Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

News FO ↓ 58 Folgen

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.

Besuch unbedingt die Website des Podcasts und unterstütze die Macher: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Kategorie

News

Podcast-Website

kvf.fo

Neueste Folge

9. Nov 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android fast 10 Mio. Downloads · Bewertung 4,7+ iOS bald

Folgen

Við Tórði á túri við gomlum úrmælingum 09.11.2026

Í hesari sending kanst tú hoyra 99 ára gomlu Idu Nielsen í Havn, sum júst hevur endurnýggjað koyrikortið. Eisini er 96 ára gamli Leivur Andreasen í Klaksvík, sum framvegis stendur við dreyibonkin og ger vakrar, útskornar fjallstavar. Og 93 ára gamli Sámal Johan Gaardlykke í Lamba hevur verið á floti við snellu og fingið 300 pund. Her kanst tú hoyra túrin.

Við Tórði á túri - Húskallur í Norðradali fyri 71 árum síðan 02.11.2026

Saman við Rólvi Sivertsen vitja vit í Norðradali, og hann greiðir frá ymiskum minnum frá mánaðunum hann var har í 1955 - frá mánaðarskiftinum februar-mars til ólavsøku.   Í sendingini vitja vit í Niðristovu, har núverandi festari, Ólavur Reinert, eisini greiðir frá garðinum og søguni hjá garðinum. Eisini gera vit eitt legg út í stóra neytafjósið úti á Ytru Fløtum, har Ólavur Andreasen, bóndi, grei...

Við Tórði á túri - Tá Havaldan sakk fyri 50 árum síðani 26.10.2026

Tað var ein dramatisk hendind, tá ídnaðartrolarin Havaldan úr Saltangará fyri júst 50 árum síðani sakk stutt úr Hetlandi, eftir at skipið hevði fingið slagsíðu og tað ikki eydnaðist at rætta skipið uppaftur. Tað eydnaðist allari manningini at koma umborð á danska skipið Strømfjord áðrenn Havaldan sakk. -Nógv ár eru liðin síðani hendingina, men eftir stendur, at tað stóra var at Várharra bjargaði o...

Við Tórði á túri um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways 19.10.2026

Tey, sum vit hoyra í sendingini, eru: Andreas Mouritsen, tyrluskipari, Torbjørn Jacobsen, tyrluavgreiðslumaður í Havn, Jóannes Reinert frá Framleiðsluapotekinum, Mikkjal Petur Kerlok í Hattarvík, Høgni Djurhuus, lækni, Beinta Napoleonsdóttir, samkipari, Jón Brian Hvidtfeldt, reportari fyri Dag & Viku, Gunnar Krúnufjall, tyrluavgreiðslumaður í Klaksvík, David Hallson Dalsgarð, ferðafólk, Teitur í S...

Við Tórði á túri á heystfjalli í Heygshaga á Strondum 12.10.2026

Tù kanst hoyra túrin á heystfjalli í Heygshaga á Strondfum her. Og fólkini, sum eru við í sendingini, eru: Artur Johansen, Sverri Kass, Tummas Eli Høj, Jan Abrahamsen, Eliesar Høj, Marita Danielsen, Rut Súsonnudóttir Kjærbo, Jóan Karl Danielsen, Borgar Persson, Marjun Johansen, Jóhan Kass, Jónhard Johansen og Hans Eli Jacobsen.

Við Tórði á túri eftir veðrum í Tjaldavíkshólmi 05.10.2026

Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tjaldavíkshólmi. 14 fólk eru við úti í Hólminum í dag at reka veðrarnar í urðina, har teir verða tiknir. Vanligt var at hava 24 gimbrar úti í hólminum um veturin, men hesi seinastu fimm árini hava tey ha...

Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum 28.09.2026

Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktober 1943 umringaði Gestapo kirkjuna og fann jødarnar og fór avstað við teimum. Jógvan Julius Joensen var millum tey fáu lokalu sum upplivdu hesa hending og hon fylti nógv hjá honum. Hann var annars við...

Eitt annað lív 21.09.2026

Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli var bæði maskinmaður og fýrbøtari og hann greiðir frá kunstinum at vera fýrbøtari. Honum dámar eisini væl at tosa um tíðina við skonnartini Hvítubjørn tá teir vóru í Grønlandi og róðu út frá skipinum v...

Við Tórði á skørutúri 29.06.2026

Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.   -Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í...

Við Tórði á túri til døgurða á gamla Roykivirkinum í Klaksvík 22.06.2026

Tað byrjaði við døgurða fyri 10 monnum, og nú eru teir ofta upp í 60 mans sum koma at eta í gamla Roykivirkinum á vestursíðuni í Klaksvík. -Nógvir sum koma til døgurða fara nærum ikki út til nakað annað, so tað er hugaligt at kunna bjóða teimum góðan føroyskan mat, sigur Louis Poulsen, sum er høvuðsmaður fyri tiltakinum. Í samstarvi við feðgarnar Kristian Martin Rasmussen og Eyðun Rasmussen hevur...

Við Tórði á túri í Limmulund í Leirvík 15.06.2026

Í sendingini eru hesi: Árni Jacobsen, Fríðfinnur Johnsson, Tórhild Bjarkhamar, Olivia Drós Fríðfinsdóttir, Karl Joensen, Hanna Jensen og Marius Jacobsen.

Við Tórði á túri um fyritøkuna S.P. Petersen í Fuglafirði 08.06.2026

Ribarhús og Piddasta Handil, sum vóru høvuðssætið hjá gomlu fyritøkun S.P. Petersen í Fuglafirðii, eru komin til heiðurs og æru aftur við sølu og framsýningum. Samstundis kom herfyri tann yngsti av seks deksbátum hjá gomlu fyritøkuni, sum varð bygdur í 1921, aftur til Fuglafjarðar, og har stendur hann nú heimanfyri Ribarhús. Hann eitur Erik eftir yngsta soninum hjá Gamla Sámal Peturi. Í sendingini...

Við Tórði á túri í Edinburgh 01.06.2026

-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í Edinburgh.   Graham Stewart heldur tað var keðiligt at Bretland fór úr ES, tí tað hevur skapt nógvar trupulleikar fyri fólkið. Í Skotlandi var stórur meiriluti, 60 prosent av fólkinum, ímóti at fara...

Við Tórði á túri í lembing í Skarðhaga 18.05.2026

Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára gamli Jákup Pauli E. Johannesen við eftir pápabeiggjan Hanna, sum í mong ár hevði røktað saman við Símun Hans.   Skarðhagi er ein av átta hagapørtum í Fuglafirði og ein tann størsti við 300 áseyðum....

Við Tórði á túri um Trøllkonufingur 11.05.2026

Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja henda spennandi fingur í náttúruni. Nú var gøtan, har gingið verður út til útsýnisstaðið, so illa slitin, at hon bleiv ein av verkætlanunum í sambandi við Closed for Maintenance-tiltakið hesaferð. Fólk...

Við Tórði á túri í Vágsbotni í Havn 04.05.2026

Onkur hevur sagt, at Vágsbotnur er ein blandingur av søguligari sjarmu, maritimum umhvørvi og einum livandi býarlívi - eitt stað, har tú veruliga kennir pulsin í Havn. Serliga tá sólin sær er nógv lív í har.   Í hesari sending í Vágsbotni eru samrøður við hesi fólk: Árni Andreasen, Eli á Lava, Anja Sólstein, Magnus Skæling, Eirikur Lindenskov, Signar Strøm, Gudny Benjaminsdóttir, Maud Østerø, Heri...

Við Tórði á túri um Leirvíksfjall 27.04.2026

Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðragøtu. Teir báðir greiða frá tí vit síggja á túrinum. Hetta er ein góður gongutúrur, ið ikki er so krevjandi fyri fólk sum tora at ganga úti í náttúruni. Ovast norðragøtumegin er brattari, men góða re...

Við Tórði á túri um norðhavsróður á Eiði 20.04.2026

Góður prísur og so høgur fiskaprísur, sum menn ikki vita um at siga nær í námind, hevur merkt útróðurin á Norðhavinum í vár. Miðalprísurin á toski er hækkaður millum 10 og 20 kr. fyri kilo síðani í fjør, og tann hægsti toskaprísurin fer upp um 50 kr. kilo. Í sendingini verður tosað Jenny og Sonna Kallsoy av Eiði, sum rógva út saman og hava gjørt tað í nógv ár. -Á sjónum er fantastiskt. Ikki minst...

Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn 13.04.2026

Tað er nokk ikki ov nógv sagt, at Dreingjakórið Undir Brúnni hevur verið við til at gera býlingin Undir Brúnni kendan millum fólk. Kórið hevur verið til í mong ár og er framvegbis virkið.   Men hesin býlingurin í Havn frá áttatiárunum er eisini so nógv annað. Á hesum túrinum hitta vit bæði fólk, sum hava búð har frá byrjan av og nýggjar tilflytarar. Ymiskt er á skránni og m.a. verður í hesum døgum...

Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg 30.03.2026

80 ára gamli Dorius Frederiksberg í Klaksvík fór til skips sum kokkadrongur tá hann var 14 ár. Og longu sum 15 ára gamal bleiv hann kokkur við stállínuskipinum Jógvani S á ísfiskaveiðu undir Føroyum og undir Íslandi, har 26 menn vóru við. Og longu sum 16 ára gamal fór hann yvir á Flemish Kap sum kokkur. Seinni í lívinum hevur Dorius m.a. verið kokkur á Thule-støðini í Norðurgrønlandi, og haðani he...

Við Tórði á túri í Skúlanum á Trøðni 23.03.2026

Skúlin á Trøðni hevur sum endamál at undirvísa næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum. Grundarlagið undir frálæruni eru fortreytirnar og tørvurin hjá einstaka næminginum, sigur skúlin sjálvur. Hesi eru við í sendingini í Skúlanum á Trøðni á Frælsinum í Havn: Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, skúlastjóri, Pauli Nord Olsen og Høgni Waag Dalsgaard, næmingar, Símun Rógvi Hansen...

Við Tórði á túri í Naddoddaneystinum á Tvøroyri 16.03.2026

Hjá nógvum tilkomnum og eldri monnum á Tvøroyri byrjar yrkadagurin í Naddoddaneystinum, har opið er hvønn fyrrapart. Teir fyrstu møta klokkan 8 og teir seinastu fara avstað aftur út móti middegin. Prátið gongur væl um borðið og vit fáa fleiri samrøður um virksemið í neystinum, sum er í trimum hæddum.   Teir, sum prátað verður við á hesum túrinum, eru: Petur Hammer, Viberg Sørensen, Elnar Niclasen,...

Við Tórði á túri millum standmyndir í Klaksvík 09.03.2026

Á standmyndatúrinum í Klaksvík við Rana Nolsøe, ferðaleiðara, byrja vit við tann kenda húkin í rundkoyringini, tá tú kemur til Klaksvíkar. Síðani vitja vit standmyndina av Ziska Jacobsen, ið framdi stórt bragd í Íslandi í 1930, tá 17 mans av skonnartini Ernestine vórðu bjargaðir. Úti í Gomlu Klaksvíkini stendur fyrsta standmynd av navngivnari kvinnu í Føroyum, nevniliga listakvinnuni Elinborg Lütz...

Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3) 16.02.2026

Nám skipar í hesum døgum fyri evnisdøgum fyri øllum starvsfólkunum í Fólkaskúlanum fyri at lýsa, hvat rørir seg í Fólkaskúlanum. Arbeitt verður í verkstovum og allir fyrilestrarhaldararnir eru føroyingar og av Setrinum. Sólvá Jónsdóttir, deildarleiðari í Námi, Frida Poulsen, undirvísari og granskari á Námsvísindadeildini, og Ingi Wiberg, lærari á GIljanesi, greiða frá. Ingi heldur, at tað er avgjø...

Við Tórði á túri á Setrinum (2:3) 09.02.2026

Ein av nýggju ætlanunum á Setrinum er ein matvørudepil, sum hevur gransking og útbúgving á skránni. Vit eru við á einari innleiðandi verkstovu, har Setrið hevur boðið fólki frá vinnuni og granskarum við. Durita Nielsen, ráðgevi í granskingar- og framtakseindini á Setrinum er fegin um undirtøkuna og hon ivast ikki í at matvørudepilin verður veruleiki. Hans Jákup Jacobsen, granskingar- og menningarl...

Höre den Podcast Við Tórði á túri in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet