Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

News FO ↓ Episoade: 50

Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.

Vizitează neapărat site-ul podcastului și susține-i creatorul: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Categorie

News

Site-ul podcastului

kvf.fo

Cel mai nou episod

24 ian. 2024

Unde asculți?

Podcasturi în aplicație Replaio Radio În curând

Podcasturile ajung în curând în aplicație. Instaleaz-o acum și fii primul care descoperă o abordare complet nouă a podcasturilor

Descarcă din Google Play Instalează gratuit Android aproape 10 mil. descărcări · nota 4,8 iOS în curând

Episoade

Úr savninum: Leygarkvøld 2:2 Video 13.04.2022

Seinna sending av tveimum við tónleiki, práti og dansi. Húsaorkestrið spælir saman við ymiskum solistum. Vertur er Rasmus Magnussen.

Úr savninum: Leygarkvøld 1:2 Video 07.04.2022

Fyrsta sending av tveimum við tónleiki, práti og dansi. Húsorkestrið spælir saman við ymiskum solistum. Vertur er Rasmus Magnussen.

Stuðulskonsert fyri Ukraina Video 27.03.2022

- beinleiðis

Úr savninum: Teir liva av Eystursjónum 2:2 Video 09.03.2022

Síðani 1980 hava føroysk skip fiskað í Eystursjónum. 12 skip royna fast í Eystursjónum og tilsamans eru eini 70 mans við hesum skipum. SVF hevur verið á Bornholm og gjørt tvær sendingar um hesa vinnugrein. Sendingina gjørdu: Árni Gregersen og Ragnar C. Joensen.

Altjóða kvinnudagur í Mentanarhúsinum Video 09.03.2022

Tiltakið ‘Konubrot og Britubrim’ viðger manglandi javnstøðuna og møguleikarnar fyri einum betri samfelag í framtíðini. Sofaprát, skemt og spísk upplegg, kryddað við list og tónum.

Úr savninum: Teir liva av Eystursjónum 1:2 Video 02.03.2022

Síðani 1980 hava føroysk skip fiskað í Eystursjónum. 12 skip royna fast í Eystursjónum og tilsamans eini 70 mans eru við hesum skipum. SVF hevur verið á Bornholm og gjørt sending um hesa vinnnugrein. Sendingina gjørdu: Árni Gregersen og Ragnar C.

Úr savninum: At ganga grýla Video 28.02.2022

Gamalt er at ganga grýla, og í Svínoy hevur ein grýla gingið. Prát við tríggjar eldri menn, um hvussu teir minnast grýluna. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Sandoyartunnilin - seinasta skotið Video 03.02.2022

- beinleiðis

Úr savninum: Teir stóðu við vaðbeinið (2:2) Video 26.01.2022

Umborð á Westward Ho, har Zacharis Hammer prátar við Hans Petur Højgaard av Toftum, um barnárini og tá ið hann sum ungur var til skips. Vit hoyra Harmonikuliðið spæla: Tá ið skýming um landið.. og Leið meg einaferð enn... Eisini hoyra vit Dupultkvartettina: Eg sigli fram yvir lívsins... Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr savninum: Teir stóðu við vaðbeinið (1:2) Video 12.01.2022

Umborð á Westward Ho, har Zacharis Hammer prátar við Hans Petur Højgaard av Toftum, sum hevur siglt við deyðsiglarum, um at vera til sjós í gomlum døgum. Vit hoyra Harmonikuliðið við "Seg lágt yvir hav" og "Trý lítil ynski". og Dupultkvartettina við "Eg sigli fram yvir lívsins hav". Lagt til rættis: Zacharias Hammer.

Úr savninum: Westward Ho 100 ár Video 29.12.2021

Í sambandi við at tað eru liðin 100 ár síðan kjølurin á sluppini varð strektur, var ein túrur gjørdur til Grimsby. Kappsigling millum Westward Ho og William Mc Cann. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer. Jóannes K. Andreassen. Dávur Isfeldt.

Úr savninum: Minni um sluppirnar Video 15.12.2021

Sendingin snýr seg um fyrrverandi føroysku sluppina Sigurfari, sum stendur á Akranesi í Íslandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Páll Johannesen, Zacharias Hammer, Jógvan Jespersen.

Ein løta við Landskrona Boys Video 11.11.2021

Í samband við sendirøðina "Vit herja á" - um strembanina at vinna føroyskum fótbólti altjóða viðurkenning - hittust teir, sum settu Føroyar á heimskortið í fyrstu dystunum í altjóða fótbólti í 1990. Teir átta á Landskrona-liðnum, sum búgva í Føroyum, hittust ein sunnudag á vári 2020. Fyrst settust teir saman at hyggja at fyrra hálvleiki av dystinum móti Danmark í Parkini, sum var ein mánað eftir m...

Úr savninum: Skonnartin Ernestina á land í Íslandi í 1930 Video 01.11.2021

Náttina ímillum 26. og 27. mars 1930 fór skonnartin "Ernestina" úr Klaksvík á land undir Selvogsbjørgunum í Íslandi. Tá ið lýsti fyri degi vóru 8 av manningini farnir í havið. Teir máttu lúta í tí vónleysa bardaganum ímóti kulda, kavaroki og brimbrotum. Bestimaðurin Ziska Jacobsen svam í land og fekk sett línu fasta, sum bjargaði hinum 17 av manningini. Kaj Thomassen úr Svínoy, sum var við henda t...

Úr savninum: ...og havið tók Video 01.11.2021

Mongu minnisvarðarnir, ið standa kring landið, bera ein tigandi vitnisburð um, at tað føroyska samfelagið allarhelst telist millum tær heimsins tjóðir, ið hava mist flest fólk á sjónum í lutfalli til fólkatalið. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari siglingarsøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis hevur Jóannes L...

Úr savninum: Spegil í minni mínum Video 28.10.2021

Dokumentarfilmur frá mars mð. 2004 eftir Ingun í Skrivarastovu. Ein persónlig lýsing av Juttu Olsen, mammu leikstjóran. Jutta hevur stríðst við tunglyndi í mong ár, og var oftani innløgd. Partur av viðgerðini var elektrosjokk, og hetta tók minnið frá henni. Saman kanna tær, hvat tað var, sum hendi. Ein innilig søga um sálarsjúku og sterka sambandið millum móður og dóttur. Lagt til rættis Ingun í S...

Úr savninum: UM - deyðan Video 28.09.2021

Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending. Deyðin er nakað, sum vit vanliga ikki tosa nógv um. Vit royna í hesi sendingini at nema við nøkur evni, sum troka seg á, tá vit skulu hiðani. Um sorgina, tá vit missa ein av okkara kæru. Vit hitta eini foreldur, sum mistu barn sítt av sjúku. Vit eru og fylgja líki. Nøkur børn úttala seg um deyðan, og ein 96-ára gomul kon...

Úr savninum: UM - Tað feita lívið Video 28.09.2021

Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending. Øll verða vit feitari og feitari. Samanbera vit okkum við tøl úr hinum norðanlondunum, so eru umleið 3.000 føroyingar í feitara lagi. Orsøkirnar eru, at vit eta ov nógv, eta ikki nóg heilsugóðan mat, og at vit sita meiri en flyta okkum. Nógv royna at sleppa sær av við pundini, og tilboðini um hjálp til hetta tróta ikki....

UM - drykkjuvanar Video 09.09.2021

Tíggju ár eru nú liðin, síðani vit fingu nýggja rúsdrekkalóg, og fyri fyrstu ferð síðani 1908 bar aftur til at keypa rúsdrekka her í landinum. Men hvat er hent hesi tíggju árini? Hvar eru vit í dag? Drekka vit meira, drekka vit øðrvísi og hvat við teimum ungu? Eitt er kortini vist, og tað er, at Havnin hevur fingið eina nýggja matstovumentan. Síðani 1992 er talið av matstovum økt munandi, og í dag...

Úr savninum: UM - tað yvirnatúrliga Video 02.09.2021

Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending. Fyrsta sendingin fer at snúgva seg UM tað yvirnatúrliga. Vit skulu m.a. hitta ein klaksvíking, sum er framsíggin - tvs. hann kennir altíð á sær, tá okkurt fer at henda, av bæði ringum og góðum. Vit skulu hoyra um eitt ur, sum skikkar sær løgið, um eini kend hús í Havn, haðani nógvar løgnar frásagnir eru, og so vitja vit...

Klaksvíksstríðið (2:4) Video 12.08.2021

Dokumentarrøðin um Klaksvíksstríðið snýr seg um árini í 1950-unum, tá Danmark og Føroyar mundu endað í borgarakríggi.  Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark, sum er giftur við føroysku Sólrun, kanna, hví Danmark sendi 120 alvápnað løgreglufólk til Føroya.  Tá uppreistrarsinnaðir klaksvíkingar svarar aftur við at avbyrgja innsiglingina við skipum við dynamitti umborð, fer dan...

Klaksvíksstríðið (1:4) Video 05.08.2021

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, kannar, hví Danmark sendi 120 løgreglufólk til Føroya við maskinbyrsum og hundum. Tá uppreistrarsinnaðir klaksvíkingar svarar aftur við at steingja havnina við skipum við dynamitti, kemur danska stjórnin upp í málið. Nú veksur hatrið millum tey í býnum, sum eru fyri læknanum, og tey, sum eru ímóti. Fyrsti partur snýr seg um Olaf Halvorsen, nazist...

Úr savninum: Maðurin og havið Video 28.07.2021

Eg livi optimalt, tá eg sigli, sigur Birgir Enni, sum seinastu mongu árini, hvørt summar hevur siglt kring oyggjarnar við Norðlýsinum. Hóast veðrið er skiftandi, eru tað fáir túrar, sum verða avlýstir, tí einki eitur ringt veður, tað eru bara ymisk sløg av góðum veðri. Birgir Enni er eisini kokkur umborð fyri tey mongu ferðaløgini, sum vitja skipið, og tá syrgir hann sjálvur fyri at skaffa allan m...

Konsert við John Lawton í Sjónleikarhúsinum í 2010 Video 06.07.2021
Úr savninum: Søga og spír (2:6) Video 27.05.2021

Onnur sending í røðini Søga og spír heldur fram við kirkjum lagaðum úr gróti. Lagt til rættis: Malan Johannesen.

Ascultă podcastul Stakar sendingar - sjónvarp în Replaio

Radio și podcasturi într-o singură aplicație - gratuit și fără înregistrare. Instaleaz-o azi și nu rata lansarea

Descarcă din Google Play

Replaio nu este editorul podcasturilor; numele emisiunilor, coperțile și materialul audio aparțin autorilor lor și sunt distribuite prin fluxuri RSS publice