Kringvarp Føroya
Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
¿Dónde escuchar?
Podcasts en la app Replaio Radio Muy prontoLos podcasts llegarán muy pronto a la app. Instálala ahora y sé el primero en descubrir una forma totalmente nueva de vivir los podcasts
Episodios
Summarmorgun 10.07.2026 54:47
Benjamin Djurhuus hevur latið nýggja útgávu út. Finnur Koga hittir Benjamin til eitt prát um sangir og útgávuna. Sangarin Bon Jovi hevur ikki verið á pallið í 4 ár, tí røddin hevur bilað, men týskvøldið helt hann konsert í Madison Square Garden. Fríðin Ziskason, sum hevur verið til 27 konsertir hjá Bon Jovi var til konsert í New York. Fyri 45 árum síðani sløkti Marius Rein útvarpspultin niðri á Br...
Summarmorgun 09.07.2026 53:58
Ragnar Sundstein greiðir frá um sangin Elskaður til endan, sum abbi hansara hevur yrkt og sum hann hevur fingið innspælt. Hann fekk studiotíð í gávu frá børnunum. Fimleikafelagið Støkk er í Italia í hesum døgum og luttaka á fimleikafestivalinum Festival Del Sola í Riccione í Italia. Jóhannes Miðskarð skipar fyri túrum í Keypmammahavn, har hann greiðir frá um H.C.Andersen og Søren Kierkegaard. Eisi...
Summarmorgun 03.07.2026 54:21
“Hundafangarin” er heitið á nýggjum sangi, sum bólkurin Grandma’s Basement gevur út í dag – og saman við Jón Jacobsen skifta vit orð um sangin. Føroyska summarið er á tremur við fjølbroyttum tiltøkum. Vit fregnast um tvey teirra, nevniliga Fjarðastevnuna í Vestmanna og Sandoyarstevnuna í Skopun. Í komandi viku letur Silvurdrongur úr hondum nýggju heildarútgávuna “Bønir”. Vit skifta orð við Trygva...
Summarmorgun 02.07.2026 52:59
Eftir upplatingarveitslu, opið hús og fyrstu privatu veitsluna farna vikuskiftið lat KG Hotel dyrnar upp fyri fyrstu gestunum í gjár 1. juli. Vit vóru á gátt, har vit hittu stjóran, Eirikur Jákupsson. Krígsharrin í KREML - Putin og hansara tíð er heitið á bók, sum Sprotin hevur givið út. Tað er Aage Storm Borchgrevink, sum hevur arbeitt í Russlandi alt sítt vaksna lív, ið hevur skrivað bókina, með...
Summarmorgun 01.07.2026 54:02
Beint fyri ólavsøku í 2011 lat Tórshavnar Big Band úr hondum fløguna “Úr sangskattinum II”, og í dag kemur onnur heildarútgávan í røðini – “Úr sangskattinum II”. Vit fregnast um nýggju útgávuna og virksemið hjá Tórshavnar Big Band, tá vit skifta orð við Ólav Olsen, Andras Olsen og Eirikur Skála. 13 ára gomul varð Herdis Skorastein løgd undir skurð fyri krabbamein – nakað, ið hevði við sær at hon m...
Summarmorgun 30.06.2026 54:29
Basarurin hjá KFUM skótunum er ein institutión á ólavsøku, men nú er vandi fyri at hesin sermerkti ólavsøkutáttur dettur niðurfyri. Vit skifta orð við Maluna Ludvig, Boga Sigurstein og Miru Malunardóttir Brøðraberg. Nú er hann aftur her. Dagarnar 2. til 4. juli er Tórshavnar jazz-, fólka- og bluesfestivalur, sum gjørdi come back í fjør, aftur í Havn. At greiða frá um festivalin kemur Sunnuva Bæk,...
Summarmorgun 29.06.2026 54:44
Týskvøldið verður Losjan í Gøtu ramma um nakað so forkunnugt sum sjónleik á teknmáli. Vit tosa við Riu Tórgarð, sum hevur leikstjórnað, og Meifríð Hansen, ið fer á leikpall fyri fyrstu ferð. Agnieszka Ryfka úr Póllandi er ein av teimum, sum fekk prógv sum námsfrøðingur í síðstu viku, tá ið prógvini vóru handað á Fróðskaparsetrinum. Tað eru bara seks ár síðan, at hon kom til Føroya og fór at læra s...
Summarmorgun 26.06.2026 54:15
Suðuroyarbólkurin Starlight, sum varð stovnaður í 1979, letur í dag úr hondum sína fyrstu heildarútgávu. Vit tosa við bólkin og hoyra sangir úr nýggju útgávuni. VoxBotn verður leygardagin. Og saman við Rúna Djurhuus, fyriskipara, fregnist vit um konsertdagin. Vit fregnast eisini hjá Fionu Parker, nú 45 ungir hornblásarar savnast í Skálavík um vikuskiftið.
Summarmorgun 25.06.2026 54:45
Um vikuskiftið hevur Føroya Symfoniorkestur við solisti konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Hátúni í Havn. Vit skifta orð um konsertirnar við Hans Petur í Brekkunum, stjóra í Føroya Symfoniorkestri, og Kristinu á Váli, ið er solistur. Fólk hava ikki búð í Múla hesumegin túsundáraskiftið, men í summar eru eini hjún fyribils flutt aftur til bygdina. Vit hava verið á gátt, har vit hittu Lai...
Petur Martin letur Kafé Mýri upp í Fámjin 24.06.2026 10:33
Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er betri kendur frá tónleikinum, letur um fáar dagar upp kafé í Fámjin. Petur Martin, sum er klaksvíkingur, er leiðari fyri Musikkskúlan í sunnaru helvt í Suðuroynni, og hann hevur í nøkur ár búð í Fámjin, har hann keypti hús. Herfyri keypti hann eini hús afturat, og tey verða nú kafé. Umframt kaffi og okkurt afturvið, fer kaféin at servera fiskasuppu o...
Summarmorgun 24.06.2026 53:51
Ein av mongu áhugaverdu og viðkomandi sendingunum hjá útvarpinum er “Nert ikki við”, sum Anna Joensen-Næs hevur stílað fyri. Og í dag fer fyrsta sendingin í summar av barkastokki. Vit fregnast um sendingarnar, tá verturin Anna Joensen-Næs, og serfrøðingarnir Bjørt Lind og Svanna Jákupsdóttir siga frá. Stóri slóðbrótarin innan føroysku matstovuvinnuna og matmentanina, Leif Sørensen, er heiðraður vi...
Podcasts similares
Replaio no es editor de podcasts; los nombres de los programas, las portadas y el audio pertenecen a sus autores y se distribuyen a través de canales RSS públicos