Frihedsbrevet Føroyar

Frímælt

News FO ↓ 100 episodes

Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Author

Frihedsbrevet Føroyar

Category

News

Podcast website

frihedsbrevet.fo

Latest episode

Mar 13, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

55. Springaradráp, murtamyndir og lágt burðartal 13.09.2024

Sum so ofta áður koma vit víða um í hesum partinum av Frímælt. Springaradráp, murtamyndir, lágt burðartal, Billbugt, amerikanska forsetavali, J. K. Rowling og alt møguligt annað er á skrá. Gestir eru Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur. Vertur er Rólant Waa...

54. Frá Naser Khader til Oasis 06.09.2024

Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi. Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til n...

53. Homofobi á fótbóltsvøllinum 30.08.2024

Í Frímælt hesa ferð skifta vit orð um eina nógv umrødda hending á einum fótbóltsvølli í Sørvági farna vikuskiftið, tá ein fótbóltsspælari varð vístur av vøllinum fyri homofobiskar útsagnir. Vit tosa um Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur boðað frá, at hann fer at gevast í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Vit venda vakmyndatólunum, sum enn lata bíða eftir sær, og so tosa vit um eina herliga sam...

52. Succession í Javnaðarflokkinum í Havn 23.08.2024

Eitt drama av Hollywoodskum slagi er í umbúna, nú Heðin Mortensen enn ikki hevur tikið avgerð, um hann stillar uppaftur, samstundis sum Elin Heðinsdóttir Mortensen, dóttir Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, treytað av, at pápi hennara, Heðin Mortensen, ikki stillar upp. Hetta minnir merkiliga nógv um stríðið, sum er millum Logan Roy og Shiv R...

51. Soleiðis livir tú 24 ár longri 16.08.2024

Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við uppskriftini upp á eitt longri lív. Vit tosa um ein løgeglumann, sum er dømdur fyri at hava framt blúnisbrot - altso at hava følt uppá - ein kvinnuligan starvsfelaga, og um OY, ið hevur sett vikuskiftini í vetur av til føroyskan tónleik. Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Mikael Blak, tónleikari, eru gest...

50. Í brúdleyp hjá Beini 09.08.2024

Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL,...

49. Vakurleikaviðgerðin hjá Sambandsflokkinum og ólavsøkurøðan 02.08.2024

Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan.   Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi v...

48. Menstruatiónstíð er tað nýggja agurkutíð 26.07.2024

Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin?  Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt...

47. Frímælt á G! 19.07.2024

Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er. Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festiva...

46. Fullir fótbóltsspælarar á Voxbotn og ongar kvinnur á Tórsfest 12.07.2024

Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið? Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini. Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og t...

45. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin 28.06.2024

Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við.  Eftir tað tosa vit um...

44. Vit tosa um tilbúgving, murtar og skallutar menn 21.06.2024

Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti. Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Frí...

43. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu 14.06.2024

Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt. Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðr...

42. Eitt verkfalsloyndarmál verður avdúkað 07.06.2024

Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni. Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg,...

41. Svarti svanin og eitt sindur av hassji 31.05.2024

Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar. At KOKS ikki fekk nakrar Michelin...

40. Happar Hendrik Old Steffan Klein? 24.05.2024

Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani.  Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og tosa um circle jerk sum eitt polit...

39. Ein rundur føðingardagur og ein jarðarferð 17.05.2024

Føroyavinurin, fjallmaðurin og fyribrigdið Lars Løkke Rasmussen bleiv 60 í vikuni. Saman við fólkatingsliminum Sólbjørg Jacobsen royna vit at koma nærri inn á, hvør føðingardagsbarnið er. Somuleiðis tosa vit um, at bæði Skarv og KOKS lata aftur, at hvørki Hondbóltssamband Føroya ella Visit Faroe Islands duga at telja - og so fara vit eisini at ferðast í egnum landi. Umframt Sólbjørg Jacobsen úr Li...

38. John Mayer, veggjakrutl og smákøkur 10.05.2024

Er tað herverk, tá veggjakrutl verður málað á løgtingið? Ella er tað aktivisma, sum tænir sínum endamáli? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini hoyra John Mayer skammrósa Teiti, eta smákøkur og tosa um vánaligar matstovuvanar og munin á abort í 12. og 18. viku. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og vertur í Súrligum nætrum í Kringavarpi Føroya, Turið Nolsøe, Ph.d. í retor...

37. Prestur, porno og aðrar søgur 03.05.2024

Prestur, porno og aðrar søgur   Vit hoyra í Frímælt hesa ferð ein øðrvísi vitnisburð frá einum presti. Vit hoyra um eina rúgvu av tatoveringum. Um litríkar søgur úr nýggju dokumentarunum hjá Frihedsbrevet. Um konsertferðina hjá Eivør í USA og annað gott.   Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur, samskiftisfólk og listamiðlari á Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhaug...

36. Rúkandi ósamdir gestir um næstan alt 25.04.2024

Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga u...

35. Menn tosa um at leita sær hjálp 19.04.2024

Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum.  Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp. Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya T...

34. Frímælt hevur valt bestu løgtingslimirnar 12.04.2024

Frímælt viðger, hvørjir politikarar hava staðið seg best í løgtinginum hetta valskeiðið, tí Heri Wang Danielsen hevur gjørt eitt yvirlit, har hann kemur við sínum topp-fimm lista. Vit skifta eisini orð um nýggja poddvarpið hjá Frihedsbrevet, Hevur tú hoyrt? , sum er ein samrøða við Amaliu Danielsen, sum nógv hava eina meining um. Umframt tað tosa vit eisini um ríkisrættarligu støðu Føroya og um te...

33. Ein spikdessert frá Poul Andrias Ziska 05.04.2024

Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er við í studio, har hann borðreiðir við eini heilt serligari dessert, sum tey arbeiða við til matarskránna á KOKS í Grønlandi. Hann greiðir eisini frá upplivingunum og avbjóðingunum har, og um hvat hendir við KOKS seinni í ár. KOKS er ikki einasta serføroyska íkastið til dagsins part, har vit eisini skifta orð um tónleikabólkin Hamferð, sum megnar at spæla...

32. Skarv, Bjartalíð og Føroya próstur 28.03.2024

Hvat hendir hjá mongu útisetunum, nú savningarmiðdepilin, barrin og klekingarmaskinan Skarv letur aftur? Tónleikarin og poddvarpsverturin í Súrligum nætum, Bárður Petersen, sum var á Skarv leygarkvøldið, kemur við eini feskari dagføring. Jóannes Bjartalíð fortelur norskum miðlum um sín rúsevnistrupulleika, men hvørjar afturmeldingar fær hann sjálvur? Vit ringja til Norra og tosa við høvuðspersónin...

31. Hesi eru føroysku powerpørini 22.03.2024

Tað hevur prutlað undir lokinum leingi, men í dag verður avdúkað, hvørji føroysku powerpørini eru.  Vit venda eisini traktortreffinum á Vaglinum fyrr í vikuni, tá Føroya løgting fór lukta so illa, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr.  Vit venda eisini lógini um abort, sum kemur fyri tingið í dag, fríggjadagin, og bankarnir fáa eisini eina heilsan við á vegnum, nú teir ríka seg upp og presentera eitt...

Listen to the Frímælt podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.