Kringvarp Føroya
Orðaval
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: kvf.fo
Gdzie słuchać?
Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótcePodcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów
Odcinki
Orðaval #37: Virðing fyri veruleikanum 19.05.2026 35:40
Málveruleikin er partur av samfelagsveruleikanum, vit mugu hava eina heiðurliga veruleikalýsing eisini av málinum. Vit eiga at finna eina javnvág, so vit ikki verða fyri málsligum økismissi, at vit leggja afturat, heldur enn yvirskriva. Tað heldur Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur. Hon heldur eisini, at ein máti at bøtt um málið í almenninginum kundi verið at útbúgvið málrøktarar, sum...
Orðaval #36: Málbroytingar 05.05.2026 27:59
Í sendingin hesaferð verður tosað um málbroytingar, og um munin á føroyskari og íslandskari úttalu. Eisini verður flaggið viðgjørt, og ymiskt, ið hevur við navnið at gera. Gestur var Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm er vertur.
Orðaval #35: Móðurmálsdagurin 22.04.2026 28:04
Móðurmálsdagurin, ið var 25. mars, sum eisini er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, er eitt av evnunum í sendingini. Hammershaimb gjørdi føroyska skriftmálið, og hesaferð verður m.a. greitt frá navninum, Hammershaimb, og hvussu ættin kom til Føroyar. Dagfinn Olsen er gestur. Øssur Egholm er vertur.
Orðaval #34: Málsløg 30.03.2026 37:33
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini tosar um, at úrvalið av orðum verður avgjørt av einum ritstjóra, sum fyrst og fremst velur orð, ið hóska seg í skriftmáli. Mørkini flyta seg tó, so nógv er í orðabókum í dag, sum ikki var hugsandi fyri 30 ella 50 árum síðani. Vælkomin til enn eina orðavalssending, har vit spyrja: Hvørji orð sleppa í føroyskar orðabøkur, og eru orð ikki føroysk, um tey ikki eru í...
Orðaval #33: Ljóðsvinn 11.03.2026 29:36
Bjarni Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har evnið er ljóðsvinn. Tosað veðrur eisini um orðini val og atkvøður. Øssur Egholm er vertur.
Orðaval #32: Fyrsta føroyska barnabókin 23.02.2026 26:41
Evnið hesaferð var Robinson-søgur, ið er søgur, sum ofta eru sprotnar úr søguni um Robinson Kruso. Greitt verður m.a. frá hesum søgum, og hvussu tær eru vorðnar til. Dagfinn Olsen, lærari, greiðir eisini frá ymiskum málsligum.
Orðaval #31: Norðurlendskir málførleikar 09.02.2026 31:23
Hvussu ansa vit eftir okkara málsliga siðaarvi? Tað spyr Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, nú tað vísir seg, at børn og ung skilja illa hini norðulendsku málini. Øssur Egholm er vertur.
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð 28.01.2026 28:26
Bjarni Steintún, sum starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Vertur er Øssur Egholm.
Orðaval #29: Orðið "jól" og stavingarhættir 12.01.2026 32:30
Hesaferð tosa vit um orðið "jól". Eisini skifta vit orð um rithøvundan Magnus Dam Jacobsen, ella Magnus á Kamarinum, sum andaðist í 1978, og sum onkursvegna breyt upp úr nýggjum í mátanum at skriva uppá, bæði skaldsøgur og stuttsøgur. At enda verður eisini tosað um reglur í sambandi við hvussu orð stavast. Gestur í sendingini hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari.
Orðaval #28: Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur 22.12.2025 37:46
Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur eru millum evnini, ið verða viðgjørd í ársins síðstu útgávu av Orðavali. Tosa verður eisini um happing í sambandi við framburð av ávísum orðum. Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.
Orðaval #27: Ljóðbroytingar og atvent og jól 02.12.2025 33:29
Nøvn sum atvent og jól er evnið í sendingini, har tosað eisini verður um ljóðbroytingar, iðhenda ímillum norrønt og føroyskt. Bjarni Steintún er gestur í sendingini.
Orðaval #26: Nýggj orð 17.11.2025 31:48
Í sendingini verður tosa um ymiskt málsligt, sum javnan er frammi, og sum kjakast verður um, og eisini verður tosa um nýggj orð, sum javnan koma inn í málið. Umframt hettar var spurningur frá lurtara eisini svaraður. Gestur hesaferð var Dagfinn Olsen, lærari."
