Hinvegin
Hinvegin - KVÖKING
Jón og Arni um áhugaverd evni, stundum eru gestir á vitjan, stundum bara teir báðir.
Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: hinvegin.fo
Gdzie słuchać?
Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótcePodcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów
Odcinki
KVÖKING nr 19 - Elians Sonur og Högni Mohr 16.06.2024 1:50:35
Summi siga, at hann og hansara líkar eru stórsta hóttanin móti fólkaræðinum. Summi halda hann er bara skilagóður, væl orðaður og áhugaverdur. Flestu eru samd um, at hann bjóðar av. Jón og Arni práta við mest umrødda útvarpspersón seinastu tíðina, Ragnar Eliansson og framleiðaran Høgna Mohr. Báðir nógv umrøddir í seinastuni í samband við poddvarpið "Elians sonur," sum fekk stóran part av...
Hinvegin - Jón prátar við Eivind 2. juni 2024 02.06.2024 57:37
Jón prátar við Eivind Jacobsen beinleiðis í Hinvegin upptøkuhølunum í Norðragøtu. Teir práta um gongdina í krígnum í Ukraina, um valdsjavnvágina millum sunnanlond og vestanlond og hvussu hetta ávirkar okkum í Føroyum.
Hinvegin - Tyril og Jóansdóttir - gestur: Bárður Larsen 20.04.2024 1:17:53
Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um. Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspek...
KVÖKING nr 18 - um javnstøðu, kvinnurættindi, 8. mars o.a. 07.03.2024 1:55:13
Tveir miðaldrandi hvítir hinskyndir giftir menn tosa um javnstøðu. Eru vit komin á mál? Hvussu tá? Ella hvat skal til fyri at vit koma á mál? Tað spyrja vit tykkum, og okkum sjálvar, kæru lurtarar og hyggjarar.
KVÖKING nr 17 - við Sigert Paturson 14.02.2024 1:36:33
Gestur hesaferð er Sigert Paturson, formaður í Bóndafelagnum. Vit tosa um bónding, vinnumøguleikar, ferðavinnu og nýggju umstríddu lógina um burðardygga ferðavinnu.
KVÖKING nr 16 08.02.2024 1:28:58
Jón og Arni práta um Ron Paul, libertarianismu, frælsi, tvingsil, forboð, Adam Smith, John Locke og mangt annað. Við "live audience".
KVÖKING nr 15 17.01.2024 1:14:07
Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið. Er tað t.d. í lagi at samfeløg nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hv...
KVÖKING NR 14 - við Høgna Mohr 03.01.2024 1:12:40
Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.
KVÖKING 13 06.12.2023 1:14:00
Jon og Arni práta um fallandi burðartíttleikan og mangt annað í tí sambandinum
KVÖKING nr 12 - um Kringvarpið og Ísrael/Gaza 22.11.2023 1:07:07
Arni og Jón royna sum frægast at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir práta um tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING
KVÖKING 11 - gestur: Rúni Nielsen 18.10.2023 1:42:41
Í 11. parti av KVÖKING práta Arni Z. og Jón T. við Rúna Nielsen, íverkseta, whiskeykennara, mann og pápa, sum eisini er stovnari og kjakansari á facebookbólkinum, Pápar í Føroyum. Í Tráð við hetta verður prátað um júst hetta, at vera pápi og maður, og alt møguligt annað, sum onkursvegna stingur seg upp í samrøðuni.
KVÖKING partur 10 28.06.2023 1:06:13
Jón og Arni skifta m.a. orð um umsøknir um fjølmiðlastuðul, ið ikki vóru gingnar á møti, njadding, men mest um virkna deyðshjálp, transhumanismu og annað tengt at hesum
KVÖKING partur 9 14.06.2023 1:20:21
Arni og Jón práta um versnandi sálarheilsu, tilknýti, familju- og vinabond millum ungfólk. Teir taka støði í frágreiðingini "The Mental State of the World in 2022" hjá "The Mental Health Million Project". Frágreiðingin kann lesast her: https://mentalstateoftheworld.report Umrødda spurnarkanningin kann takast her: https://sapienlabs.org/mhq/
KVÖKING partur 8 05.06.2023 1:14:35
Arni Z. og Jón T. prátaðu um støðuna í Ukraina, um tíðindafundin og frágreiðingina hjá landsstýrinum, og royndu at koma í so frægt í dýpdina við málinum, sum til ber innan fyri rímiliga tíð. Jón nevndi fleiri ferðir greiningarnar hjá hjá amerikanska professaranum, John Mearsheimer. Ein framúr góður fyrilestur hjá honum, kann síggjast her (hann svarar spurningum eftir sjálvan fyrilesturin, sum avgj...
KVÖKING - partur nr 7 23.05.2023 1:21:33
Sensureraðir sjónleikir og brotin ælabogafløgg! Hendir hetta tí haturstala florerar í Føroyum? Og hvat er haturstala í grundini, og hvussu virkar hon. Og ikki minst, hvønn týdning hevur tað, at vit hava víðfevnt ella enntá víðgongt talufrælsið? M.a. tað práta Jón og Arni um í sjeynda parti av poddvarpinum KVÖKING
KVÖKING partur 6 03.05.2023 1:02:23
Arni og Jón taka støði í kjakinum, sum hevur verið seinastu dagarnar um sjónleikin, En kænguru, som dig, og umrøða spurningar, sum: Skal skúlin leggja ávís lívsvirði niður í børnini, ella skal hann halda seg til lesing, rokning, ítrótt og vanligan fólkaskikk? Er tað í lagið, at onnur enn lærarin - t.d. mentanarstovnar, samkomur, felagskapir ella fyritøkur, sleppa framat børnunum í skúlatíðini, at...
KVÖKING partur 5 - gestur: Björk Sadembou Tyril 19.04.2023 1:05:57
Arni, Jón og Björk taka tráðin frá seinasta parti uppaftur, og kava longur niður í kjakið kring fosturtøku. Hvørji eru bestu argumentini fyri fosturtøku? Hvat er tað, sum veruliga skilir partarnar í kjakinum? Eru vit ikki meira enn "ein posi av kyknum", ella hava vit íborið virði, og hava øll menniskju somu grundleggjandi rættindi, bara við at vera menniskju? Og forrestin, nær byrjar man...
KVÖKING nr 4 - Gestur: Björk Tyril Sadembou 05.04.2023 1:03:45
Gestur hesaferð er Björk Tyril Sadembou, lívfrøðingur, evnafrøðingur, mamma og samskipari hjá Føroya Pro Vita. Jón Tyril, Arni Zachariassen og Björk Tyril Sadembou skifta orð um áhugaverdar spurningar í sambandi við lív, mannavirði og -rættindi og ikki minst eitt heitt kjakevni í Føroyum fyri tíðina, fosturtøku.
KVÖKING nr 2 - Gestur: Birita Lamhauge Jóansdóttir 23.03.2023 50:10
Jón og Arni tosa við Biritu Lamhauge Jóansdóttir. Birita er útbúgvin sálarfrøðingur og sexologur. Tey práta um koronutíðina, sálarliga trýstið at hava “røttu” meiningina, hópfylking, tað at vera menniskja og at missa ella varveita sín menniskjaleika, týdningin av at kjakast opið, um tá ið fólk gerast órein móti øðrum, um týdningin av veruligum fysiskum menniskjaligum sambandi, um meiningina við lí...
KVÖKING nr 3 - gestur: Ben Arabo 22.03.2023 1:05:30
Tosað verður um orku sum lívsgrundarlag, grøna orkuskiftið, fossil brennievni, dómadagsprofeti, fólkavøkstur, veðurlagsverkføll og mangt annað tá ið Ben Arabo er gestur í triðja parti av KVÖKING. Vertir eru Jón Tyril og Arni Zachariassen. © Hinvegin, mars 2023 -- Nakrar notur Í samrøðuni verður víst til fyrilestur við Steven E. Koonin, hann kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=6Tz1Mi...
1. Partur við Bárði Larsen 24.02.2023 50:32
Fyrsti partur av nýggja poddvarpinum hjá Hinvegin við Arni Zachariassen og Jón Tyril sum vertum og hesuferð við Bárður Larsen sum gesti.
Podobne podcasty
Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS