Kringvarp Føroya
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Góðan morgun Føroyar 11.11.2026 54:36
Signa Mrdalo fekk gullmedalju fyri sveinaroyndina, hon skuldi taka fyri at gerast kosmetikari, Rakel Helmsdal lesur úr egnum verkum og Unn Laksá stjóri í Sjókovanum greiddi frá útróðri og landgrunninum
Góðan morgun føroyar 09.11.2026
Í sambandi við bókadagar hava Rithøvundafelagið og Kringvarpið tikið stig til at hava eina Les føroyskt-viku. Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil við fjølbroyttum og áhugaverdum evnum, sum snúgva seg um lesing, tí vit fara at varpa ljós á tað at lesa føroyskt. Vit hava eisini vitjan av SSP og løgregluni, sum fara at siga okkum eitt sindur av tí, tey greiða frá, tá tey eru á vitjan hjá foreld...
Góðan morgun føroyar 09.11.2026 24:28
Hesa vikuna fer Kringvarpið at seta sjóneykuna á føroyskar bókmentir og at lesa føroyskt. Hvønn morgun fáa vit í morgunsendingini vitjan av einum rithøvundi, sum fer at lesa eitt lítið brot úr egnum teksti. Rithøvundarnir taka útgangstøði at skriva um eitt stað, meðan tey sita eitt annað stað. Fyrsti rithøvundur á vitjan er Sissal Kampmann Veðurfrøðingur í morgun er Hanus Kjølbro
Góðan morgun Føroyar 06.11.2026 54:15
Hesaferð er spurnarkapping á skránni, áðrenn vit hoyra frá Kim Simonsen, sum verður útgivin í Kina
Góðan morgun Føroyar 05.11.2026 59:50
Í morgun varpa vit ljós á horn- og harmoniorkestur og eina siðvenju, sum vit kanska hoyra ov lítið til í dag: marsjering. Vit práta millum annað um, hví ein marsjur er nakað heilt serligt, og hví orkestur eiga at síggjast og hoyrast meira úti millum fólk. November er prematur-mánaður - mánaðurin fyri ov tíðliga fødd børn. Hendan mánaðin verður millum annað varpað ljós á avleiðingarnar, sum kunnu s...
Góðan morgun Føroyar 05.11.2026 24:52
Veðurfrøðingur er Turið Poulsen
Góðan morgun Føroyar 04.11.2026 54:19
Bogi Eliasen helt røðu fyri toppunum í WHO um hvussu farast skal fram í heilsusektorinum næstu 50 árini og vit skifta orð við hann um tað. Hallur av Rana og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, greina úrslitið av amerikanska miðvalinum.
Góðan morgun Føroyar 03.11.2026 55:02
Fólk flyta úr útoyggj og útjaðara, og fleiri bygdir stríðast við at halda lív í lokalsamfelagnum. Men hvat skal til fyri at venda gongdini og skapa nýggjan fólkavøkstur? Í døgunum 6. til 8. november skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu, har framtíðin hjá útoyggjum og útjaðara verður sett á breddan. Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi við politisku floksformonnunum, har spurningurin verður,...
Góðan morgun Føroyar 03.11.2026 24:00
Veðurfrøðingur er Knud Simonsen
Góðan morgun føroyar 02.11.2026 55:52
Í morgun fara vit at vitja eina kvinnu í eysturoynni, sum hevur nógv djór í sínum lívi. Og ein nýggjur dansivetur er byrjaður, og hettar fara vit at práta um í morgun, vit fara at fregnast um hvussu hann hevur tað og hvussu áhugin er fyri føroyska dansinum kring landið í dag - Elin Maria Olsen forkvinna í Norðstreymoyar dansifelag verður við okkum seinni. Gestir: Hjørdis Fríða Gregersen Elin Maria...
Góðan morgun føroyar 02.11.2026 24:32
Veðurfrøðingur er Knud Simonsen
Góðan morgun Føroyar 30.10.2026 53:58
Prátað verður við Jóannes Ejdesgaard og Kaj Kallsberg um tey 100 árini, sum Reyði Krossur Føroyar hevur á baki. Seinni í sendingini er spurnarkapping, harlurtarar veruliga sleppa at royna seg í almennari vitan.
Góðan morgun Føroyar 29.10.2026 55:16
Viviann Sjóðklett hevur skrivað nýggja bók til vaksin at lesa saman við børnum um m.a. kyn, kenslur og seksualitet. Vit eru við á ferð í ræðsluhúsinum í Vestmanna
Góðan morgun Føroyar 28.10.2026 53:31
Sigrun Gunnarsdóttir fekk sømdargávu landsins og Ingi var og vitjaði á Eiði. Eisini vitja vit við Skúlan á Fløtum, har Jan Mohr Hermansen hevur málað tveir málningar á ein súkkluskúr
Góðan morgun Føroyar 28.10.2026 24:37
Í morgun er tað Knud Simonsen, sum gevur okkum veðurforsøgnina
Góðan morgun Føroyar 27.10.2026 55:00
Hvat hava oljumilliardingurin John Rockefeller og gandurin hjá Guttormuri í Múla til felags? Jú, báðir hava ein leiklut í søgum úr Dali. Í Dali eru nógvar søgur og sagnir, sum hava gingið frá ættarliði til ættarlið. Nú fáa fólk høvi at hoyra nakrar av teimum á einum serligum túri í bygdini, har frásøgnin fer fram í gomlum, søguligum húsum. Men hví er tað týdningarmikið at halda fast í hesum gamla...
Góðan morgun Føroyar 27.10.2026 24:11
Vit práta við bókasavnið við Løkin, har tey gera nakað burtur úr altjóða bamsudegi. So frætta vit eisini um nýggjastu veðurforsøgnina. Gestir: Oyvør Dam Jacobsen Jari í Hjøllum
Góðan morgun føroyar 26.10.2026 54:11
Vit hava vitjan av masterlesandi á setrinum, sum siga um grein tær hava skrivað um seinárin eftir bróstkrabba, Beinta Løwe sigur um bók hon hevur skrivað um tíðina, hon sjálv hevði krabbamein, og vit tosa við Gunnvá Zachariassen, sjónleikara, sum fekk mentanarvirðisløn landsins
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.