Frihedsbrevet Føroyar
Frímælt
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: frihedsbrevet.fo
Autor
Frihedsbrevet Føroyar
Kategoria
Strona podcastu
Ostatni odcinek
13 mar 2026
Gdzie słuchać?
Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótcePodcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów
Odcinki
130. Ein serlig fríkirkja og fallið hjá Noma 13.03.2026 4:00
Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini runda valdystin, sum ikki at rokna sum nakar dystur, tí alt er so tamt. Meðan vi...
129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð 06.03.2026 6:18
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju. Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa...
128. Valfepur og nakrir djarvir menn 27.02.2026 3:53
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið. Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki lo...
127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil 20.02.2026 9:15
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð. Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur &ia...
126. Smettusøgan sum fekk 1000 likes 13.02.2026 4:50
Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn tá slatra um fólk. Vit viðgera veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 hava gjørt. Vit runda Epstein-skj&oslas...
125. Hoydalar og eitt serligt afterparty 06.02.2026 4:12
Fólkini í Frímælt hava øll hugt eftir nýggju sjónvarpsrøðini Hoydalar - og tey eru øll á einum máli um, at talan er um framúr gott sjónvarp. Men hvør er teirra yndisspíri ella karaktur? Tað tosa tey millum annað um í hesum partinum. Vit eru eisini við til tvær serlig...
124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo 30.01.2026 5:10
Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem? Røðin Gev mær tínar pengar í Frihedsbrevet nærkast endanum. Til dagsins part av Frímælt hevur Róla...
123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum 29.01.2026 8:04
Frímælt hesa ferð vendir nýggju avdúkingunum um, at fleiri menn siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá John Johannesen, verti í Degi og viku. Vit tosa eisini um, at muslimar í Føroyum ynskja sær ein depil ella eitt savningarstað - ikki eina mosku. Nakrar feskar søgur koma eisini fram, meðan poddvarpi&...
122. Oslo-blues áðrenn heimferðina 21.01.2026 10:44
Henda seinasta serútgávan av Frímælt, sum snýr seg um hondbólt burturav, er tikin upp í móttøkuni í Clarion The Hub í Oslo, sum hevur verið miðdepilin hjá mongu hondbóltsáhugaðu føroyingunum seinastu vikuna. Fólk eru rakt av Oslo-blues longu áðrenn heimferðina,...
121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo 16.01.2026 10:28
Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum byrjar. Studio er tí sett upp til sonevndu VIP-veitsluni hjá Eventz Føroyar og 62N...
120. Sersending nú hondbóltsstjørnurnar vitja Frímælt 11.01.2026 9:24
Frímælt kemur út í úrtíð, tí fyri framman er vikan, har túsundtals føroyingar fara til Oslo í Noreg at fylgja føroyska hondbóltslandsliðnum í EM-endaspælinum. Tí vitja tríggir av føroysku hondbóltsharrunum Frímælt, har teir tosa um seinastu fyrirei...
119. Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik 09.01.2026 11:35
Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik Fríði Djurhuus hevur sett sær fyri at ummæla 365 útgávur, sum hann ikki hevur hoyrt fyrr, í 2026. Hann vitjar Frímælt og greiðir nærri frá hugskotinum, sum tað ber til at fylgja á Instagram-vanga hansara. Umval skal vera í Run...
118. Árið, ið fór í Frímælt 26.12.2025 5:49
Redaktiónin á Frihedsbrevet er savnað kring borðið í studio, har tey taka saman um nakrar av mest litríku søgunum, sum hava merkt 2025. Hetta innanfyri politikk, vinnulív, mentan og tíðindi annars. Eisini koma gestirnir við hvør sínum boði upp á ársins konsertuppliving, ársins matuppliving o...
117. Moskur í Føroyum, ársins orð og burturvísingar eftir jólaborð 19.12.2025 8:14
Eitt jólaborðhald á Smyril Line fekk ógvusligar avleiðingar fyri tveir menn, sum eru burturvístir frá arbeiðsplássinum fyri ógvusliga atburðin mótvegis Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er í leiðsluni í Smyril Line, umframt at hon er tingkvinna fyri Sambandsflokkin. Ársins orð er Suðuroyartunni...
116. Kreppuhjálp til altjóða sjónleikara eftir Føroyaferð 12.12.2025 7:39
Ein altjóða kendur sjónleikari hevur vitjað í Føroyum og hevur síðani fingið kreppuhjálp, tí reaktiónirnar upp á matupplivingina, hann hevði her, vóru so ógvusligar. Vit venda málinum, sum er komið fram í magasininum Euroman. Ógvusligar hava reaktiónirnar eisini verið...
115. Abort og børnini í Afrika 05.12.2025 11:54
Aftur hesa ferð fer ein partur av Frímælt við at tosa um abort og tað, sum leggur seg aftrat tí, ið er farið fram í og kring løgtingið og landsstýrið seinastu dagarnar. Vit fara eisini í ervi í Sirkus eina seinastu ferð, nú Trygvi Danielsen hevur skrivað eina nógv rósta reportasju hað...
114. Valsvik, gløgg og cocktails á PAZ 28.11.2025 8:45
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur og eigari av PAZ, vitjar Frímælt við spennandi tíðindum um, hvussu tey fara at víðka virksemi komandi ár - millum annað við eini cocktailbarr. Gløggsesongin er byrjað, men hvat eyðkennir eitt gott gløgg og hvat eyðkennir eitt vánaligt gløgg? Tað veit ein av...
113. John Johannesen, eitt juicy grindamál og Thai Style 21.11.2025 12:09
Frímælt hesa ferð snýr seg um Føroya mest umrøddu søgu í hesum døgum: málið um, at John Johannesen, vertur í Degi og viku, er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot. Vit tosa eisini um innbrotið í Thai Style - ella um heldur sjáldsomu umrøðuna av innbrotinum í Thai St...
112. Føroya longsta bók og manifestið hjá Klakstein 14.11.2025 10:27
Frímælt hesa ferð tekur bókina hey :) undir luppin. Trygvi Danielsen hevur skrivað og er hon fleiri enn 900 síður til longdar - í mesengerformi. Vit hyggja nærri at filminum Vælkomin heim, sum Maria Winther Olsen hevur gjørt, um serliga vinalagið hjá Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi av Kák. Ein filmur,...
111. Vit endavenda politisku støðuna og fara í Sirkus 07.11.2025 11:03
Í Frímælt hesa ferð endavenda vit politisku støðuna, blíva klókari og tosa um tað, sum kemur at henda. Vit fara eisini ein túr í Sirkus, sum nú fer at lata aftur, tí Miðlahúsið skal flyta inn har. Vit minnast Sirkus og Miðlahúsið, sum bæði hava havt sína tí&e...
110. Ein túr í Ikea við gangstaraskipinum Smyril 31.10.2025 6:16
Í Frímælt hesa ferð fara vit, eins og restin av Føroyum í hesum døgum, ein túr í Ikea við Smyrli. Vit tosa um tað, stjórin keypti á túrinum og hvussu manningin annars uppførdi seg sum ein skúlaflokkur, tá TAKS kom umborð at gera sítt arbeiði. Vit hava breaking news úr...
109. Eitt poddvarp fult av milliónum og virðislønum 24.10.2025 7:12
OL-svimjarin Pál Joensen hevur vunnið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum, men eingin føroyskur fjølmiðil hevur tosað við mannin, so Frímælt hevur sligið upp á tráðin fyri at ynskja honum tillukku og spyrja, hvat milliónirnar skulu brúkast til. Føroyingar hava vunnið eina røð...
108. Føroya mest umrødda par og ein serligur gestur 17.10.2025 3:55
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard I...
107. Hví verða nøkur nevnd við navni og onnur ikki? 10.10.2025 9:03
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um rættarmál, har fólk verða nevnd við navni, meðan onnur ikki verða. Hvussu ber tað til, at navnið á Finn Jakobsen er farið um allar geilar, meðan vit ikki vita, hvør maðurin, sum filmaði og avmyndaði nakrar naknar smádreingir í svimjihøllini er?...
106. Løgtingið undir luppin - og framhaldssøgan um FSF 03.10.2025 14:45
Aftur hesa ferð venda vit nøkrum háaktuellum málum, sum eisini vóru á skrá í farnu viku. Tí vit tosa um fyrstu viðgerð av málinum um fría abort, sum var í løgtinginum týsdagin, og vit tosa um evni, sum knýta seg at hesum. Vit tosa um løgtingsfíggjarlógina og spyrja, hv...
Podobne podcasty
Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS