Heimamissiónsungdómur
HMU Podcast
Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.
Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: trubodin.fo
Autor
Heimamissiónsungdómur
Kategoria
Strona podcastu
Ostatni odcinek
6 lip 2026
Gdzie słuchać?
Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótcePodcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów
Odcinki
HMU Podcast #013 - Bíða 05.01.2026 37:33
Nú eftir eina lítla jólaferiu eru vit aftur við einum parti. Evni er at bíða. Við í Podcastinum eru Bjarta og Sjúrður.
HMU Podcast #012- Nú vera jól 21.12.2025 45:39
Nú er tað alvorliga fari at nærkast jólinum og í hesum sampandi hava vit ein jól part til tykkum. Við í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Podcasturin er eisini at finna á YouTube!
HMU Podcast #011 - Er kristindómur bara fyri tey heilagu? 14.12.2025 45:19
Hesa ferð er Magni Skoradal gestur í HMU-podcastinum, og evni hjá honum er "Er kristindómur bara fyri tey heilagu?". Magni er av Toftum og gonur fast í Taboor, har hann virkin í arbeiðinum. Millum annað hevur hann ein bíblibólk við ungum Tofta dreingjum. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Podcasturin er at finna á YouTube
HMU Podcast #010 - Ollis Barber 07.12.2025 48:50
Hesa ferð er tað ein serligur partur, tí vit eru farin út at vitja Ólav Davidsen – ella sum nógv kenna hann, Ollies Barber . Fyrir stuttum hevur hann latið upp eina nýggja salong á Heiðavegi í Saltangará. Í hesum partinum fortelur Ólavur, hvussu hann byrjaði at fylgjast við Jesusi. Samstundis klippir hann Hjalmar, meðan podcasturin verður upptikin. Vertirnir hesa ferð eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrðu...
HMU Podcast #009 - Grønland 30.11.2025 37:33
Hesa ferð er Magnus Hammer í Høllum gestur í HMU-podcastinum, og hann snakkar um tíðina, sum volontør í Grønlandi. Magnus var í Grønlandi í eitt hávlt ár, har hann slapp at síggja nær um alt Grønland, hann var umborð og skipum, inni í fongslinum og kom í samband við nógv fólk ið onki høvdu. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Dann. Podcasturin er at finna á YouTube
HMU Podcast #008 - Evnagelii: hvat, hví og hvussu? 23.11.2025 54:59
Hesa ferð er Sonni Steinhólm gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Evnagelii: hví, hvat og hvussu?" Sonni er úr Runavík og gongur í Missiónshúsinum á Glyvrum, har er hann eisini er partur av ungdómsnevndini. Til dagligt lesur hann til maksinmeistara í Havn. Vertirnir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
HMU Podcast #007 - Kristin um allan heim 17.11.2025 39:50
Hesa ferð er Fríði Dam gestur í HMU-podcastinum. Evnið í sendingini er "Kristin um allan heim". Fríði hevur, síðan hann var heilt ungur, havt ein dreym um at sleppa út við Logos Hope , sum er eitt skip hjá OM. Hesin dreymur gjørdist veruleiki, tá ið hann í tvey ár sigldi við Logos Hope sum maskinmeistari. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Hjalmar. Tú kanst eisini síggja podcastið á YouTube.
HMU Podcast #006 - Hví hava øll so nógvan skund? 10.11.2025 47:23
Hesa fer er Derhard Jógvansson gestur í HMU-podcastinum. Evnið er hví hava øll so nógvan skund? Derhard er prestur í Vesturkirkjuni í Havn og hevur veri har í 15 ár. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
HMU Podcast #005 - Er Jesus tann einasti vegurin? 03.11.2025 43:27
Hesa fer er Anton í Liljudali gestur í HMU-podcastinum. Evnið er: “Er Jesus tann einasti vegurin?” Anton er uppvaksin í Svøríki, men hevur eisini búð í Føroyum í nógv ár. Í løtuni lesur hann til teologi í Keypmannahavn, har hann býr saman við konu síni. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini síggja podcastin á YouTube.
HMU Podcast #004 - Hví felli eg í freisting? 25.10.2025 46:06
Hesa ferð er Kartin Høgnesen gestur í HMU Podcastinum. Evnið, sum hann fer at tosa um, er: "Hvat geri eg, tá eg felli í freisting?" Kartin Høgnesen er millum annað kendur sum frisør, men nú arbeiðir hann sum ungdómsráðgevi í Heimamissiónini. Vertirnir í sendingini eru Bjarta og Sjúrður. Tú kanst eisini hyggja eftir podcastinum á YouTube.
HMU Podcast #003 - Jórunn Mohr Viderø 19.10.2025 52:50
Hesa ferð er tað Jórunn Mohr Viderø, sum fortelur um, hvussu hon kom til trúgv. Tað er ein spennandi og lærurík ferð, sum nógv onnur als onki kenna til. Afturat henni eru Bjarta Hjalmar og Sjúrður, sum eru vertir. Møugleiki er eisini at hyggja eftir podcastinum á YouTube.
HMU Podcast #002 - Hví velja ung at fylgja Jesusi 13.10.2025 48:21
Nú eru vit alvorliga komin í gongd. Tað er Jákup Brúsá sum er við, sum fyrsti gestur í HMU Podcastinum, og hann er komin at snakka um, hví ung velja at fylgja Jesusi.
HMU Podcast #001 - Hvat vilja vit? 05.10.2025 41:13
Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Hetta er fyrsti partur av nýggja HMU Podcastinum. Tað eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður ið eru vertir.
Trúpoddurin 18. partur: Um trúgv og iva 23.05.2024 24:34
Tað er mangt, sum kann fáa okkum at ivast. Í einum samfelag, har vit fáa so nógva kunning er skjótt at vit byrja at ivast í, hvat passar... Tað kann eisini viðhvørt leiða til at vit fara at ivast í Gudi og hansara orði. Í trúpoddinum í dag, tosa Bjarta og Sjúrður um trúgv og iva.
Trúpoddurin 17. partur við Jákup Brusá 16.05.2024 20:26
Í dag hava Bjarta og Sjúrður fyri vitjan av sjálvum aðalskrivaranum í Heimamissiónini – Jákup Brúsá. Jákup greiðir frá sínum vitnisburði, um hvussu hann fekk frið við Gud.
Trúpoddurin 16. partur við Jóhan og Silju 09.05.2024 16:37
So var trúpoddurin aftur. Hesaferð hava Bjarta og Sjúrður fingið vitjan av Jóhan og Silju, sum arbeiða í Nesvík. Silja er í læru á skrivstovuni og Jóhan er barna og ungdómsráðgevi. Saman við teirra starvsfelagum syrgja tey fyri at alt koyrir, sum tað skal í Heimamissiónini. Silja og Jóhan eru ikki ofta at síggja á forsíðuni, tí størsti parturin av teirra arbeiði er í “maskinrúminum” í Nesvík. Tey...
Trúpoddurin: Hvørjum fylli eg meg við 28.04.2024 18:30
So var aftur ein trúpoddur á skránni. Hesaferð tosa vit um evnið “hvørjum fylli eg meg við” Bjarta og Kartin tosa um, hvønn týdning tað hevur at fylla seg við Jesusi og andaligum tilfari. Vit í trúpoddinum vilja eisini takka Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri teirra arbeiði!
Trúppodurin Special við Lisa Børud 18.04.2024 13:31
Tað er ein heilt serligur dagur í studionum. Sjúrður og Bjarta hava fingið vitjan av norsku sangstjørnuni Lisu Børud. Hennara sangir hava spælt ein stóran leiklut í uppvøkstrinum hjá Bjartu og nógvum øðrum børnum og ungum í Føroyum og Norra. Sjúrður og Bjarta hittu Lisu og fingu eitt stutt prát við hana beint eftir konsertina á Kristfest 24.
Trúpoddurin við the Cochrens 13.04.2024 21:10
Trúpoddurin Special við Cochren Í dag er Kristfest í Nesvík. Fyrr í dag vitjaðu Bjarta og Sjúrður Michael og Leah á teirra hotelli og tosaðu við tey um teirra tónleik, og hvat gevur teimum íblástur.
Trúpoddurin 15. partur við Kartin Høgnesen 03.04.2024 24:58
Vælkomin til Trúpoddin. Í dag fer Trúpoddurin at snúgva seg um lív, trúgv og tænastu. Bjarta og Sjúrður hava fingið vitjan av nýggja ungdómsráðgevanum Kartin Høgnesen.
Trúpoddurin 14. partur - At elska næsta tín sum sjálvan teg 27.03.2024 24:14
So er næsti partur av Trúpoddinum her!😃 Hesa vikuna tosa Bjarta og Sjúrður um næstrakærleika. “Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg”.
Trúpoddurin 12. partur 18.03.2021 49:49
Bjarta, Heri, Maria og Sjúrður tosa í hesum partinum um evnið: Sálarligt stíð og trúgv.
Trúpoddurin 11. partur 09.07.2020 47:48
So var Trúpoddurin her. Øll sunnudagsskúlabørn hava sungið um Rut, sum hevði hjarta milt, men hvat er søga hennara? Í dag viðgera vit teir 4 kapitlarnar í Rutarbók.
Trúpoddurin 10. partur 25.06.2020 43:58
So var 10. partur her! Hesaferð tosa vit um líknilsi um Sáðmannin. (Luk 8,5-15)
Podobne podcasty
Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS