Kringvarp Føroya
Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Útsýni (4:5) 26.07.2018 53:00
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At appelsingular gularøtur eru tær sunnastu. At tað er ov vandamikið at vera ov feitur. At gransking vísir, at kettur eru høgralabbaðar. At osonlagið lekist. At løgin signal úr rúmdini møguliga koma frá neutronstjørnum. Og at vitamin D hevur stóran týdning fyri heilsuna. Lurta eftir sendingini her.
Útsýni (3:5) 20.07.2018 52:25
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At gransking vísir, at tað loysir seg at verða fittur. At knívurin hjá Tutankhamun kemur úr rúmdini. At vísidini siga, at krímsjúkan er verri fyri mannin enn kvinnuna. At tað hjálpur ikki heilanum at eta nakað søtt, tá ið ein skal til roynd. At aldurin á mammuni hevur fyrimun fyri barnið. Og vit hoyra um nakrar uppfinnigar hjá NASA. Lurta eftir sendingini her...
Útsýni (2:5) 13.07.2018 53:28
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari. At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum. At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum. Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar. Lurta eftir sendingini her.
Útsýni (1:5) 06.07.2018 50:59
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni. At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina. At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna. At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn. Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað. Lu...
Søgufrøðingur: Víkingatoftir mitt í Klaksvík 04.05.2018 15:02
Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram. Men eru hetta aldargomul fornminni, sum liggja undir moldini Yviri á Grundum, sum økið verður r...
Magnetiski norðpólurin hevur kós móti Sibiria 03.05.2018 11:45
Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur. Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria. - Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU. - Og heldur gongdin fram,...
Fara at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum í Útnorði 20.07.2017 20:10
Tað eru vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn sum standa fyri hesi gransking. Verkætlanin ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld. Ætlanin er í høvuðsheitum at kanna og staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri. Granskararni...
Skyldskapur er tættur í Føroyum 18.07.2017 16:39
Ílegusavnið hevur gjørt ein ættarbándsskrá, har allir føroyingar, sum hava livað og búgva í Føroyum í dag, eru skrásettir. 158000 fólk hevur tað borið til at skrásett, frá ár 1100 til dagin í dag. Í hesu ættarbandsskrá, er nógv áhugavert at síggja. Millum annað, at 149000, av teimum 158000 føroyingunum, eru øll í familju við ein mann, og ein kvinna, sum átti sítt fyrsta barn í 1880, hevur í dag 34...
Elisabet hevur kortlagt silvurfiskin 12.07.2017 13:43
Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani. Skordýrið er vanligt í Føroyum og trívist best har tað er heitt og slavið. Tí er silvurfiskur oftast at finna í baðirúminum, undir køksvaskinum og í kjallarum. Silvurfiskar, sum Elisabet hevur fangað og granskað (Mynd: Elisabet Thomsen) Silvurfiskur er ljósskjarur og flýggjar ella situr pin...
Vitan: Føroya demografi fra midøld til nútið 24.01.2017 55:27
- Í næstan 500 ár búði nøkur heilt fá túsund fólk í Føroyum, greiðir Hans Pauli Strøm frá. Hann starvast, sum sosiologur á Hagstovuni, og hann hevur hugt at, hvussu og hví okkara fólkasøga er komin at síggja soleiðis út. - Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 1700talinum, og fólkatalið byrjaði so smátt at kvinka uppeftir, men tað var ikki fyrr enn í 19. øld at rættligur fólkavøkstur kom, sigur...
Vitan: »Fyrstu føroyingarnir« 17.01.2017 49:22
Í 2015 vóru nakrir útlendskir granskarar í Føroyum, og tóku kjarnuroyndir úr fimm ymiskum vøtnum. - Við at kanna kjarnuroyndirnar, kunnu vit siga, nær seyður og harvið eisini fólk komu til Føroyar, sigur professarin í jarðarvísindum Raymond Bradley. Tey hava borað tríggjar metrar niður í fimm ymisk vøtn í Føroyum, Eiðisvatn, Saksunarvatn, Sandsvatn, Gróthúsvatn og Stóravatn, umfram at ein kjarnub...
Vísindavøkan 2016 (2:2) 10.01.2017 48:37
Í hesi sending, senda vit tveir fyrilestrar, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri. Tann fyrri er um, hvussu vit menna burðardygt seyðahald í Føroyum. Jens Ivan í Gerðunum, frá búnaðarstovuni, heldur fyrilesturin. Tann seinni er um økokritikk í bókmentum. Bergur Djurhuus Hansen, sum starvast á Føroyamálsdeildnini á Fróðskaparsetrinum, heldur fyrilesturin og hevur...
Vísindavøkan 2016 (1:2) 03.01.2017 54:43
Í hesi sending verða tríggir fyrilestrar sendir, ið vóru hildnir á Vísindavøkuni 2016, sum granskingarráðið skipaði fyri. Tann fyrsti fyrilesturin, er um grøna elframleiðslu og orkugoymslur. Annar fyrilesturin eru um varandi orkukeldur -visión Føroyar 2030 og tann triðji og seinasti, er um framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi. Tey ið halda fyrilestrarnar er: Bjarti Thomsen, ið starvast á umhvørvi...
Vitan: Vóru Sjúrðakvæðini yrkt fyrst í 1800talinum 12.04.2016 52:11
Lurta eftir sendingini Vitan her.
Vitan: Fólk hava ilt við at trúgva vísindunum 05.04.2016 50:52
Eitt lítið fet hjá einum menniskja, men eitt stórt fet hjá mannaættini. Kendu orðini hjá rúmdarmanninum Neil Armstrong, tá hann í juli mánaði 1969 sum fyrsta menniskja nakrantíð setti fótin á Mánan. Ella gjørdi hann nú tað? Skeptikarar hava leingi hildið uppá, at mánaferðirnar ongantíð vóru gjørdar, og mánalendingin varð filmað í einum studio. Hóast meira enn 100.000 fólk arbeiddu við Apolloætlani...
Vitan: Føroyingur navigerar í rúmdini 22.03.2016 52:33
Tá ið rúmdarfarið Juno kemur til gongustjørnina Jupiter í summar, hevur NASA roynt ein nýggja stýrisskipan, sum David, saman við øðrum, hevur ment á DTU Space. Juno áveg til Jupiter (Mynd NASA) Tað hevur verið ein langt ferð hjá Juno út til Jupiter. Rúmdarfarið hevur ferðast millum jørðina og jupiter í fleiri umførum, har tað bleiv slongt longur og longur út í rúmdina....
Vitan: Køla likamið, og sáðkyknur bera fiti 17.03.2016 51:33
Í 1999 var 29 ára gamla Anna Bågenholm farin at standa á skíð í Norðurnoregi. Veðrið var gott, og hon skíðaði oman eftir einari brekku beint við eina avísaða á. Komin nakað oman missir hon balansuna og dettur á ryggin. Hon fer skreiðandi oman eftir brekkuni og út á ta frystu ánna. Knappliga brotnar ísurin, og hon søkkur í ísakaldu ánna. Streymurin í ánni dregur hana við sær, og hon verður føst und...
Vitan: Máltøka hjá føroyskum børnum 03.11.2015 47:43
Tað er Sissal Maria Rasmussen, ið hevur granskað hvussu føroysk børn málmennast. Hon hevur kannað børn í aldrinum átta mánaðir til trý ára gomul. Hennara granskingarverkætlan kallast "Máltøka hjá føroyskum børnum" Lurta eftir sendingini, og fá at vita hvussu føroysk børn mennast málsliga, og hvat tað fyrsta orðið er, sum føroysk børn duga at siga.
Vitan: Leitanin eftir víkingagravum í Føroyum 27.10.2015 59:32
Tað er Ann Sølvia Lydersen Jacobsen, fornfrøðingur, ið hevur fingið játtað pengar til eina trý ára ph.d verkætlan, har hon skal granska norðoyggjarnar, fyri at vita, um man kann skráseta fornar búsetingar har og samstundis finna fornar gravir. Reyði ringurin vísur, hvar víkingagravirnar í Tjørnuvík vóru funnar og grivnar út í fimtiárunum, sí mynd niðanfyri: Í sendingini greiðir Simun Arge, fornf...
Sverri Dahl sigur frá víkingagravunum í Tjørnuvík 27.10.2015 48:29
Samrøðan varð gjørd í 1983. Sverri Dahl, fyrv landsantikvarur Prónurin ið varð funni í tí eini grøvini í Tjørnuvík, sí mynd niðanfyri: Mynd av ringinum, har tunni tráðurin er avmyndaður, sí mynd niðanfyri:
Homo Naledi, Jóhannes Doyparin og eggjastøddir 20.10.2015 54:41
Magnus Gaard, lívfrøðingur, greiðir frá áhugaverda og spennandi fundinum av Homo Naledi, ein sera gamal ættfaðir til menniskja, Homo Sapiens. Eisini verður tosað við danska professaran í evulitiónlívfrøði Eske Willerslev, um fundi av eini beinagrind undir eini gamlari kirkju í Bulgaria, sum skuldi vísa seg, at verða leivdirnar eftir einum kendum bíbilskum persóni, Jóhannes Doyparanum. Og seinast...
Vitan: Hvalateljingar 13.10.2015 52:50
Hetta eru tvey av evnunum í sendingini Vitan hesaferð. Iris Thomsen, havsúgdjóralívfrøðingur var í 2014 niðri á Falklandsoyggjunum og samskipaði ta fyrstu hvalateljingina nakrantíð har. Hon greiðir frá, hvussu tað var at verða har, um oyggjarnar og hvussu hvalateljingin var løgd til rættis. Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, samskipaði í summar føroyska partin, í stórari hvala...
Vitan: PKU vs CTD 06.10.2015 53:06
Tað er longu fleiri ár síðan, at lækni Ulrika Steuerwald vísti á, at PKU royndin ikki fangar øll pinkubørn við CTD. PKU er blóðroynd, ið verður tikin av øllum pinkubørnum nakara fáa tímar eftir at tey eru fødd. Tey verða kanna fyri 16 ymiskar viðføddar sjúkur, har millum CTD. PKU fangar ikki CTD Men PKU fangar ikki CTD hjá pinkubørnum, og tí er ætlanin, at øll pinkubørn í Føroyum skulu ílegukann...
Vitan: Hjarta 29.09.2015 56:52
Lurta eftir sendingini her.
Vitan: Kendleiki í Føroyum 21.09.2015 49:32
Lurta eftir sendingini her.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.