Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - útvarp

News FO ↓ 50 episodios

Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.

Autor

Kringvarp Føroya

Categoría

News

Web del podcast

kvf.fo

Último episodio

2 de jun. de 2026

¿Dónde escuchar?

Podcasts en la app Replaio Radio Muy pronto

Los podcasts llegarán muy pronto a la app. Instálala ahora y sé el primero en descubrir una forma totalmente nueva de vivir los podcasts

Descárgala en Google Play Instálala gratis Android 5 M+ de descargas · valoración de 4,8 iOS muy pronto

Episodios

LJÓÐMYND: Óvæntaða uppgávan 23.06.2021

Korona, ein trong troyggja og nakrir óðir kekkar eru nakrir av tættunum í hesi ljóðmynd, sum er bygd á samrøður við dómararnar í dystinum, Bárður og Jógvan, umboðsmannin hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, Kristian Johansen og samskiparan hjá føroyska hondbóltssambandinum, HSF, Ára Rouch.   Tí fríggjadagin 30. apríl 2021 spældu Føroyar og Kekkia landsdyst í hondbólti. Føroyar vunnu og talan...

Forever Young - Bob Dylan 80 ár 25.05.2021

Bob Dylan er ein livandi legenda. Ein tónlistarlig institutión og mastodontur. 24. mai 2021 fylti Bob Dylan 80 ár.  Sendingin er ein kvøða til Bob Dylan á hansara 80 ára føðingardegi. Fýra tímar við Bob Dylan tónleiki og nørdaríi við Knút Háberg Eysturstein og Meinhardi Jensen. Kári Sverrisson tulkar tveir Bob Dylan sangir, og Tórbjørn Jacobsen, ið er stórur Dylan fjeppari, fortelur um, hví hann e...

Musikkstevnan 2021 (2:2) 24.05.2021

Í seinna parti hoyra vit Tvøroyrar Hornorkestur, Eiðis Ljómfelag, Klaksvíkar Hornorkestur og GHM.

Musikkstevnan 2021 (1:2) 23.05.2021

Átta orkestur úr øllum landinum luttóku. Í fyrra parti hoyra vit Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornorkestur, Fuglafjarða Hornorkestur og Sørvágs Tónleikarafelag.

1. maidagshald á Vaglinum í Havn 2021 04.05.2021

Havnar Arbeiðarafelag hevur hildið altjóða arbeiðaradagin uttan slit síðani 1962.

1. maidagshald 2021 01.05.2021

Hoyr frásøgnina frá haldinum her.

Flaggrøða: Bergtóra Høgnadóttir 25.04.2021

Hoyr røðuna her. 

Nýtt og Gott Gamalt Føroyskt 230421 24.04.2021

Hoyr sendingina her

Heimbygdin Sørvágur 06.04.2021

Tordur J. Niclasen leggur til rættis.

Av trolaradekki til sjúkrasongina 06.04.2021

Tordur J. Niclasen leggur til rættis.

Undurbarnið Bobby Fischer 31.03.2021

Í mong ár átti Sovjetsamveldið bestu telvararnar í heiminum, men tá amerikanarin, Bobby Fischer, setti Boris Spasskij stevnu at telva um HM-heitið í Reykjavík í 1972, kollvelti hann talvheimin. Bobby Fischer hevði tíðliga framúr góð evnir at telva, og sum drongur og ungur maður var hann serstakur. Sagt varð um hann, at hann hevði betri samband við síni talvfólk enn vanlig fólk. Í hesi frásøgumyndi...

Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (5:8) 28.03.2021

Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 12. juni 1988.

Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (4:8) 21.03.2021

Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 5. juni 1988.

Grækarismessurøða: Jóannes Eidesgaard 15.03.2021

Góðu áhoyrarar So var aftur grækarismessa - dagurin, tá skótaliðini í fullum búna og við fløggum koma fram á torg við boðskapinum um, at nú fer aftur at vára í landinum. Og tøkk fái tit skótar, nú tit enn einaferð hava tikið stig til at hátíðarhalda henda várdagin, nú tjóðfuglurin aftur tekur land eftir vetrarhvíld við blíðari strendur. Hetta er vanliga dagurin, tá vit kaga fram móti ljósa summari...

Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (3:8) 14.03.2021

Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 29.05.1988.

Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (2:8) 07.03.2021

Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 23.05.1988.

Ferðafrásøgn: Í Íslandi summarið 1977 (1:8) 28.02.2021

Sverri Egholm las. Sendingin varð send í útvarpinum 15.05.1988.

Ósbjørn Jakobsen - ein vangamynd 14.01.2021

Mikukvøldið handaði landstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir Landsins í Løkshøll í Runavík. Størsta virðislønin, Mentanarvirðisløn Landsins, varð latin Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu; Serstaka virðislønin varð latin Biritu Poulsen, operasangarinnu; meðan Heiðursgáva Landsins varð latin Ósbirni Jakobsen, arkitekti: Millum verkætlaninar, sum Ósbjørn hevur staðið fyri, er...

Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum 2020 01.01.2021

Sendingin "Árið, ið fer í tíðindum og aktuellum" er ein sending um nøkur av evnunum, sum hava fylt nógv í 2020. Málið er at fáa í lag nakrar øðvísi og uppbyggjandi samrøður um hesi evni. Millum annað verður løgmaður og onnur lyklapersónar í koronasøgu føroyinga settur í sóttarhald á Hotel Vágum, og Hilmar Eliasen, stjóri í SSL, fer út at sigla saman við nólsoyingum.    Evni í sendingini: 4. mars k...

Koronakrákan 26.12.2020

Korona-kreppan vendi øllum samfelagnum á høvdið. Nøkur skaraðu framúr við heldur óhepnum avgerðum. Vit gera ein topp 5 lista og kjósa fimm tey óhepnastu Korona-krákurnar.

Søgan um jødarnar (10:10) 04.12.2020

Jødar flyta í stórum tali til Norðuramerika og Suðuramerika. New York City er størsti jødiski býur í verðini. Her býr hálvtriðja millión jødar. Í roynd og veru er staturin Ísrael stýrdur úr USA. Og, sum so ofta sagt, er einasta loysn á kreppuni í Miðeystri - friður.

Søgan um jødarnar (9:10) 04.12.2020

Europa misti teir allarflestu av sínum dugnaligastu jødum, tí at teir, sum ikki vórðu týndir í Europa, dugnaðu Amerika bæði Norður- og Suðuramerika. Londini har góvu jødum rættindi, sum bara fá ráðandi í Europa untu teimum.

Søgan um jødarnar (8:10) 04.12.2020

Við amerikonsku frælsislýsingini í 1776 fáa jødar somu viðurkenning sum øll onnur fólkasløg. Í gomlu verðini livdi miðøldin framvegis. Í níggjundu sending, næsta sunnudag, finna jødar satt frælsi í Sambandsríkinum Amerika.

Søgan um jødarnar (7:10) 04.12.2020

Í mongum førum vóru jødarnir fyri so ræðuligari forfylging og vanvirðing, at deyðin var frægasta gongda leið.

Søgan um jødarnar (5:10) 04.12.2020

Jødarnir flýddu til Arabia, tá ið Jerusalem fall. Muhammed er, sum 40 ára gamal, út fyri ógvusligum opinberingum. Islamska trúðarjáttanin er: Tað er bara ein Gud, og Muhammed er hansara profetur. Í sættu sending, næsta sunnudag, lýsir Innosens pávi jødarnar í bann. 

Escucha el podcast Stakar sendingar - útvarp en Replaio

Radio y podcasts en una sola app - gratis y sin registro. Instálala hoy y no te pierdas el estreno

Descárgala en Google Play

Replaio no es editor de podcasts; los nombres de los programas, las portadas y el audio pertenecen a sus autores y se distribuyen a través de canales RSS públicos