Orðaval #25: Málkensla og navnorðagerð 04.11.2025 31:42
Málkenslu og navnorðagerð eru evnini í 25. útgávuni av Orðaval, har Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #24: Málsøga og orðasøgur 20.10.2025 28:58
Í sendingini hesaferð verður tosað um málsøgu og orðasøgur. Millum annað um serliga føroyska fyribrigdið "skerping", og um orð, sum hava fingið nýggja merking upp í gjøgnum tíðina. Gestur er Bjarni Steintún. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #23: Stavraðið, avroð og doyggjandi orð 07.10.2025 26:39
Evnini í sendingini eru stavraðið, sum nú er í uppskoti at broyta. Eitt annað evni er orðið "avroð", og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum. Eisini verður brot úr einari av orðabókasendingunum hjá Jóan Hendriki Winther Poulsen frá 1978 at hoyra. Gestur: Dagfinn Olsen, lærari. Vertur: Øssur Egholm. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráð...
Orðaval #22: Fólkanøvn 28.05.2025 39:13
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur í sendingini, har tosað verður um fólkanøvn, eitt nú Fríðrikkur, og hvussu tey bendast. Men eisini verður orðið "kaðal", og hvussu tað bendist, viðgjørt. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #21: Tá føroyskt gjørdist norrønt mál 19.05.2025 33:35
Hvussu gjørdist føroyskt ein grein av norrønum? Tað verður millum annað tosað um. Gestur er Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #20: Rúnir og rúnarsteinar 13.05.2025 38:04
Í sendingin hesaferð eru evnini millum onnur rúnir og rúnarsteinar, føroyingasøga, og eisini skifta vit orð um bilin, ið upprunaliga var kvennkynsorð. Eisini venda vit øðrum málsligum meira og minni hepnum málfyribrigdum. Gestur hesaferð er Dagfinn Olsen. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn 14.04.2025 34:00
Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #18: Frumnorrønt og norrønt 07.04.2025 31:26
Í sendingini hesaferð hyggja vit m.a. at muninum á tí frumnorrøna og tí norrøna. Gestur er, Bjarni Steintún, sum starvast á Føroyamálsdeildini. Øssur Egholm leggur til rættis.
Orðaval #17: Móðurmálsdagurin og V.U. Hammershaimb 31.03.2025 34:35
25. mars er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, men tað er nú eisini Móðurmálsdagur. Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Móðurmálsdagin í seinastu viku, um V.U. Hammershaimb, um bendingar o.a. Øssur Egholm leggur til rættis. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
Orðaval #16: Teknmál og veðurfyribrigdi 24.03.2025 38:23
Í sendingini hesaferð var evnið teknmál. Vit tosa við Edny Poulsen, ið starvast á Sernámi, sum sernámsfrøðiligur ráðgevi, og við tekni til talu. Eisini svarar Hanus Kjølbro, frá Veðurstovu Føroya, spurningi frá lurtara, ið spyr um orðið hektopaskal.
Orðaval #15: Steintór Rasmussen 17.03.2025 47:04
Steintór Rasmussen hevur í hálva øld skrivað sangir, umframt at hann hevur roynt seg sum rithøvundur. Føroyskt hevur verið hansara arbeiðsmál, eisini sum lærari. Øssur Egholm hevur hitt Steintór Rasmussen og prátað við hann um, hvussu hann hevur brúkt málið í sínum yrki.
Orðaval #14: Føstan, britur og staðarnøvn 03.03.2025 39:45
Orð, ið knýta seg at føstuni, britur og staðarnøvn verða umrødd í sendingni, har Lena Reinert, ið starvast á føroyamálsdeildini, er gestur. Øssur Egolm leggur til rættis.
Orðaval #13: Málfrøðilig føll og móðurmálsundirvísing 24.02.2025 31:31
Í Orðavali hesaferð er millum annað mállæra á skránnni. Vit hitta Bjarna Steintún, ið starvast á Føroyamálsdeildini. Hann greiðir eitt nú frá um málfrøðilig føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava varðveitt síni føll, meðan hini norðurlondini hava mist summi av sínum. Eisini tosa vit um móðurmálsundirvísing í Aalborg. Vilhelm Magnussen undirvísir føroyskum børnum í Aalborg tvær ferðir um vikuna.
Podobne podcasty
Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS