Kringvarp Føroya
Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Vágskálin: Fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum 01.04.2025 51:44
Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðing...
Vágskálin: Talgilt og prentað frálærutilar í stríðum streymi 26.03.2025 50:48
Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum. NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010. Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til s...
Vágskálin: Millum vón og vónloysi í hugvekjandi skaldsøgu 19.03.2025 52:38
Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum. Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin. Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldi...
Vágskálin: Ættargransking í Vágum og listakvinnan Julie Sass 12.03.2025 50:16
Við ársbyrjan gav Kári Thorsteinsson, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður, út trivaligt bókaverk upp á 900 síður við yvirliti yvir fólk í Vágum og Mykinesi aftur til ár 1600. Áhugi hansara fyri ættargransking stavar frá pápanum, Georg Thorsteinsson, og í bókunum "Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi" hava Kári og fleiri savnað upplýsingar í mongum ymiskum keldum. Kirkjubøkurna...
Vágskálin: Náttúra og sorg á bókmentafestivali 05.03.2025 51:21
Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen. Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin. Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr...
Vágskálin: Gitin filmsmaður og naknar standmyndir 26.02.2025 52:37
Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni. Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum. Geytin var gløðandi sjálvstýrisma...
Vágskálin: Orðatøk sum perlur av mannamunni 19.02.2025 50:37
Hjalmar Petersen og Páll Isholm góvu í 2003 út bókina "Steinur brestur fyri mannatungu", sum var ein orðabók yvir orðatøk og orðafelli á føroyskum. Páll Isholm hevur síðan givið út fleiri bøkur, sum snúgva seg um orðatøk, og tann seinasta er "Eitt orðatøk um vikuna" við 52 orðatøkum og hugleiðingum um orðatøkini. Tóta Árnadóttir, sum skrivaði masterritgerð í føroyskum á Fróðskaparsetrinum um skald...
Vágskálin: 1000 kirkjutænarar, sjey filmar og ein sjónleikur 11.02.2025 52:31
Justinus Eidesgaard skrivaði frá 2014 til 2024 portrett av øllum kirkjutænarunum í Føroyum, og nú eru allir tekstirnir komnir út í tveimum trivaligum bókum. Drúgva verkætlanin lærdi Justinus, at øll menniskju eru serstøk og hava sína egnu søgu at siga. Kirkjutænarar eru tó rættiliga myndugleikatrúgvir, nevnir hann. Filmurin "Halt um meg" hjá Mariu Winther Olsen vann Geytan í ár, og vit hitta films...
Vágskálin: Bókadeild Føroya Lærarafelags á breddanum 04.02.2025 52:26
Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung. Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari. Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeidd...
Vágskálin: Høvundar 125 ár og fýra yndisbøkur 29.01.2025 51:53
Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938. Í 1939 kom einast...
Vágskálin: Góð søga um heimsgitið føroyskt telduspæl 21.01.2025 49:55
Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum. Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein...
Vágskálin: Ein góð roynd at siga handilssøguna 15.01.2025 52:38
Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856. Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka. Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirna...
Vágskálin: Spenningssøga full av søgutilfari 08.01.2025 50:52
"Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld. Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum. Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða...
Bókaárið á Vágskálini 17.12.2024 49:01
Til ummælis í sendingini var krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakkstein, og hana ummæltu Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen. Malan Marnersdóttir og Ben Arabo søgdu sína hugsan um "Hvíldarheimið" hjá Jógvani Isaksen, og Sámal Matras og Hans Andrias Sølvará viðgjørdu søgubókina hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam. Bókin hjá Martini Næs og Flóvini Tór Nygaard Næs um læknan Sonnu Dahl var ei...
Vágskálin: Eksotisk skaldsøga við moralskum tvístøðum 17.12.2024 49:45
Bókin er 295 síður, so hetta er ikki nøkur stutt barna- og ungdómsbók. Hon snýr seg um 10 ára gomlu Evu, sum býr í Port Janua. Staðsetingin og mongu fremmandu nøvnini í bókini geva søguni ein eksotiskan dám, sum ikki er óvanligt í bókum hjá Rakel Helmsdal. ”Leyp nú, Eva” er býtt upp í 23 kapitlar við yvirskriftum, sum umboða tað, ið hendir í kapitlunum, og hvør kapittul er prýddur við eini teknin...
Vágskálin: Ævisøga um glinsandi vøddatyssi 09.12.2024 52:01
Í sjeytiárunum og áttatiárunum vandu fá styrkivenjing í Føroyum, og ongin hevði áhuga fyri kropsbygging ella bodybuilding. Tann fyrsti føroyingurin, sum setti sær fyri at gerast bodybuildari, var Gunnar Hjelm, og hann var sostatt undangongumaður á økinum. Serliga fyrstu árini fekk hann harðar ábreiðslur og ókvæmisorð oman yvir seg fyri at ganga hesa sjáldsomu leið og fylgja sínum dreymi. Hann varð...
Vágskálin: Heimspolitikkur viðgjørdur við føroyskum eygum 26.11.2024 52:35
"Frá Kuwait til Kyiv" er trivalig bók við teksti, sum telur fleiri enn 300 síður, og so eru 100 síður aftrat í bókini við tilvísingum til keldur. Hans Andrias Sølvará sigur, at tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu fleiri serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av fólkaræðisligum skipanum stóð fyri framman. Skjótt skuldi tó vísa seg, at hendan metingin var sk...
Vágskálin: Nýskapandi og væl kend yrkingalist 25.11.2024 52:19
Sanna Klein og Sámal Soll ummæla søvnini og halda, at savnið hjá Svannu Jákupsdóttir er bæði øðrvísi og nýskapandi. Savnið lýsir kvinnukroppin og alt tað, sum knýtir seg at honum, eggloysn, bløðingar, skiftisár, sáðrestir eftir samlegu o.s.fr. Ummælararnir eru hugtiknir av orðafeinginum hjá Svannu og hava ikki fyrr sæð kvinnukroppin lýstan á hendan hátt í føroyskum savni. Savnið hjá Tóroddi Poul...
Vágskálin: Mitt í bókarokinum á bókadøgum 19.11.2024 52:15
Fleiri útlendsk nøvn vóru á skránni. Tað kendasta navnið var norski rithøvundurin og Nobel-virðislønarvinnarin í 2023, Jon Fosse, sum tosaði við Dorit Hansen á pallinum í Norðurlandahúsinum. Vit spyrja Marnu Jacobsen, hvat er so serligt við Jon Fosse. Hon hevur týtt fleiri av bókum hansara til føroyskt. Ein annar, sum vitjaði bókadagarnar, var íslendski bókmentafrøðingurin, Halldór Guðmundsson,...
Vágskálin: Verjurøðan hjá presti og fýra virðislønir 12.11.2024 50:09
Tann 54 ára gamli Hans Eiler Hammer, sum nú er prestur í Suðurslesvík, varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var tá prestur í Norðurnoregi, og sakarmálið setti djúp spor í lívi hansara. Hóast hann varð fríkendur, hevur Hans Eiler Hammer mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. Eitt nú fekk hann ikki starv í Føroyum sum prestu...
Vágskálin: Heimspolitikkur, Heðin Brú og nýggj listabók 04.11.2024 52:07
Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará varð løgd fram á Reinsarínum 14. oktober og snýr seg um tíðarskeiðið í heimspolitikki frá 1990 til 2022. Bjartskygnið var stórt, tá kalda kríggið endaði í 1990, men varð vent til svartskygni, tá Russland í februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Føroyskar upprunabøkur um heimspolitikk eru sum lundi á jólanátt, og nógv fólk var tí komið saman á Reinsarínum at hoyra fra...
Vágskálin: Trupla støðutakanin til stríðið í Miðeystri 29.10.2024 50:50
Søgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Í arbeiðsfelagsskapinum har hittir hon mong onnur ungfólk úr ymsum londum. Marta kemur til kibbutsina Gesher beint eftir, at palestinski leiðarin, Yassir Arafat, og ísraelski forsætismálaráðráðharrin, Yitzak Rabin, hava skrivað undir Oslo-friðaravtaluna. Tann innari karmurin um søguna er lívið í ki...
Vágskálin: Jødahatur og útpenslaðir drápshættir 23.10.2024 52:03
Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá. Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur. Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan e...
Vágskálin: Ógvusligar søgur um kúgan og kynsliga tráan 14.10.2024 52:16
Sprotin skrivar um tær sjey stuttsøgurnar, at tær lýsa tilveruna á mótinum millum veruleika og hugflog, og at evnini í søgunum eru bæði sjáldsom og forvitnislig. Her er talan um fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, sum jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, sum ikki vil doyggja við følnandi kroppum, og her verður skrivað um svartsjúku millum kynsliga lokkað børn og hevndina hjá teirri forsmá...
Vágskálin: Regnar á listina og pappírið undir trýsti 09.10.2024 49:43
Hvussu leingi kann Listasavn Føroya halda fram sum nú? Ikki leingi aftrat, sigur nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, tí savnið hevur stóran tørv á umvælingum. Tað regnar inn á savnið, og soppur ger um seg. Haraftrat er ógjørligt at stýra hitaviðurskiftunum, og hetta kann alt skala tey 2.800 listaverkini. Listasavnið verður tí útbygt og umvælt í næstum, og stjórin vónar,...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.