Kringvarp Føroya
Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Við Tórði á skørutúri 29.06.2026 51:31
Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið. -Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í...
Við Tórði á túri til døgurða á gamla Roykivirkinum í Klaksvík 22.06.2026 51:55
Tað byrjaði við døgurða fyri 10 monnum, og nú eru teir ofta upp í 60 mans sum koma at eta í gamla Roykivirkinum á vestursíðuni í Klaksvík. -Nógvir sum koma til døgurða fara nærum ikki út til nakað annað, so tað er hugaligt at kunna bjóða teimum góðan føroyskan mat, sigur Louis Poulsen, sum er høvuðsmaður fyri tiltakinum. Í samstarvi við feðgarnar Kristian Martin Rasmussen og Eyðun Rasmussen hevur...
Við Tórði á túri í Limmulund í Leirvík 15.06.2026 51:38
Í sendingini eru hesi: Árni Jacobsen, Fríðfinnur Johnsson, Tórhild Bjarkhamar, Olivia Drós Fríðfinsdóttir, Karl Joensen, Hanna Jensen og Marius Jacobsen.
Við Tórði á túri um fyritøkuna S.P. Petersen í Fuglafirði 08.06.2026 51:31
Ribarhús og Piddasta Handil, sum vóru høvuðssætið hjá gomlu fyritøkun S.P. Petersen í Fuglafirðii, eru komin til heiðurs og æru aftur við sølu og framsýningum. Samstundis kom herfyri tann yngsti av seks deksbátum hjá gomlu fyritøkuni, sum varð bygdur í 1921, aftur til Fuglafjarðar, og har stendur hann nú heimanfyri Ribarhús. Hann eitur Erik eftir yngsta soninum hjá Gamla Sámal Peturi. Í sendingini...
Við Tórði á túri í Edinburgh 01.06.2026 51:56
-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í Edinburgh. Graham Stewart heldur tað var keðiligt at Bretland fór úr ES, tí tað hevur skapt nógvar trupulleikar fyri fólkið. Í Skotlandi var stórur meiriluti, 60 prosent av fólkinum, ímóti at fara...
Við Tórði á túri í lembing í Skarðhaga 18.05.2026 51:51
Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára gamli Jákup Pauli E. Johannesen við eftir pápabeiggjan Hanna, sum í mong ár hevði røktað saman við Símun Hans. Skarðhagi er ein av átta hagapørtum í Fuglafirði og ein tann størsti við 300 áseyðum....
Við Tórði á túri um Trøllkonufingur 11.05.2026 49:05
Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja henda spennandi fingur í náttúruni. Nú var gøtan, har gingið verður út til útsýnisstaðið, so illa slitin, at hon bleiv ein av verkætlanunum í sambandi við Closed for Maintenance-tiltakið hesaferð. Fólk...
Við Tórði á túri í Vágsbotni í Havn 04.05.2026 51:26
Onkur hevur sagt, at Vágsbotnur er ein blandingur av søguligari sjarmu, maritimum umhvørvi og einum livandi býarlívi - eitt stað, har tú veruliga kennir pulsin í Havn. Serliga tá sólin sær er nógv lív í har. Í hesari sending í Vágsbotni eru samrøður við hesi fólk: Árni Andreasen, Eli á Lava, Anja Sólstein, Magnus Skæling, Eirikur Lindenskov, Signar Strøm, Gudny Benjaminsdóttir, Maud Østerø, Heri...
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall 27.04.2026 51:53
Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðragøtu. Teir báðir greiða frá tí vit síggja á túrinum. Hetta er ein góður gongutúrur, ið ikki er so krevjandi fyri fólk sum tora at ganga úti í náttúruni. Ovast norðragøtumegin er brattari, men góða re...
Við Tórði á túri um norðhavsróður á Eiði 20.04.2026 51:19
Góður prísur og so høgur fiskaprísur, sum menn ikki vita um at siga nær í námind, hevur merkt útróðurin á Norðhavinum í vár. Miðalprísurin á toski er hækkaður millum 10 og 20 kr. fyri kilo síðani í fjør, og tann hægsti toskaprísurin fer upp um 50 kr. kilo. Í sendingini verður tosað Jenny og Sonna Kallsoy av Eiði, sum rógva út saman og hava gjørt tað í nógv ár. -Á sjónum er fantastiskt. Ikki minst...
