fultrúi í almanna. og bústaðarmálaráðnum og Jóna Mohr Højsted, sosialráðgevi og cand. soc í útvarpsstovuni. Í dag kemur út bók við kórverkum til blandað kór eftir Paula í Sandagerði. Hetta er úrval av kórverkum sum hann hevur latið úr hondum seinastu 50 árini.
Góðan morgun Føroyar 25.11.2026 24:14
Í dag er tað Jari í Hjøllum, sum gevur okkum veðurtíðindi og tosað verður um ársins orð og um jukeboxir í Føroyum
Góðan morgun Føroyar 24.11.2026
Í heyst er ein føroyskur skrivibólkur farin til verka á Amager. "Skrivaríðið" savnar yngri og eldri føroyingar, sum búgva á Keypmannahavnar leiðini, og hava áhuga fyri at skriva - vit hitta stigtakaran. Tað kann tykjast langt til summar og festivalar, nú tað er ein mánaði til jólaaftan. Men hjá teimum, sum fyrireika G!, hava tey úr at gera við at leggja skránna og fáa tónleikanøvnini upp á pláss....
Góðan morgun Føroyar 24.11.2026 24:57
Vit spæla fyrsta jólasang í morgun. Lurtarin hevur valt á atkvøðugreiðslu. Armgarð Arge vitjar og greiðir frá um ársins nýggjársgudstænastu. Hanus Kjølbro er veðurfrøðingur í morgn.
Góðan morgun føroyar 23.11.2026 54:12
Vit sóknast eftir ársins orði 2026. Eisini práta vit við Guðrið Hansdóttir. Tað er í samband við at fyri júst 55 árum síðani kom fyrsta plátan hjá danska Gasolin út. Tað verður nú hátíðarhildið við eini nýggjari útgávu, har kendir tónleikarar tulka sangirnar av plátuni. Ein teirra er føroyska Guðrið Hansdóttir, sum hevur tulkað "Fra dag til dag". Hon hevur eisini gjørt eina føroyska útgávu av klas...
Góðan morgun føroyar 23.11.2026 24:42
Veðurfrøðingur er Hanus Kjølbro
Góðan morgun Føroyar 20.11.2026 53:26
Jólakonsertin og stuðulstiltakið "Í menniskjum góður tokki" verður sent í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hedvig Johansdóttir og Arnfríð Lútzen greiða frá tiltakinum. Tað byrjaði við eini fótbóltsavbjóðing í 2022. Síðani er dysturin millum Glasir og Kambsdal vorðin ein árligur skúladystur, sum savnar fleiri hundrað áskoðarar í Gundadali. Í ár verður dysturin spældur fyri sættu ferð, og brøðurnir Bergur...
Góðan morgun Føroyar 20.11.2026 23:35
Veðurfrøðingur í morgun er Jari í Hjøllum
Góðan morgun Føroyar 19.11.2026 53:41
Hvussu hevur maðurin í Føroyum tað í dag, kann sigast at vera yvirskriftin tá Pál Weihe, yvirlækni og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í javnstøðunevndini kjakast um mannfólkaviðurskifti og svara spurningum frá lurtarum. Bjartur Sigmundarson var eisini á vitjan í Norðagøtu, har nýggjur stórur handil lat upp í gjár. Har tosaði hann millum annað við eigaran, Hallur Djurhuus.
Góðan morgun Føroyar 19.11.2026 24:26
Altjóða mannfólkadagur er, og vit práta um hetta, áðrenn ringt verður til Jari í Hjøllum, sum sigur frá veðrinum
Góðan morgun Føroyar 18.11.2026 53:43
Í næstu viku verður eitt søguligt stig tikið í føroysku psykiatriini. Tá byrja partar av Psykiatriska deplinum at flyta av Eirargarði og oman í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Síðani 1969 hevur Eirargarður verið karmur um psykiatrisku viðgerðina í Føroyum. Men nú verður psykiatriin í størri mun ein partur av sjálvum Landssjúkrahúsinum, og fólk við sálarligum og likamligum sjúkum fara at n...
Góðan morgun Føroyar 18.11.2026 24:32
Í dag er Turið Laksá veðurfrøðingur
Góðan morgun Føroyar 17.11.2026 55:32
Í 60 ár hevur Lions Club Tórshavn verið við til at stuðla góðum endamálum, bæði her heima og úti í heimi. Síðani felagið varð stovnað í 1966, hevur tað latið stuðul fyri umleið 20 milliónir krónur, umroknað til nútíðar pening. Hósdagin fyllir felagið 60 ár, og tað verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Finsen, júst har felagið varð stovnað. Í gjáramorgunin hoyrdu vit um eina nýggja bók,...
Góðan morgun Føroyar 17.11.2026 24:21
Veðurfrøðingur í morgun er Hanus Kjølbro
Góðan morgun føroyar 16.11.2026 54:28
Silja Aldudóttir fekk ársins Ebbuvirðisløn og vitjar í útvarpsstovuni, og eisini hav vit vitjað endurnýtsluhandilin IKTYS, sum hevur 20 ár á baki
Góðan morgun Føroyar 13.11.2026 53:18
Í morgun kappast vit í "genta-drong", har tað ræður um at hugsa skjótt. Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Ella næstan. Tí tað er ikki heilt einfalt at staðfesta, nær flokkurin í roynd og veru varð stovnaður. Fyrstu javnaðarfeløgini vóru stovnað í Havn og á Tvøroyri í 1925, meðan Ringfelagið, Føroya Javnaðarflokkur, varð skipað í 1927." Soleiðis stendur at lesa í spildurnýggju bókini Reyði trá...
Góðan morgun Føroyar 13.11.2026 25:07
Í samband við les føroyskt vitjar Urd Johannesen okkum í morgun og lesur brot upp úr hennara teksti. Eisini fáa vit veðrið fyri vikuskifti. Gestir: Urd Johannesen Turið Laksá
Góðan morgun Føroyar 12.11.2026 54:30
Føroyar eru fullar av gomlum sagnum um huldufólk, trøll, gand og løgnar hendingar. Søgur, sum hava verið munnligar frásagnir í fleiri ættarlið, men sum kanska ikki verða so nógv sagdar longur. Nú hevur Heiðrikur á Heygum sett sær fyri at geva teimum nýtt lív. Hann hevur umskrivað gomlu sagnirnar, so tær eru lættari at lesa í dag, og hevur eisini sjálvur málað og teknað myndir til tær. Rithøvunduri...
Góðan morgun Føroyar 12.11.2026 24:54
Veðurfrøðingur er Turið Laksá
Góðan morgun Føroyar 11.11.2026 54:36
Signa Mrdalo fekk gullmedalju fyri sveinaroyndina, hon skuldi taka fyri at gerast kosmetikari, Rakel Helmsdal lesur úr egnum verkum og Unn Laksá stjóri í Sjókovanum greiddi frá útróðri og landgrunninum
Góðan morgun føroyar 09.11.2026
Í sambandi við bókadagar hava Rithøvundafelagið og Kringvarpið tikið stig til at hava eina Les føroyskt-viku. Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil við fjølbroyttum og áhugaverdum evnum, sum snúgva seg um lesing, tí vit fara at varpa ljós á tað at lesa føroyskt. Vit hava eisini vitjan av SSP og løgregluni, sum fara at siga okkum eitt sindur av tí, tey greiða frá, tá tey eru á vitjan hjá foreld...
Liknande poddar
Replaio är ingen poddutgivare; programnamn, omslag och ljud tillhör sina upphovspersoner och distribueras via offentliga RSS-flöden