Kringvarp Føroya

Gentuvesið

News FO ↓ 50 episodes

Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Jan 19, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Onkur hevur gjørt nummar tvey á Gentuvesinum 09.03.2023

Hesa ferð er ein tvístøða við, sum vit ongantíð hava hoyrt um fyrr. Onkuntíð prógvar Gentuvesið, at menniskju kunnu enda í teimum løgnastu støðunum. Men, tá ið tað verður løgið og trupult, so er gott við gestum! Dania O. Tausen, tónlistakvinna og yrkjari, Torleik Mortensen, tónleikari og tónleikalærari, og Sunneva Háberg Eysturstein, eru gestavertir. Lagið er gott og tvístøðurnar eru mangar í tali...

Kenslur á Gentuvesinum 01.03.2023

Tað besta við Gentuvesinum er, at har finnast fólk, sum bæði tíma og duga at hjálpa - og í dag var einki undantak. Hendan partin kann ein kalla “Gentuvesið x Berin”, av tí, at hann hesa ferð snúði seg um at missa, sorg og avvarandi. Beinir Bergsson, Rannvá Arnadóttir og Maria Daniela Í Garði Skála eru gestavertir. Tey trý hava tað í felag, at tey hava mist ein kæran. Sum yngri, gingu tey hjá Beran...

Kamillute og ommutroyggjur á Gentuvesinum 22.02.2023

Gott lag var í Studio 4 í dag, tá ið teir báðir Bárður Persson, sjónleikari, og Hans Pauli W. Tórgarð, tónleikari og lærari, vóru og hjálptu okkum, at loysa tykkara tvístøður. Prátini høvdu fleiri vendingar og hugskotini vóru mong í tali, tá ið tvístøðurnar millum annað snúðu seg um, um man skal siga makanum frá at man var ótrúgvur fyri tíggju árum síðani, nú makin er farin á knæ, og um man skal s...

Ljótt hár á Gentuvesinum 15.02.2023

Mangar tvístøður vóru uppi at venda í dag, tá ið Elin Brimheim Heinesen, tónleikari, Leo Lávík, útvarpsfólk í sendingini Biit, og Sigmund V. P. Zachariassen, tónleikari, vóru og hjálptu tykkum at knekka trupulleikar í Studio 4. Skal man blanda seg upp í parlagið hjá vinkonuni og sjeikinum, tá ið man veit, at hann er ein vánaligur sjeikur? Hvat ger man, tá ið sjeikurin ikki hevur viljað havt nakað...

Eitt sjey mánaðar gamalt barn á Gentuvesinum 08.02.2023

Gott lag, góður tónleikur og góð fólk! Elisa Vang, stand-up skemtari, Aimi Helbo, námsfrøðingur og Løgtingsvalsevni fyri Sambandsflokkin í 2022, og Danny Baldursson, tónleikari, vitjaðu í dag. Tey fingu úr at gera, av tí at tvístøðurnar vóru mangar í talið; hvat skal ein sjeikur, ið ikki er við upp á tann andliga heimin, gera? Kanst tú siga við vinkonuna, sum ætlar at taka barnið við á ferð, at ho...

Ein eldri tekning á Gentuvesinum 01.02.2023

Í dagsins sending ringdu vit til Anniku, sum kokkast í Danmark! Tað var deiligt at hoyra frá henni, men vi máttu leggja á aftur, tí nakrar tvístøður skuldu loysast. Hesa ferð vóru Angela Fagranes, sum vit kenna frá Angelu og Hannibal, Rógvi B. Dam, sjónleikari og Guðrið Hansdóttir, tónleikari, gestavertir. Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara upp á; hvat skal ein gera, tá ið gamli st...

Ovurviðkvæmi á Gentuvesinum 25.01.2023

Nú var aftur mikudagur! Tvær royndu seg fyri fyrstu ferð á Gentuvesinum, og ein hevur longu verið við fyrr. Okkara gestavertir hesa ferð vóru Sølvá Jansdóttir Joensen, eigari av Fullpower og "Venjarin í lummanum", Barbara Holm, blaðstjóri fyri Frihedsbrevet Føroyar og Trygvi Danielsen, tónleikari. Tey vóru dugnalig og dugdu væl at hjálpa, tá ið tvístøðurnar vóru nógvar og fjølbroyttar. Tí hvat ska...

Illa dámd á Gentuvesinum 18.01.2023

Tað tykist sum, at mong hava nógv á hjarta í januar mánaða - og júst tá, er gott við góðum gestavertum. Hesa ferð vitjaðu Mia Smith, Kolbrún í Haraldsstovu og Bárður DC. Tey fingu, sum altíð, úr at gera, tá ið tvístøðurnar vóru bæði lættar og tungar. Tí hvat ger ein, sum er illa dámd á sínum starvsplássið? Og skal man blandað seg, tá ið man veit, at sjeikurin hjá vinkonuni hevur verið ótrúgvur? Er...

Tveir verpápar á Gentuvesinum 11.01.2023

Í dag fingu vit tveir spennandi gestavertir við okkum í Studio 4. Tey bæði Katrin Joensen-Næs og Edvin H. Niclasen, ávikavist leikstjóri og leikari í nýggja stuttfilminum Sæla, komu á gátt at loysa tykkara trupulleikar! Vit høvdu tvístøður um alskyns evni uppi at venda í dag, har ímillum heili tveir ymiskar verpápar, gávur, porno og hjørtu, ið verða send millum mammur og lærarar. Evnini eru sum ti...

Lágt og høgt "sex drive" á Gentuvesinum 05.01.2023

Hesa ferð vitjaðu Bárður Petersen og Beinir Troest, tónleikarir, okkum aftur á Gentuvesinum. Tit hava bíðað nakað leingi eftir teimum, so nú hava tit fingið eina ov seina (ella ov skjóta?) jólagávu. Teir hildu, at vit fóru at kunngerða teir við einum góðum og feitum sangi, ið teir høvdu ynskst sær, men soleiðis var ikki - tit mugu lurta, um tit vilja vita hví! Stemningurin og lagið vóru góð, ímeða...

Eingin politikkur á Gentuvesinum 28.12.2022

Í dagsins parti hita vit upp til nýggjárið við tí góða stemninginum og tónleikinum. Hann er tó øðrvísi, tí Annika er ikki við - tá er tað gott, at okkara arbeiðsfelagi David Thomassen fær traðkað til. Tvey onnur, sum eisini royna nakað nýtt, eru Beinir Johannesen, formaður fyri Fólkaflokkin, og Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, tí tey eru gestavertir hesa ferð. Men tey eru ikk...

Jólarák á Gentuvesinum 21.12.2022

Prátini hendan partin vóru bæði stuttlig, álvarsom og reflekterandi, tá ið tey bæði Siri Hansen og Kali Bærentsen vóru so fitt at troppa upp í Studio 4, nú vit manglaðu gestavertir. Tey komu við góðum loysnum og hugskotum um millum annað, hvat mann skal gera, tá ið eitt par í vinabólkinum altíð tekur síni smáu børn við, tá ið vinabólkurin møtist, og um hvussu man loysir trupulleikar.

Ein suðuroyingur og ein rokkari á Gentuvesinum 14.12.2022

Hesa ferð vóru tey bæði Benjamin Petersen úr Son of Fortune og Steintóra Erhardsdóttir, prestur, gestavertir hjá okkum. Tey bæði skuldu taka støðu til tríkantsplanleggingar, hjúnarskilnaðarjól, kærleiks-buldur í einum vinarbólki og vánaliga matgerð. Nógv spennandi ráð og góðar loysnir høvdu tey at bjóða, men kanska hevur tú onkrar aðrar tankar um tvístøðurnar eisini.

Slatritaska á Gentuvesinum 07.12.2022

Í dag eru Rosa Egholm Mortensen, persónligur venjari, og Turið Elinborgardóttir, ávirkari á sosialum miðlum, gestavertir. Tær fáa úr at gera, tá ið tvístøðurnar snúgva seg um alt møguligt álvarsamt.  Eisini hava vit í dag eina serliga tvístøðu við, sum er komin sendandi til okkara í einum brævbjálva. Nógvar ymsar hendingar, nógv ymisk prát og nógvar kenslur, ið saman hava skapt ein áhugaverdan par...

Øðrvísi á Gentuvesinum 02.12.2022

Tvístøður, jólarok og flenn... Alt hetta var pláss til í dagsins parti, tá Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard hesa ferð taka sessin, sum bæði vertir og gestavertir. Nú skuldu tær royna seg við ráðgeving, og hetta var stuttligt og øðrvísi, tá studio 4 brádliga kendist manstómt, í mun til, hvat tað plagar!

Standing á Gentuvesinum 23.11.2022

Hvat ger mann, um sjeikurin tendrar upp á dansigentur til eina konsert, og mann síðani fer at samanbera seg sjálva við dansigenturnar? Og skal man siga nakað við strævna grannan, ið hevur blinkandi jólaljós, ið lýsa beint inn í títt stovuvindeyga? Millum annað hesar tvístøðurnar, viðgjørdu tær báðar Elin Michelsen og Rannvá Fossaberg, vertir á Góðan Morgun Føroyar (og fyrrverandi Also, Gentuvesið...

Ongar kenslur á Gentuvesinum 15.11.2022

Tit kenna teir kanska frá alskyns festivalum og náttarlívinum, men í dag royna teir seg sum vegleiðarar á Gentuvesinum. Tvístøðurnar í dag snúðu seg um: strævnar vinkonur, kenslur, sjeikar, Instagram og mangt annað. Serliga tann seinasta tvístøðan fekk rok í veltuna, tá Rani bað hana, ið sendi tvístøðuna til okkara, hyggja inneftir. Saman við Rana Nolsøe og Signari Í Homrum, er altíð gott lag!  

Sodavatn og kips í glarpappíri á Gentuvesinum 09.11.2022

Í dag vóru Jasmin Mote og Fríði Djurhuus, sum tit kenna frá føroyska tónleikaheiminum og sendingini Óhoyrt, gestavertir hjá okkum í studio 4. Millum annað, stukku tvístøður um vánaligar jólagávur og falskar orgasmur seg upp, har tey bæði veruliga máttu finna sínar innaru trupulleikaloysarar fram. Er dagurin gráur ella hevur tú bara hug at verða undirhildin eina løtu, so er bara eitt at gera, og ta...

Italskt sex á Gentuvesinum 02.11.2022

Tær báðar skemtiligu damurnar, Elisa Vang og Svanna Hentze í Gong, eru ósamdar, tá ið ein tvístøða um ótrúskap kemur á borðið - tí er tað altíð neyðugt at siga frá, um man hevur verið ótrúgvur fyri fleiri árum síðani? Tvístøðurnar eru fjølbroyttar og torførar at svara uppá; hvat skal ein dóttir, ið skrivar til okkara, gera, nú hon er rættiliga vís í, at pápi hennara hevur okkurt koyrandi við henna...

Tríkantstilrættalegging á Gentuvesinum 01.11.2022

Í dagsins parti vóru tær báðar, Sunneva Háberg Eysturstein og Bjørt Lind, við okkum og loystu tykkara tvístøður. Sunneva er nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, og Bjørt er sálar- og kynjafrøðingur, so tær vóru sum skaptar til at veita góð ráð, tí nógvar tvístøður hesa ferð snúðu seg um kenslur, kærleika og sex. Millum annað var ein tvístøða um tríkantsdreymar og ein um ein gubba, ið flirtaði ov nógv við...

Simba, Veronika og Palli á Gentuvesinum 19.10.2022

Dagsins partur er fullur av láturi, tá Heini Ronnason á Heygum, tónleikari og Marjun Drós Poulsen Tausen, DJ vitja okkum. Hann er kanska til tað fúla lagið, men tað er eisini gott onkutíð. Tí, tá tvístøður eru um sex, vinir og orðatøk, so kann stemningurin skjótt blíva juicy. Hvat heldur tú, at Palli skal gera? Skal hann siga við Veroniku, at hann og Simba hava verið í song saman, í meðan hann og...

Fúlir gubbar á Gentuvesinum 12.10.2022

Guess who's back? Tað eru tær báðar stjørnurnar, gubbarnir, fótbóltsentusiasturin og tónleikarin; Tróndur Vatnhamar og Finnur Koba! Tit hava ynskt, vit hava leverað, og í sendingini hesaferð fara teir báðir at svara uppá tykkara tvístøður og spurningar. Teir koma inn á alt millum himmal og jørð, og fáa eisini persónligar viðmerkingar at taka støðu til, tá SMS-skipanin brádliga var á gosi. Hevur tú...

Bollivinir á Gentuvesinum 06.10.2022

Í dagsins sending fáa Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóveldið og Pætur Weihe Simonsen, fysiskur venjari hjá VÍF monnunum og kvinnunum, eitt nýtt heiti, nevniliga Bollivins-ekspertar. Tvístøðurnar eru sum altíð umráðandi at tosa um, men tá ið tær eru sera sex fokuseraðar, er ikki sørt, at prátið verður eyka 'juicy'. Evnini eru millum annað bollivinir, einsemi, sex og foreldur, og tey bæði,...

A, B ella C á Gentuvesinum 29.09.2022

Á Gentuvesinum verður bæði suffað, flent, puffað og fnisað, tá ið dagsins tvístøður verða vendar. Tvíðstøðurnar eru mangar og ringar, tí hvat hevði ein sjálv/ur gjørt, um man sá á Instagram, at vinkonurnar vóru summarhústúr uttan teg, ella um mann fann einar S/M trussur heima við hús, tá ein sjálv brúkar L/XL?  

Stalkari á Gentuvesinum 28.09.2022

Í dagsins parti hava vit fingið vitjan av Anniku Olsen og Pól Arna Holm, sum tit kenna frá føroyskum politikki og tónleiki. Tey bæði høvdu úr at gera, tá ein mamma skrivaði inn um nissuvinir, ein føldi seg stalkaða á arbeiðsplássinum, og so máttu tey eisini taka støðu til, um ein skal fara at blandað seg uppí parlagið hjá vinkonuni. Um tú vilt hoyra svarini, so er at trýsta á "play".    

Listen to the Gentuvesið podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.