Kringvarp Føroya

Vágskálin

News FO ↓ 59 episodes

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Nov 11, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android almost 10M downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Vágskálin: Heimspolitikkur viðgjørdur við føroyskum eygum 26.11.2024

"Frá Kuwait til Kyiv" er trivalig bók við teksti, sum telur fleiri enn 300 síður, og so eru 100 síður aftrat í bókini við tilvísingum til keldur. Hans Andrias Sølvará sigur, at tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu fleiri serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av fólkaræðisligum skipanum stóð fyri framman. Skjótt skuldi tó vísa seg, at hendan metingin var sk...

Vágskálin: Nýskapandi og væl kend yrkingalist 25.11.2024

Sanna Klein og Sámal Soll ummæla søvnini og halda, at savnið hjá Svannu Jákupsdóttir er bæði øðrvísi og nýskapandi. Savnið lýsir kvinnukroppin og alt tað, sum knýtir seg at honum, eggloysn, bløðingar, skiftisár, sáðrestir eftir samlegu o.s.fr.   Ummælararnir eru hugtiknir av orðafeinginum hjá Svannu og hava ikki fyrr sæð kvinnukroppin lýstan á hendan hátt í føroyskum savni. Savnið hjá Tóroddi Poul...

Vágskálin: Mitt í bókarokinum á bókadøgum 19.11.2024

Fleiri útlendsk nøvn vóru á skránni. Tað kendasta navnið var norski rithøvundurin og Nobel-virðislønarvinnarin í 2023, Jon Fosse, sum tosaði við Dorit Hansen á pallinum í Norðurlandahúsinum.    Vit spyrja Marnu Jacobsen, hvat er so serligt við Jon Fosse. Hon hevur týtt fleiri av bókum hansara til føroyskt. Ein annar, sum vitjaði bókadagarnar, var íslendski bókmentafrøðingurin, Halldór Guðmundsson,...

Vágskálin: Verjurøðan hjá presti og fýra virðislønir 12.11.2024

Tann 54 ára gamli Hans Eiler Hammer, sum nú er prestur í Suðurslesvík, varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var tá prestur í Norðurnoregi, og sakarmálið setti djúp spor í lívi hansara. Hóast hann varð fríkendur, hevur Hans Eiler Hammer mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. Eitt nú fekk hann ikki starv í Føroyum sum prestu...

Vágskálin: Heimspolitikkur, Heðin Brú og nýggj listabók 04.11.2024

Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará varð løgd fram á Reinsarínum 14. oktober og snýr seg um tíðarskeiðið í heimspolitikki frá 1990 til 2022. Bjartskygnið var stórt, tá kalda kríggið endaði í 1990, men varð vent til svartskygni, tá Russland í februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Føroyskar upprunabøkur um heimspolitikk eru sum lundi á jólanátt, og nógv fólk var tí komið saman á Reinsarínum at hoyra fra...

Vágskálin: Trupla støðutakanin til stríðið í Miðeystri 29.10.2024

Søgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Í arbeiðsfelagsskapinum har hittir hon mong onnur ungfólk úr ymsum londum. Marta kemur til kibbutsina Gesher beint eftir, at palestinski leiðarin, Yassir Arafat, og ísraelski forsætismálaráðráðharrin, Yitzak Rabin, hava skrivað undir Oslo-friðaravtaluna. Tann innari karmurin um søguna er lívið í ki...

Vágskálin: Jødahatur og útpenslaðir drápshættir 23.10.2024

Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá. Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur. Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan e...

Vágskálin: Ógvusligar søgur um kúgan og kynsliga tráan 14.10.2024

Sprotin skrivar um tær sjey stuttsøgurnar, at tær lýsa tilveruna á mótinum millum veruleika og hugflog, og at evnini í søgunum eru bæði sjáldsom og forvitnislig. Her er talan um fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, sum jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, sum ikki vil doyggja við følnandi kroppum, og her verður skrivað um svartsjúku millum kynsliga lokkað børn og hevndina hjá teirri forsmá...

Vágskálin: Regnar á listina og pappírið undir trýsti 09.10.2024

Hvussu leingi kann Listasavn Føroya halda fram sum nú? Ikki leingi aftrat, sigur nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, tí savnið hevur stóran tørv á umvælingum. Tað regnar inn á savnið, og soppur ger um seg. Haraftrat er ógjørligt at stýra hitaviðurskiftunum, og hetta kann alt skala tey 2.800 listaverkini. Listasavnið verður tí útbygt og umvælt í næstum, og stjórin vónar,...

Listen to the Vágskálin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.