Kringvarp Føroya

Vágskálin

News FO ↓ 50 episodes

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Mar 25, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Vágskálin: Føroyskt politi og ensk ávirkan 25.03.2026

Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað. Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin fløktari, serliga í talgilda heiminum. Tørvur er á fleiri politistum, halda bæði Kári Thorsteinsson og Eyðun Dalsgarð, formaður í Føroya Politistafelag. Eisini heldur høvundurin, at fleiri føroyingar eiga at...

Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina 18.03.2026

Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann. Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum liggja jarðað í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi í Havn. Óli sigur í "Hendur ið sleptu", at kirkjugarðurin má sigast at vera eitt tað søguligasta plássið í Føroyum, ið hvussu er tá ið tað snýr seg um...

Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum 11.03.2026

Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær hann ein kvikil settan í bringuna, og meðan hetta hendir, sansar sjúklingurin alt rundan um seg við undran og spei - og minnast aftur í tíðina. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at fyrri partur av sav...

Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin 04.03.2026

Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld. Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina listabók, tí hon skrivar um so mangt í okkara tíð. "Bókin er løtt at lesa. Kinna lýsir tíðina og listina fakliga, humoristiskt og poetiskt, og hennara skriviháttur er rættiliga fríur og ikki so akademisku...

Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga 25.02.2026

Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni. Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis. Alt verður skapt frá grundini, og livað verður í samljóði við náttúruna. Søgan snýr seg um dreingirnar Blásius og Sirius, sum í sambandi við evnisviku í skúlanum fara at vitja mammubeiggjan, Kønus. Kønu...

Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri 18.02.2026

Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag. Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja savnið kom út á Sprotanum. Tvey søvn komu út aftrat á Sprotanum í 2017, men síðan eru 11 yrkinga- og tekstasøvn hjá Christiani Fróða Djurhuus komin út á forlagnum JADA. "Fjøtraður Orion" kom út í 2024, og...

Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum 11.02.2026

Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925. Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein landsumfevnandi flokkur. Fyrsti formaðurin var Jóan Petur Davidsen, men frontmaðurin frá byrjan var Maurentius Viðstein. Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1926, og í 1928 vórðu hann og Petur Mohr Dam á fyrs...

Vágskálin: Heldur tunn og seinfør krimiskaldsøga 04.02.2026

"Kavafonnin grætur" byrjar við, at ein deyður kinesari í reyðari termodrakt verður funnin í Kambsgjógv. Stutt eftir verður ein annar kineseri funnin deyður uppi á Slættaratindi, og hann er nakin. William Hammer skal finna útav, hvat er hent, og at hjálpa sær hevur hann Hannis Martinsson, sum nú er samskiftismaður hjá løgregluni. Søgugongdin førir teir báðar til Runavíkar, har ein risastórur russis...

Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð 28.01.2026

Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður. Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til gamla vin sín. Greitt gerst skjótt, at maðurin livir í einum alternativum veruleika á netinum og er rættiliga einsamallur. Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum ummæla, og Bergur heldur, at talan...

Vágskálin: 1500 síður um 100 ára arbeiðarasøgu 21.01.2026

Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað verkið um Føroya Arbeiðarafelag, og sera nógv hevur verið at fara um, sigur hann. Hann greiðir frá, hvussu tilgongdin var at savna tilfarið og skriva tað saman, og vit frætta eisini, hvussu Føroya Arbeiðarafelag kom í lag. Avgerandi árið var 1925. Í september tað árið kom Thorvald Stauning til Føroya og mælti arbeiðsfólki til at skipa seg betur, eisin...

Vágskálin: Aldrandi skøld líta aftur um bak 14.01.2026

Savnið hjá Jóanesi Nielsen kom út í november í 2025, og tað hevur mong av eyðkennunum, sum søvn hjá Jóanesi hava. "Hann dugir øgiliga væl at skriva rámandi brotprosa á føroyskum, og evnini, hann viðger, eru sera viðkomandi," sigur Hans Jacob Kollslíð, sum ummælir hesaferð. Nógv í "Ullarljóð" snýr seg um systkini, pápan og mammuna, men spurningurin er, hvussu nógv er satt, tí alt passar ikki, sæst...

Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga 06.01.2026

Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar. Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið. Foreldrini hjá Ingvari og systrini, Marjuni, skiltust fyri 20 árum síðan. Hetta merkir framvegis tey bæði. Foreldrini eita Luis og Vivia. Sambandið millum Ingvar og Luis er ikki serliga gott, men teir royna at finna út...

Vágskálin: Sjálvævisøga og bygdarsøga í einum 17.12.2025

Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg Gerhard Lognberg er skopuningur og fór fyrstu ferð upp í kommunalpolitikk í 1984. Í 1993 gjørdist hann borgarstjóri, og júst um sama mundið gjørdi Føroya Fiskavirking av at lata flakavirkið í Skopun aftur. Ein dagin komu fólk úr Havn at taka maskinurnar av virkinum, men tá søgdu skopuningar kortanei og forðaðu fyri t...

Vágskálin: Samtíðin fyllir væl meira enn maðurin 10.12.2025

Suðuroyar-Dánjal, Daniel Joensen Suderøe, var porkeninngur, sum búsettist í Sandavági í 1823. Har hevði hann skiparaskúla á eldri árum. Hann varð føddur á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1887 og var sostatt 17 ára gamal, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdu "Royndina Fríðu" í 1804. Í 1805 fór Dánjal at arbeiða fyri Kongliga Einahandilin í tvey ár, og eftir tað fór hann út í verðina at sigla í seks ár....

Vágskálin: Um at skilja og hóma nýmótans yrkingar 03.12.2025

Til ummælis í sendingini eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen.  Hans Jacob Kollslíð ummælir søvnini, og honum dámar tey væl. Í sendingini viðgera vit yrkingalist sum heild og spyrja, um nýmótans yrkingar eru nóg lættar at skilja. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur nevnt, at ansast má eftir ikki at skerja yrkingalistina við fólksligum krøvu...

Vágskálin: Alt lagt á blik í ógvusligari søgu 26.11.2025

Hevnd" er fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, og Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla hana. Tær halda, at talan er um ógvusliga søgu, har alt verður sagt, ofta á ógvusligan hátt, og at lítið er eftir at ímynda sær hjá lesaranum. Søgan byrjar á frystitrolaranum, "Móðurfarinum", har bartrogið Rólant stútt og støðugt ger Jákupi ónáðir. Rólant kann liva og láta, sum hann vil, tí hann hevur...

Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley 19.11.2025

Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert, og í ár er bók útkomin um Stanley Samuelsen. Hilmar Jan Hansen skrivar søguna um drongin, sum var abbasonur fyrsta løgmann í heimastýrinum, Andras Samuelsen, og sum mestsum føddist inn í Føroya størsta...

Vágskálin: Ein bók um leiðaran sum menniskja 12.11.2025

Til ummælis er bókin ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eftir Helga Rasmussen Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur av arbeiðinum hevur snúð seg um at ráðgeva stovnum og fyritøkum um leiðslu. Í 2016 gav hann út bókina “Finn teg í organisasjónini”, og í ár er komin onnur leiðslubókin hjá Helga Rasmussen, sum nevnist “...

Vágskálin: Journalistisk søgubók um "Westward Ho" 29.10.2025

Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til Føroya. "Westward Ho" fór beinanvegin til fiskiskap, og hon var fiskiskip heilt til 1964, tá hon varð løgd. Í 1966 keypti ein grunnur hana, so hon kundi varðveitast, og frá 2005 hevur hon verið ogn hjá Tórshavnar...

Vágskálin: Trivalig bók um keypssamtøkuna 10.10.2025

Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku. Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370 síður, er ríkiliga long, men sera upplýsandi. Keypssamtøkutankin er gamal tanki. Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkun...

Vágskálin: Samanstúvað søgulig skaldsøga 01.10.2025

Rúni Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági, men hevur síðan 1991 búð í Leirvík. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn 30 ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu", og bókin "1804" er hansara fyrsta skaldsøga. Hon er 100 síður og skjótt lisin. Heitið sipar til árið, tá Nólsoyar Pál...

Vágskálin: Tá høvundurin hugsar fyri lesaran 07.05.2025

Birna Breckmann hevur skrivað sjey bøkur, og tann seinasta kom í 2025 og nevnist "Gentan á barnaheiminum". Talan er um stuttsøgusavn við 20 stuttsøgum. Persónarnir í søgunum eru bæði børn, ung, vaksin og gomul, og ofta stríðast tey. Evnini eru eitt nú misnýtsla, harðskapur og trupul uppvakstrarkor, og hon, ið skrivar, dylur ikki fyri, hvat hon sjálv heldur um tað, sum hendir í søgunum, siga Sanna...

Vágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologar 30.04.2025

Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so.  Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli.  Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sæ...

Vágskálin: Skakandi kríggið og sorgblíða paradísið 15.04.2025

Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har. Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er. Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera. Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir...

Vágskálin: Ókendur listamaður, uttanríkisbók og friðaryrkingar 09.04.2025

Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal. Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin tekna...

Listen to the Vágskálin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.