Kringvarp Føroya

Leitisstein

News FO ↓ 50 episodes

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Jun 5, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

LEITISSTEIN 21.11.2025 (Kvirr) 21.11.2025

Gestur í sendingini er Eva Døgg Bragardóttir úr Hvalba, ið spælir tónleik undir navninum Kvirr. Eva Døgg hevur júst útgivið sína fyrstu EP, ið er sjálvnevnd. Men hvør er Kvirr, Eva Døgg Bragardóttir?

LEITISSTEIN 15.11.2025 (FRUM / Íða) 14.11.2025

Fyrr í ár gav Frum út plátuna "Whirlpool". Nú verður plátan givin út á føroyskum og á vinyl, og í tí sambandi er Jenný Augustudóttir Kragesteen gestur í sendingini. Í sambandi við endurútgávuna á føroyskum, so hevur Jenny fingið nøkur av fremstu tónlistafólkum í landinum at samstarva við seg á sangunum. 

LEITISSTEIN 07.11.2025 07.11.2025

Í LEITISSTEIN Solo er nýggjur tónleikur við nýggju og ókendum bólkum á skánni. Kennir tú nøvn sum Marfa Alex McArtor, Turnstile og Role Model? So kanst tú kom at kenna tey her. Vit hoyra eisini nýggja tónleik frá Tame Impala, Rosalía, Sombr og øðrum. 

LEITISSTEIN 31.10.2025 (Elinborg) 31.10.2025

Elinborg hevur givið tónleik út síðani hon var 15 ára gomul. Fyrst EPir, men nú er hennara fyrsta heildarútgáva, LP, pláta, útkomin, og hon eitur "Í ævir". Í hesum sambandi er Elinborg gestur í LEITISSTEIN.

LEITISSTEIN 24.10.2025 (Stanley Samuelsen) 24.10.2025

Stanley Samuelsen er ein livandi legenda, og hann er enn sera virkin, hóast heilsan er farin at bila, nú hann táttar í tey 75 árini. Stanley hevur fingið staðfest alzheimers, men tað heldur honum ikki aftur. Herfyri gav hann út plátuna "Sólskin", samstundis sum hansara ævisøga, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað saman við Stanley, eisini kom út. Í hesum sambandi var Stanley í Føroyum og spældi kon...

LEITISSTEIN 17.10.2025 (Maria Guttesen) 17.10.2025

Í 2004 útgav føroyskt-danski bólkurin Divided Minds einkarfløguna "The Last Night". Nú, 21 ár seinni, endurútgevur bólkurin útgávuna á vinyl. "Vit vóru ikki heilt nøgd við máta, ið fløgan bleiv útgivin uppá, so vit hildu, at tað var upplagt at mastra hana av nýggjum og geva hana út á vinyl, so nýggj ættarlið kunnu njóta hana," sigur Maria Guttesen, oddakvinna í dividedminds'25, sum er gestur í sen...

LEITISSTEIN 10.10.2025 (Martin Joensen) 10.10.2025

"Morgun", "Ró", "Svarti ravnur". Perlurøðin av sangum, ið eru sprottin úr hond Martins Joensen, er long. Fleiri av hesum sangum eru vorðin fólkaogn. Og sangir koma framvegis frá Martini, hóast heilsan seinnu árini hevur verið avbjóðað. Martin Joensen er gestur í sendingini. Vertur: Uni Leitisstein Hansen

LEITISSTEIN 03.10.2025 (Døgg Nónsgjógv) 03.10.2025

Mikudagin 27. august gav Døgg Nónsgjógv út heildarútgávuna "Livandi" við 11 sangum, sum varpa ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi - tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta. Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum. "Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu kærleiki kann síggjast bæði sum ein styrki og ein avbjóðing. Foreldur míni ha...

LEITISSTEIN 26.09.2025 26.09.2025

Nýggjur tónleikur frá kendum nøvnum sum The Black Keys, Garbage, Counting Crows og Suede, men eisini frá ókendari, men ikki minni spikahamrandi feitum nøvnum sum Hermanos Gutiérrez, Role Model, Lucius, Atmosphere og Lady Blackbird.

LEITISSTEIN 19.09.2025 (Astrid Samuelsen) 19.09.2025

Astrid Samuelsen er fødd og uppvaksin í Danmark. Men takið ikki feil. Astrid er eisini úr góðum føroyskum bergi brotin. Pápi hennara eru fólkakæri føroyski sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen. "Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá Astrid, ið var eitt kent navn í indie-umhvørvinum í Danmark í nullunum og tíggjunum við rokkbólkunum sum Deadpan Interference og De Underjordiske.

LEITISSTEIN 12.09.2025 (Á ovastalofti hjá Hervør Sabinu) 12.09.2025

Fyrst bað hon okkum um at "Yppa øksl". Og nú bjóðar hon okkum við upp á "Ovastaloft", har hon hevur eina "5 liturs spann" og dansar í berum bibbum. Hervør Sabina á Torkilsheyggi er gestur í Leitisstein LIVE, og við sær hevur hon sína debutfløgu "Ovastaloft" og Benjamin Djurhuus, framleiðara.

LEITISSTEIN 05.09.2025 (Förist 20 ár) 05.09.2025

Í 2005 var eitt krútsterkt ár fyri útgávur. "A Place To Stand On" hjá Deja Vu, "Viva La Republica" hjá 200, "Can't Erase It" hjá Lenu Anderssen og "Morning Dew" hjá Høgna Lisberg komu allar út í 2005. Millum útgávurnar var eisini onnur heildarútgávan hjá ungu havnarbólkinum Páll Finni Páll. Tað vil siga, at tað í ár eru 20 ára síðani sangir sum "Herbergið", "Dýr tíð", "Grannin" og "Fari mín egna v...

LEITISSTEIN 28.05.2025 (Alias Filip Morera Mortensen) 28.05.2025

Alias Morera eitur nýggja tónleikaverkætlanin hjá Filip Mortensen úr Havn, ið flestir føroyingar kenna frá bólkum sum The Ghost, The Story Ends, Lover Lover og Lady Fire. Eftir átta ár í útlegd í Danmark, er Filip fluttur heimaftur til Føroya, og við sær heim hevur hann dugnaligu unnustuna Saruh Christensen og tónleikaverkætlanina Alias Morera, ið tey bæði hava saman. Njótið popptónleikin, ið er í...

LEITISSTEIN 20.05.2025 (FRUM) 20.05.2025

Føroyska tónlistakvinnan FRUM gevur út sítt nýggjasta verk Whirlpool 23. mai. Talan er um eina plátu, ið roynir at fanga tær ævigu, snúandi rørslurnar í lívinum og alheiminum og umseta tær til ljóð. Jenny Augustudóttir Kragesteen, ið er kvinnan handan FRUM, er gestur í sendingini.

LEITISSTEIN 13.05.2025 (Lyon Hansen) 13.05.2025

"Skull-sized Kingdom" eitur nýggja plátan hjá Lyon Hansen. Hetta er hansara onnur heildarútgáva. Lyon er gestur í sendingini, har práta verður um plátna og sangirnar, meðan øll plátan verður spæld úr enda í annan.

LEITISSTEIN 06.05.2025 (Høgni Lisberg og G! 2025) 07.05.2025

40 tónlistanøvn vera á skránni, tá G! festivalurin verður í Syðrugøtu í summar. Høgni Lisberg, ið var við til at stovna G! festivalin sum limur í Clickhaze, og sum nú er tónleikastjóri hjá G! festivalinum, er gestur í sendingini, har hann velur tónlistarligt gull burtur úr rúgvuni av nøvnum, sum verða at hoyra á G!

LEITISSTEIN 29.04.2025 30.04.2025

Veitst tú av, at Bruce Springsteen hevur verið í sínari tónlistarligu skattakistu og funnið sjey plátur, sum hava ligið og savna støv frá 90unum, sum hann ætlar at geva út? Hetta og nógv annað spikahamrandi feitt kanst tú hoyra um í sendingini, sum er á tremur við nýggjum, feitum, fjøltáttaðum og formativur tónleikuir í sendingin.

LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu) 22.04.2025

"A Place to Stand On" bleiv kosin ársins fløga í 2005 av lesarunum hjá Dimmalætting. Nú 20 ár seinni verður útgávan hátíðarhildin við at geva hana út sum plátu. Í tí sambandi eru Líggjas Olsen, Flóvin Viderø, Rógvi Rasmussen og Rúni Højgaard gestir í sendingini, har øll plátan verður spæld. Teir fýra hava eisini verið uppi á ovasta lofti og funnið okkurt forkunnigt frá fyrstu tíðini hjá Deja Vu, s...

LEITISSTEIN 15.04.25 16.04.2025

Feitur, fjøltáttaður og formativur tónleikur í sendingini, sum allur er nýggjur.

LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher) 08.04.2025

Sendingin er ein hugfarslig ferð inn í sermerkta tónleika-alheimin hjá avant garde duo'ini Hettarher, ið er bæði klassiska, rútmiska og elektroniska um somu leið. Menninir handan Hettarher eru Torleik Mortensen og Andreas Tykjær Restorff, og teir hava úr at gera, tí umframt nýggju plátuna "Føroyar", so hava teir eisini gjørt filmstónleikin til nýggja føroyska filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá S...

LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras) 01.04.2025

Blátt Gras hevur júst útgivið sína triðju plátu, ið eitur "Veðurmaðurin". Í sambandi við útgávuna eru Terje Johannesen, Richard H. Johansen, Jóhan Mikkelsen, Jarnhold Nattestad og Bjartur Fonsdal Johannesen í útvarpsstovuni og greiða frá um plátuna og serliga bólkin, Blátt Gras. Talan er um eina sera hugfarsliga sending. Uni Leitisstein leggur til rættis. 

LEITISSTEIN 23.03.2025 (Benjamin Rajani) 25.03.2025

"Tá hvørt ljós líkist tær" eitur fyrsta heildarútgávan hjá Benjamin Rajani, sum er gestur í sendingini, har plátan eisini verður frumspæld.

LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025) 18.03.2025

Fimm plátur eru í uppskoti til at vinna FMA-heiðurin sum ársins útgávan. "State of the Land" hjá Lena Anderssen, "Enn" hjá Eivør, "Mens Guds hond er sterk" hjá Hamferð, "Ratking" hjá Brimheim og "Seinferð" hjá Leu Kampmann. Felags fyri allar fimm er, at tær eru allar umrøddar í LEITISSTEIN. Sendingin er ognað hesum plátum og øðrum, ið eru í uppskoti at vinna aðrar FMA-heiðrar.

LEITISSTEIN 11.03.2025 12.03.2025

LEITISSTEIN koyrir tað heim solo í sendingini, og spælir nýggja og spikahamrandi feitan tónleik við Sam Feder, Lucius, Leon Bridges, James Blake og øðrum.

LEITISSTEIN 04.03.2025 05.03.2025

Sendingin er old school, tí hon er ein samling av nýggjum og spikahamrandi feitum sangum.

Listen to the Leitisstein podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.