Jonhard Jógvansson

Eitt ljós á gøtu míni

Eitt poddvarp, ið viðger kristnu trúnna

Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: jonhard.podbean.com

Autor

Jonhard Jógvansson

Kategoria

Religion

Strona podcastu

jonhard.podbean.com

Ostatni odcinek

7 cze 2026

Gdzie słuchać?

Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótce

Podcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów

Pobierz z Google Play Zainstaluj za darmo Android 5 mln+ pobrań · ocena 4,8 iOS niedługo

Odcinki

Rík í Gudi 07.06.2026

Við líknilsinum um hin ríka mannin undirstrikar Jesus, hvat ið veruliga hevur týdning fyri okkum, tá ið Guð kemur at heimta okkara sál. Alt heimsins ríkidømi kann tá ikki hjálpa okkum! Nei, tá er tað eitt heilt annað slag av ríkidømi, sum er avgerandi fyri okkum, nevniliga hetta, at vera rík í Gudi! (Evangelium: Luk 12,13-21).

Tit skulu fáa kraft! 25.05.2026

Ápostlarnir kendu seg óiva máttleysar, tá Jesus fortaldi teimum, at hann skuldi fara heim aftur til faðirin. Hvat kundu teir gera, um Jesus ikki var hjá teimum? Hvussu kundu teir yvir høvur boða gleðiboðskapin uttan Jesus? Sjálvandi kendu teir seg máttleysar! Men áðrenn Jesus fór heim til himmals, troystaði hann sínar vinir og segði: “Tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum, og...

At kenna Jesus 10.05.2026

Vit kunnu ikki fáa felagsskap við Gud uttan Jesus! Jesus sigur tað eisini sjálvur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6). Vit læra Gud at kenna við at læra Jesus at kenna. Men tann, sum ikki kennir Jesus, kennir heldur ikki Gud. Tað er sostatt avgerandi fyri okkum at kenna Jesus!

Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól! 05.04.2026

Okkara kristna vón er ikki bygd á eina blinda trúgv. Harafturímóti kunnu vit við góðari grund trúgva, at eitt veruligt uppreisnarundur er hent! Tað, at hetta undrið veruliga er hent, gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er als ikki endin! (Prædika til páskadag. Epistul: 1 Pæt 1,3-9. Evangelium: Matt 28,1-8. Sálmur: Rís upp yvir grøv, Guðs páskasól!).

Jesu tænasta 02.04.2026

“Harri, tváar tú føtur mínar? … Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!” (Jóh 13,6 og 8). Skal Jesus virkuliga tæna mær? Er tað ikki eg, sum skal tæna honum? Ja, soleiðis hugsa vit kanska. Og tað er satt, at vit sum kristin eru Jesu tænarar. Men Jesu tænasta fyri okkum er kortini óendaliga nógv størri, enn okkara tænasta fyri honum!

Harri, tað er gott, at vit eru her! 19.03.2026

Í eina løtu uppi á fjallinum sleppa hesir tríggir lærusveinarnir at vera vitni til dýrdina hjá honum, sum skuldi útstanda so nógv og líða deyðan á krossinum. Teir fáa eina staðfesting av ófatiligu dýrdini hjá konganna kongi, sum kortini skuldi bera eina tornakrúnu og líða so nógv fyri at frelsa menniskju.   Prædika Og seks dagar aftaná tekur Jesus Pætur og Jákup og Jóhannes, bróður hansara, við sæ...

Vit avnokta djevulin 08.03.2026

Tað er ikki uttan grund, at vit avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans! Vit hava jú ein fígginda, sum “roynir svikaráð og okkum herjar á…” (3. sunnudag í føstu. Prædikutekstur: Jóh 8,42-51. Sálmur fyri prædiku: 255 Vár Guð er føst og haldgóð borg).

Fylg mær! 22.02.2026

Lívið sum ein kristin er eitt lív á einum ávísum vegi. Hetta er eisini grundin til, at tey fyrstu kristnu kallaðu seg fyri tey, sum hoyrdu til “vegin” (Áps 9,2). At hoyra Jesusi til, var at hoyra einum ávísum vegi til í hesum lívi: at fylgja í Jesu fótasporum dagliga, at verða inndekkaður av støvinum frá honum, at læra av honum, at vera sum hann og at gera sum hann. (Konfirmantagudstænasta í kirkj...

Mátturin í Guds orði 08.02.2026

1. Gud hevur “andað” Skriftina; hon er innblást av honum. 2. Andi Guds talar gjøgnum Skriftina enn við sama lag. 3. Skriftin sjálv veitir okkum Gud við at veita okkum Anda hansara. Sunnudag seksagesima. Epistul: 2 Tim 3,10-17. Evangelium: Mark 4,26-32.

Far inn til gleði harra tíns! 01.02.2026

Í líknilsinum um talentirnar boðar Jesus okkum ein sera álvarsaman boðskap, nevniliga at vit í trúfesti eiga at brúka tær gávurnar, sum vit hava fingið frá Gudi. Um vit á hinari hondini goyma hesar gávurnar burtur, so verður tað við okkum, líkasum hjá hinum ódugna húskallinum, sum fjaldi talentina í jørðini. 3. sunnudag fyri føstu (sunnudag septuagesima). Prædikutekstur: Matt 25,14-30. Sálmur fyri...

Dópsins sakramenti 11.01.2026

1. sunnudag eftir trettanda. Lestur: 1. Mós 48,8-12 og 15-16. Evangelium: Mark 10,13-16.

Stjørnan, sum lýsir okkum vegin 07.01.2026

Eins og betlehemsstjørnan lýsti vísmonnunum vegin til Jesusbarnið, soleiðis er Guds heilaga orð nú okkara bjarta stjørna, sum lýsir okkum vegin til Frelsaran!

Ein heimur uttanfyri 01.01.2026

Hesin seinasti dagurin í tí gamla árinum minnir okkum á, at tíðin gongur, og at vit - saman við Jesusi - eru ávegis móti Guds ævinleika. Og tað er nakað gott og gleðiligt, sum vit eru á veg til. Himnastrond er fyri stavni!

Trúgvin á Jesus 22.12.2025

Tá ið tú spyrt: “Nær eri eg ein kristin?” so svarar Gud: “Tá ið tú trýrt á Jesus!” Og tá ið tú spyrt: “Hvussu verði eg ein kristin?” so svarar hann: “Við at trúgva á Jesus!” Hetta er eitt einfalt, men samstundis eisini eitt undurfult svar - eitt svar, sum opnar vegin fyri øllum hjálparleysum og glataðum sálum. (Prædikutekstur: Jóh 3,25-36).

Factum est 19.12.2025

“Factum est” - soleiðis byrjar jólaevangeliið á latín. Tað hendi faktist í teimum døgum! Jólaevangeliið byrjar ikki sum eitt ævintýr: “Einaferð var tað…” o.s.fr. Nei, harafturímóti byrjar tað við orðum, sum stilla jólaundrið mitt inn í henda heim og inn í okkara heimsøgu.

Eiðis Ljómfelag og sálmasangur í kirkjuni 10.12.2025

Fríðrikur Petersen yrkti “Gleðilig jól!” til jóla í 1891. Sálmurin minnir okkum um gleðiboðskapin av himli, og at paradísportrið er opnað einum og hvørjum, tí at Guds náði í Jesusi er okkara skjól!

Vakið tí 07.12.2025

Í millumkrígstíðini lýsti týski gudfrøðingurin, Reinhold Niebuhr, religiónina hjá nútímans menniskjum soleiðis: “Við hjálp frá einum Kristusi uttan kross letur ein Gud uttan vreiði menniskju uttan synd sleppa inn í ein ævinleika uttan glatan.” Hesin boðskapurin kitlar mong í oyruni eisini í dag. (Prædikutekstur: Matt 25,1-13).

Tá Guðs orð fór í hold 02.12.2025

Gævi, at henda ársins tíð verður merkt av lovsangi fyri barninum, sum Maria ber undir belti og fyri undurfullu føðingini í Betlehem jólanátt! Og gævi, at lovsangurin fyri Jesusbarninum lærir okkum at lova og takka Guði fyri hvørt menniskjafostur og hvørt barn, sum verður borið inn í henda heim!

Sonur tín livir! 09.11.2025

Líkasum tað bar frelsu og ævigt lív við sær fyri kongsmannin at venda sær til Jesus og trúgva á hansara orð, soleiðis ber tað á sama hátt eisini frelsu og ævigt lív við sær fyri teg at venda tær til Jesus og trúgva á hann, sum doyði á krossinum fyri tínar syndir, sum reis upp frá deyðum og sum livir í dag. Prædikutekstur: Jóh 4,46-53.

Jesu frelsandi hond 01.11.2025

Allahalganna dagur - minningardagur teirra sjólátnu. Lestur: Opb 21,1-4. Evangelium: Matt 14,22-34. Sálmur fyri prædiku: 584 (Eg sigla man yvir lívsins hav).   Prædika Eins og Pætur ápostul, eru tað mong menniskju, sum í neyðini hava rópt: “Harri, bjarga mær!” Og líkasum hjá Pæturi síggja vit, at Harrin er nærverandi í neyðini og rættir okkum sína frelsandi hond. Ella sum vit hava sungið:   Mín bá...

Kristin vøkstur 12.10.2025

Tað verður sagt, at náðikeldan rennur omaneftir eins og ein og hvør onnur kelda. Sannur kristin vøkstur er niðureftir, niður í eyðmýkt og lítillæti, tí at “Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði” (1 Pæt 5,5). Evangelium: Luk 14,1-11.

Her møtast allir vegir 05.10.2025

Líkasum Jesus segði við hin deyða: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!” soleiðis hevur hann eisini máttin til at siga tað sama við okkum og yvir okkara grøv! Lestur: 1 Kong 17,8-10a og 17-24. Evangelium: Luk 7,11-17. Sálmur fyri prædiku: 448 (Her møtast allir vegir)

Um tey sleppa at liva 23.09.2025

Jesu verk á Golgata og burturbeiningin av heimsins synd hevði ongantíð verðið til veruleika, um Jesus varð burturbeindur sum fostur. Seinni royndi Heródes at beina fyri Jesusbarninum, men Gud havi lov fyri, at tað ikki eydnaðist! Gleðiboðskapurin um hitt fullgjørda verkið á krossinum og øll heimsins lagna hekk jú óloysiliga tætt saman við hetta eina barnið. Tí er tað einans rætt av okkum at taka u...

Hin miskunnsami Sámáriubúgvin 14.09.2025

13. sunnudagur eftir tríeindardag í Eiðis kirkju. Prædikutekstur: Luk 10,23-37

Ljóðið av himni 07.09.2025

Hóast øldir koma og fara, hóast ætt eftir ætt søkkur undir mold, so eru vit við trúnni kortini øll, bæði livandi og deyð, saman um hina somu livandi vónina í Jesusi, sum sjálvur er ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold.

Słuchaj podcastu Eitt ljós á gøtu míni w Replaio

Radio i podcasty w jednej aplikacji - za darmo, bez zakładania konta. Zainstaluj już dziś i nie przegap premiery

Pobierz z Google Play

Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS