Kringvarp Føroya
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir 20.11.2026 49:08
Skattafrádrátturin upp á 100.000 krónur til teirra, sum leiga út til langtíðarleigu, í staðin fyri at leiga út til Airbnb, røkkur ikki sínum endamáli. Til ber nevniliga at skifta millum langtíðarleigu og stutttíðarleigu og framvegis varðveita skattafrádráttin. Eitt 'hol í lógini' ger, at leigar tú út til fastbúgvandi í minsta lagi tríggjar mánaðir um árið, so hevur tú lokið treytirnar til langtíða...
Breddin: Skattafrádráttur hjá føroyskari arbeiðsmegi uttanlands 19.11.2026 45:39
Undanfarna valskeið, tá Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, var løgmaður, var politiska kósin at niðurlaða skattafrádráttirnar, sum føroyingar fáa fyri at fara av landinum at arbeiða. Nú er vent í holuni, og í heyst bar Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, eitt uppskot í tingið, um at hækka sonevnda samdøgursfrádráttin aftur og steðga minkingini í uttanlandsf...
Breddin: Novo Nordisk - álitisbrot millum sjúklingar og heilsustarvsfólk? 17.11.2026 34:42
Herfyri frættist, at heilivágsrisin Novo Nordisk hevði nágreinilig yvirlit yvir læknar og onnur heilsustarvsfólk í tíggjutúsundatali, sum eru flokkað eftir, hvussu jaligan hugburð tey hava til júst heilivágin hjá Novo Nordisk. Eisini eru 337 føroysk heilsustarvsfólk at finna í yvirlitinum, teirra millum 87 læknar. Hvussu ber hetta til, og er talan um álitisbrot millum sjúklingar og heilsustarvsfól...
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum 13.11.2026 1:01:01
Miðlastuðulslógin skal broytast. Verkætlanarstuðulin skal takast av, rakstrarstuðulin skal koma aftur, og ein partur av samlaðu játtanini skal markast til miðlar á bygd. Men tryggjar miðlastuðulin tað, sum upprunaliga var endamálið ? dygdargott og álítandi miðlainnihald og eitt fjølbroytt miðlalandslag, sum styrkir fólkaræðið? Tað verður viðgjørt í fyrra parti av Breddanum. Í seinna parti verður s...
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin 12.11.2026 42:52
- Komið øll og boykottið Kervi+. Soleiðis ljóðar ein av fleiri viðmerkingum á Facebook, nú talgilda skipanin Kervi+ so líðandi verður tikin í nýtslu í fólkaskúlanum. Fleiri foreldur finnast at, at tað er vorðið ov trupult at halda skil á skúlatingunum hjá børnunum, tí tey skulu brúka fleiri ymiskar talgildar skipanir. - Tað er øgiliga roksut. Nógv lættari við einari lektiubók, skrivar ein. Onnur e...
Breddin: Málið um Bakkafrost 10.11.2026 36:23
67 milliónir krónur. So stóra bót helt Heilsufrøðiliga starvsstovan í 2021, at Bakkafrost skuldi fáa fyri lógarbrot. Men fimm ár seinni er støðan ein heilt onnur. Fyrst vórðu partar av málinum sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt. Tað merkir, at rætturin ikki hevur tikið støðu til, um Bakkafrost hevur brotið lógina. Men hetta m...
Breddin: Fríhandilsavtalur við Suðurkorea og Kina 06.11.2026 36:44
Arbeitt verður við at fáa fríhandilsavtalur í lag við Suðurkorea og Kina, og Brasil er eisini í kikaranum. Fyri uppsjóvarvinnuna er tað kanska serliga Suðurkorea, sum er mest áhugavert. Har búgva umleið 52 milliónir fólk, og tey eta nógvan makrel. Eitt semjuskjal um at fara undir ítøkiligar samráðingar um fríhandilsavtalu verður væntandi undirskrivað í næstum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis...
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð 05.11.2026 50:17
'Leivur vil liva', men tað er trupult at sleppa í viðgerð og fáa tað tilboð, sum hann og hansara líkar hava tørv á. Í dag eru Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í útvarpsstovuni, og svara spurningum, millum annað um, nær nakað tílíkt tilboð kemur. Miðskeiðisvalið Ein blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði...
Breddin Eyka: Úrslitið av miðskeiðisvalinum 05.11.2026 27:59
Ein blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði umboðsmannatingið og senatið. Í hesum eyka partinum tosa vit við politiskan viðmerkjara um, hvat tað merkir fyri demokratiska og republikanska flokkin og hvat fer at henda tvey tey næstu árini fram til næsta forsetaval. Við í sendingini: Sámal Matras Kristiansen Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Frants Jensen, s...
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA 03.11.2026 45:05
Veljarakanningar benda á, at demokratarnir í USA fara at vinna umboðsmannatingið, men tá ið talan er um senatið, stendur meira á jøvnum millum demokratarnar og republikanararnar. Í dag er miðskeiðisval í USA, har amerikanarar skulu gera av, um lóggávutingið framvegis skal vera republikanskt, ella um demokratarnir skulu fáa meiriluta. Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt h...
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð 30.10.2026 51:46
Ísraelar hava talt atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið týsdagin, men eingin greiður vinnari er. Hvørki vongurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, ella vongurin hjá avbjóðaranum, Gadi Eisenkot, kann telja upp í 61 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum skulu til fyri at skipa meirilutastjórn. Hvat gera teir so nú, spyrja vit í sendingini í dag. Rúsevnaviðgerð Rúsevnaviðgerð snýr seg...
Telefonsamrøðan við Putin og sproytumisnýtsla 29.10.2026 43:00
Tvey evni eru í sendingini. Samstundis sum norðurlondini eru komin saman á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í vikuni at finna felags loysnir um trygd, gjørdu norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, av at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin. Danski forsætisráðsharrin, Mette Frederiksen, fanst at norðurlendsku starv...
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael 27.10.2026 38:25
Tvey evni eru í sendingini í dag Ísraelar skulu í dag gera av, hvør skal sita í teimum 120 sessunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, næstu fýra árini. Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael síðani álopið hjá palistinska Hamas í Ísrael 7. oktober í 2023. Hvussu merkir tað valdagin í dag? Hvat snýr hetta valið seg um, og megnar Benjamin Netanyahu, sitandi forsætisráðharri, at halda fast um va...
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp 23.10.2026 45:16
Landsstýrið hevði stórar ætlanir í 2024, at fimm nýggjar vindmyllulundir skuldu koma upp í Føroyum eftir fimm árum. Nú skuldi nakað henda við grøna orkuskiftinum. Men enn er eingin nýggj mylla komin upp. Alt er steðgað upp í mótmælum og fleiri umhvørviskanningum. Nýggja ABC-samgongan sigur í samgonguskjalinum "Vit skulu seta ferð á grøna orkuskiftið". Hvat ætlar nýggja landsstýriskvinnan í orkumál...
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina 22.10.2026 45:19
Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava Føroyar latið umleið 25 milliónir krónur í stuðli til Ukraina. Tað svarar til 0,09% av BTÚ. Danmark hevur latið munandi meira enn Føroyar. Tey hava latið 3,25% av BTÚ. Um Føroyar skuldu verið á donskum stigi og latið 3,25% av BTÚ, so høvdu vit latið 910 milliónir krónur. Politiskt kjak verður millum tvey av fyrrverandi landsstýrisfólkinum í uttanrík...
Breddin: Avrúsing og viðgerð í heilsuverkinum og ófriður í Fraklandi 20.10.2026 54:15
Funnist hevur verið at heilsuverkinum, síðani dokumentarurin "Leivur vil liva" var sendur í sjónvarpinum. Í dag tosa vit við Tormóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, og Anniku Holm, leiðara á Heilbrigdi. Ófriður í Fraklandi Ógvisligur ófriður hevur verið í Fraklandi um vikuskiftið. Ófriðarkroppar gjørdu um seg, settu eld á, brutu inn og rændu handlar. Vit spyrja: Hvat hendir í Fr...
Breddin: Rúsevnismisnýtsla og fiskavirkisskipanin 16.10.2026 45:56
Tvey evni eru í sendingini. - Støðan hjá teimum, sum misnýta rúsevni, er ikki nøktandi, tí vit duga ov illa at raðfesta tey, sum longu eru misnýtarar, sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum. Í sendingini í dag tosa vit við Martin Kúrberg, sum sjálvur var misnýtari í nógv ár. Vit hyggja at avbjóðingum og loysnum á økinum - og vit fara aftur um sendingina "Leivur vil liva", sum var í sjónvarpi...
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni 15.10.2026 56:15
Tøknin elvir til avbjóðingar, bæði her heima og úti í verð. Altjóða tykist semja vera um, at børn skulu ikki reika runt á internetinum og sosialum miðlum óavmarkað, og ymiskar avmarkingar eru gjørdar, ella eru á veg. Børn spegla sær í teimum vaksnu - og hetta er eisini galdandi fyri lærarar í skúlatíðini. Her heima verða blýantar, pappír og krit ikki brúkt so nógv longur. Nú skal tað mesta ganga...
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar 13.10.2026 50:03
Tað er vorðið dýrari og dýrari at fylla sær tangan. Bensinprísurin er farin upp á 15 krónur og 56 oyru fyri liturin, og diesel kostar16 krónur og 38 oyru fyri liturin. Og at hita sær húsini kostar nú 13.725 krónur fyri 1000 litrar av olju, keypir tú frá Effo ella Magn. Í vár segði samgongan, at brennievni til bilar var so dýrt, at neyðugt var at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli í tríg...
Breddin: Manchester City - ein fótbóltsgøla fyri milliardir 09.10.2026 53:05
Frá at vera eitt felag, sum stríddist í triðbestu deildini, hevur Manchester City seinastu árini verið eitt av mest sigursvandu fótbóltsfeløgum í Onglandi. Men nú eru myrk skýggj at hóma yvir felagið. Ein óheft nevnd hevur funnið Manchester City sekt í 114 av 115 ákærupunktum um brot á fíggjarreglurnar í Premier League. Felagið sigur seg ikki hava gjørt nakað galið, og hevur kært úrskurðin. Men hv...
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti 08.10.2026 52:52
13,5 milliónir krónur í avlopi. Tað vísir fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. Men longu nú eru fleiri sparingar undir trýsti. Sendistovan í Tel Aviv verður eftir øllum at døma kortini ikki latin aftur, kommunurnar mótmæla ætlanini um havnargjøld, og Læknafelagið rópar varskó, nú eingin nýggj játtan verður til serlæknapuljuna. Samstundis eru stórar íløgur á skránni. Men hvussu haldgott er fíggjarl...
Breddin: Eru vit í holt við at missa tamarhaldið á vitlíki? 06.10.2026 37:31
Kunnu maskinur hugsa? Longu í 1950 spurdi bretski støddfrøðingurin og teldufrøðingurin Alan Turing henda spurningin. Í dag er spurningurin ein heilt annar. Seinastu árini hava vit hoyrt nógv um, hvat vitlíki kann gera og lætta um gerandisdagin hjá okkum, men menningin hevur gingið so skjótt, at nú ávara fólk, sum sjálvi hava verið við til at menna tøknina, um avleiðingarnar av viklíki. Tí halda fl...
Breddin: Føroyskir vinnumøguleikar í Grønlandi 02.10.2026 45:00
Í dag seta vit Grønland á Breddan. Umleið 120 vinnulívsfólk úr Føroyum hava síðstu dagarnar verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi. Í gjárkvøldið undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Grønlands Erhverv eina samstarvsavtalu, sum skal styrkja bondini millum vinnulívið í báðum londum. Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risa íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er um útbyggingar á orkuø...
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini 01.10.2026 44:12
Í gjár kom fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Tað fyrsta frá nýggju samgonguni. Rakstraravlopið var 38,5 milliónir krónur, men 25 milliónir krónur fara út aftur beinanvegin at fíggja inntøkuminkingina, ið stendst av, at inntøkumarkið fyri mótrokning í pensjónini verður munandi hækkað. Tá tann millumrokningin er gjørd, er avlopið tódnað niður í 13,5 milliónir krónur. Avlopið er fingið til vega við sp...
Breddin: Hvussu tryggja vit vælferðina í framtíðini? 29.09.2026 35:20
Fíggjarpolitiskt haldføri hava vit hoyrt nógv um. Hetta snýr seg um, hvussu vit tryggja, at pengarnir í landskassanum røkka nóg langt, men hvussu tryggja vit, at fólk eru haldfør? Hvussu tryggja vit, at tey trívast, orka og kunnu vera við í samfelagnum? Hvussu kunnu vit taka fólk og náttúruna við í roknistykkið, sum metir um haldføri? 'Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið?' spyr felagss...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.