Kringvarp Føroya

Góðan morgun Føroyar

News FO ↓ Episoade: 166

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500

Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Site-ul podcastului

kvf.fo

Cel mai nou episod

19 nov. 2026

Unde asculți?

Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curând

Podcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor

Descarcă din Google Play Instalează gratuit Android 10 mil.+ descărcări · nota 4,7+ iOS în curând

Episoade

Góðan morgun Føroyar 19.11.2026

Hvussu hevur maðurin í Føroyum tað í dag, kann sigast at vera yvirskriftin tá Pál Weihe, yvirlækni og Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í javnstøðunevndini kjakast um mannfólkaviðurskifti og svara spurningum frá lurtarum. Bjartur Sigmundarson var eisini á vitjan í Norðagøtu, har nýggjur stórur handil lat upp í gjár. Har tosaði hann millum annað við eigaran, Hallur Djurhuus.

Góðan morgun Føroyar 19.11.2026

Altjóða mannfólkadagur er, og vit práta um hetta, áðrenn ringt verður til Jari í Hjøllum, sum sigur frá veðrinum

Góðan morgun Føroyar 18.11.2026

Í næstu viku verður eitt søguligt stig tikið í føroysku psykiatriini. Tá byrja partar av Psykiatriska deplinum at flyta av Eirargarði og oman í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Síðani 1969 hevur Eirargarður verið karmur um psykiatrisku viðgerðina í Føroyum. Men nú verður psykiatriin í størri mun ein partur av sjálvum Landssjúkrahúsinum, og fólk við sálarligum og likamligum sjúkum fara at n...

Góðan morgun Føroyar 18.11.2026

Í dag er Turið Laksá veðurfrøðingur

Góðan morgun Føroyar 17.11.2026

Í 60 ár hevur Lions Club Tórshavn verið við til at stuðla góðum endamálum, bæði her heima og úti í heimi. Síðani felagið varð stovnað í 1966, hevur tað latið stuðul fyri umleið 20 milliónir krónur, umroknað til nútíðar pening. Hósdagin fyllir felagið 60 ár, og tað verður hátíðarhildið við eini almennari móttøku í Finsen, júst har felagið varð stovnað. Í gjáramorgunin hoyrdu vit um eina nýggja bók,...

Góðan morgun Føroyar 17.11.2026

Veðurfrøðingur í morgun er Hanus Kjølbro

Góðan morgun føroyar 16.11.2026

Silja Aldudóttir fekk ársins Ebbuvirðisløn og vitjar í útvarpsstovuni, og eisini hav vit vitjað endurnýtsluhandilin IKTYS, sum hevur 20 ár á baki

Góðan morgun føroyar 16.11.2026
Góðan morgun Føroyar 13.11.2026

Í morgun kappast vit í "genta-drong", har tað ræður um at hugsa skjótt. Javnaðarflokkurin hevur 100 ár á baki. Ella næstan. Tí tað er ikki heilt einfalt at staðfesta, nær flokkurin í roynd og veru varð stovnaður. Fyrstu javnaðarfeløgini vóru stovnað í Havn og á Tvøroyri í 1925, meðan Ringfelagið, Føroya Javnaðarflokkur, varð skipað í 1927." Soleiðis stendur at lesa í spildurnýggju bókini Reyði trá...

Góðan morgun Føroyar 13.11.2026

Í samband við les føroyskt vitjar Urd Johannesen okkum í morgun og lesur brot upp úr hennara teksti. Eisini fáa vit veðrið fyri vikuskifti. Gestir: Urd Johannesen Turið Laksá

Góðan morgun Føroyar 12.11.2026

Føroyar eru fullar av gomlum sagnum um huldufólk, trøll, gand og løgnar hendingar. Søgur, sum hava verið munnligar frásagnir í fleiri ættarlið, men sum kanska ikki verða so nógv sagdar longur. Nú hevur Heiðrikur á Heygum sett sær fyri at geva teimum nýtt lív. Hann hevur umskrivað gomlu sagnirnar, so tær eru lættari at lesa í dag, og hevur eisini sjálvur málað og teknað myndir til tær. Rithøvunduri...

Góðan morgun Føroyar 12.11.2026

Veðurfrøðingur er Turið Laksá

Góðan morgun Føroyar 11.11.2026

Signa Mrdalo fekk gullmedalju fyri sveinaroyndina, hon skuldi taka fyri at gerast kosmetikari, Rakel Helmsdal lesur úr egnum verkum og Unn Laksá stjóri í Sjókovanum greiddi frá útróðri og landgrunninum

Góðan morgun Føroyar 11.11.2026
Góðan morgun Føroyar 10.11.2026
Góðan morgun Føroyar 10.11.2026
Góðan morgun føroyar 09.11.2026

Í sambandi við bókadagar hava Rithøvundafelagið og Kringvarpið tikið stig til at hava eina Les føroyskt-viku. Skráin í Kringvarpinum verður rúgvusmikil við fjølbroyttum og áhugaverdum evnum, sum snúgva seg um lesing, tí vit fara at varpa ljós á tað at lesa føroyskt. Vit hava eisini vitjan av SSP og løgregluni, sum fara at siga okkum eitt sindur av tí, tey greiða frá, tá tey eru á vitjan hjá foreld...

Góðan morgun føroyar 09.11.2026

Hesa vikuna fer Kringvarpið at seta sjóneykuna á føroyskar bókmentir og at lesa føroyskt. Hvønn morgun fáa vit í morgunsendingini vitjan av einum rithøvundi, sum fer at lesa eitt lítið brot úr egnum teksti. Rithøvundarnir taka útgangstøði at skriva um eitt stað, meðan tey sita eitt annað stað. Fyrsti rithøvundur á vitjan er Sissal Kampmann Veðurfrøðingur í morgun er Hanus Kjølbro

Góðan morgun Føroyar 06.11.2026

Hesaferð er spurnarkapping á skránni, áðrenn vit hoyra frá Kim Simonsen, sum verður útgivin í Kina

Góðan morgun Føroyar 06.11.2026
Góðan morgun Føroyar 05.11.2026

Í morgun varpa vit ljós á horn- og harmoniorkestur og eina siðvenju, sum vit kanska hoyra ov lítið til í dag: marsjering. Vit práta millum annað um, hví ein marsjur er nakað heilt serligt, og hví orkestur eiga at síggjast og hoyrast meira úti millum fólk. November er prematur-mánaður - mánaðurin fyri ov tíðliga fødd børn. Hendan mánaðin verður millum annað varpað ljós á avleiðingarnar, sum kunnu s...

Góðan morgun Føroyar 05.11.2026

Veðurfrøðingur er Turið Poulsen

Góðan morgun Føroyar 04.11.2026

Bogi Eliasen helt røðu fyri toppunum í WHO um hvussu farast skal fram í heilsusektorinum næstu 50 árini og vit skifta orð við hann um tað. Hallur av Rana og Regin Berg, stjórnmálafrøðingar, greina úrslitið av amerikanska miðvalinum.

Góðan morgun Føroyar 04.11.2026
Góðan morgun Føroyar 03.11.2026

Fólk flyta úr útoyggj og útjaðara, og fleiri bygdir stríðast við at halda lív í lokalsamfelagnum. Men hvat skal til fyri at venda gongdini og skapa nýggjan fólkavøkstur? Í døgunum 6. til 8. november skipar Útoyggjafelagið fyri ráðstevnu, har framtíðin hjá útoyggjum og útjaðara verður sett á breddan. Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi við politisku floksformonnunum, har spurningurin verður,...

Ascultă podcastul Góðan morgun Føroyar în Replaio

Radio și podcasturi într-o singură aplicație - gratuit și fără înregistrare. Instaleaz-o azi și nu rata lansarea

Descarcă din Google Play

Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice