Kringvarp Føroya

Breddin

News FO ↓ 50 Folgen

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Autor

Kringvarp Føroya

Kategorie

News

Podcast-Website

kvf.fo

Neueste Folge

12. Mai 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android 5 Mio.+ Downloads · Bewertung 4,8 iOS bald

Folgen

Breddin: Føðitíttleiki, barsilsskipan og barnakekkar 12.05.2026

Fyrradagin var mammudagur. Føroyskar mammur eiga 2,1 barn í part, meðan miðaltalið fyri Evropa er 1,3-1,4 barn. Hvussu er tað at vera mamma í Føroyum, og hvat eiga vit at gera og ikki gera fyri at varðveita stóra føðitíttleikan. Og hvønn mun ger ein barnakekkur og hægri útgjald í barsilsskipanini?   Luttakarar:  Sólrun Foldbo, stjóri í Gigni. Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er nevndarlimur í Kongshavn...

Breddin: Gjøld á alivinnuna 08.05.2026

Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur - sum alivinnan ynskir og onkuntíð tøkugjøld - sum ávísir politiskir flokkar hava ynskt. Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, hetta fyri at fáa eina varandi loysn. Sambært galdandi skipan verður gjald tikið inn eftir bæði skatti og tøkugjaldi. Politikarirnir tykjast nøgdir við breiðu semjuna og at...

Breddin: Ójavni 07.05.2026

Ein alsamt størri partur av virðunum, sum verða skapt í vinnuni fara til fyritøkurnar, meðan ein minni lutur fer til løntakararnar. Hvussu javnt er tað føroyska samfelagið? Tað er ilt at siga nakað um - men vit síggja í dag tekin um, at stórur ójavni er í samfelagnum, hóast tað sokallaða Ginitalið er lágt, tá tað kemur til inntøkur. Tað merkir í vanligum máli, at tað ikki er so stórur munur á innt...

Breddin: Politiskt kjak um mvg-frítøku av bensin og dieselolju 05.05.2026

Ætlanin er at gera dieselolju og bensin mvg-frítt í 3 mánaðir, men hvønn mun ger tað? Og er tað rætti mátin at hjálpa sperdum familjum í løtuni? Tað kjakast limir í fíggjarnevndini um í Breddanum. Samgongan var ikki nógvar dagar gomul, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum boðaði frá, at landsstýrið vildi lata ein stuðul í sambandi við at oljupisirnir eru nógv hækkaðir. Men ætlanin hjá Akseli V Joh...

Breddin: Arbeiðarafeløgini og 1. mai 30.04.2026

Í morgin er Altjóða arbeiðaradagur, har arbeiðarafeløg brúka høvi at gera vart við seg á teimum ymsu 1. maidagshaldunum. Men hví halda vit 1. mai? Er tað viðkomandi enn? Í sendingini fara vit aftur í søguna um arbeiðarafeløgini, og spyrja, hvat tey upprunaliga settu sær fyri. Tann spurningin seta vit Erlandi Viberg Joensen, lektara í søgu á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum...

Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið 28.04.2026

Tað var ein feilur, at Heilsufrøðiliga Starvstovan meldaði Bakkafrost til fútan. Tað sigur Christian Andreasen, advokatur hjá Bakkafrosti um tað nógv umrødda málið um eina bót uppá 67 milliónir, sum fyrstu ferð gjørdist alment í december í 2021. Umrøðan av málinum byrjaði sum kunnugt við, at eitt telefonnotat hjá stjóranum í løgmanskrivstovuni gjørdist alment. Eitt telefonnotat, sum vísti, at fúti...

Breddin: Hvørja leið skulu vit halda í ferðavinnuni? 24.04.2026

Ferðavinnan verður mett at hava 1,4 milliardir krónur í útflutningsvirði. Vinnan er nú triðstørsta vinnan í landinum eftir fiskivinnuna og alivinnuna. Fleiri og fleiri ferðafólk velja nú airbnb, tá ið tey skulu gista í Føroyum, og nú sova fleri útlendingar í føroyskum íbúðum og húsum í staðin fyri á hotellum. Men tað eru eisini fleiri, ið siga, at pengarnir frá ferðavinnuni ikki í nóg stóran mun l...

Breddin: Virkin deyðshjálp 23.04.2026

Hvør eigur at avgera, nær eitt lív skal enda? Í Føroyum er virkin deyðshjálp ólóglig og revsiverd. Men samstundis er tað loyvt at halda uppat við lívsleingjandi viðgerð og at geva pínulinna, sum kann framskunda deyðan. Í fleiri londum er virkin deyðshjálp seinastu árini vorðin ein lógligur møguleiki undir ávísum treytum, og í hesi vikuni hevur evnið eisini verið reist í Føroyum, har fleiri faklig...

Breddin: Útbjóðing í kommunum 21.04.2026

Tá ein kommuna keypir tænastur ella bjóðar arbeiði út, eigur tað at vera besta boðið, sum vinnur. Men er tað altíð soleiðis? Ein nýggj spurnarkanning hjá Kappingareftirlitinum vísir, at stívliga triðja hvør fyritøka, sum hevur verið við í kommunalum útboði og innkeypi, sigur seg hava verið fyri órættvísi. Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðilig...

Breddin: Rúma vit teimum við demens? 17.04.2026

Í leikinum "Lear Kongur" velur Búi Dam at seta Biritu Mohr, sum hevur alzheimer, aftur á pall. Endamálið er at varpa ljós á, hvussu vit viðgera tey, sum onkursvegna eru øðrvísi - og harvið eggja samfelagnum til at hugsa meira um inklusión, sigur leikstjórin, sum eisini er sonur fólkakæra sjónleikaran. Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkæ...

Breddin: Ungarn - Vígvøllur hjá stórveldunum 16.04.2026

Sunnudagin var tað valið, sum politiskir eygleiðarir og viðmerkjarir hava kallað tað mest umráðandi valið í Evropa í ár. Peter Magyar vann á Viktor Orbán, sum hevur sitið við valdið í Ungarn í 16 ár. Tað var ikki nøkur loyna árðenn valið, at í Russlandi, USA og í Evropa hevði hetta valið nógv at siga. Ungarn gjørdist í valstríðnum ein vígvøllur hjá fleiri stórveldum. Stjórnirnar í Russlandi og USA...

Breddin: ABC Samgongan 14.04.2026

Í gjár gjørdist ABC samgongan veruleiki og Beinir Johannesen løgmaður. Dagurin var merktur av smílum, tá nýggja løgtingið kom saman fyri fyrstu ferð - og seinni eisini við pinnamati og blómum í Tinganesi, har nýggju landsstýrisfólkini tóku við starvinum. Tað eru eisini smíl og gott lag, sum hava eyðkent samgongusamráðingarnar, í øllum førum at síggja til. Men fer tað at halda fram, tá ABC samgonga...

Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini 27.02.2026

Løgtingsval verður 26. mars og fólkatingsval 24 mars, og valstríðið er byrjað. Forfólkini í flokkunum vóru í sjónvarpsstovuni mikudagin, tá løgtingsvalið var útskrivað. Men í dag snýr tað seg ikki um tey, men um tey ungu. Bústaðir. Exit Føroyar. Lestrarumstøður. Lestrarmøguleikar í Føroyum ella lesa uttanlands. Í sendingini í dag sleppa tey ungu til orðanna. Umboð fyri politisku ungmannafeløgini k...

Breddin: Fakfeløgini, politisku flokkarnir og løgtingsvalið 26.02.2026

Trýstið frá fakfeløgunum hevur fingið stóran part av heiðrinum fyri, at løgmaður skrivaði út val í gjár. Serliga Javnaðarflokkurin, men eisini Tjóðveldi, kundu ikki liva við at samtykkja uppskotið um at hækka pensjónsaldurin. Nógv hava nevnt tað serliga sambandið millum teir báðar politisku flokkarnar og fakfeløgini. Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, sum hevur skrivað søguna um Føroya Arbeiðarafela...

Breddin: Pensjónsaldur, Suðuroyartunnil og bústaðarmarknaðurin 24.02.2026

Lagnudagur var í løgtinginum í gjár. Fyrst var onnur viðgerð av málinum um at hækka pensjónsaldurin, og síðani var onnur viðgerð um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyartunnlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Bæði málini vóru samtykt, og skulu til triðju viðgerð í morgin, mikudagin. Vit fáa vitjan av tveimum politiskum viðmerkjarum í Breddanum í dag. Vit fara at hyggja nær...

Breddin: Muslimskur depil í Føroyum - hvar gongur markið at savnast? 20.02.2026

"Skulu vit hava ein muslimskan depil í Føroyum?". Hesin spurningur hevur veruliga sett eld á orðaskiftið í Føroyum seinastu vikurnar, eftir at tað kom fram, at ein felagsskapur við fimm fólkum, fýra útlendingum og einum føroyingi, ætlaðu at stovna eitt sonevnt muslimskt bønarhús. Tað, sum byrjaði sum ein skrásettur felagsskapur, hevur ment seg til eitt víðfevnt kjak um trúarfrælsi, trygd, fremmand...

Trygdarstøðan í Norðuratlantshavi: Hvussu útsettar eru Føroyar? 19.02.2026

Tá vit tosa um trygd og hóttanir uttanífrá, hugsa mong kanska um hermenn, skip og flogfør. Men í dag liggur ein stórur partur av hóttanunum móti okkum fjaldur á netinum. Netálop, njósning og følsk kunning eru vorðin vanlig amboð hjá bæði statum og kriminellum bólkum. Tað snýr seg um at órógva samfeløg, raka kritiska undirstøðukervið, okkara fyritøkur, og skapa iva og ótryggleika í tí, sum verður r...

Breddin: Evropa má taka størri ábyrgd 19.02.2026

Árliga trygdarráðstevnan í München er júst liðug - og boðskapurin var greiður: Evropa og USA skulu standa saman, men samstundis má Evropa taka nógv størri ábyrgd fyri egnari trygd. Samstundis var sagt beinleiðis, at gamla heimsskipanin, sum vit kenna hana, er burtur. So hvar standa vit nú í dag? Eru vit á veg inn í eina nýggja og meira ótrygga tíð, har ongin veruligur leiðari er? Og hvør tekur áby...

Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni 13.02.2026

Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni.  Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað. Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brú...

Breddin: Útlendingar í Føroyum 12.02.2026

Nógv kjak hevur verið um tilflytarar seinastu tíðina. Tað kyknaði av álvara, tá tað frættist, at ætlanir vóru um at skipa ein muslimskan depil í Føroyum. Men eisini snarskipanin, sum hevur gjørt tað smidligari at koma inn á føroyska arbeiðsmarknaðin, hevur verið á breddanum, og fleiri finnast verandi lóggávu - útlendingalógini - sum er frá 2001. Summi halda, at lógin skal herðast, onnur halda, at...

Breddin: Suðuroyartunnilin og Epstein-skjøl 10.02.2026

Fíggjarnevndin viðger í løtuni lógaruppskotið hjá løgmanni um Suðuroyartunnilin, sum kemur úr nevndini í næstu viku. Biðið var um ein mánað aftrat at viðgera málið, og nevndin hevur sett løgmansskrivstovuni 59 spurningar. Eitt nú vil fíggjarnevndin vita, hvussu tað bar til, at ráðgevin hjá PF Suðuroyartunlinum, SINTEF, kundi staðfesta, at tað jarðfrøðiliga var ein fyrimunur at fara av Skarvanesi,...

Breddin: Skal ES flyta seg tættari saman? 06.02.2026

Flestu evropearar vilja hava, at ES skal flyta seg enn tættari saman, vísir nýggj spurnakanning. Og tað, tey helst vilja hava Evropa at standa saman um, er verja ímóti øðrum londum. Fer Evropa at flyta seg ímóti at vera meira sum eitt ríki? Og hava evropearar annað til felags enn at ræðast fíggindar uttaneftir? Vit tosa við Berg Djurhuus Hansen, P.hd og lektara, og Hans Andrias Sølvará, professara...

Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar 05.02.2026

Ungdómsting hevur verið í løgtinginum seinastu dagarnar, og har hava tey ungu yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir. Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim. Í desember í fjør bannaði Avstralia sum fyrsta landið í heiminum børnum og ungum undir 16 ár,at brúka sosialar miðlar - sum t.d. Facebook, Snapchat, TikTok og YouTub...

Breddin: Føroyar og ES-limaskapur 03.02.2026

Er tað nú, at vit vit skulu streingja á og arbeiða fyri at fáa limaskap í ES? Og ber tað yvirhøvur til hjá Føroyum at fáa limaskap? Kjak verður um evnið í sendingini í dag. Gestir í útvarpsstovuni vera Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, og Jacob Vestergaard, tingma...

Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag? 30.01.2026

Føroyar mangla arbeiðsmegi, og Fast Track-skipanin skuldi vera loysnin: Ein skjót og smidlig leið at fáa fólk til landið at arbeiða. Men fleiri seta nú spurnartekn við, um skipanin í veruleikanum bert er ætlað arbeiðsmarknaðinum, og ikki teimum menniskjum, sum koma higar at arbeiða og gerast ein partur av samfelagnum. Útlendingar við útbúgving og førleikum siga seg vera fastlæstar í hesi snarskipa...

Höre den Podcast Breddin in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet