Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

News FO ↓ 100 episodes

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Author

Frihedsbrevet Føroyar

Category

News

Podcast website

frihedsbrevet.fo

Latest episode

Mar 13, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

80. Kjakið, sum brast sum ein bumba 14.03.2025

Hetta er seinasti ókeypis parturin av Frímælt. Vilt tú hoyra Frímælt framyvir, mást tú tekna hald. Tað gert tú á Frihedsbrevet.fo og trýstir á Verð limur. Velur tú Mánaðarhald, so fært tú fyrsta mánaðin fyri hálvan prís, um tú skrivar Frím&...

79. Føroya fyrsta MeToo-mál og horvna verkakvinnan 07.03.2025

Hetta er næstseinasti parturin av Frímælt, sum er ókeypis. Ein ókeypis partur kemur fríggjadagin 14. mars. Eftir tað ber bara til at hoyra Frímælt, um tú heldur Frihedsbrevet. Femifagnaður er hesa vikuna, Kvinnudagur er leygardagin 8. mars og tað fyllir nógv henda partin, har vit eisini nema við søgurnar &aac...

78. Opið stríð millum abbar í KVF og Norðlýsinum 28.02.2025

Opið stríð hevur tikið seg upp millum Steintór Rasmussen, tónleikara, og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipara í Kringvarpi Føroya, nú Spæl føroyskt vika er og Ársins útvarpshitt skal veljast. Stríðið byrjaði sum ein tráður á Facebook, flutti seg inn í sendingina Skr...

77. Tá fýra menn møttu upp hjá Jenisi á miðjari nátt 21.02.2025

Hallur av Rana er journalistur í Kringvarpi Føroya, men hann er eisini sonur Jenis av Rana, formann í Miðflokkinum, sum fólk elska - og elska at hata. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, hvussu tað er at vera barn hjá einum politikara. Tað gera vit, tí hetta tosa Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal um í n&y...

76. §266b, Sirið á TikTok og Melodi Grand Prix 14.02.2025

Jóhanna Norðberg Niclasen vitjar Frímælt, nú hon skal vera við í danska Melodi Grand Prix, og vit fara við henni aftur um leiktjøldini, nú tað eru tvær vikur til, at sangkappingin verður í danska sjónvarpinum. Vit tosa eisini um, hvat hendir við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi, &...

75. Sexisma á sjúkrahúsinum og falskir Mikines-málningar 07.02.2025

Falskir føroyskir málningar eru eitt fyribrigdi, sum kann kosta tær dýrt. Í øllum førum eru tað fleiri dømi um, at eitt nú málningar eftir S. J. Mikines verða eftirgjørdir og síðani settir til sølu. Hetta venda vit í Frímælt hesa ferð, har vit eisini tosa um Jóhan &a...

74. Sjórænaraball og Føroya láturligasta rættarmál 31.01.2025

Vit eru við beinleiðis úr Nólsoy, tá sjórænararnir koma í land og verða fagnaðir, eftir at teir komu aftur úr Føroya rætti uttan nakra revsing. Durita Fagradal Augustinussen er á staðnum og greiðir frá í Frímælt. Vit venda eisini forfólkaumfarinum, sum var í sj&oacut...

73. Trump tryggjar loysingina 24.01.2025

Frímælt hesa ferð snýr seg burturav um Donald Trump og fylgjurnar av, at hann er vorðin forseti. Vit royna at finna ein føroyskan Trump, Trumpsk rák í Føroyum og spyrja, um Trump ikki er hann, sum kann tryggja Føroyum loysingina?   Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Niels Uni Dam, stj...

72. Avtak joggingbuksur sum føroyskan tjóðarbúna 17.01.2025

Í Frímælt hesa ferð fylgja vit bæði Studio Bloch, Maggies og Konditarínum til jarðar. Og so burdu joggingbuksurnar, føroyski tjóðarbúnin, eisini verið jarðaðar, men tær liva sítt lukkuliga lív og stórtrívast í Føroyum. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen,...

71. Slatrið um nýggja borgarstjóran í Havn 10.01.2025

Tað ganga nakrar serligar søgur um Elsu Berg, sum er nýggjur borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hesar venda vit í Frímælt, umframt at vit eisini tosa um eitt óvanligt samgonguskjal í Sunda kommunu, eina óvanliga vitjan í Grønlandi og óvanligar lýsingar av matinum á matstovuni Ræ...

70. Nýggjárspartur av Frímælt 26.12.2024

  Hetta er ein serútgáva av Frímælt, har vit saman við redaktiónini á Frihedsbrevet hyggja aftur á árið, sum hevur verið. Hvørjar vóru størstu søgurnar hjá Frihedsbrevet? Hvat gott kom Kringvarpið við? Hvørjar vóru mest óvæntaðu søgurnar og hv&osl...

69. Murtamyndir og mest markantu politikararnir hesa hálvuna 20.12.2024

Frímælt hesa ferð bjóðar eitt prát um murtamyndir, nú tað er komið fram, at Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur sent myndir av sínum murti til ymsar kvinnur. Vit venda eisini hesum politiska hálvárinum, sum hevur verið síðani ólavsøku, nú l&osla...

68. Tey halda faktiskt jól í Afrika og vánaliga søgan hjá Rólanti 13.12.2024

Dagsins partur av Frímælt bjóðar eina vánaliga søgu frá Rólanti, sum Rannvør í øllum førum ikki tímir. Lukkutíð eru aðrar, góðar søgur, sum millum annað snúgva seg um jólini í Afrika, jólagávur og jólastress.   Gestir eru Rannv&o...

67. The Smoking Gun í uppsagnarmálinum 06.12.2024

GG! Ljóðið gleppur av og á, tað harmast vit. Í Frímælt hesa ferð ber til at hoyra, hvat tað var, sum gjørdi, at stjórin í Kringvarpi Føroya endaði við at missa starvið. Vit tosa eisini um hetta málið, sum fólk ikki eru á einum máli um - og tó.    Vit byrja tó við at hava hondbóltsfepur, gera eitt legg til Qatar, hyggja eftir tveimum frálíkum føroyskum dokumentarum, fara til jólaborðhald og tosa um...

66. Fólksins rødd, brúsandi vín og blóð í ánna 29.11.2024

Hetta er partur nummar 100 av Frímælt, sum kemur út. Hetta verður hátíðarhildið við brúsandi víni og víni uttan brús í Rødder & Vin hjá Sólfinni Danielsen á Ravnsborggade í Keypmannahavn.   Vit tosa kappbjóðingina, sum fer fram millum føroyskar festivalar í hesum døgum. Vit tosa um list av ymiskum slagi, bæði hjá Lailu Mote, Marco Evarissti og Marius DC. Vit tosa um Maggies og so runda vit Fól...

65. Virðislønin, sum eingin mátti vita av og misskilt javnstøða 22.11.2024

Fyri einari viku síðani fekk ein føroyskur felagsskapur eina virðisløn, sum hevur fingið merkiliga lítið rúm í føroyskum miðlum. Hesa virðislønina tosa vit um. Vit tosa eisini um javnstøðu, mangul upp á tað sama og misskilta javnstøðu - og so koma eru vit so smátt við at koma í jólahýr, ið vit eisini venda at enda. Gestir eru Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur...

64. Eitt gleðiligt comeback í Frímælt 15.11.2024

Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir. Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinu...

63. Á herferð við hamara á Oyrasundi 08.11.2024

Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevn...

62. Pure politics í Frímælt 01.11.2024

Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin.   Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wa...

61. Sjúklingahotellið druknar í bíligum brasi frá Alibaba 25.10.2024

Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt.  Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg. Vit nema eisini við tu...

60. Bíbliutýðingar, stjóralønir og ein full føroysk frú í Danmark 18.10.2024

Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, at Kringvarp Føroya ikki dekkaði útgávutiltakið, tá nýggja týðingin av King James-bíbliuni hjá Sjúrði Højgaard varð løgd fram. Vit tosa um kommunuvalið og minni væleydnaði videobrot, sum ferðast á sosialu miðlunum. Vit tosa um Sólrun Løkke Rasmussen, sum sambært litríku donsku miðlunum hevði í so nógv innanborða, tá kongurin var vertur fyri døgurða herfyri. Vit tos...

59. Heðin Roy ella Logan Mortensen 11.10.2024

Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum. 36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn t...

58. Søgan um fótbóltsparið Sara og René 04.10.2024

Í Frímælt í dag tosa  vit um eitt par, fótbóltsparið Sara Samson Lamhauge og Rene Shaki Joensen, har báðir partar spæla fótbólt, eru á landsliðnum og hava eitt barn. Ein forkunnug og øðrvísi fótbóltssøga, sum snýr seg um (næstan) alt annað enn fótbólt. Vit tosa um kommunukanningina, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, vit tosa um ein nýggjan sang og ymiskt annað við. Gestir eru Siri Súson...

57. Til rally hjá Trump og eta livandi hummarar 27.09.2024

Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá. Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroy...

56. Heimsins vánaligasta umbering 20.09.2024

Frímælt hevur fleiri forkunnug prát hesa ferð. Vit tosa um ein nýggjan dokumentar, sum er á veg í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um Teresu Ovenberg, ávirkara og realitystjørnu, sum fyri fyrstu ferð tosar alment um, hvat henni við henni og Teiti Skoubo, sum eins og hon var ávirkari og realitystjørna, áðrenn hann varð dømdur fyri harðskap. Vit tosa eisini um rúsevni, kommunuval og eina elendiga umberin...

Listen to the Frímælt podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.