Kringvarp Føroya

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Auteur

Kringvarp Føroya

Catégorie

News

Site du podcast

kvf.fo

Dernier épisode

5 juin 2026

Où écouter ?

Les podcasts dans l'appli Replaio Radio Bientôt disponible

Les podcasts arrivent très bientôt dans l'appli. Installe-la dès maintenant et découvre en avant-première une toute nouvelle façon de vivre les podcasts

Télécharger sur Google Play Installe-la gratuitement Android 5 M+ de téléchargements · note de 4,8 iOS bientôt

Épisodes

LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex) 05.06.2026

Kóboykex er ein føroyskur superbólkur í orðsins rætta týdningi, tí Heiðrik á Heygum og Sigmund Zachariassen eru báðir kendir úr øðrum bólkum. Sigmund úr Joe & The Shitboy og Heiðrikur frá sínum soloútgávum og bólkinum Einangran. "Wagon Wheels" eitur debutplátan hjá bólkinum, sum bleiv stovnaður í einari barr í Reykjavík. 

LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026) 29.05.2026

G! festivalurin er tónleikahátíð føroyinga, og aftur í ár er Høgni Lisberg komin á gátt at spæla eitt sindur av tí veldi av tónleiki, ið verður at hoyra á G! Jón Tyril kemur eisini á gátt í sambandi við, at Clickhaze fer aftur á pallin á G! 23 ár síðani seinastu framførsluna á G!. Og Sakaris peppar um amerikanska høvuðsnavnið Oliver Tree.

LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter) 22.05.2026

Marianna Winter hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í nógv ár eftirhondini, og nú hon gevur sína fyrstu heildarútgávu út, "The More You Know". Í hesum sambandi er hon gestur hjá LEITISSTEIN, har vit spæla og tosa okkum ígjøgnum alla plátuna.

LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir) 15.05.2026

"Málið er fyrst og fremst at geva góðan tónleik út, men eisini tónleikaliga at skilgreina meg sjálvan av nýggjum," sigur Beinir, sum 5. juni gevur nýggju EPina "The end or beginning of us"  út. Men í sendingini í dag ber til at frumhoyra sendinga, tá Beinir er gestur.

LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall) 08.05.2026

LEITISSTEIN er gestur hjá Sámali Ravnsfjall, tí sent verður úr stovuni hjá Sámali í Húsabrekku í Miðvági í sambandi við heiðurskonsert fyri Sámali Ravnsfjall.

LEITISSTEIN 01.05.2026 (Afenginn) 02.05.2026

Kim Nyberg, Dánjal á Neystabø og Heðin Ziska Davidsen eru gestir í sendingini.

LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang) 24.04.2026

Limirnir í rokkbólkinum Wolfgang, Einar Jacobsen, Bergmann Finnsson, Kári Streymoy og Gunnar Thomsen, eru gestir í sendingini í sambandi við, at Wolfgang er uppafturstaðin. Wolfgang, ið hevði sína stórtíð í nítiárunum, er komin afturíaftur við sínari sjálvnevndu debutplátu út.

LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech) 17.04.2026

Greta Svabo Bech er ein stjørna á føroyska tónleikahimmalinum. Tað hevur Greta verið síðani hon í 2011, sum fyrsti føroyingur í søguni, bleiv tilnevnd til eina Grammy-heiðursløn. Nú, 15 ár seinni, debuterar hon við sínari fyrstu plátu "Beautiful Obscenery", hvørs heiti hon hevur týtt til "Svakurleiki" á føroyskum.

LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir) 10.04.2026

"Sýrublað" eitur sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir. Í sambandi við útgávuna er Guðrið gestur í sendingini, har plátan verður spæld úr enda í annan, meðan prátað verður um sangirnar og alt møguligt annað. Tað ger tað ikki verri, at LEITISSTEIN eisini hevur ein leiklut á plátuni. 

LEITISSTEIN 27.03.2026 28.03.2026

Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú Jay Buchanan, oddamanni í Rival Sons, Michael Stipes, Guðrið Hansdóttir og øðrum. Men verið ávarað: Sjálvfiti er eisini á skánni.

LEITISSTEIN 20.03.2026 20.03.2026

Sendingin er rættiliga Americana, men hóast tað, so er tað spikahamrandi feitur tónleikur á skránni.

LEITISSTEIN 13.03.2026 13.03.2026

Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur, ið er valfríur, tað vil siga, at hann er óheftur av løgtings- og fólkatingsvalunum. Njótið tónleikin.

LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas) 06.03.2026

2025 var eitt stórt ár fyri unga fólkatónleikarabólkin Kalas. Tær fýra ungu kvinnurnar í bólkinum, Bjørt, Døgg, Kristianna og Sigrið, útgóvu debutútgávuna "Minnisgripir", og tær hava spælt á Summarfestivalinum, Tórsfest, til handanina av Mentanarheiðurslønunum og mangt annað. Alt endaði við FMA-tilnevningum í bólkinum "Ársins serútgáva" og "Ársins spíri". Tær fýra eru gestir í LEITISSTEIN. 

LEITISSTEIN 20.02.2026 20.02.2026

LEITISSTEIN koyrir tað heim solo, men borðreiður við nógv nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki.

LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt) 13.02.2026

Tað endaði við einari ommukapping á sms-skipanini, tá liminir í Tunghoyrt vóru í útvarpsstovuni og løgdu debutplátuna "ÓJÓ" fram á blik. Jóni Strøm, Helge Marius Greve, Bjarni Jakobsen og Erik Reynheim manna Tunghoyrt, og teirra mál er at fáa fleiri ungar føroyingar at spæla rokktónleik. 

LEITISSTEIN 06.02.2026 (HOYDALAR) 06.02.2026

Anna Lovisa, Bjarki, Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia eru gestur í sendingini í sambandi við, at tey eru spírarnir úr nýggju og spennandi KVF-tónleikarøðini Hoydalar, sum júst er farin av bakkastokki. Í fyrstu sendingini tulkaðu spírarnir sangir hjá Martini Joensen, og tær tulkingarnar verða allar spælar, umframt at vit eisini fáa orðið á stjørnuna í fyrsta parti, Martin Joensen. Bjarta Tjørná, st...

LEITISSTEIN 30.01.2026 30.01.2026

Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni í sendingini. 

LEITISSTEIN 23.01.2026 23.01.2026

Í sendingini verður borðreitt við tónleiki, ið er eins feskur og ein toskur, sum er fiskaður við línu á landleiðini, tí bróðurparturin av sangunum eru útgivnir í 2026. Gleði tykkum til eina sending við nýggjum tónleiki frá Zach Bryan, Arctic Monkeys, Sleaford Mods, Gorillz, Mumford and Sons og øðrum. Njótið tónleikin.

LEITISSTEIN 16.01.2026 16.01.2026

Sendingin er á tremur við nýggjum og spikahamrandi feitum tónleiki frá tónlistanøvnum innan sera ymiskar sjangrur, eitt nú Geese, Mavis Staples, Lizzo, Blondshell og so framvegis.

LEITISSTEIN 09.01.2026 09.01.2026

2025 var enn eitt spikahamrandi feitt tónleikaár, og tað endurspeglaðist eisini í LEITISSTEIN. Í sendingini taka vit tráðin frá seinastu sending upp og rør aftur á tónleikaárið 2025.

LEITISSTEIN 02.01.2026 (Alternativa tónleikaárið 2025) 02.01.2026

2025 var enn eitt krútsterkt tónleikaár. Tað, ið rekst í meginstreyminum hoyra fólk nokk til, og tí verður her róð aftur á alternativu útgávurnar, sum komu út. Hin tónleikakøni Eiler Sørensen, ið hevur poddvarpið "Plátuhornið" á Facebook, er samvertur í sendingini. Njótið tónleikin, tí hann er spikahamrandi feitur. 

LEITISSTEIN 19.12.25 (Árið, ið fer í LEITISSTEIN 2025) 25.12.2025

Fastur táttur í LEITISSTEIN er, at tónlistafólk vera boðin á gátt í sendingini við nýútgivnum plátum. Soleiðis hevur eisini verið í 2025, har legendan Martin Jensen eisini var gestur. Fleiri kendar útgávur feiraðu rundar føðingardag og vóru umrøddar í sendingini. Hendan sendingin er eitt samankók av nøkrum av tí, sum var at hoyra í LEITISSTEIN.

LEITISSTEIN 12.12.2025 (Alternativur jólatónleikur 2025) 13.12.2025

Jólini eru ein siðbundin tíð, og soleiðis er eisini í LEITISSTEIN, har Eiler Sørensen aftur í ár er gestur og velur alternativan jólatónleik. Jólavættrarnir Katrin Rúnarsdóttir Reistrup og Rannvá Píl Heinesen, sum hava verið í starvsvenjing í KVF seinastu vikurnar, eru eisini við í útvarpsstovuni. 

LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen) 05.12.2025

"Gløgg" eitur nýggja jólafløga, ið Steintór Rasmussen hevur latið úr hondum. Talan er um eina samling av jólasangum, ið Steintór Rasmussen hevur skrivað millum ár og dag. Summar eigur hann bæði orð og lag til - aðrar bara orðini. Summir eru ongantíð útgivnir áður, meðan aðrir eru. Steintór syngur bara ein sang sjálvur, men hevur fingið onnur at tulka sangirnar hjá sær, eitt nú "Eitt stjørnuskot so...

LEITISSTEIN 28.11.2025 (maður:glotti) 28.11.2025

Dennis Agerblad og Terji Krossteig byrjaður at spæla saman sum maður:glotti í 1988. Tíggju ár seinni góvu teir sína fyrstu heildarútgávu út, ið fekk heitið "Sum". Síðani kom "Nakin" í 1999, men so gingu tíggju ár, áðrenn "Land" kom út. Nú 16 ár seinni gevur kultbólkurin sína fjórðu plátu út, ið hevur fingið heitið "Stev". Dennis Agerblad og Terji Krossteig eru gestir í sendingini. 

Écoute le podcast Leitisstein sur Replaio

La radio et les podcasts dans une seule appli - gratuite, sans inscription. Installe-la dès aujourd'hui et ne rate pas le lancement

Télécharger sur Google Play

Replaio n'est pas éditeur de podcasts ; les noms des émissions, les visuels et l'audio appartiennent à leurs auteurs et sont diffusés via des flux RSS publics