Kringvarp Føroya
Akademia
Filosofikum viðger evni og støður, sum vit øll frá tíð til aðra spyrja: "Hvat er tað góða lívið", "hví skulu vit gáa um og spyrja", "hvat er vitan, og hvat er rong vitan" og mangt annað. Armgarð Arge leggur til rættis. Jógvan D. Hansen, námslektari, er gestur í sendingini.
Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: kvf.fo
Gdzie słuchać?
Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótcePodcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów
Odcinki
Akademia:"Mentan og samleiki" 08.02.2026 28:50
Hvat er samleiki og hvat ger okkum til tey vit eru ? Hvat ger okkum til vesturlendingar ? Er tað okkara virði, trúgv, kristindómur, lívsfatan,menniskjasýni, lóggávan, griksku heimsspekingarnir, listin?
Akademia: Umhvørvisetikkur 01.02.2026 29:59
Hava vit menniskju ábyrgd fyri djórunum ? Hava djórini krav uppá tign og hava vit menniskju ábyrgd fyri øllum tí, sum er livandi ? Hongur alt neyvt saman og hví halda vit tað vera syndarligt, at vit avoyddu Gor fuglin - er tað tí, vit hugsa um fuglin ella hugsa vit sjálvsøkið?
Akademia:"Samfelagið má ikki byggja á okkara sjálvsøkna tørv". 25.01.2026 28:36
Vit eru fríir borgarar, sum kunnu gera ein sáttmála okkara millum til gagns fyri okkum øll. Men um tað eru menn, sum gera henda sáttmálan, hvar eru so kvinnurnar og børnini ?
Akademia: Vald og rættur 18.01.2026 38:49
Frá náttúru til skipað samfelag, tí uttan lóg og rætt er lívið stutt, skitið og brutalt. Staturin skal tryggja lóg og landaskil.
Akademia: Metaetikkur 11.01.2026 41:40
Hvat er satt og ikki og hvat kunnu vit avgera. Ber til at siga, at nakað objektivt er skeivt, ella mugu vit siga, at tað eru ymsar áskoðanir og tá samanum kemur, so ber ikki til at siga nakað rationelt um hetta.
Akademia:"Mest njóting og minst líðing". 21.12.2025 40:20
Menniskjan tráar eftir njóting og vil sum minst hava ella kenna nakað til líðing. Jógvan D. Hansen, námslektari er gestur.
Akademia:Hevði eg viljað, at hetta var galdandi lóg? 14.12.2025 38:27
Sendingin í dag snýr seg um, hvat Immanuel Kant segði um kategoriska imperativið. Hava vit moralska skyldu hvør móti øðrum ? Tann góði viljin er treytaleyst góður og er góður í sjálvum sær, sigur Kant.
Akademia:"Hvat er dygd?" 07.12.2025 34:08
Hvat er dygd og hvat er endamálið við samfelagnum ? Alt strembar eftir einum endamáli, men hvat strembar mannalívið eftir? Øll menniskju hava eitt potentiali, segði Aristoteles, og samfelagið skal gera karmarnar, so menniskjað kann blóma.
Akademia:"Lívkyn og málkyn" 30.11.2025 30:30
Hvat er lívkyn og hvat er málkyn? Hvat er lívfrøðiliga treytað og hvat sprettur úr okkara mentunarliga umhvørvi ?
Akademia: Fara vit at spæla Guð ? 23.11.2025 37:33
Hvat sigur menningarlæran og hvør dugir best at tillaga seg. Er alt tað skapta støðugt ella broytist alt skapanarverkið, sum tíðin gongur? Trongdin at yvirliva og trongdin at nørast eru sterkar. Og hvussu við tí nátúrligu útveljingini ?
Akademia:"Samanhangur millum orsøk og at nakað hendir?" 21.11.2025 40:10
Hvat er tað, sum ger, at verðin hongur saman í rúm, tíð og kausaliteti? Og hvussu skilja vit, at allir gamlir dreingir eru ógiftir og allar kettur hava nítjan ryggjageislar ?
Akademia:"Hvat er eitt menniskja?" 09.11.2025 38:35
Hvat er menniskjað ? Náttúra ella nakað meiri ? Hvussu við tilvitanini og sálini ? Hvussu kann nakað ávirka nakað fysiskt, sum ikki sjálvt er fysiskt?
Akademia:"Endamálið er tað eydnuríka lívið." 02.11.2025 36:29
Hevur alt eina orsøk ? Hvørji eru tey mest basalu eyðkennini við øllum tí verandi ? Hvussu við idéheiminum hjá Platon og hvussu fáa vit innlit? Aristoteles helt, at endamálið er tað góða lívið, tí eitt væleydnað lív er, tá ein menniskja kann brúka sína gávur til fulnar og blóma.
Akademia: Idé heimurin hjá Platon 26.10.2025 31:23
Ein metafysiskur spurningur er: Havi eg ein frían vilja ? Hevur alt eina orsøk ? Hvørji eru tey mest fundamentalu eyðkennini við øllum tí verandi ? Jógvan D. Hansen, námslektari, er gestur í útvarpsstovuni.
Akademia:"Er bert vitið doypt eru kenslurnar heidningar". 19.10.2025 42:31
Kunnu kenslur forða fyri kunnleika og er eitt skilmark millum kenslur og fakta. Er maðurin kultur og kvinnan natúr? Er vísindin neutral ella litað av kyni?
Akademia: Hvat er bullshit ella møsn ? 12.10.2025 32:11
Sokrates var ákærdur og dømdur til deyða fyri at villeiða ungfólk og sáa iva. Hvat er víðgongd speticisma, og hvussu veist tú, at tú onki veit. Tann, sum lýgur veit, at hann sigur ósatt, meðan tann, sum møsnar leggur líka lag í tað. Hava vit skyldu at avdúka falsvitan og hvat skal til fyri at vit kunnu siga, at nakað er satt ?
Akademia: "Vóru amerikumenn á mánanum?" 05.10.2025 40:18
Vóru amerikumenn á mánanum, ella passar tað ikki ? Hvør er munurin á fakta ella eini sannroynd og kunnleika ? Hvat vil tað siga at hava kunnleika ? Hvat er satt at siga um verðina og hvussu varnast mann, hvat er satt og hvat er lygn ? Og hvat er etisk determinisma ?
Akademia: Hvat er vísindi ? 28.09.2025 45:46
Hvat er vísindi ? Stríðið millum realismu og antirealismu. Hvar er markið millum vísindi og eitisvísindi og kann eitt ástøðið falsifiserast ? Jógvan D. Hansen er gestur í útvarpsstovuni.
Akademia: Tann geocentriska og heliocentriska heimsmyndin. 21.09.2025 35:03
Tann geocentriska og tann heliocentriska heimsmyndin. Hvat er í miðdeplinum ?Jørðin ella sólin og hvat er inerti? Aristoteles var á einum spekulativum støði, tí hann gjørdi onki eksperiment, sum Galileo Galilei gjørdi við kikaranum. Kanska er eisini okkurt galið við okkara heimsmynd í dag, men vit vita tað ikki? Rationalisma og empirisma , - hvar fáa vit okkara vitan frá og hvat er grundarlagið un...
Akademia: "Hugsa sjálv/ur." 14.09.2025 36:49
Akademia er nýggj sendirøð hetta fram til jóla. Har vit áður hava varpað ljós á filosoffarnar, so fara vit nú at lýsa ymisk filosofisk evni. Jógvan D. Hansen, námslektari er gestur í sendingunum hvønn sunnudag. So langt aftur sum í 1675 undirvísti mann í filosofikum á universitetum. Hetta fyri at brynja tann lesandi til lesturin og eisini geva menniskjanum eitt sokallað alment dannilsi. Tað eru sp...
Podobne podcasty
Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS