Kringvarp Føroya

Gentuvesið

News FO ↓ 50 episodes

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Jan 19, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Nýggjár á Gentuvesinum 2025 19.01.2026

Enn einaferð hava vit hildið nýggjár á Gentuvesinum, saman við góðum gestavertum og góðum lurtarum. Í hesum partinum vóru gestavertirnir politikari Bjarni Kárason Petersen, útvarpsvertur Dávid Thomassen og aktivistur Katrin Kamban. Í Studio 4 var nýggjársstemningurin skrúðaður væl frá, tá hesi trý skuldu loysa tvístøður um alt millum himmal og jørð - bókstavliga! MIlum annað var onkur, ið hevði br...

Aldursmunur á Gentuvesinum 02.09.2025

Áðrenn Gentuvesið aftur fer í dvala, fara vit at loysa nakrar tvístøður. Við okkum hesa ferð eru Heri Joensen, forsangari í Týr, og Signar í Homrum, tónleikari. Nógvar ymiskar tvístøður verða vendar saman við teimum. M.a. royna vit at finna útav, hvat ein vinkona skal gera, sum hevur eina vinkonu, ið er í einum harðligum parlagi. Ein onnur spyr, hvussu ein fær sjálvkærleika. Og so er ein 24 ára ga...

Ein loyniligur brúkari á Gentuvesinum 01.09.2025

Vit eru aftur á Gentuvesinum við góðari hjálp. Gestir hesa ferð eru Fríði Djurhuus, tónleikari, og Steintóra Erhardsdóttir, prestur. Nógvar tvístøður verða vendar, eitt nú ein um, hvussu ein skal halda sítt parlag koyrandi, tá ið ein ikki býr í sama landi. Ein onnur veit ikki, hvussu hon skal handfara ein floksfelaga, sum heldur seg vita betri enn bæði næmingar og lærarar. Og so situr ein dama og...

Nýggjár á Gentuvesinum 31.12.2024

Við okkum teir báðar veitslukendu tímarnar vóru sjálvandi nakrir fantastiskir gestavertir: Anna Sofía Skoradal, Bjarni Kárason Petersen, Sjúrður Skaale, Heri Wang Danielsen og Bárður Dal Christiansen, ið øll vóru í góðum hýri, flentu og loystu tvístøður. Hvussu mundu tey ráðgeva eini gentu, ið fekk ein óbodnan gest í sítt nýggjársball, ið einans var ætlað innbodnum vinfólki? Og nær er mann eitt re...

Hátíðarhald á Gentuvesinum 09.08.2024

Gentuvesið byrjar eitt sindur øðrvísi í dag, tí vit fara aftur í tíðina, tá ið Gentuvesið byrjaði.  Nógv er hent síðani tá, men eitt er ongantíð broytt, nemliga okkara dugnaligu gestir. Døgg Nónsgjógv, tónleikari, og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, hjálpa okkum við at hjálpa tykkum í dag. Tvístøðurnar snúgva seg um pengar, vinkonur, at duga illa at syngja, at ikki blíva góðtikin av familjuni og vin...

Cola Zero vs Pepsi Max á Gentuvesinum 02.08.2024

Nú er nakað síðani at vit sendu beinleiðis úr Gentuvesinum frá Studio 4 - endiliga eru vit aftur! Við okkum í dag eru Sunnvá Dahl Høgfeldt og Elinborg Pálsdóttir, ið eru til reiðar at loysa allar tykkara trupulleikar og venda tykkara spurningum. Prátað verður millum annað um hjartasorg, sálarfrøðingar, nýggj hús, mistar røddir og sjálvsálit; tí hvat ger man um man ikki dugir at ''flirta''? Og nær...

Venjarar á Gentuvesinum 09.01.2024

Vit hava funnið tveir gestavertir, ið eru serkønir innan júst hetta økið. Við okkum í studio 4 í dag vóru nevniliga Jákup Jacobsen, eigari av Yndi Fitness og persónligur venjari, og Annika Wenningsted Jacobsen, fitness instruktør og persónligur venjari. Tey bæði flentu og tosaðu álvarsamt, tá mongu tvístøðurnar um eitt nú torførar umstøður á starvsplássi og kærleikstrupulleikar við eini sokallaðar...

Deila myndir á Gentuvesinum 07.01.2024

Tvístøðurnar vóru fangandi og elvdu til long prát, tá Marianna Winter og Fríði Djurhuus, saman við vertunum høvdu ymiskar loysnir og sjónarmið uppi at venda. Gleðin um at vera aftur í Studio 4 var stór og enn eitt ár við tvístøðum, látri og fjølbroyttum meiningum er skotið í gongd! Annika Dalsgaard og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir leggja til rættis. 

Óbehagilig hending á Gentuvesinum 06.10.2023

Hesin parturin bleiv bandaður hálvan august, so um tú hugsar: "Hmm, hatta er nú ikki serliga aktuelt.", so veitst tú hví. Okkara gestavertir eru festlig, litrík og so kenna vit tey frá fleiri sangleikum í Føroyum. Tey eru Mike Viderø og Eva Maria Brynhildardóttir. Tey bæði fingu úr at gera, tá ið tvístøður og spurningar skuldu loysast. Tvístøðurnar snúgva seg um óbehagiligar støður í býnum, "Karen...

Respekt á Gentuvesinum 01.09.2023

Ein steðgur hevur verið á Gentuvesinum í summar, men nú eru vit aftur - tó hvørki beinleiðis ella á útvarpsskránni. Í partinum hesa ferð, vóru tað Bárður Petersen og boyggjarnir, Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen, ið hjálptu okkum at loysa tykkara tvístøður í studio 4. Teir fingu mangt og hvat, at venda og snara, tá tvístøðurnar snúðu seg um alt frá at stjala damur og at flyta til Danmarkar t...

Steðgur á Gentuvesinum 28.06.2023

Ein steðgur verður á Gentuvesinum. Hesin parturin var hin seinasti, ið varð sendur beinleiðis í útvarpinum, fyri nú. Men tað forðaði ikki lagnum í at vera í hásæti, og ljóðinum av látri og fnisan, at ferðast út um dyrnar í Studio 4 hendan dagin. Hesa ferð vóru tað bert tær báðar vertinnurnar, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, ið mannaðu studio. Tær prátaðu um støðuna við Gentuvesinum...

Dreymakvinnan á Gentuvesinum 21.06.2023

Tað kendist løgið at siga, at hetta var tann seinasta beinleiðis sendingin í eina tíð eftir, at Gentuvesið hevur verið beinleiðis í útvarpinum í tvey ár. Fyri at hátíðarhalda Gentuvesið, vitjaðu tríggjar serstakar kvinnur studio 4. Mia H. Smith, listakvinna og grafikari, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum og listakvinna, og Marianna Winter, tónlistakvinna, vóru við.  ...

Stakar vinkonur á Gentuvesinum 14.06.2023

Kann tað blíva lekkrari enn lekkurt, og heitari enn heitt, tá ið tríggir oddamenn í føroyskum tónleiki vitjað? Neyvan. Teir eita Steingrímur Hallsson, Heini R. Á Heygum, RSP, og Marius DC. Eingin ivi í, at teir duga at brúka orð og "flow", tá ið teir fáast við tónleiki, men teir duga eisini at hjálpa tykkum: Hvat skal ein gera, sum skal ferðast við vinkonunum í summar. Tær ætla bollitúr, og hon æt...

Matpakkar á Gentuvesinum 09.06.2023

Trý nýggj andlit á Gentuvesinum hesa ferð. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, Ann Chanett Danielsen, tónleikari, og Ann Hermansdóttir, prestur, eru gestir. Nógvar tvístøður og nógv góð ráð. Skal mann flyta av landinum vegna forelskilsi? Skal mann seta andlit til andlits við viðkomandi, sum dámar alt, mann deilir og viðmerkir á Instagram? Eigur ástarvinurin at vita, hvørjum mann hevur verið í song...

Ein maður í blæu á Gentuvesinum 31.05.2023

Onkuntíð senda fólk tvístøður, sum kunnu vera sera torførar at loysa - og tað hendi hesa ferð. Bárður Dahl Christiansen (DC), listamaður og arkitektur, Elisa Vang, Stand-up skemtari og Ginn Yoga, og Fríði Djurhuus, tónleikari og útvarpsvertur, eru gestavertir í dag. Tey leggja út við at tosa um kettur. Ein av gestunum veit sera nógv um kettur, tískil kanst tú í hesum parti læra tvey ella trý fakta...

Moralskir timburmenn á Gentuvesinum 24.05.2023

Rannvør er blivin ein soppur, tí tey trý, ið eru oddafólk í Aggrasoppum, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, vitja studio fýra hesa ferð. Sopparnir soppast við nógvum soppum. Í seinastuni hava tey vunnið tónleikakappingina Sement, spælt á tveimum festivalum og útgivið eitt nýtt lag, nevniliga Búff & Buffét. Vit byrja sendingina við at práta um moralskar timburmenn, sum v...

Kynmismunur á Gentuvesinum 17.05.2023

Vit eru í tí listarliga krókinum, tí gestavertirnir eru, á hvør sín hátt, listarlig. Tey eru Heiðrik á Heygum, tónleikari og listamaður, Jenny Kragesteen, tónleikari, Búi Rouch, dansari og koreografur og Steintóra Erhardsdóttir, prestur og so dámar henni eisini væl at vera listarlig við plakatum. Tá ið tað snýr seg um at loysa tvístøður, so hevur Gentuvesið tey bestu fólkini um seg. Hvat skal ein...

Ein stjóri á Gentuvesinum 10.05.2023

Eg vil byrja við, at fortelja tykkum, at í partinum verður tosað um rúsevni. Hevur tú trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ber til at leita sær hjálp á heimasíðuni hjá rusur.fo ella ringja til Heilbrigdi á 328055. Nú er tað eitt heilt ár síðan tann góða duo’in vitjaði Gentuvesið seinast. Annika Hoydal og Torleik Mortensen eru gestir hesa ferð, og sjálvt um tey frammanundan hava úr at gera við...

Skriva til dreingir á Gentuvesinum 03.05.2023

Eg sigi beiggjar - teir siga boyggjar. Gestavertir hesa ferð eru Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen. Tit hava sæð teir í sjónvarpinum í fýra vikur, har teir hava sjarmerað seg inn á tykkum, men nú sleppa teir sjarmerandi bygdamenninir, at loysa tykkara tvístøður. Hvat skal ein genta gera, sum fjasast við einum drongi, ið hon ynskir, at fáa meira kontakt við? Hon ivast í, um hon fer at tykjast...

Vánaligur tónleikur á Gentuvesinum 19.04.2023

Sólin skínur, vit eru í góðum lag og lurta eftir sponskum tónum, sum Rannvør er sannførd um, at øll gera, tá ið sólin ger um seg. Gentuvesið, er eitt ordans gentuves í dag. Gestavertirnir eru Anna Sofía Skoradal, tónleikari, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari og Sunnvá Dahl Høgfeldt, ávirkari á SoMe og vann Nybyggerne í 2020. Tær tríggjar loysa ymiskar tvístøður og gera sítt fyri, at tit fáa hjálp og...

Loyniligt og gamalt filmsbrot á Gentuvesinum 12.04.2023

Annika er farin niður aftur at kokkast, so Rannvør er nú aftur einsamøll. Men, so einsamalt er tað kortini ikki, tí hon hevur gestavertir afturat sær. Hesa ferð vitja Turið Elinborgardóttir, ávirkari á SoMe og hevur gjørt ta føroysku bindidagbókina og Bjørt Lind, sálarfrøðingur og ein av vertunum í útvarpssendingini Nert Ikki Við. Tær fáa úr at gera, og skulu loysa tvístøður, sum snúgva seg um "se...

Fríbløðarar og hvítar sofur á Gentuvesinum 04.04.2023

Nógvar góðar tvístøður, nógv góð svar og nógvur látur stakk seg upp úr dagsins parti, nú gestavertirnir vóru Turið Teitsdóttir, ið er listakvinna og læraralesandi, og Pætur Weihe Simonsen, ið lesur samfelagsvísindi, er persónligur venjari og er styrkivenjari hjá VÍF. Tey høvdu mangar eins hugsanir og vóru samd í mongum av ráðunum, ið tey í felag bryggjaðu til tykkara. Tá ið prátið fall á óvissu í...

Hon spælir kostbar á Gentuvesinum 29.03.2023

Vit høvdu júst teir rættu gestavertirnir við okkum hendan partin, tí at hvør skuldi kunnað svarað hesum betri, enn teir báðir fólkakæru tónleikararnir Ingi Poulsen og Danny Baldursson? Tað vóru ikki bert hesar báðar tvístøðurnar, ið vit høvdu við okkum á Gentuvesinum í dag. Millum annað var ein tvístøða leingi uppi at venda, ið snúði seg um, at ein ekssjeikur segði lygnir og ákærdi sína eksdamu fy...

Dreymadrongurin á Gentuvesinum 22.03.2023

Tá ið illa stendur til hjá tykkum, er gott við góðum gestavertum! Hesa ferð vitjaðu Ásla Breyt Danielsen, hárfríðkari og eigari av hárfríðkanarstovuni WAUW, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og vertur á poddinum Amatøroyar og Landsstýrismaðurin í lógar- og innlendismálum, Bjarni Kárason Petersen. Tey fingu úr at gera, tí tvístøðurnar snúðu seg um kærleika, at taka tað rætta valið, dreymar og 'ghosting'....

Sexleikur á Gentuvesinum 16.03.2023

Nógvar tvístøður vóru uppi at venda, tá ið tær tríggjar Bjørga Sivertsen, ávirkari á sosialum miðlum, Jasmin Mote, tónleikari og útvarpsvertur og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, vitjaðu Studio 4. Millum annað var ein tvístøða um ein mann, sum ikki veit, hvat hann skal gera, nú kona hansara hevur verið ótrúgv. Hann er særdur og veit tí ikki um hann skal raðfesta børnini ella sálar...

Listen to the Gentuvesið podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.