Kringvarp Føroya
Vikan
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli. Vertur er Ingi Rasmussen.
¿Dónde escuchar?
Podcasts en la app Replaio Radio Muy prontoLos podcasts llegarán muy pronto a la app. Instálala ahora y sé el primero en descubrir una forma totalmente nueva de vivir los podcasts
Episodios
Vikan 16. mai 2026 16.05.2026 1:48:18
Vikugesturin er Rúna Nón Bjartalíð úr Klaksvík, sum bleiv púra ovfarin av móttøkuni, hon fekk, tá ið hon skrivaði eina dagføring, sum rakti fólk beint í hjartað. Djarvastu viðmerkingina hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák. Í Dagføroyingum viðgera vit summarið og ferðavinnuna. Hvussu fer summarið at síggja út? Er árið í ár serligt? Hvar fert tú at halda summarfrí? Fert tú at ferðast utta...
Vikan 9. mai 2026 09.05.2026 1:58:58
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar? Í...
Vikan 25. apríl 2026 25.04.2026 1:56:38
Noomi O. Gregersen, sum er nýggjur stjóri í Heilsustýrinum, var vikugestur. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák. Í táttinum Dagføroyingar spyrja vit, hvussu kreppan millum Danmark og USA um Grønland, ávirkar støðuna í ríkisfelagsskapinum, og eru tekin um, at áhugin fyri Føroyum er vaksandi? Kjakið byggir á frágreiðingina "Millum Washington og Keypmann...
Vikan 18. apríl 2026 18.04.2026 1:55:43
Vikugesturin var Steffan Klein Poulsen, sum er nýggjur formaður í Miðflokkinum. Høgni Djurhuus legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum kjakaðust vit um virkna deyðshjálp. Í útvarpsstovuni vóru Katrin Kallsberg, lækni, Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Georg L. Petersen, journalistur og avvarðandi. Hoyr alla sendingina her
Vikan 11. apríl 2026 11.04.2026 1:53:39
Vikugesturin er Sámal Petur í Grund, sum tók øll á bóli við at vera afturveldur á ting og fáa gamla Sjálvstýri aftur til heiður og æru. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák. Og í Dagføroyingum taka vit samanum samgongusamráðingarnar og samgonguskjalið, nú ein nýggj samgonga hevur sæð dagsins ljós. Í útvarpsstovuni eru Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og...
Telefon til Framsókn, Javnaðar- og Sambandsflokkin 21.03.2026 2:02:00
Eyðgunn Samuelsen og Bjarni Hammer umboðaðu Javnaðarflokkin. Eyðdis Hartmann Niclasen og Helgi Abrahamsen umboðaðu Sambandsflokkin. Ruth Vang og Christoffur Gert Nielsen umboðaðu Framsókn. Hoyr Vikuna í vali her, har lurtarar ringdu inn til flokkarnar.
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri 14.03.2026 1:48:20
Steffan Klein Poulsen og Markus Mortensen umboðaðu Miðflokkin. Sylvia Thomsen og Sámal Petur í Grund umboðaðu Sjálvstýri. Fram til løgtingsvalið er tátturin Dagføroyingar skipaður sum: Telefon til flokkarnar. Hvønn leygarmorgun koma tvey umboð fyri ein flokk á gátt, og tú kanst ringja til teirra á telefon 31 13 80.
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi 07.03.2026 1:47:53
Feðgarnir Jacob og Jan Vestergaard umboðaðu Fólkaflokkin. Hervør Pálsdóttir og Anfinn í Toft umboðaðu Tjóðevldi Hetta til løgtingsvalið er tátturin Dagføroyingar skipaður sum: Telefon til flokkarnar! Hvønn leygarmorgun koma tvey umboð fyri ein flokk á gátt, og tú kanst ringja til teirra á telefon 31 13 80.
Vikan 28. februar 2026 28.02.2026 1:58:47
Okkara vikugestur er Per Zachariassen, sum eigur hugskotið og hevur stýrt sendingini Hoydalar, saman við dóttrini. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna eigur Jákup Veyhe, sum leggur vikuna á skák. Í Dagføroyingum spyrja vit, hvørji evni er tey týdningarmest, nú val er í hondum. Hvat vilt tú hava setir dagsskránna í valstríðnum, og hvat skulu okkara politikarar leggja størst dent á næstu fýra árini....
Vikan 21. februar 2026 21.02.2026 1:44:08
Jógvan Páll Lassen, sum hevur verið advokatur í 50 ár, var vikugestur. Armgarð Arge legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum var tosað um heitu politisku málini, Suðuroyartunnilin og hægri pensjónsaldur, sum fáa lagnuviðgerð í tinginum mánadagin. Hoyr alla sendingina her.
Vikan 14. februar 2026 14.02.2026 1:58:53
Vikugesturin var Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað sangir á føroyskum til føroyingar í meira enn 40 ár. Hóskvøldið var hann tulkaður í sendingini Hoydalar, og í dagsins sending tosa vit við Eyðun um tað at liva sum tónleikari burturav, um uppvøkstur, um innara sinnið, um kærleika, um telving og mangt annað. Djarvastu viðmerkingina hevði Fróði Løkságarð, sum legði vikuna á skák. Í seinna tímanum hita...
Vikan 7. februar 2026 07.02.2026 1:53:44
Vikugesturin var Rúni Djurhuus, sum altíð hevur onkrar bóltar í luftini. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevði Høgni Djurhuus, sum legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum settu vit sjóneykuna á tey ungu, sum hava skotið upp at banna smarttelefonum og sosialum miðlum fyri børn yngri enn 14 ár. Og so spældu vit øll løgini í fyrstu sendingini "Hoydalar", har ungir spírar tulkaðu Martin Joensen. Hoyr...
Vikan 31. januar 2026 31.01.2026 1:56:26
Vikugesturin er Annika Holm, leiðari á Heilbrigdinum, sum í 40 ár hevur verið viðgerðarstovnur fyri tey, sum hava alkoholtrupulleikar. Herfyri flutti Heilbrigdi av Velbastað til Havnar. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur vikuna á skák. Í Dagføroyingum, har tú kanst siga tína meining, viðgera vit rúsdrekkamentanina í Føroyum. Fyllir alkohol ov nógv, ella duga føroyin...
Vikan 24. januar 2026 24.01.2026 1:56:33
- Skulu vit loyva einum muslimskum meditatiónshúsi í Føroyum? Tað var høvuðsspurningurin í Dagføroyingum, har føroyingar eisini ringdu inn og søgdu sína hugsan. Í útvarpsstovuni sótu Poul Guttesen, phd. í gudfrøði, og Bárður á Lakjuni, tingmaður, sum høvdu hvør sína meining, hóast báðir hava sínar røtur í brøðrasamkon Vikugesturin var Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti í ÍSF, ið skipar fyri...
Vikan 17. januar 2026 17.01.2026 1:59:37
Vikugesturin er Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, sum í hesum døgum er í samráðingum vegna limirnar, ið eru um okkara eldru. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Fróði Løkságarð, ið leggur víkuna á skák. Í seinna tímanum hoyra vit frá seks hondbóltsspælarum á manslandsliðnum, sum nú stríðast í EM-endaspælinum í Oslo. Teir minnast aftur á startskotið til ferðina hjá fø...
Vikan 10. januar 2026 10.01.2026 1:47:16
Vikugesturin var Bernhardur Wilkinson, sum hetta vikuskiftið stjórnar Føroya symfoniorkestri fyri seinastu ferð. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák. Í Dagføroyingum kjakaðust Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi um nýggju heimsstøðuna og støðu Føroya. Hoyr alla Vikuna her.
Vikan 13. desember 2025 13.12.2025 1:51:43
Vikugesturin er Hjalmar Petersen, sum nú gevst sum stjóri í Vónini. Hann hevur verið í fyritøkuni síðan 1996, og í 2001 gjørdist hann stjóri. Hesi árini er fyritøkan vaksin úr 40 til 600 milliónir krónur í umsetningi. Vónin hevur í dag virksemi í 9 londum. Hjalmar er eisini kendur úr rossa og hondbóltsumhvørvinum, og hann hevur fingið nógv haðani, sigur hann. Nú gevst hann, tí Vónin flytir alt ali...
Vikan 6. desember 2025 06.12.2025 1:55:11
Sum barn át hon hotellmat til døgurða hvønn dag, tí pápin arbeiddi allan sólarringin á hotellinum í býnum. Hon hevur tann hugburðin, at tú skalt ongantíð geva upp, tí tað er aftur ein dagur í morgin. Og so er hon errin av eftirnavninum Restorff, tí tað er eitt samheiti við góða tænastu. Vikugesturin er Rósa Maria Restorff. Í Dagføroyingum viðgera vit hondbóltsævintýrið hjá føroysku HM-kvinnunum, s...
Vikan 29. novemnber 2025 29.11.2025 1:53:16
Vikugesturin var Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata, sum nú skipar fyri afturvendandi tiltakinum "Í menniskjum góður tokki" fyri familjur og børn í fátækraváða. Hon tók við sum aðalskrivari fyrr í ár. Hvør er Hedvig, og hvat ger Barnabati. Í táttinum Dagføroyingar settu vit sjóneykuna á stóru Barnaverkætlanina, nú altjóða barnarættindadagur hevur verið. Vit tosa við børnini og tey, sum...
Vikan 22. november 2025 22.11.2025 1:57:24
Vikugesturin var Annika Hoydal, og í Dagføroyingum tosaðu vit við ymsar føroyingar, sum sendu henni heilsanir á degnum. Høgni Djurhuus legði vikuna á skák. Hoyr alla sendingina her.
Vikan 15. november 2025 15.11.2025 1:51:39
Vikugesturin var Ben Arabo, formaður í Nýskipanarnevndini, sum hevur verið á hvørjum munni seinastu vikurnar. Armgarð Arge legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum ringdu fólk inn og viðgjørdu, um náttúran hevur eitt virði í sær sjálvari. Hoyr alla sendingina her
Vikan 8. november 2025 08.11.2025 1:54:44
Vikugesturin er Jóhan Christiansen, sum einans fekk 8 mánaðir sum landsstýrismaður, nú løgmaður gjørdi av at smalka miðfyrisitingina. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák. Og í Dagføroyingum, har føroyingar á degnum siga sína meining, er telefon til løgmann.
Vikan 1. november 2025 01.11.2025 1:34:47
Vikugesturin var Vónbjørt Vang, sum fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri ógvuliga persónligu bókina Svørt orkidé. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna var Jákup Veyhe, sum legði vikuna á skák. Og í táttinum Dagføroyingar viðgjørdu vit skíggjanýtslu, nú tað er nærveruvika.
Vikan 25. oktober 2025 25.10.2025 1:53:50
Mentan setur dám á sendingina, tí stóru norðurlendsku virðislønirnar og virðislønir M.A. Jacobsen settu dagsskránna hesa vikuna. Vikugesturin er Kinna Poulsen, lærari, ummælari og rithøvundur, sum mikudagin fekk virðisløn M.A. Jacobsen fyri yrkisbókmentir - fyri bókina "í Eygnahædd um føroyska samtíðarlist í 21. øld". Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á sk...
Vikan 18. oktober 2025 18.10.2025 1:49:13
Vikugesturin er vágbingurin Jens Sivar Djurhuus, sum tók ta víðagitnu myndina av gloppandi hekkuportrinum á Galaxy. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum leggur Vikuna á skák. Og í táttinum Dagføroyingar søgdu serliga suðringar sína hjartans meining um støðuna í Suðuroy og serliga ferðasambandið.
Podcasts similares
Replaio no es editor de podcasts; los nombres de los programas, las portadas y el audio pertenecen a sus autores y se distribuyen a través de canales RSS públicos