Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

News FO ↓ 100 episodes

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Author

Frihedsbrevet Føroyar

Category

News

Podcast website

frihedsbrevet.fo

Latest episode

Mar 13, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

105. Abort, dronur, FSF og pisshús 26.09.2025

Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen. Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at te...

104. Vatnhamar og FSF 19.09.2025

Frímælt hesa vikuna loftar talk of the town við Tróndi Vatnhamar, sum FSF royndi at seta upp á pláss. Hvussu væl eydnaðist tað - og hvør stendur eftir eftir sum sigursharrin í hesum? Løgtingið skal aftur taka støðu til fría abort. Hvussu fer at gangast hesa ferð? Og hvørjir maktdystir hava ver...

103. Falska bókaútgávan, valsvik og Nøtte 12.09.2025

Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað.  Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfi...

102. Vit kjósa vinnaran av politiska munnhøgginum 05.09.2025

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hava verið í politiskum munnhøggi á Facebook. Vit fáa ein serkønan gest at taka støðu til, hvør dróg longra stráðið av teimum báðum. Vit tosa um nýggja sexleikuhandilin í Havn. Tað er ein s...

101. Ein litríkur milliardingur vitjar í Føroyum 29.08.2025

Frímælt er aftur úr summarfrí - og tað hava vit glett okkum til. Vit lofta nýggjastu veljarakanningini, vit venda dóminum, sum ein maður fekk fyri at hótta Ruth Vang, vit tosa um Brand Olsen og kálvar hansara, og so er tað milliardingurin Petter Stordalen, sum vitjaði í Føroyum í vikuni, nú hann hevu...

100. Midnáttarsangurin er eitt sindur óinteressantur 01.08.2025

Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av t&iacute...

99. Eftirmeting, ervi og upptakt 25.07.2025

Í hesum søguliga langa partinum av Frímælt taka vit saman um G! og hita upp til tiltøkini, sum koma, ið eru Tórsfest, Pride og ólavsøka. Men vit steðga eisini á og tosa um Jóan Jakku Guttesen og Ozzy Osbourne, sum báðir hava takka fyri seg sum 76 ára gamlir. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisf&...

98. Frímælt á G! 2025 18.07.2025

Ein røð av góðum fólki vitjar borðið hjá Frímælt á G!, sum vendir og viðger festivalin úr enda í annan. Parturin er tikin upp hóskvøldið á G!, beint eftir at Beinir hevði spælt á sandinum sum tann fyrsti á ársins festivali. Gestir eru Bjørt Lind, Anna Sof...

97. 271 milliónir krónur, G!, Roskilde og Oyggjaleikir 11.07.2025

Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini.   Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá h...

96. Við Niels Una til Pearl Jam-ræðuleikan á Roskilde 04.07.2025

25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000. Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan. Vit ve...

95. Sterka og sára søgan um Sólbjørg 27.06.2025

Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum. Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um s&...

94. Rasisma, grind, brennivín og Copenhell 20.06.2025

Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politis...

93. Kongsvitjanin, ríkisrættarligastøðan, Michelin og Tobias Rahim 13.06.2025

Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin?  Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir T...

92. Føroyingar og heimsstjørnur annars 06.06.2025

Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir. Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisi...

91. Kenslurnar hjá monnum eru í asfalti og fótbólti 30.05.2025

Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar.   Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinb...

90. Saybia, Sissal og Súni 23.05.2025

Frímælt hesa ferð bjóðar søgur av alskyns slagi. Vit hoyra søguna um serliga sangin, sum verður sungin eftir mangan hondbóltslandsdystin. Helgi Hoydal, landsliðsleikari í hondbólti, er í studio og greiðir frá.   Vit hoyra eisini um serliga sambandi, sum er millum Súna Olsen og Arne Slot, venjarin,...

89. Ísrael vil hava serligan føroyskan Eurovision-stuðul 16.05.2025

Yuval Raphael, sum er ísraelska umboðið til Eurovision, hevur eina beinleiðis áheitan til føroyingar, um at stuðla Ísrael í Eurovision-sangkappingini. Vit lurta eftir boðunum, sum hon millum annað hevur lagt á Facebook og tosa um, hvussu tað ber til. Løgtingið er á veg í summarfrí, nú maim&...

88. Føroyingur høvuðsidelogur fyri ytsta høgra veingin 09.05.2025

Frímælt fær vitjan av Jan Lamhauge, sum fortelur, at føroyingurin Fróði Midjord er ein av høvuðspersónunum í einari avdúkandi grein í the Guardian, sum skrivar um víðgongdar høgravendar rørslur kring knøttin. Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, er v...

87. Eitt kensluborið tunnilsprát 02.05.2025

Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við einum kenslubornum práti um Suðuroyartunnilin. Vit fara á konsert hjá Billie Eilish, til frumframsýning í Danmark av nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá og á fernisersing hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Eisini tosa vit um løgreg...

86. Bilóhappið hjá Elsu Berg og Marianna Nagata í RUV 25.04.2025

Frímælt hesa ferð loftar øllum møguligum bóltum. Alt frá Bjarka Hansen, sum sang saman við Bryan Adams, til Mariannu Winther Nagata, sum bleiv interviewað av RUV, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sum krassjaði ein firmabil hjá pápa sínum. Harumframt vitjar Sissal Jóhanna Norðberg Nic...

85. Føroya fyrsti sangleikur á filmi 18.04.2025

Heiðrik á Heygum er farin undir at gera ein musical, sum hann er komin í Frímælt at tosa um. Vit skifta eisini orð um, hvat tað er, ið stríðið í Miðeystri ger við fólk í Føroyum - og hvat tað ger við Javnaðarflokkin og Sjúrð Skaale. At enda koma vit við nøkrum viðm&ae...

84. Tá n-orðið skal selja bøkur 11.04.2025

Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan. Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostra&e...

83. Pissilingaklíping og eitt vantandi lógvatak 04.04.2025

Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbó...

82. Røðin, øll tosa um, Grønland og FMA 28.03.2025

Hesa ferð kava vit niður røðina, sum øll tosa um í hesum døgum: Adolescence á Netflix. Vit tosa um tematikkin, sjónleikararnar og filmslistarliga partin av bretsku røðini, sum er fýra partar.   Vit nerta eisini stutt við White Lotus, áðrenn farið verður á FMA í Varpinum, sum vís...

81. Ein møgulig hevndarkonsert í Maggies 21.03.2025

6. juni skuldi Dania O. Tausen spæla á Maggies í Nólsoy, men tað avlýsti Terji Rasmussen - og nú skal Son of Fortune spæla henda dagin. Tað ger Benjamin Petersen saman við Terja Rasmussen, Leivi Thomsen og Kim Hansen, umframt Jan Rúna Poulsen, sum altíð spælir við Son of Fortune. Onkur hevur rópt hetta ei...

Listen to the Frímælt podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.