Kringvarp Føroya

Breddin

News FO ↓ 50 episodes

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

May 12, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Breddin: Vitlíki og sálarheilsa 29.01.2026

Vitlíki er vorðið ein fastur táttur í gerandisdegnum hjá milliónum av fólki - eisini børnum og ungum. Vitlíki verður brúkt sum arbeiðsamboð, sum vinur og eisini sum sálarligur stuðul. Kanningar vísa, at ung í fleiri londum venda sær til vitlíki við persónligum og sálarligum trupulleikum. Men samstundis eru dømi um, at tað hevur gingið galið, har vitlíki í summum førum hevur givið børnum og ungum r...

Breddin: Skotini í Minneapolis 27.01.2026

Leygardagin var ein amerikanari aftrat skotin til deyðis, eftir at hann hevði mótmælt harðrenda átakinum hjá marknaløgregluni ICE at finna og útvísa tilflytarar, sum eru ólógliga í landinum. Hetta hevur elvt til ógvislig mótmæli, serliga í býnum Minneapolis, har skottilburðurin var. Men hetta er ikki fyrsti skottilburður av hesum slag í býnum, tí tann 7. januar drupu ICE-agentar eina amerikanska k...

Reform UK 23.01.2026

Í bretskum politikki hevur stríðið um valdið, søguliga verið millum tveir flokkar.  Labour og Conservatives. Ein sosial-demokratiskur flokkur og ein konservativur. Men nú meldar ein annar flokkur seg av álvara uppí stríðið um at sjórna Bretlandi.  Reform UK er ein rættiliga nýggjur flokkur uttaliga á høgra vonginum, og hann hevur ligið á odda í veljarakanningum síðani apríl í fjør. Hvør er hesin f...

Breddin: Revsitollur og handilskríggj 22.01.2026

Revsitiltøk, tollur, revsitollur og handilskríggj. Hetta eru orð, sum vit hoyra dag og dagliga. Men hvat er hetta, og hvussu ávirkar tað búskapin í londunum kring okkum? Og hvørjar kunnu avleiðingarnar av hesum hugsast vera fyri føroyskan búskap og føroyska vinnu? Hesar spurningarnar seta vit í sendingini í dag. Gestir: Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum...

Breddin: Bara ein vaksin í húskinum 20.01.2026

Hoyrir tú orðið húski - so sært tú kanska fyri tær eina familju. Mamma, pápi og børn. Men vanligasta húskið í Føroyum er ein vaksin uttan børn - og soleiðis hevur tað verið síðani 2020. Í 2022 var talið av húskjum, við einum einsamøllum vaksnum fólki, 4.744, og seinastu árini er talið vaksið hvørt ár. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni Hvørji eru hesi fólkini? Hvat merkir tað í gerandisdegnum, at tey búg...

Breddin: Støðulýsing um Iran 16.01.2026

Í Iran hevur ein nýggj mótmælisalda tikið seg upp, sum byrjaði seint í desember. Tað, sum byrjaði sum mótmæli móti einari djúpari búskaparkreppu, er skjótt vaksið til eina landsfevnandi mótstøðu móti myndugleikunum og teokratisku stýrinum í landinum - sum vanliga verður nevnt prestastýrið. Mótmæli hava breitt seg til ein stóran part av landinum, og svarið frá myndugleikunum hevur verið harðrent su...

Breddin: Eftir fundin í Washington um Grønland 15.01.2026

Í gjár var søguligur fundur í Washington millum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra, og Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum í Grønlandi, við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og varaforsetan, J.D. Vance. Eftir fundin var tosað um, at fundurin hevði verið positivur, men at tað enn er ein grundleggjandi ósemja um Grønland. Ein arbeiðsbólkur skal setast, og samrøðan...

Breddin: Fíggjarlógin og haldføri 18.12.2025

Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum. Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september. Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur. Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er h...

Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum 16.12.2025

Í gjár var nýggja uppskotið um Suðuroyartunnilin til 1. viðgerð í Løgtinginum. Málið er nú farið í fíggjarnevndina, sum skal venda og snara bæði kostnaði, farleiðum og fíggingarleisti, áðrenn løgtingið aftur fær orðið. Lógaruppskotið snýr seg um at fáa heimild at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnil - eina verkætlan, sum sambært uppskotinum kann kosta upp móti fimm m...

Breddin: Brunatrygd og viðurskiftini millum USA og Evropa 12.12.2025

Fyrradagin var eldur í einum sethúsum í Havn. Tað er ikki óvanligt, at eldur er í húsum, men hvat hendir eftir eldsbrunan? Í Føroyum er ongin skipan, sum ger, at vitanin frá einum eldsbruna verður brúkt at fyribyrgja, at ein annar eldsbruni hendir aftur á sama hátt. Tá politiið hevur gjørt sína niðurstøðu, er málið avgreitt, og eingin hevur skyldu at læra av tí - heldur ikki Brunaeftirlitið, sum g...

Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy? 11.12.2025

Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt. Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni. Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram. Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil. Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda gongdi...

Breddin: Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum? 09.12.2025

Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum vegna arbeiðsvanlukku. Tað talið er nógv hægri enn í okkara grannalondum - tað er hægsta tal í Norðurlondum, og millum tey ovastu í Evropa. Talið av ikki-deyðiligum arbeiðsóhappum er eisini stórt - bara síðani mars í ár, hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp - Tað er meira enn eitt um dagin. Men hví hava vit...

Breddin: Stytt arbeiðsvika 05.12.2025

- Vitlíki er eitt, sum talar fyri, at tíðin er búgvin at stytta arbeiðsvikuna. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.  Tað var annars hósdagin í síðstu viku, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðaði frá, umvegis eini sms-boð til útvarpið, at undirtøka ikki er í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. At stytta arbeiðsvikuna var eitt tað størsta vallyftið bæði hjá Javna...

Breddin: Fosturtøkumálið til endaliga viðgerð 04.12.2025

Við teprum meiriluta var fosturtøkumálið samtykt við aðru viðgerð seint tyskvøldið - 17 atkvøður fyri og 16 ímóti.  Í dag fer málið til triðju og endaligu viðgerð. Verður uppskotið um fria fosturtøku fram til og við 12. viku samtykt í dag, fáa vit eina nýggja fosturtøkulóg, sum kortini ikki kemur í gildi fyrr enn 1. juli næsta ár. Tað kom av álvara politiskur spenningur um málið týsmorgunin, tá Sú...

Breddin: Fráflyting, vinarlag og tøgnmentan 28.11.2025

Fráflyting, vinarlag, tøgnmentan og tað at vera øðrvísi, eru nøkur av evnunum í "Vælkomin heim" eftir Mariu Winther Olsen.  Filmurin viðger flytimentanina hjá okkara ungdómi - og hevur júst vunnið Ekko Shortlist-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm í 2025. Anna Sofía Skoradal og Álvur av Kák eru høvuðspersónar í "Vælkomin heim"  og umboða nakrar av teimum mongu føroyingunum, sum eru fluttir utta...

Breddin: Stytt arbeiðsvika - hvat bleiv av henni? 27.11.2025

Abeiðsvikan skal styttast. Tað var eitt av høvuðslyftunum í valstríðnum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.  Í samgonuskjalinum hjá samgonguni stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar, og arbeiðsvikan verður skipað við lóg.  Stutt eftir løgtingsvalið í 2022 var eitt trípartasamráðingarráð sett, við umboðum frá arbeiðsgevarum, arbeiðstakarum og politisku skipanini. Tey skuldi u...

Breddin: Fosturforeldraskipan og friðarsamráðingar um Ukraina 25.11.2025

Alsamt fleiri børn hava tørv á fosturfamiljum, og samstundis er tørvur á fleiri fosturheimum. Politiska skipanin hevur lovað at bøta um umstøðurnar, men enn eru ikki gjørdar broytingar í 20 ára gomlu fosturforeldraskipanini. Í dag verður Fosturforeldrafelagið, sum arbeiðir fyri fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, 25 ár. - Vit ynskja okkum politiska raðfesting, er boðskapurin frá forkv...

Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-málið 23.11.2025

Sands Kommuna, Skuvoyar Kommuna og Húsavíkar Kommuna peika - í hoyringarsvari til Suðuroyartunnilin - allar á farleiðina norðanfyri Sandsbygd. Tað sama gera stovnar og áhugafelagsskapir, eitt nú Umhvørvisstovan og náttúrufelagsskapirnir FNU, Fuglafrøðingafelagið, Veltan, Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, Rudda Føroyar, Føroya Sílaveiðufelag og Hagafelagið. Men hvussu ávirkar hetta tunnilsfelagið o...

Breddin: Rúsevnismisnýtsla og politiska skipanin 20.11.2025

Fólk, sum rúsa seg við sproytu, heilivágur, sum verður misnýttur sum rúsevni, fiksi-rúm og fólk, sum ikki rúmast í samfelagnum - heldur ikki á viðgerðarstovnum. Politisku skipanina verður spurd um avbjóðingarnar og ávaringarnar, sum vit hava hoyrt um seinastu vikunar. Eru umstøðurnar á misnýtsluøkinum nøktandi, vita vit nóg mikið um tey, ið eru ringast fyri, hvørja leið skulu vit ganga - og hvørja...

Breddin: Fólkaskúlin og námsferðir 18.11.2025

Í Føroyum siga vit, at fólkaskúlin er fyri øll. Men seinastu dagarnar hava vit fingið eina áminning um, at veruleikin ikki altíð samsvarar við hesi orð. Ein námsferð hjá einum skúlaflokki, sum skal til Týsklands at hyggja at hondbólti, kostar umleið 11.000 krónur umframt lummapengar og mat. Tað ljóðar kanska sum bara eitt tal - men fyri summi er tað ein forðing og eisini eitt val millum at liva up...

Breddin: Koronufarsóttin og fólkaræðið 14.11.2025

Koronufarsóttin legði trýst á fólkaræðið. Í nýggjari bók verður lýst, hvussu demokratiski rætturin hjá okkara evsta valdi var brotin undir koronufarsóttini inni í sjálvum løgtinginum. Har vóru hjálparpakkar samtyktir, sum kostaðu skattaborgarunum nógvar milliónir krónur, uttan at løgtingsfólk sluppu at viðgera málini.  Beinta Løwe hevur skrivað bókina, sum m.a. vísir á týdningin at viðgera brot á...

Breddin: Sjúklingar detta millum skipanir 13.11.2025

Tað ljóðar einfalt: Psykiatriin hjálpir teimum, sum eru sálarliga illa fyri, og viðgerðarstovnar hjálpa teimum, ið eru bundin av rúsevnum. Men hvat hendir, tá tú hevur avbjóðingar á báðum økjum? Í Føroyum eru tað júst hesi fólkini, sum ofta detta millum tær skipanir, ið skulu hjálpa teimum. Og hjá teimum, sum haraftrat ikki hava ein fastan bústað, er tað nærum ógjørligt at fáa hjálp.  Í Breddanum...

Breddin: Tá politikarar biðja eitt úrvalslið um ráð 11.11.2025

Hvat hendir, tá politikararnir leggja sínámillum politiska kjakið til viks, og heldur biðja eitt úrvalslið siga, hvat skal til, fyri at gera landið meiri haldført? Fyrsta svarið til tann spurningin kom fyri akkurát einari viku síðani, tá Nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda kom við fyrsta tilmælinum - og politiskan skipanin gjørdi eftir ráðunum. Trý landsstýrisfólk vórðu send til hús, og trý aða...

Breddin: Støðan í Sudan 07.11.2025

Kríggj er í Sudan. Stríðið millum sudanska herin og bólkin Rapid Support Forces hevur nú vart í meira enn tvey ár. Hetta hevur havt við sær, at vit, sambært ST, uppliva størstu mannarættindavanlukku í øllum heiminum júst nú. Fleiri enn 14 milliónir fólk eru flýdd, og 30 milliónir fólk hava brúk fyri mati, vatni og heilivági. Sjúkrahús eru løgd í oyði, fólk eru dripnir, og hungur og sjúka breiða se...

Breddin: At rúsa seg við sproytu 06.11.2025

At rúsa seg við sproytum hevur higartil verið óvanligt í Føroyum, men nú er støðan broytt. Í Breddanum í dag hitta ein av teimum, sum í mong ár hevur verið rúsevnismisnýtari. Hann er ein av teimum, sum meiri verður tosað um, enn við. Vit spyrja, hvussu tað er at liva sum misnýtari í Føroyum, hví tað er so trupult at sleppa burtur úr støðuni, og hvat skal til fyri at betra um umstøðurnar? Seinni í...

Listen to the Breddin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.