Heimamissiónsungdómur

HMU Podcast

Religion FO ↓ 59 Folgen

Vælkomin til podcastin hjá HMU. HMU Podcasturin er ein ungdómspodcast, har 3 ung hittast at tosa um ymisk evnir og kanna, hvat bíblian sigur um tey, við ymiskum gestum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

Autor

Heimamissiónsungdómur

Kategorie

Religion

Podcast-Website

trubodin.fo

Neueste Folge

6. Jul 2026

Wo hören?

Podcasts in der App Replaio Radio Bald verfügbar

Podcasts kommen bald in die App. Installiere sie jetzt und erlebe als Erster einen ganz neuen Blick auf Podcasts

Bei Google Play herunterladen Kostenlos installieren Android 5 Mio.+ Downloads · Bewertung 4,8 iOS bald

Folgen

HMU Podcast #038 - Matteus kap. 12 06.07.2026
HMU Podcast #037 - Matteus kap. 11 28.06.2026

So eru vit komin til kapittul 11 í Matteusevangelinum. Her hoyra vit um Jóhannes Doyparan og tey ivamál, hann hevði, samstundis sum Jesus lærir um trúgv og hvíldina, sum finst hjá honum. Ein kapittul við bæði djúpum spurningum og stórari ugga. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Dann.

HMU Podcast #036 - Matteus kap. 10 21.06.2026
HMU Podcast #035 - Matteus kap. 9 14.06.2026

So eru vit komin til kapittul 9 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram at gera undurverk, grøða sjúk og møta fólki við kærleika og miskunn. Vit síggja eisini, hvussu hann kallar Matteus at fylgja sær. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #034 - Matteus kap. 8 07.06.2026
HMU Podcast #033 - Matteus kap. 7 31.05.2026

 So eru vit komin til kapittul 7 í Matteusevangelinum. Her endar fjallaprædikan, har Jesus gevur fleiri týðandi lærur og avbjóðar fólk at byggja lív sítt á hansara orð. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. 

HMU Podcast #032 - Matteus kap. 6 24.05.2026

 So eru vit komin til kapittul 6 í Matteusevangelinum. Her heldur Jesus fram við fjallaprædikuni og lærir um bøn, trúgv og at líta á Gud í gerandisdegnum. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. 

HMU Podcast #031 - Matteus kap. 5 17.05.2026

 So eru vit komin til kapittul 5 í Matteusevangelinum. Hetta er eisini kapittulin, har fjallaprædikan byrjar. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. 

HMU Podcast #030 - Matteus kap. 4 11.05.2026

So er tað kapittul 4 úr Matteusevangelinum – ein spennandi kapittul, har Jesus arbeiðir og ger undurverk. Vertir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður. 

HMU Podcast #029 - Matteus kap. 3 05.05.2026

 So eru vit komin til kapittul 3 í Matteusevangelinum. Tað eru Bjarta og Sjúrður, sum eru vertir. Í kapittli 3 møta vit nevniliga Jóhannesi, einum ógvuliga serligum og spennandi persóni í Bíbliuni. 

HMU Podcast #028 - Matteus kap. 2 27.04.2026

Seinast var byrja uppá at gjøgnum ganga Matteus evnagelii, so nú er tað kappitul nummar 2. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.

HMU Podcast #027 - Matteus kap. 1 20.04.2026

Vit hava valt at broyta formati hjá HMU Podcast eitt sindur. Vit fara nú í eina nýggja røð, har vit ganga ígjøgnum Matteus evangeliið – eitt kapittul fyri hvønn part. Endamálið er at fara í dýpdina og skapa eitt samanhangandi yvirlit, har vit saman kunnu lesa, skilja og tosa um tekstin. Ein mega spennandi røð sum vit gleð okkum nógv til. Vertir í hesum fyrsta parti eru Bjarta og Sjúrður.

HMU Podcast #026 - Bíbliuskúli í Eysturríki 15.04.2026

Eftir ein góðan páskasteðg eru vit aftur við einum nýggjum parti. Gestir hesa ferð eru Anna Klein Olsen, Bjarnhild í Buð Justinussen og Jónrið Joensen. Tær hava verið saman á einum bíbliuskúla í Eysturríki, og tær greiða frá sínum upplivingum har. Ein sera spennandi partur. Bjarta og Sjúrður eru vertir.

HMU Podcast #025 - Páskini í dag 30.03.2026

So er mánadagur og aftur ein nýggjur partur. Hesin partur er eitt framhald av partinum í síðstu viku, tá evni var tær fyrstu páskirnar. Hesu ferð er tað so páskini í dag. Øssur Kjølbrø, sum er prestur í Klaksvík, er eisini gestur í hesum partinum. Vertirnir eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #024 - Tær fyrstu páskirnar 23.03.2026

Nú nærkast páskini, og í tí sambandi hava vit fingið Øssur Kjølbro at greiða okkum frá teimum fyrstu páskunum, hvat tað er, hvat tað merkir og mangt annað. Øssur er prestur í Klaksvík og fyrrverandi aðalskrivari í Heimamissiónini. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #023 - Hoydalar 16.03.2026

Ein spennandi partur hesa vikuna. Tað eru Anna Lovisa Myri og Jóhanna Sámalsdóttir, sum eru tveir av spírunum í nýggju sendingunum, sum KVF hevur framleitt og hevur hugtikið alt Føroyar. Tær greiða frá teirra uppliving, hvussu tað var, og serliga er eisini dentur lagdur á, hvussu trúgvin hevur fylt ígjøgnum hesa tíðina. Vertir í sendingini eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #022 - Missiónsskúli í Suður Afrika 09.03.2026

So er tað Rannvá Hentze sum eisini hevur veri í Suður Afrika seinasta hálva ári. Hon hevur veri á einum missiónsskúla hjá YWAM í Durban.

HMU Podcast #021 - Hin stóra kvøld máltíðin 02.03.2026

Hin stóra kvøldmáltíðin er ein kend bíbilsøga. Hjalmar hevur dúkað niður og fortelur, hvat hann hevur fingið burtur úr saman við Bjartu og Dann. 

HMU Podcast #020 - YWAM í Suður Afrika 23.02.2026

Gesturin hesa vikuna er Marjun Garðsá sum hevur veri á einum lærusveinaskúla í Suður Afrika hjá YWAM. Tað er eitt DTS skeið, tá er man part av tíðini í skúla og eisini ein part úti í missión. Vertirnir í sendingini eru Bjaarta, Dann og Sjúrður.

HMU Podcast #019 - OpenDoors 16.02.2026

Tað er Sámal Jákup sum er gestur í heusm partinum. Hann fortelur um altjóðafelagsskapinum OpenDoors og alt tað stóra arbeiði tey gera. Vertirnir í hesum parti eru Dann, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #018 - Trúgv og gerningar 09.02.2026

Hesa ferð er tað Ovi Brim, sum er gestur, og hann kemur eisini við einum spennandi evni. Evnið er nevniliga Trúgv og gerningar . Ovi er til dagligt prestur og próstur. Vertir í hesum partinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #017 - Dópur 01.02.2026

Aftur ein spennandi podcastur við einum spennandi evni. Gestur í hesum parti er Torleif Johannesen, hann arbeiðir sum sjómanstrúboðari fyri Heimamissiónina. Evnið í hesum partinum er dópur. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #016 - Húsmøti í Aarhus 26.01.2026

Mánadagur so er sjálvandi ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Tað er Rakul Kjølbro sum er gestur. Rakul býr og lesur í Aarhus, har tey eru byrja at hava húsmøtir fyri føroyingum. Hoyr um hvussu tað byrjaði og hvussu tey hava møtini í Aarhus her.

HMU Podcast #015 - Lærusveinaskapur 19.01.2026

Í hesum partinum hava vit fingið ongan annan enn Tórur Jacobsen á vitjan. Tórur býr í Danmark har hann eisini lesur gudfrøði. Evni í hesum parti er lærusveinaskapur, sum er eitt evni sum Tórur hevur arbeitt nógv við. Vertir í podcastinum eru Bjarta, Hjalmar og Sjúrður.

HMU Podcast #014 - Mercy Ships 12.01.2026

Aftur mánadagur og aftur ein nýggjur partur frá HMU Podcast. Í dag er tað við Súsannu Hendriksdóttir Olsen, sum í fleiri umførum heuvr veri úti við Mercy Ships. Mercy Ships er ein hjálpar felagsskapur sum siglur runt alla verðuna, og veitir heilushjálp. Tað eru Bjarta og Sjúrður sum eru vertir.

Höre den Podcast HMU Podcast in Replaio

Radio und Podcasts in einer App - kostenlos und ohne Anmeldung. Installiere sie noch heute und verpasse den Start nicht

Bei Google Play herunterladen

Replaio ist kein Herausgeber von Podcasts; die Namen der Sendungen, Cover und Audioinhalte gehören ihren Autoren und werden über öffentliche RSS-Feeds verbreitet