Kringvarp Føroya

Leitisstein

News FO ↓ 62 episodes

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Nov 20, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews) 20.11.2026

Heildarútgávan "Keep Coming Back" er ein kvøða til heimalandið, men ber eisini vitnisburð um, at Linda Andrews tónlistaliga er komin heimaftur til country/poppin.

LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð) 13.11.2026

Anna Katrin Egilstrøð er gestur í sendingini ísambandi við, at nýklassiska verk hennara, "From Harbour to Harbour", er útgivið. Verkið er skrivað til NJYD-kvartettina.

LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani) 06.11.2026

Benjamin Rajani leitar eftir sínari viðarlund í LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av nýggju plátuni hjá sær, "Onkustaðni er ein viðarlund".

LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak) 30.10.2026

"Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki," staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur. Og tað kann spurnartekin ikki setast við. Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum er prestur í Skovlund fríki...

LEITISSTEIN 23.10.26 24.10.2026

Hoyr sendingina her

LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama) 16.10.2026

Óli Joensen, Hendrik Jacobsen og Dan Eyðun Karbech Saxov úr indiepopp/rokk-bólkinum Telemana eru gestir í sendingini í sambandi við, at Telemama í summar útgav sína sjálvnevndu debutplátu. Jákup Holm Johannesen er fjórði limurin í bólkinum, meðan Ørvur Argenziano Hentze og Sjúrður Zachariasson eru heiðurslimir. Telemama varð stovnaður í desember 2020 og fekk sítt veruliga brot til tónleikakappingi...

LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen) 09.10.2026

Nørdarí í heimsflokki, tá elektroniski tónlistamaðurin Janus Rasmussen er gestur sendingini. Janus er hin helvtin av føroyska superbólkinum BYRTA, ið hann hevur saman við Guðrið Hansdóttir. Men tá Janus Rasmussen ikki ognartekur heimliga tónleikapallin saman við BYRTA, so er ferðast hann runt til heimsins størstu elektronisku tónleikapallar at framføra - antin einsamallur ella saman við íslendska...

LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg) 02.10.2026

Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason er hálvur hósvíkingur, men fult og heilt ein komandi stjørna á danska tónleikapallinum. Hennara tónleikur verður longu tráðspældur í donskum útvarpi, men tað er ikki fyrr enn nú, at hon útgevur sína debutplátu, "på en måde er det rart". Lea Eyðbjørg er gestur í sendingini.

LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus) 25.09.2026

Benjamin Djurhuus er gestur í sendingini í sambandi við, at hann í summar útgav sína debutplátu "öð [øh]" við ljóðføristónleiki.

LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen) 18.09.2026

Tá fyrsta umfar av Hoydalar bleiv sent, so var ein stjørna við í sendingini, ið fólk ongantíð sóu. Regin Guttesen. Regin hevur nevniliga skrivað tvey av hittunum, sum blivur framførd, tá hansara mentor, MC Restorff, var stjørnan. "Saman við tær" og "Ein glotti fyri framman". Regin, sum í dag er búsitandi í Italia, har hann virkar sum trúboðari, er gestur í sendingini.

LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur) 11.09.2026

Tikið verður ofta til, at tala er silvur, men tøgnin er gull. Men Silvurdrongur, Trygvi Danielsen, hevur tagt nóg leingi nú, heldur hann sjálvur. Á nýggju fløguni "Bønir" tekur Silvurdrongur av álvara blaðið frá munninum og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag. 

LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya) 04.09.2026

21 ára gamla Fríða Saiya hevur beina kós móti donsku popptindunum eftir útgávuna av sínari fyrstu EP. Hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn, og í høvuðsheitum syngur á donskum, so tosar hon flótandi føroyskt og er føroysk frá innast til uttast. Fríða er doypt Fríða Vágsheyg Sigurðsson, og er dóttir Birgir Sigurðsson, sum er kendur úr andaliga rokkbólkinum I Am, og Honnu Vágsheyg. Bæði foreldrini...

LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex) 05.06.2026

Kóboykex er ein føroyskur superbólkur í orðsins rætta týdningi, tí Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen eru báðir kendir úr øðrum bólkum. Sigmund úr Joe & The Shitboy og Heiðrikur frá sínum soloútgávum og bólkinum Einangran. "Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá bólkinum, sum bleiv stovnaður í einari barr í Reykjavík. 

LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026) 29.05.2026

G! festivalurin er tónleikahátíð føroyinga, og aftur í ár er Høgni Lisberg komin á gátt at spæla eitt sindur av tí veldi av tónleiki, ið verður at hoyra á G! Jón Tyril kemur eisini á gátt í sambandi við, at Clickhaze fer aftur á pallin á G! 23 ár síðani seinastu framførsluna á G!. Og Sakaris peppar um amerikanska høvuðsnavnið Oliver Tree.

LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter) 22.05.2026

Marianna Winter hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár eftirhondini, og nú hon gevur sína fyrstu heildarútgávu út, "The More You Know". Í hesum sambandi er hon gestur hjá LEITISSTEIN, har vit spæla og tosa okkum ígjøgnum alla plátuna.

LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir) 15.05.2026

"Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini tónleikaliga at skilgreina meg sjálvan av nýggjum," sigur Beinir, sum 5. juni gevur nýggju EPina "The end or beginning of us"  út. Men í sendingini í dag ber til at frumhoyra sendinga, tá Beinir er gestur.

LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall) 08.05.2026

LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.

LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn) 02.05.2026

Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.

LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang) 24.04.2026

Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.

LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech) 17.04.2026

Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til "Svakurleiki" á føroyskum.

LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir) 10.04.2026

"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni. 

LEITISSTEIN 27.03.2026 28.03.2026

Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.

LEITISSTEIN 20.03.2026 20.03.2026

Sendingin er rættiliga Americana, men hóast tað, so er tað spikahamrandi feitur tónleikur á skránni.

LEITISSTEIN 13.03.2026 13.03.2026

Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur, ið er valfríur, tað vil siga, at hann er óheftur av løgtings- og fólkatingsvalunum. Njótið tónleikin.

LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas) 06.03.2026

2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við FMA-tilnevningum í bólkinum "Ársins serútgáva" og "Ársins spíri". Tær fýra eru gestir í LEITISSTEIN. 

Listen to the Leitisstein podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.