Kringvarp Føroya

Meg minnist

News FO ↓ 50 avsnitt

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.

Glöm inte att besöka poddens webbplats och stötta skaparen: kvf.fo

Skapare

Kringvarp Føroya

Kategori

News

Poddens webbplats

kvf.fo

Senaste avsnittet

11 dec 2023

Var kan du lyssna?

Poddar i appen Replaio Radio Kommer snart

Poddar kommer snart till appen. Installera nu och bli först med att uppleva ett helt nytt sätt att lyssna på poddar

Ladda ned på Google Play Installera gratis Android nästan 10 mn nedladdningar · betyg 4,8 iOS snart

Avsnitt

Meg minnist - Dánjal Andreasen (5:5) 11.12.2023

Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð. Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, s...

Meg minnist - Dánjal Andreasen (4:5) 11.12.2023

Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný...

Meg minnist - Dánjal Andreasen (3:5) 07.12.2023

Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni". Í 1980 fór hann í land og ar...

Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5) 03.12.2023

Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum. Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum arbeiði og nógvum fólki. Nógv skip vórðu bygd hesa...

Meg minnist - Dánjal Andreasen (1:5) 26.11.2023

Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði trupult ferðasamband, men fekk sum fráleið heilar t...

Meg minnist - Alfred Olsen (3:3) 19.11.2023

Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski. Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum. Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8. Mundi síggja nakað øgiligur út eftir drúgva fe...

Meg minnist - Alfred Olsen (2:2) 12.11.2023

Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár. Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes vórðu sjálvstøðug kommuna í 1968. Alfred Olsen h...

Meg minnist - Alfred Olsen (1:2) 05.11.2023

Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954. Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið,...

Meg minnist - Svanbjørg Manai (2:2) 20.10.2023

Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak.   Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi.   Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya.   Svanbjørg var eitt skif...

Meg minnist - Svanbjørg Manai (1:2) 20.10.2023

Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum. Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um alla...

Meg minnist - Petur Simonsen (5:5) 15.10.2023

Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin. Nú eru feløgini eisini farin at fækkast. Spurningurin um tað er gott fyri heildina. Stór menning var í eitt n...

Meg minnist - Petur Simonsen (4:5) 08.10.2023

Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson. Kvinnurnar spældu eisini fótbólt í ÍF. Tær vóru før...

Meg minnist - Petur Simonsen (3:5) 01.10.2023

Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum. Hendan veturin avgjørdi hann at fara at lesa til lærara. Tá liðugt var í 1976, fór...

Meg minnist - Petur Simonsen (2:5) 24.09.2023

Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við pápanum sum skipara. Í Fuglafirði hava verið fleiri s...

Meg minnist - Petur Simonsen (1:5) 17.09.2023

Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping. Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafelag Fuglafjarðar. Petur er sonur Sigurð úr Sandavág...

Meg minnist - Annika Hoydal (3:3) 11.06.2023

Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari. Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn. Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smáum sjónleikapallum og hevur ferðast um alt Danma...

Meg minnist - Annika Hoydal (2:3) 04.06.2023

Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fráleið eina spennandi lívsleið sum sangarinna og sj...

Meg minnist - Annika Hoydal (1:3) 29.05.2023

Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvador í Suðuramerika, har hann arbeiddi fyri ST-matvø...

Á ferð í Hoyvík (3:3) 21.05.2023

Eitt eyðkenni fyri Hoyvík í dag er hondbóltsfelagið H71. Hetta felag hevur nú í mong ár staðið seg væl í lands- og steypakappingum og hevur vunnið nógv seinastu árini. Ungdómar í Hoyvík tóku stig til felagið væl stuðlaðir av sínum foreldrum. Fleiri skúlar eru bygdir í Hoyvík, Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt. Barnagarðar eru eisini bygdir. Tað var ókent fyribrigdi í Hoyvík fyrr í tíðini. K...

Á ferð í Hoyvík (2:3) 14.05.2023

Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja til rættis býarbygging í Hoyvík og Hoyvíkshaganum. H...

Á ferð í Hoyvík (1:3) 07.05.2023

Í trimum sendingum við Jákup Símuni Simonsen fara vit at hoyra um Hoyvík í fortíð og nútíð. Hoyvík er millum størstu búpláss í Føroyum við um 4000 fólkum. Fyri fáum árum síðani var Hoyvík ein lítil bygd. Upprunaliga var ein bóndagaður har. Tá ein fúti ikki slapp at planta skóg í Hoydølum, býtti hann ein uppsitaragarð burtur av festinum. Royndarstøðin í Hoyvík fekk í 1920'unum innvist á hesum garði...

Meg minnist - Beate Samuelsen (3.3) 23.04.2023

Beate sat í barnaverndini í Havn í 16 ár. Hon umboðaði sambandsflokkin. Hetta var eitt umleypandi starv. Viðhvørt vóru stórir trupulleikar, viðhvørt vóru málini smærri, men ein javnur streymur var, sum eftirlit mátti vera við. Í 2000 stillaði Beata upp til sjálvt býráðið, og varð vald tvey valskeið. Eitt skeið var hon formaður í sosialu nevnd. Í 1992 beyð amerikanska sendistovan í Danmark henni ei...

Meg minnist - Beate Samuelsen (2:3) 16.04.2023

Beate fór í skúla hjá nonnunum seks ára gomul í 1953. Har høvdu tey útlendskar nonnur sum lærarar, eisini í føroyskum. Tær hildu gott skil á skúlanum. Beate hevði eksem. Fimm ára gomul var hon ein mánaða á TB á landssjúkrahúsinum. Hon heldur, at hon fekk astma har av sproytuevninum Acht. Var seinni hálvt ár á astmaheimi í Kongsbergi í Noregi. Har hitti hon Petru Jónsdóttir. Ùr barnaskúlanum fór Be...

Meg minnist - Beate Samuelsen (1:3) 10.04.2023

Beate Samuelsen er formaður í Landsfelag føroysku pensjónista, sum hevur 16 limafeløg kring landið. Felagið hevur samband við løgting og landsstýri um spurningar, sum viðvíkja eftirløntum. Beate er dóttir Georg L. Samuelsen, sum eitt mannaminni var blaðstjóri á Dimmalætting. Mamman var Rakul, dóttir Lisbeth og Jóanes Fonsdal í Vestmanna. Georg var sonur Andrass Samuelsen, løgmaður 1948-1950. Var æ...

Meg minnist - Edmund Joensen (7:7) 02.04.2023

Edmund Joensen varð valdur á løgting fyri sambandsflokkin á løgtingsvali í 1988. Longu í 1990 gjørdist hann formaður í flokkinum. Í 1994 kom sambandsflokkurin í landsstýrið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Hann sat í hesum sessi meginpartin av fýra árum, men skrivaði út nýval í ótíð orsakað av vantandi játtan frá donsku stjórnini um samráðingar og innanhýsis ófriði í flokkinum. Edmund Joensen var...

Lyssna på podden Meg minnist i Replaio

Radio och poddar i en och samma app - gratis och utan konto. Installera redan idag och missa inte premiären

Ladda ned på Google Play

Replaio är ingen poddutgivare; programnamn, omslag och ljud tillhör sina upphovspersoner och distribueras via offentliga RSS-flöden