Kringvarp Føroya
Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Vitan 17.11.2026 55:10
Hoyr Bjarna Steintún, lektara í málfrøði á setrium greiða frá um upprunan tll orðið ræst. Arni Petersen, matvøruverkfrøðingur og Petra Petersen, mikrolívfrøðingur greiða frá, hvat tað er sum hendir, tá ið kjøt ella fiskur ræstnar.
Vitan 17.11.2026 58:56
Í sendingini umrøða Bjarni Steintún, lektara á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum um sagnorðið "ræsa". Og Arni Petersen, matvøruverkfrøðingur og Petra Petersen, mikrolívfrøðingur á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni greiða frá, hvat tað er sum hendi lívfrøðiliga, tá ið kjøt ella fiskur ræstnar.
Vitan 20.10.2026 52:36
Og um hvat ílegurnar hjá 40 føroyingum kunnu siga um okkara søgu og heilsu.
Vitan 06.10.2026 52:47
Í sendingini verður tosað vit við Elsu Helmsdal, granskara, um hennara PhD-gransking, sum lýsir paradoksið millum heilsutilmælini, dálking og sterka føroyska mentanarsamleikan at halda grind til. Hví verja serliga tey ungu grindadráp, meðan kvinnur eru givnar at eta grindi? Og hvussu ber tað til, at mentanin vigar tyngri enn heilsan?
Vitan 06.10.2026 49:40
Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi og David Arge Klevand, professari á DTU Space greiða frá, hvussu rannsóknarferðin hjá Perseverance gongur á Mars.
Vitan 22.09.2026 51:43
Andrea Joensen hevur granskað, at har er ein sosialur ójavni í, hvør fær staðfest diagnosuna etingarólag og harvið kemur í viðgerð. Og jarðfrøðingurin Heiðrikkur í Garði Mortensen, hevur granskað, hvussu og hvat hendi, tá ið veðurlagið brádliga broyttist fyri 200 mió. Árum siðani.
Vitan 08.09.2026 53:34
Eitt super El Niño er við at taka seg upp í Kyrrahavinum, og hetta fer at ávirka veðrið um allan heim. Og kanningar vísa, at Toxiplasmosa er í seyði, haru og kettu í Føroyum, og hesin parasittur kann smitta menniskju.
Bønhústoftin á Velbastað 27.03.2026 55:46
Nógv áhugavert er komið undan kavi í útgrevstrinum, millum annað ein flottur gulltráður og ein gátuførur ringur. Lurta eftir sendingini, har Helgi Mikkelsen, fornfrøðingur, greiðir frá. Eisini umrøða vit DNA royndir, ið vísa nær fyrstu seyðirnir komu til Føroya.
Livandi alheimurin 28.10.2025 50:56
Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars. Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð? Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í sendingini "Livandi alheimurin". Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajourna...
Rýmdu norðbúgvarnir undan turki? 16.11.2022 17:58
Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum? Tað hevur verið og er ein av størstu gátunum, sum ikki er...
VIDEO: Telja fugl við dronu Video 14.10.2022 4:13
Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER
Sjógvurin fløðir um allan heim 15.09.2022 13:15
- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægr...
Jetstreymurin klovnar um summarið 13.09.2022 16:50
Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni. Hitabylgja í Evropa Allastaðni í Evropa royndu fólk at svala sær í ógvusliga hitanum í summar. Hitabylgjur í Evropa eru komnar fyri fyrr, men seinastu árini eru hita...
Grøni boðskapurin Video 19.06.2022 28:03
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør...
Grøni boðskapurin 17.06.2022 39:16
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur,...
Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers 16.05.2022 17:22
Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers. Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast pers...
Stóra vatnið ið hvarv 15.02.2022 10:59
Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur. "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet...
Gamla Stokkastovan verður sum nýggj 20.01.2022 14:48
Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684. Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum. Gomul mynd frá 1800 talinum av Tinganesi, sum H.C.Muller hevur tikið. Stokkast...
Nýggj gransking: Fyrstu seyðirnir komu til Føroya um ár 500 16.12.2021 11:43
Granskingin sigur eisini, at tað er hugsandi at menniskja hevur sett búgv har samstundis, tó at tað ikki eru funni DNA frá menniskjum í kanningunum. Lurta eftir samrøðuni við Raymond Bradley og les um kanningarnar HER, HER og HER Eiðisvatn Eiðisvatn (Mynd Raymond Bradley) Kjarnusýnir Eiðisvatn Fult av kjarnusýnum at granska (Mynd Raymond Bradley)
Løgið signal úr rúmdini 26.10.2021 11:16
Tað var fyri nøkrum mánaðum síðani, tá stjørnufrøðingar, ið granska radiobylgjur og onnur signal úr rúmdini, skuldu royna eitt nýtt radioteleskop í Australia, at tey máldu hetta løgna signalið. - Á tveir háttir uppførir hetta signalið seg løgið. Tað ferðast sum ein snyril gjøgnum rúmdina, og so broytist tað í styrki, sløknar mitt í øllum og tendrar aftur, sigur David Kaplan, professari í alis- og...
Kjarnuroyndir tiknar á Mars 05.10.2021 13:14
Rovarin Perseverance, sum koyrir uppi á gongustjørnuni, Mars, hevur tikið kjarnuroyndir úr einum steini. - Fyrsta royndin riggaði ikki, tí grótið morlaðist, men onnur kjarnuboringin riggaði væl, sigur Kathryn Stack, toymisleiðari fyri NASA Perseverance rannsóknarferðina. Borikjarnurnar eru koyrdar í og innilokaðar í eini jarndós umborð á rovaranum. - Vit hava møguleika at goyma 38 borikjarnur, og...
Átta víkingagravir staðfestar í Føroyum 28.09.2021 29:55
Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi. Hoyr Ann Sølviu greiða...
Mars og rúmdarbilurin Perseverance 01.04.2021 58:53
Í sendingini verður gongustjørnan Mars umrødd og hví tað verður mett at tað kanska einaferð í fyrndini hevur verið lív á Mars. Hans Amundsen og Michelle Minitti frá JPL NASA, Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og David Arge Klevang Petersen frá DTU Space greiða frá.
Perseverance á Mars 30.07.2020 45:39
Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars. Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari...
Útsýni (5:5) 03.08.2018 53:16
Vísindasøgurnar í hesu sending eru um: At smør er sunnari at nýta í matgerð enn plantuoljur. At astronomar halda at har er ein tígginda gongustjørna har úti onkustaðni. At ljós ávirkar tunglyndi. At granskarar hava kannað hvat feilar Darth Vader. At samband ikki er millum mettað feitt og hjarta- og æðrasjúkur. Og so fáa vit eisini at vita hvussu ofta seingjarklæðini skulu vaskast. Lurta eftir send...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.