Kringvarp Føroya
Stakar sendingar - sjónvarp
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: kvf.fo
Unde asculți?
Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curândPodcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor
Episoade
Biit: Hugskot við Ellu Video 24.01.2024 6:30
"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger. Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri. Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.
Kópakonan Video 19.12.2023 7:15
3D stutt teknifilm um Kópakonuna. Filmurin hevur enska talu og føroyskan tekst. Rói Davidsen hevur gjørt 3D teknifilmin.
Úr savninum: Orkan kemur úr jørðini Video 17.12.2023 20:14
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.
Úr savninum: Hagamaðurin Video 15.11.2023 30:44
Samson Gaardlykke úr Miðvági hevur verið hagamaður í 33 ár. Vit fylgja honum ein dag í seyðaklipping. Gjørt sendingina hevur Jens Jákup Hansen.
Úr savninum: Stoltleikin í Norðuratlantshavi Video 05.05.2023 35:48
Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
STROYMING: Annika Hoydal í LEITISSTEIN Live Video 03.05.2023 2:01:08
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju. Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í...
Úr savninum: Føroyskar søgur 2:3 Video 05.04.2023 35:23
Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í n...
Úr savninum: Føroyskar søgur 1:3 Video 29.03.2023 31:42
Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein...
Úr savninum: Flúgviplássið Video 22.03.2023 28:52
Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit...
Úr savninum: Túnatos 13 Video 17.01.2023 23:02
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Úr savninum: Túnatos 12 Video 11.01.2023 25:15
Hesa ferð eru teir Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Gøtu og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Úr savninum: Túnatos 11 Video 04.01.2023 24:08
Í sendingini "Túnatos" í kvøld vitja Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Vestmanna og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Túnatos 9 Video 21.12.2022 20:10
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Túnatos hesa ferð í Hvalba!
Úr savninum: Túnatos 8 Video 18.12.2022 23:40
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Hesaferð eru teir í Hósvík.
Úr savninum: Túnatos - av Eiði Video 16.11.2022 25:49
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Úr savninum: Túnatos Video 02.11.2022 26:01
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Úr savninum: Túnatos Video 26.10.2022 24:31
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Úr savninum: Gitin í glasi Video 19.10.2022 39:36
Eyð og Claus kunna ikki fáa børn á vanligan hátt. Tey gjørdu av at taka tøknifrøðina til hjálpar, og í november í fjør fekk Eyð fýra gitin egg sett upp í lívmóðurina á Ríkissjúkrahúsinum. Tollaksmessudag fekk hon boð um, at trý av eggunum høvdu fest seg. Hon skuldi hava tríburðar. Í sendingini fylgja vit tríburðunum hjá Eyð frá gitnaði til føðing. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Kári Mikkel...
Úr savninum: One of a Kind - Rúna á Heygum Video 12.09.2022 1:06:56
26. mars í 1994 var Norðurlandahúsið karmur um eina hugtakandi konsert, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spældu. Í miðdeplinum var Rúna á Heygum, ein hin besti sangarin í Føroyum í dag. Í hesi sending síggja vit brot frá konsertini og eisini er samrøða við Rúnu, m.a. um nær hon byrjaði at syngja.
Úr savninum: Til bjarga í Trøllhøvda Video 31.08.2022 38:14
Kirkjubømenn til bjarga í Trøllhøvda. Sendingina gjørdu: Ragnar C. Joensen, Dávur Isfeldt, Jógvan Jespersen og Arne Nørrevang.
Úr savninum: Amariel Norðoy - ein litverð Video 16.08.2022 29:22
Familie Journalen og tann stóra myndabíblian vóru fullar av myndum og hesar vóru tað sum fyrst og fremst tendraðu áhugan fyri listini. Seinni komu lesibøkurnar og málningarnir hjá grannanum og Amariel Norðoy fór til endans sjálvur at tekna og mála. Og beint nú livir Amariel í einari litverð, sigur Ingálvur av Reyni listamálari. Sending um listamálaran Amariel Norðoy. Lagt til rættis: Malan Johanne...
Úr savninum: Nikodemusarsangbólkurin í Norðurlandahúsinum Video 13.05.2022 1:33:30
Nikodemusarsangbólkurin: "Eg má siga frá". "Besta bók av bókum". "Vit í Jesu navni". "23. sálmur". "Hugsa tær at øll ung". "Boða Kristi kærleik". "Eg trúgvi heldur tær". "Eina eg siti". "Brúgvin yvir myrka dýpið". "Ófrelstur enn". "Lívsæla landið". "Nem við meg". Anna Eldevig (Anna Háberg): "Sum í dreymi". Alex Bærentsen: "Vinur trýrt tú". "Eigir tú ei vinir kendar". Drama: "Hendurnar". M.C. á pal...
Dreymurin um eitt hondbóltslív Video 23.04.2022 18:54
Í Føroyum íðka 2.200 fólk hondbólt, og alsamt fleiri spælarar fara uttanlands at royna hondbóltseydnuna. Tveir teirra eru tann 19 ára gamla, Rakul Wardum, og tann 16 ára gamli, Óli Mittún. Rakul fór longu sum 16 ára gomul niður á Skanderborg Elite Håndboldakademi og spælir nú við Ajax í Keypmannahavn, og Óli Mittún skrivaði í mars í ár undir sáttmála við svenska meistaraliðið, Sävehoff. Í sendingi...
Podcasturi asemănătoare
Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice