Kringvarp Føroya

Vitan

News FO ↓ 50 episodes

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Mar 27, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Bønhústoftin á Velbastað 27.03.2026

Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya. 

Livandi alheimurin 28.10.2025

Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars. Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð? Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin". Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajourna...

Rýmdu norðbúgvarnir undan turki? 16.11.2022

Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum? Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er...

VIDEO: Telja fugl við dronu 14.10.2022

Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER

Sjógvurin fløðir um allan heim 15.09.2022

- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægr...

Jetstreymurin klovnar um summarið 13.09.2022

Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.   Hitabylgja í Evropa Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar.   Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru hita...

Grøni boðskapurin 19.06.2022

Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør...

Grøni boðskapurin 17.06.2022

Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur,...

Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers 16.05.2022

Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers. Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast pers...

Stóra vatnið ið hvarv 15.02.2022

Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur. "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet...

Gamla Stokkastovan verður sum nýggj 20.01.2022

Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684. Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum.   Gomul mynd frá 1800 talinum av Tinganesi, sum H.C.Muller hevur tikið. Stokkast...

Nýggj gransking: Fyrstu seyðirnir komu til Føroya um ár 500 16.12.2021

Granskingin sigur eisini, at tað er hugsandi at menniskja hevur sett búgv har samstundis, tó at tað ikki eru funni DNA frá menniskjum í kanningunum. Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley og les um kanningarnar HER, HER og HER Eiðisvatn Eiðisvatn (Mynd Raymond Bradley)   Kjarnusýnir Eiðisvatn Fult av kjarnusýnum at granska (Mynd Raymond Bradley)

Løgið signal úr rúmdini 26.10.2021

Tað var fyri nøkrum mánaðum síðani, tá stjørnufrøðingar, ið granska radiobylgjur og onnur signal úr rúmdini, skuldu royna eitt nýtt radioteleskop í Australia, at tey máldu hetta løgna signalið. - Á tveir háttir uppførir hetta signalið seg løgið. Tað ferðast sum ein snyril gjøgnum rúmdina, og so broytist tað í styrki, sløknar mitt í øllum og tendrar aftur, sigur David Kaplan, professari í alis- og...

Kjarnuroyndir tiknar á Mars 05.10.2021

Rovarin Perseverance, sum koyrir uppi á gongustjørnuni, Mars, hevur tikið kjarnuroyndir úr einum steini. - Fyrsta royndin riggaði ikki, tí grótið morlaðist, men onnur kjarnuboringin riggaði væl, sigur Kathryn Stack, toymisleiðari fyri NASA Perseverance rannsóknarferðina. Borikjarnurnar eru koyrdar í og innilokaðar í eini jarndós umborð á rovaranum. - Vit hava møguleika at goyma 38 borikjarnur, og...

Átta víkingagravir staðfestar í Føroyum 28.09.2021

Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi.  Hoyr Ann Sølviu greiða...

Mars og rúmdarbilurin Perseverance 01.04.2021

Í sendingini verður gongustjørnan Mars umrødd og hví tað verður mett at tað kanska einaferð í fyrndini hevur verið lív á Mars. Hans Amundsen og Michelle Minitti frá JPL NASA, Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og David Arge Klevang Petersen frá DTU Space greiða frá. 

Perseverance á Mars 30.07.2020

Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars. Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari...

Útsýni (5:5) 03.08.2018

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At smør er sunnari at nýta í matgerð enn plantuoljur. At astronomar halda at har er ein tígginda gongustjørna har úti onkustaðni. At ljós ávirkar tunglyndi. At granskarar hava kannað hvat feilar Darth Vader. At samband ikki er millum mettað feitt og hjarta- og æðrasjúkur. Og so fáa vit eisini at vita hvussu ofta seingjarklæðini skulu vaskast. Lurta eftir send...

Útsýni (4:5) 26.07.2018

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At appelsingular gularøtur eru tær sunnastu. At tað er ov vandamikið at vera ov feitur. At gransking vísir, at kettur eru høgralabbaðar. At osonlagið lekist. At løgin signal úr rúmdini møguliga koma frá neutronstjørnum. Og at vitamin D hevur stóran týdning fyri heilsuna. Lurta eftir sendingini her.

Útsýni (3:5) 20.07.2018

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At gransking vísir, at tað loysir seg at verða fittur. At knívurin hjá Tutankhamun kemur úr rúmdini. At vísidini siga, at krímsjúkan er verri fyri mannin enn kvinnuna. At tað hjálpur ikki heilanum at eta nakað søtt, tá ið ein skal til roynd. At aldurin á mammuni hevur fyrimun fyri barnið. Og vit hoyra um nakrar uppfinnigar hjá NASA. Lurta eftir sendingini her...

Útsýni (2:5) 13.07.2018

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At tað er ikki heilt vandaleyst at verða veitsluroykjari. At ein kúskel ið varð funnin undir Føroyum er av heimsins elstu djórum. At heilin hjá mammuni verður ávirkaður í viðgongutíðini At sáðgóðskan verður ávirkað av at liggja í fremra buksilummanum. Og nakrar mytur, ið samband við viðgongutíð, verða gjøgnumgingnar. Lurta eftir sendingini her.

Útsýni (1:5) 06.07.2018

Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At best er fyri pinkubørn at sova hjá mammuni. At forndjórini, dinosaurarnir, vóru sera óhepnir á sinni, tá ið ein torusteinur rakti Jørðina. At gransking vísir, at tað er ein fyrimunir um skurðlæknin er ein kvinna. At fornfrøðingar hava funnið elstu plombaðu tenn. Og at rúmdarfrøðingar eru ikki á einum málið um, hvat himmallikamið Oumuamua var fyri nakað. Lu...

Søgufrøðingur: Víkingatoftir mitt í Klaksvík 04.05.2018

Tá ið Klaksvíkar Kommuna fór undir at grava út fyri eini býarlund mitt í Klaksvík, kom øði í grindina. Gjørt varð vart við, at fyri langari tíð síðani, vórðu staðfest gomul fornminni undir moldini, og fornminnismynduleikin steðgaði arbeiðinum. Partarnir komu til eina semju, og arbeiðið kundi halda fram. Men eru hetta aldargomul fornminni, sum liggja undir moldini Yviri á Grundum, sum økið verður r...

Magnetiski norðpólurin hevur kós móti Sibiria 03.05.2018

Í fleiri túsund ár hevur kumpasnálin peikað móti einum øki í norður Kanada, har tann magnetiski norðpólurin hevur verið staðsettur. Men seinastu árini er ein broyting hend. Magnetiski norðpólurin flytur seg og hevur í dag beina kós móti Sibiria. - Vit hava eygleitt, at magnetiski norðpólurin flytur seg einar 50 - 60 kilometrar um árið, sigur Nils Olsen, professari á DTU. - Og heldur gongdin fram,...

Fara at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum í Útnorði 20.07.2017

Tað eru vísindafólk frá Center for Geogenetik á Statens Naturhistoriske Museer í Keypmannahavn sum standa fyri hesi gransking.  Verkætlanin ber heitið “Population Genomics of Vikings”. Evnið, verkætlanin viðgerð, er at avdúka ílegu-søguna hjá víkingum og farleiðum teirra í Útnorði í 8-12. øld. Ætlanin er í høvuðsheitum at kanna og staðseta ílegurnar hjá niðursetumonnunum í Útnorðri.   Granskararni...

Listen to the Vitan podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.