Kringvarp Føroya
Stakar sendingar - útvarp
Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Fjølmentanarvikan 2026, Sement finalan, Orð og tónar. 22.10.2026 53:20
Fjølmentanarvikan 2026 byrjar fríggjadagin 23. oktobur og heldur á fram til sunnudagin 1. novembur. Verkætlanarsamskiparar Jóna Kristin Thomsen og Fía Lindenskov greiða frá skránni og endamálinum við Fjølmentanarvikuni. Finalan í tónleikakappingini Sement verður í Reinsaríinum í Tórsgøtu leygarkvøldið. Hergeir Staksberg, samskipari, tekur saman um innleiðandi umførini og lýsir teir sjey finalistar...
Radio SALT skemt: Rottan í Sumba vil hava eina konu 02.10.2026 6:08
Síðan tá hava vit ikki hoyrt nógv um samstørv rottuni viðvíkjandi og tí settu vit okkum fyri at kanna, hvussu rottustøðan í Sumba er nú seint í 2026. Radio SALT rapportarin, Gundur, blakaði upptakaran á bakið og fór sum ein hvirluvindur suður í oynna, har hann eftir eitt stórt kanningarbeiði endaði vesturi í bjørgunum.
Radio SALT: Prát um nýggju Kafé Tvørá og abba Toda Jónsson 02.10.2026 35:54
Meðan Todi var í útvarpinum, tók Poulina sær av øllum á Kafé Tvørá. Men klaksvíkingurin Todi var ikki einsamallur kortini. Tvøramaðurin Einar Larsen, Einar tollarin kallaður, var eisini komin á gátt á Drelnesi at siga honum eina stuttliga søgu um abba hansara, sum Todi var uppkallaður eftir, men ongantíð hevði kent. Í trýatiárunum var gamli Todi Jónsson á Tvøroyri at læra til skómakara, har hann e...
Radio SALT skemt: Ein premiuveðrur verður flettur og vektin er øgilig 01.10.2026 5:05
Kappingin er stór millum menn og bygdir, sum elvir til spenning og nógv kjaftaslit. Ongin vil standa aftanfyri nakran annan, og avbygdamenninir fáa av grovfílini, tá teir ditta sær at sáa iva um vektina á premiuveðrinum hjá hvalbinginum. Men nú siga vit ikki meira......lurta bara, hetta er stuttligt:
Radio SALT 30.9.26: Tróndur og Lív høvdu børnini og tveir vinmenn við sær 01.10.2026 21:09
Tilsamans spældu og sungu tey fimm sangir. Lív og Tróndur vitjaðu fyri nøkrum árum síðan Radio SALT, tá einasta ljóðførið var ein akkustiskur gittarur. Tann sama gittarin spældi Tróndur aftur hesa ferð, men aftrat honum vóru eisini Kristian Pauli Ellefsen, tangentar, og Óli Holbæk Mortensen, gittar. Hetta gav eina størri ljóðmynd við størri fyllu eisini. Tey fimm løgini er løgd saman í eina heild...
Radio SALT: Ung í Sumba kvøða um frísarnar 01.10.2026 8:10
Hesi ungu valdu at kvøða okkum søguna um frísarnar í Akrabergi. Lurtarar hava nevnt, at hetta var eitt av hástøkkunum tað kvøldið í Øravíkarlíð. Men hóast tey eru ung, so eru ikki øll teirra óroynd. Til dømis var samrøða gjørd við Britt Jónsdóttir, sum eisini vitjaði Radio SALT í 2023. Hetta kvøldið var hon ein teirra, sum skipaði vísuna um frísarnar. Haraftrat var samrøða gjørd við Andreu Gilstón...
Radio SALT: Eitt kvøld við aktualiteti og frásøgn um abba Toda Jónsson 01.10.2026 1:57:09
Mikukvøldið 30. september 2026 var aftur kvøldseta í Mentanarhúsinum SALT á Tvøroyri, sum Radio SALT og Kringvarp Føroya skipaðu fyri. Áhoyrarnir hugnaðu sær óført undir hesari beinleiðis útvarpssending, har bæði skemt og álvari vóru á skránni. Harumframt spældu Tróndur og Lív fimm løg saman við Óla Holbæk Mortensen, gittar, og Kristian Paula Ellefsen, klaver. Eisini vóru børnini hjá Lív og Trónda...
Tá Washington bankar upp á í Nuuk 02.06.2026 33:16
USA vísir framvegis stóran áhuga fyri Grønlandi, og fyri tveimum vikum síðan vitjaði Jeff Landry, guvernør í Louisiana og serligur sendimaður hjá Donald Trump í Grønlandi, í Nuuk. Vitjanin skapti nógv kjak. Mótmæli vóru móti amerikonsku vitjanini, samstundis sum amerikonsku umboðini hittu grønlendskar politikarar og vinnulívsfólk. Millum tey, sum tóku ímóti innbjóðingini til fund við amerikanararn...
Lesikrókurin - Saltleiðirnar 12.12.2024 58:07
Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk. Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum. Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórblóm...
Seinasta skotið í Dalstunlinum 16.11.2023 51:48
Nýggja farleiðin til Dals nærkast, nú seinasta skotið í Dalstunlinum varð latið fyri viku síðani.
Norðurlandahúsið 40 ár (3:4) 24.08.2023 49:13
Søgan um Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið 40 ár (2:4) 17.08.2023 52:12
Søgan um Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið 40 ár (1:4) 10.08.2023 49:37
Um Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festival. Luttakarar: Brandur Øssursson og Niels Uni Dam.
Ólavsøka í studio 4, 29. juli 2023 29.07.2023 2:45:33
Fyrrapartin hava vit verið til ólavsøkuguðstænastu í Dómkirkjuni, har ið Ove Brim, prestur, prædikaði, vit hava sæð skrúðgonguna við prestum, bispi, løgtingskvinnum og -monnum, landsstýriskvinnum og -monnum, og løgmanni og øðrum ? og fyri fyrstu ferð síðani Havnará lat uppaftur. Nýggj tingseta er byrjað og fyri fyrstu fer varð tingið sett av einari løgtingsforkvinnu, løgmaður hevur hildið sína fyr...
Kórfestivalur 2023 28.05.2023 1:41:05
Í sendingini hoyra vit kórsang og samrøður. Luttakandi kórini eru: Felagskórið Vestmanna sangkór Siloakórið Tarira Suð Tórshavnar manskór Vágakórið Fuglafjarðar sangkór Silvitni Kórið hjá Jóhan Xperiment Stranda sangkór Ljómur Morgunkórið Eystanljóð Tórshavnar Kamarkór Havnarkórið Gøtu kirkju ungdómskór Samrøður eru við: Michael Bawtree Gudny Vang Arinu Bischoff Zacharias Sørensen
Mál og miðlar 08.05.2023 1:59:46
Sum partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu var orðaskifti um mál og miðlar í Løkshøll. Millum annað var tosað um miðlarnar í dag, hvørja ávirkan miðlarnir hava á tað føroyska málið, og hvør hevur ábyrgdina av, at føroyska málið verður varðveitt. Tey, sum skiftu orð um hetta evnið, vóru: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, Tróndur Vatnhamar, Uni Leitisstein Hansen, Trygvi Danielsen, Eirikur Li...
1.mai: Georg F. Hansen 01.05.2023 1:14:19
Lurta eftir røðuni her.
1.mai: Jógvan Fríðriksson 01.05.2023 1:14:19
Lurta eftir røðuni her.
1.mai: Heri Reynheim 01.05.2023 1:14:19
Lurta eftir røðuni her.
1.mai: Bjørg Dam 01.05.2023 1:14:19
Lurta eftir røðuni her.
Grækarismessurøða: Kolbrún í Haraldsstovu 13.03.2023 13:07
Lurta eftir røðuni her. Grækarismessuhald í Havn 2023 Havnar Hornorkestur og skótarnir eru trúføst at spæla og ganga skrúðgongu á grækarismessu. Fitt av fólkið var komið at lýða á hornblástur og røðu.
Kórfestivalurin 2022 07.06.2022 1:14:13
Luttakandi kórini á konsertini vóru: Felagskór Xperiment Tarira Vágakórið Glymur Tórshavnar Kamarkór Vestmanna sangkór Silvitni Havnarkórið Gøtu Kirkju Ungdómskór Tórshavnar Manskór Eystanljóð Kórleiðari var Tóra Vestergaard
1. mai: Kári Johansen 01.05.2022 6:29
Lurta eftir røðuni her.
1. mai: Sjúrður Skaale 01.05.2022 17:37
Lurta eftir røðuni her.
1. mai: Mary Antonsdóttir 01.05.2022 11:58
Lurta eftir røðuni her.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.