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn 13.04.2026 51:54
Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at Dreingjakórið Undir Brúnni hevur verið við til at gera býlingin Undir Brúnni kendan millum fólk. Kórið hevur verið til í mong ár og er framvegbis virkið. Men hesin býlingurin í Havn frá áttatiárunum er eisini so nógv annað. Á hesum túrinum hitta vit bæði fólk, sum hava búð har frá byrjan av og nýggjar tilflytarar. Ymiskt er á skránni og m.a. verður í hesum døgum...
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg 30.03.2026 50:29
80 ára gamli Dorius Frederiksberg í Klaksvík fór til skips sum kokkadrongur tá hann var 14 ár. Og longu sum 15 ára gamal bleiv hann kokkur við stállínuskipinum Jógvani S á ísfiskaveiðu undir Føroyum og undir Íslandi, har 26 menn vóru við. Og longu sum 16 ára gamal fór hann yvir á Flemish Kap sum kokkur. Seinni í lívinum hevur Dorius m.a. verið kokkur á Thule-støðini í Norðurgrønlandi, og haðani he...
Við Tórði á túri í Skúlanum á Trøðni 23.03.2026 51:59
Skúlin á Trøðni hevur sum endamál at undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Grundarlagið undir frálæruni eru fortreytirnar og tørvurin hjá einstaka næminginum, sigur skúlin sjálvur. Hesi eru við í sendingini í Skúlanum á Trøðni á Frælsinum í Havn: Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóri, Pauli Nord Olsen og Høgni Waag Dalsgaard, næmingar, Símun Rógvi Hansen...
Við Tórði á túri í Naddoddaneystinum á Tvøroyri 16.03.2026 48:28
Hjá nógvum tilkomnum og eldri monnum á Tvøroyri byrjar yrkadagurin í Naddoddaneystinum, har opið er hvønn fyrrapart. Teir fyrstu møta klokkan 8 og teir seinastu fara avstað aftur út móti middegin. Prátið gongur væl um borðið og vit fáa fleiri samrøður um virksemið í neystinum, sum er í trimum hæddum. Teir, sum prátað verður við á hesum túrinum, eru: Petur Hammer, Viberg Sørensen, Elnar Niclasen,...
Við Tórði á túri millum standmyndir í Klaksvík 09.03.2026 43:28
Á standmyndatúrinum í Klaksvík við Rana Nolsøe, ferðaleiðara, byrja vit við tann kenda húkin í rundkoyringini, tá tú kemur til Klaksvíkar. Síðani vitja vit standmyndina av Ziska Jacobsen, ið framdi stórt bragd í Íslandi í 1930, tá 17 mans av skonnartini Ernestine vórðu bjargaðir. Úti í Gomlu Klaksvíkini stendur fyrsta standmynd av navngivnari kvinnu í Føroyum, nevniliga listakvinnuni Elinborg Lütz...
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3) 16.02.2026 51:45
Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjø...
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3) 09.02.2026 51:55
Ein av nýggju ætlanunum á Setrinum er ein matvørudepil, sum hevur gransking og útbúgving á skránni. Vit eru við á einari innleiðandi verkstovu, har Setrið hevur boðið fólki frá vinnuni og granskarum við. Durita Nielsen, ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum er fegin um undirtøkuna og hon ivast ikki í at matvørudepilin verður veruleiki. Hans Jákup Jacobsen, granskingar- og menningarl...
Við Tórði á túri á Setrinum (1:3) 02.02.2026 51:58
-Nógvir útlendingar sum vitja okkum eru ovfarnir um, at vit klára at hava eitt veruligt universitet í Føroyum, sum kann bjóða útbúgvingar á sama stigi sum í okkara grannalondum. Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Í dag er fyrsti partur av túrinum á Setrinum, og umframt rektaran hitta vit eisini ymisk onnur áhugaverd fólk sum starvast á Setrinum. Á setrinum hava t...
Við Tórði á túri í Krotugrøvini í Klaksvík 26.01.2026 51:58
Býlingurin í Krotugrøvini er á vestursíðuni í Klaksvík, beint norðanfyri Gamla Klaksvíkshandil. Býlingurin hevur eisini navn eftir virksemi hjá Klaksvíkshandlinum, sum hevði lýsismeltarí og smeltaði lýsi úr hvali. Kroturnar endaðu í einari grøv í bønum norðanfyri handilin, og av tí fekk býlingurin navn. Tey, sum vit tosa við í sendingini, eru: Poul Havn, Jógvan Ravnsfjall, Marjun Vitalis Jacobsen,...
Við Tórði á stytstadagstúri 19.01.2026 52:00
-Dagurin er heilagur fyri meg, tí eri eg heima skal eg við á stytstadagtúrin. Soleiðis sigur eitt av fólkunum, sum eru við í sendingini í dag. Sagt verður at áhugin millum fólk at ganga í fjøllunum veksur alsamt, og nú hava omanfyri hundrað fólk fingið prógv um, at tey hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjøllunum í Føroyum. Hesaferð vóru met nógv fólk við á stytstadagstúrinum, sum er blivin f...
Við Tórði á jólatúri 15.12.2025 51:55
Á hesum túrinum er evnið jól og jólafyrireiking. Vit hitta 96 ára gomlu Elly Thomsen í Havn, sum vaks upp í Porkeri. Hon sigur, at í sínum uppvøkstri vóru tíðirnar so ringar, at fólk høvdu ikki møguleikar at gera stórvegis burtur úr jólum. Tað vóru eingi jólatrø og ongar jólagávur. Á tiltakinum Luksusloppum í Klaksvík hitta vit fólk, ið hava ymsikt av bjóða fram. Helgi Lindenskov Olsen úr Rituvík...
Við Tórði á túri við aktivitetstoyminum í Havn 08.12.2025 51:27
Hesi seinastu fimm árini hevur verið eitt aktivitetstoymi, sum fer út á røktarheim, sambýli og Ellisheimið í Tórshavnar Kommunu at skipa fyri ymiskum tiltøkum fyri búfólkunum. Annika Juul og Arnóra Thomsen, sum eru í toyminum, eru hugaðar og hesa tíðina eru tiltøkini merkt av at jól eru í hondum. Í sendingini eru vit saman við teimum. Á hesum túrinum verður vitjað á Boðanesheiminum, á Lágargarði...
Við Tórði á túri á Tvøroyrar Skjalasavni 01.12.2025 50:45
Í gamla Íshúsinum á havnarlagnum á Tvøroyri húsast Tvøroyrar Skjalasavn, sum byrjaði í 2018 og læt upp fyri almenninginum í 2023. Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, ið eru slektaðir av staðnum, hava havt úr at gera. Higartil hava teir fingið millum sjey og átta milliónir skjøl, sum kunnu lýsa søguna á Tvøroyri og Suðuroynni sum heild. Harafturat hava m.a. fingið alt tað søguliga...
Við Tórði á túri á Konmansmýru í Havn 24.11.2025 51:54
Tey, sum búgva í býlinginum á Konmansmýru, trívast væl her, og vit tosa við fleiri fólk, ið eru uppvaksin í býlinginum og eru flutt aftur higar at búgva. Í býlinginum er eingin gjøgnumkoyring fyri bilar, og tí hava børn góðar umstøður at spæla úti. Harumframt eru fríøki á øllum fýra vegunum í býlinginum og gongugøta er millum vegirnar. Á Konmansmýru eru fýra vegir. teir eru Vípuvegur, Spógvavegu...
Við Tórði á túri á Víkingasavninum við Hanusi Jensen 17.11.2025 51:33
Skúvoyingurin Hanus Jensen hevur, burtur sæð frá tveimum styttri steðgum, arbeitt á Víkingasavninum í Roskilde í samfull 26 ár. Áðrenn hann fór á Víkingasavnið at arbeiða, smíðaði hann nógvar bátar í Føroyum, og tann kendasti man vera Diana Victoria, sum Ovi Joensen róði við til Danmarkar í 1986. Hanus lærdi til bátasmið hjá Hjalmari Hátún, og í sendingini greiðir Hanus frá bátasmíði í Føroyum og...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.