Kringvarp Føroya

Summarmorgun

News FO ↓ 100 avsnitt

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Glöm inte att besöka poddens webbplats och stötta skaparen: kvf.fo

Skapare

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Poddens webbplats

kvf.fo

Senaste avsnittet

28 aug 2026

Var kan du lyssna?

Poddar i appen Replaio Radio Kommer snart

Poddar kommer snart till appen. Installera nu och bli först med att uppleva ett helt nytt sätt att lyssna på poddar

Ladda ned på Google Play Installera gratis Android nästan 10 mn nedladdningar · betyg 4,8 iOS snart

Avsnitt

Summarmorgun 20.08.2026

Prát við leiðaran í Messuni í Sørvági, samrøða við fyriskipararnar av nýggja frítíðartilboðnum Filmsfimi. Eisini práta vit um frítíðartilboðið til børn Vísindaklubbin, sum verður á Glasi.

Summarmorgun 20.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við formnannin og næstformannin í svimjifelagnum Neptun, sum hevði sína fyrstu barnavenjing - 62 ár eftir at felagið var stovnað.

Asterix hevur serlig evni at finna rottu 19.08.2026

Rottuhundurin Asterix hevur prógvað, at hann hevur serlig evni at lukta og grava seg fram á rottu. Eigarin Jan Thomsen Eldevig í Streymnesi sigur, at higartil í ár hevur tikið omanfyri 40 rottur. Og tað er fyri tað mesta á vanligum gongutúrum, uttan beinleiðis leita eftir rottu.   -Nú hava fólk hoyrt um Asterix og nú eru tey farin at biðja um hjálp at fanga rottu. Asterix hevur góðan luktisans og...

Leivur og Jóan Pauli halda seg ungar við at venja 19.08.2026

Vit tosa við 75 ára gamla Leiv Hansen, tíðindamann, og 81 ára gamla Jóan Paula Joensen, professara, sum báðir venja fast mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun. Báðir hava eina fasta venjingarætlan og teir víkja ikki frá henni. Í morgun slóg Leivur sítt egna met á súkkluni.   Eisini verður tosað við Lailu Djurhuus Jacobsen, sum stendur í móttøkuni í Yndi og vegleiðir fólk sum venja. Hvør morgun h...

Jákup Andreasen: Hugleiðir um farnar dagar 18.08.2026

Jákup Andreasen fekk áhuga fyri at vita meira um familjuna og forfedrarnar um tað mundið hann fór um tey hálvthundrað árini. Í 2009 gav hann so út eina bók um familjuna hjá mammuni av Trøllanesi við heitinum "Wollesfólkini og Trøllanes", og fyri tveimum árum síðani kom myndabók við viðmerkingum og huygleiðingum, "Afturbrá - gamlar myndir úr Norðoyggjum". Men hesi seinastu árini hevur Jákup gjørt m...

Summarmorgun 18.08.2026
Summarmorgun 18.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Katrin Petersen, tíðindaleiðara á Aktueltdeilidini um sendingina Breddin, sum nú byrjar aftur.

Hoyvíksbóndi slær bøin fyri bøndur í Kalsoynni 17.08.2026

Á Trøllanesi og í Mikladali hava teir ikki neyt longur, og tí hava teir ikki brúk fyri so nógvum stráfóðri sum fyrr. Ístaðin fyri at brúka nógva tíð til sláingina og at bíða eftir terra, hava nakrir bøndur har norðuri gjørt avtalu við hoyvíksbóndan, Siggert Patursson, sum kemur allan tann langa vegin norður við stórari manning og framkomnari útgerð at sláa allan bøin hjá teimum í Mikladali og á Tr...

Summarmorgun 17.08.2026

Prát við Hans Ellefsen um altjóða ali- og fiskivinnubúskaparráðstevnuna IIFET 2026 og reportagja úr Kalsoynni, har Tórður Mikkelsen prátar við m.a. Sigert Patursson, bónda.

Summarmorgun 17.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Onnu Røskvu Strøm Randidóttir Rødgaard um hennara luttøku í "Den store bagedyst"

Sum at hava fingið eitt nýtt lív 14.08.2026

Síðsta leygarkvøld var stór føðingardagsveitsla í Haldórsvík. Kendi sangarin Ragnar í Vík, helt 75 ára føðingadag fyri 180 fólkum á tjaldi á Víkar Camping.   -Nógv søgdu at hetta var ársins veitsla. Nógvir tónleikarar vóru við og so slapp eg at heilsa uppá nógv fólk sum eg ikki hvi sæð langa tíð.   Men tað allat besta fyri Ragnar er, at hann hevur fingið sjónina aftur. Sjónin hevur verið ring í nó...

Hanus kennir seg tryggan í bilinum 14.08.2026

Í næstsíðstu viku var stórur føðihgardagur í Vestmanna, tá. Hanus Zachariassen fylti 100. Hanus er ættaður úr Streymnesi, men kom ungur maður til Vestmannar at mála og har fekk hann konu og børn og hevur búð síðani. Í Summarmorgni greiðir Hanus eitt sindur frá sínum langa lívi, og so sleppur útvarpsverturin biltúr við tí 100 ára gamla bilføraranum. Teir koyra runt alt Vestmanna, og Hanus fírir ikk...

Summarmorgun 14.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við bólkin Blátt gras um teirra nýggja staklag "Aftur til krossin".

Summarmorgun 13.08.2026

Prát við Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistara í innandura rógving, um rógvi tiltak, sum hon skipar fyri á Ovastevnu. Biltúrur við Hanus Zachariassen, sum er 100 ár, og endurnýggjaði sær koyrikortið sum 99 ára gamal.

Summarmorgun 13.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági í ár.

Á Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey til reiðar 12.08.2026

-Tað mest umráðandi er at børnini í 1. flokki kenna seg trygg beinanvegin. Tað hevur stóran týdning at fyrsti skúladagur er væl eydnaður, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Tórun Lindenskov Samuelsen er spildur nýggjur lærari og hon sigur, at læraragerningurin hevur altíð drigið, sjálvt um hon í mong ár hevur arbeitt á skrivstovu. Tí fór hon á Læraraskúla og va...

Tær vilja vísa hvussu fjølbroyttur pápin var 12.08.2026

Við 65 listaverkum vilja tær báðar døturnar hjá Eyvindi Mohr, Gulla Mohr og Turið Nolsøe Mohr, vísa fólki listina hjá pápanum, ið hevði fylt 100 í ár. Framsýningin er í Müllers Pakkhúsi í Havn og er opin til og við sunnudagin 23. august, hvønn dag millum klokkan 15 og 18. -Endamálið hjá okkum er at vísa hvussu fjølbroyttur babba var í sínari list, og tað halda vit at verkini á framsýningini vísa,...

Summarmorgun 12.08.2026

Listaframsýning við málningum eftir Eivind Mohr. Vit práta við døtur hansara, Gullu Mohr og Turið Nolsøe Mohr. Skúlabyrjan. Fólkaskúlarnir og miðnámsskúlarnir byrja aftur í dag eftir summarsteðg. Vit práta við ein nýggjan lærara í Skúlanum við Løgmannabreyt og við fráfarandi skúlastjóran í skúlanum.

Summarmorgun 12.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og prát við beiggjarnar Sakir Tróndarson Frýdal og Eindri Tróndarson Frýdal, sum eru í Íslandi og fara at hyggja at fullu sólarmyrkingini har.

Ynskir sær Ingálvsstaðir í Havn 11.08.2026

Í Listafelag Føroya eru tey sera væl nøgd við stóru framsýningina Listating, sum var í Steinatúni í miðbýnum í Havn um ólavsøkuna og eina viku aftaná. Hon varð óvanliga væl vitjað. Tað bar ikki til at hava ólavsøkuframsýningina sum vantligt uppi í Listaskálanum, tí skálin verður umbygdur. Við vælvild frá kommununi sluppu tey inn í Steinatún, sum er gamli Føroya Banki og sum Tórshavnar Kommuna nú e...

Summarmorgun 11.08.2026

Listaframsýningin Listating í Steinatúni. Vit práta við Pál Weihe, næstformann í Listafelagi Føroya. 40 ár síðani bragdið hjá Ova Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Langelina í Keypmannahavn. Vit tosa við systkinabarn Ova, Hilmar Joensen, sum eisini er frásøgufólk á Ovasavninum.

Summarmorgun 11.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya og innslag frá Tìðarinnar Bakspegili (2011) um bragdið hjá Ova Joensen í 1986.

Summarmorgun 10.08.2026

Prát við Sáru Gullfoss, heilsufrøðing, um skúlabyrjan. Eisini tosa vit við Urd Johannesen, Kára Jacobsen og Hanne Marit Mordal Iversen um útgávuna "Hvørjum angar rúmding av".

Summarmorgun 10.08.2026

Góður morguntónleikur, veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya. Eisini greiðir Hanus Kjølbro frá um tiltak, sum Veðurstova Føroya skipar fyri, tá sólarmyrking verður mikudagin. hann greiðir eisini frá um, hvat ein sólarmyrking er.

Summarmorgun 07.08.2026

Summarfestivalurin 2026. Vit tosa við Randi á Bergi, søluleiðara á nýggja hotellinum KG, sum fær sín elddóp á Summarfestivalinum og Theresu Turiðardóttir Kreutzmann, leiðara á Visit North, sum millum annað skipar bátaplássini á Summarfestivalinum, og hevur havt sera nógv ferðafólk á gátt í summar.

Lyssna på podden Summarmorgun i Replaio

Radio och poddar i en och samma app - gratis och utan konto. Installera redan idag och missa inte premiären

Ladda ned på Google Play

Replaio är ingen poddutgivare; programnamn, omslag och ljud tillhör sina upphovspersoner och distribueras via offentliga RSS-flöden