Kringvarp Føroya
Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Við Tórði á túri nú heystfjøllini í Tjørnuvík eru gingin 10.11.2025 51:53
Í Tjørnuvík vita tey ikki at siga frá so góðari vekt á lombunum úr haganum sum í ár, og lombini vóru nógv í tali. 74 ára gamli Steinbjørn Magnussen røktar Sjeynir, og 68 ára gamli Dávur Emil Hansen røktar hagapartin Ytsta Triðing. Teir hava báðir verið røktingarmenn í yvir hálvthundrað ár og teir vita ikki um nakað líknandi úrslit. Í Sjeyndum, har seyðurin einki fær afturat, vigaðu fleiri lomb oma...
Við Tórði á túri í Toftum í Fuglafirði 03.11.2025 51:36
Býlingurin í Toftum er ein av teimum gomlu býlingunum í Fuglafirði. Men tað er lítið skrivað niður um hendan býlingin. Søgnin sigur, at Bóndahúsini vórðu tikin í einum áarlopi, og eitt tíðarskeið búði bóndin í øðrum býlingi, uppi við Garð. Men so vórðu bóndahúsini bygd aftur á somu toftirnar, og tí fekk býlingurin navnið í Toftum. Jógvan Finnur Poulsen, sum er fyrrverandi lærari, vaks upp i Toftum...
Við Tórði á túri á Ryggi í Miðvági (2:2) 27.10.2025 51:32
Marianna Simonsen hevur búð í Rygstúni alt lívið, og hon veit frá nógvum søgum at siga og frá áhugaverdum fólkum. Hon sigur, at í barnaárunum var alt Rygstún eitt spælipláss. Vit støkka inn á gólvið í hárfríðkanarstovuni MidWay, sum hevur úr at gera. Sunneva Myllhamar og Birgit Nielsen klippa bæði rygsfólki og fólki alla staðni úr Vágum. Jon S. Hansen, søgufrøðingur, skrivaði eina bacheloruppg...
Við Tórði á túri á Ryggi í Miðvági (1:2) 20.10.2025 50:50
Tað man serliga vera Mikkjal á Ryggi, skald og mangt annað, sum hevur gjørt býlingin á Ryggi í Miðvági kendan. Men hesin býlingurin er samstundis eisini mangt annað, sum tað framgongur á hesum túrinum í Útvarpinum. Vit hoyra um tann gamla bóndahavan, sum hevur verið óvanliga stórur og hevur eina áhugaverda søgu. Upprunaliga var hann frá bóndahúsunum á Ryggi og heilt oman í ósan. Nú er hann frá bón...
Við Tórði á túri í Stórhøllini við Tjarnir í Hoyvík 13.10.2025 51:38
Nógv er hent síðani Stórhøllin við Tjarnir í Hoyvíkshaganum læt upp 1. mars í ár. Nógv stór tiltøk hava verið har og semja er um, at høllin hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Og tey hava nógv stór tiltøk á skránni komandi ár. Sigert Patursson, hoyvíksbóndi, sigur, at sjey størri og smærri tjarnir eru í økinum í Hoyvíkshaganum, har Stórhøllin er, og tí heldur hann hetta er eitt hós...
Við Tórði á túri til søguligan fótbóltsdyst í Stóru Dímun 06.10.2025 51:56
89-liðið hjá B71 og 87-liðið hjá TB, sum vóru føroyameistarar hesi bæði árini, spældu ein søguligan fótbóltsdyst í Stóru Dímun 10. august, og útvarpsverturin slapp við í tyrluna, og tí er hendan sendingin komin burtur úr. Karl Vidtfeldt greiðir frá upprunanum til henda søguliga dyst, og tveir av veteranunum, Henrik Thomsen úr TB og Jóan Petur Clementsen úr B71, greiða frá dystinum og frá sínum drú...
Við Tórði á túri á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy 29.09.2025 51:49
Á Heilsuskúla Føroya í Suðuroy gleða tey seg til skipanina, at tey lesandi fáa løn í lestrartíðini. At skipanin ikki náddi at koma í gildi í summar merkti, at ein fittur partur av teimum, sum høvdu søkt sum heilsurøktarar í summar ikki tóku av. Á Heilsuskúlanum eru tríggjar útbúgvingar - heilsurøktarar, heilsurøktarar og námsfrøðihjálparar. Skúlin leggur dent á, at tann lítli skúlin hevur sínar st...
Við Tórði á túri við skansabørnum í Havn 22.09.2025 51:38
At vaksa upp í skansabýlinginum í Havn var sum at vaksa upp á bygd. Tað eru trý av skansabørnunum, sum greiða frá uppvøkstrinum í býlinginum, samd um. Stóra útbyggingin av havnarlagnum í sínari tíð broytti fullkomiliga økið við Skansavegin, og hetta man vera ein tann mest broytti býlingurin í høvuðsstaðnum. Á niðaru síðu av Skansavegnum vóru fleiri hús og har var grønur bøur og neyt gingu á beiti....
Við Tórði á túri við gomlum húsarhaldsskúlanæmingum 15.09.2025 51:25
Tær vóru saman á Haslev Húsarhaldsskúla fyri 68 árum síðani. Tá vóru tær 14 úr Føroyum. Og hóast tær nú eru í áttati- og nítiárunum, samlast tær framvegis minst einaferð um árið og prátið gongur væl. Onkrar giftust í Danmark og komu ongantíð heimaftur, og onkur er farin burtur av. Tær hava verið níggju, sum eru komar fast saman, men í dag hevur onkur forfall, og tí eru sjey komnar saman á Café Sib...
Við Tórði á túri í Írlandi 08.09.2025 51:32
Vit føroyingar vita yvirhøvur lítið um Írland, sum er ein av okkara grannum og sum vit hava nógv felags við. Í døgunum 15. til 19. mai varð skipað fyri einum túri til Írlands, beinleiðis við flogfari úr Føroyum. Hendingin er frá hesum túirinum. Ferðalagið búði í býnum Limerick í Suðurírlandi, í landspartinum Munster, og ymsar útferðir vóru haðani - eitt nú til spennandi býirnar Cork og Galway. M.a...
Við Tórði á túri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 09.06.2025 51:28
Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum. Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Key...
Sámal Bláhamar: Tá føroyska pressan koyrdi út til Air Force One 02.06.2025 50:19
Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum. Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin M...
Eli Hansen: Sigldi við vápnum fyri jugoslavar 26.05.2025 50:50
99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965. Útvarpsverturin er í dag stokkin...
"Her er einki annað ljóð." 19.05.2025 49:39
Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann. Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyður...
Ása Østerø: Høvdu alt frá knappanálum til brúðarkjólar 12.05.2025 50:42
85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu. Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála. -Tað var...
Lovisa Luðvíksdóttir: Hevði tað hart undir toskakrígnum 05.05.2025 50:21
75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul. Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á t...
Oliver Joensen: Heimagjørdu jollurnar skaptu áhugan 28.04.2025 51:30
Oliver Joensen, sum átti og rak lokalblaðið Norðlýsið í Klaksvík í samfull 43 ár, er framvegis virkin, hóast hann nú er 78 ár. Umramt at hann hevur verið eldsálin á Norðlýsinum, hevur hann verið stigtakari og eldsálin ymsum lokarum verkætlanum, og hann hevur framvegis nýggjar verkætlanir á skrá. Vit hitta Oliver fyrst í neystinum uppi á Borðoyarvík, sum hann eigur saman við beiggjunum, stendur. Ho...
Dreymurin er at ganga berføttur gjøgnum Sahara 14.04.2025 45:35
Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur. Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlending...
Meinhard Hentze: Hetta var tað 07.04.2025 47:53
Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk. Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um. 83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var...
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini (3:3) 31.03.2025 51:33
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - m.a. í gamla býlinginum úti á Reyni, har omman og abbin búðu og har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði...
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini (2:3) 24.03.2025 51:09
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í gerandisdegnum. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni, har hann var nógv í uppvøkstrinum. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli...
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini (1:3) 17.03.2025 50:54
Jørleif Kúrberg, sáli, var tikin úr leikum sum frásøgufólk, og hann dugdi serliga væl at síggja teir stuttligu og stundum skeivu vinklarnar í tilveruni. Serliga væl dámdi honum at greiða frá stuttligum søgum úr gomlu Havnini, og hann var mangan ferðaleiðari har - ikki minst í gamla býlinginum úti á Reyni. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Kvøldskúli fyri nøkrum søgukvøldum, har Jørleif se...
Petur Martin Petersen: Valdi gomlu Bíbliuna fram um nýggja bilin 10.03.2025 49:42
Petur Martin Petersen í Fuglafirði, sum verður 80 ár í summar um Gud vil, byrjaði at samla bøkur sum sjey ára gamal við einari Kingosálmabók, og nú hevur hann eitt fullfíggjað savn við øllum kongabíbliunum og teimum reformertu Bíbliunum heilt frá 1553 og til dagin í dag. Harafturat hevur hann eitt spennandi savn við bókum, ið snúgva seg um Føroyar og føroysk viðurskifti, og øll stovan sum hon er e...
Jóhanna Petersen: Havi verið nøgd við alt 03.03.2025 49:15
Jóhanna Petersen í Saltnesi, sum leygardagin fylti 100 ár, býr einsamøll í húsi og klárar seg sjálv. Hon býr í Skúla í Saltnesi, har gamli skúlin í Saltnesi var frá 1845. Hon giftist inn í barnaheimið hjá manninum Jóhannesi Ingvardi fyri 75 árum síðani og her býr hon framvegis. Jóhanna er ættað av Strondum. Hon var fýra ár tá mamman doyði í barsilssong, og Jóhanna fór fyrst til ommuna og abban á T...
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið 24.02.2025 50:39
Tað er ein serligur partur av okkara søgu, tá føroysku saltfiskalínuskipini í seksti- og sjeytiárunum fóru longu leiðina yvir á Flemish Kap at fiska og vóru burtur í fleiri mánaðir. Stórur partur av manningini vóru ungir dreingir, heilt niður í 14 ára aldur. Vaktirnar hjá manningini vóru langar og frívaktirnar samstundis stuttar, og ungu menninir stóðu sárhentir í egningarskúrinum og egndu dag út...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.