Kringvarp Føroya

Samværi

News FO ↓ 50 episodes

Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum. Instagram: @samvaeri

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

May 27, 2025

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Samværi 074 - Hvussu hevur tónleikapallurin ment seg? 27.05.2025

  Tónleikararnir Jóan Jakku og Sámal spæla við ymsum bólkum, og ofta spæla bara teir báðir saman. Teir báðir tosa um, hvussu tónleikapallurin var í Vágum og í Føroyum annars, tá teir góvu sínar fyrstu plátur út. Somuleiðis tosa teir um, at summi løg hjá teimum hava staðið tíðarinnar roynd og eru enn kend løg millum ung í dag. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hví so ma...

Samværi 073 - Hvussu úttrykki eg meg gjøgnum skaldskap? 20.05.2025

  Rithøvundarnir Arnbjørn og Sámal arbeiða báðir við stuttsøguni sum tekstaslagi, men á hvør sín hátt. Arnbjørn arbeiða nógv við einum persóni, Alberti, sum vendir aftur í fleiri søgum. Sámal skrivar ymsar søgur, sum fevna breitt og ofta hava eitt óvæntað snar í endanum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu teir arbeiða við stuttsøguni fyri at úttrykkja seg.   Lass...

Samværi 072 - Nær er tónleikur klárur at vísa øðrum? 13.05.2025

  Tónleikararnir Vinjar og Filip framføra báðir, men spæla hvør síni ljóðføri. Teir tosa um, hvussu teir vanliga fara undir eina verkætlan, og hvør munurin er, tá mann verður biðin um at vera við í eini tónlistaligari verkætlan, og tá mann sjálv ella sjálvur stendur fyri verkætlanini.  Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, nær teir tora at vísa øðrum eitt verk í gerð.    ...

Samværi 071 - Hvussu ávirkast vit av rúmum? 06.05.2025

Arkitekturin Heidi og tónlistakvinnan Jana arbeiða innan hvør sína listagrein, men tó hava hava tær tað í felag, at tær arbeiða í og við rúmum. Tær báðar tosa um, hvussu eitt rúm kann ávirka eina framførslu, alt eftir hvussu rúmið er teknað, úr hvørjum tilfari tað er gjørt úr, og hvussu rúmið er skipað. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu mann sum listafólk arbeiði...

Samværi 070 - Hvussu skilja vit okkum frá tulkingum? 29.04.2025

Tónleikararnir Lyon og Benjamin arbeiða báðir við tónlist og hava báðir nøkur felags drøg í yrkisleiðini. Teir hava báðir havt eina longri pausu millum tær tvær seinastu heildarútgávurnar. Teir báðir tosa um tónleikapallin, sum hann var, tá teir í fyrstani góvu út, og hvussu pallurin hevur ment seg síðan tá. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu teir kunnu skilja se...

Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva? 22.04.2025

Rithøvundarnir Vár og Hanus arbeiða bæði við ritlist, men innan hvør sína sjangru. Tey bæði tosa um, hví tey eru drigin at teimum ávísu tekstasløgunum, sum tey fáast við til dagliga: barnabøkur og stuttsøgur. Somuleiðis viðgera tey tann týdningin, sum skrivingin hevur í teirra lívi og spyrja, um mann nakrantíð verður for gamal til at skriva. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við te...

Samværi 068 - Kann tónleikur hjálpa okkum at yvirliva? 15.04.2025

  Tónleikararnir Arnold og Anna arbeiða bæði við tónlist, og saman standa tey fyri bólkin MonkeyRat. Tey bæði tosa um, hvussu tey hittust á fyrsta sinni, og hvussu tey eru komin til at gera tann tónleikin, sum tey gera í dag. Eisini tosa tey um tann leiklutin sum listalig útbúgving hevur havt í teirra tónleikayrki, og hvussu útbúgvingar hava ávirkað, hvussu tey gera tónleik. Vertirnir Beinir Bergs...

Samværi 067 - Hví geva út? 07.04.2025

  Rithøvundarnir Rebekka og Rói arbeiða bæði við ritlist, men síggja tað at skriva sum meira enn tað at geva út. Tey bæði tosa um tann leiklutin, sum tað at skriva hevur í teirra listaligu praksis. Eisini tosa tey um tað at broytast og at hyggja aftur eftir tekstum, sum mann hevur skrivað sum yngri. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey skriva, og um vit kunnu væ...

Samværi 066 - Hvussu slær man ígjøgnum í útlondum? 25.03.2025

Tónleikararnir Tamara Mneney og Beinir Troest arbeiða bæði sum tónleikarar uttanlands, men eru kortini ikki í sama tónlistaliga umhvørvi. Tey bæði tosa um, hvussu tey plagdu at gera tónleik saman í einum heimastudio í Føroyum, og hvussu tey eru komin har til, at tey nú kunnu arbeiða sum tónleikarar uttanlands. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey arbeiða við tón...

Samværi 065 - Hvørja ávirkan hava týðingar á málið? 18.03.2025

  Í sambandi við bókmentafestivalin The Faroe Islands Literature Festival hittust rithøvundarnir og yrkjararnir Haukur Ingvarsson og Anna Fohlin Mattson, sum arbeiða bæði innan ritlist, men á hvør sínum máli. Tey bæði tosa um týdningin av týðingum og um tær avbjóðingarnar, sum ofta stinga seg upp, tá mann flytur ein tekst úr einum máli í annað. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við...

Samværi 064 - Hvussu hevur føroyskur filmur tað í løtuni? 11.03.2025

Filmslistamenninir Rúni og Sakaris arbeiða báðir innan somu listagrein, men kortini arbeiða teir á hvør sínum øki. Teir tosa um, hvussa filmssenan í Føroyum hevur ment seg tey seinastu árini, og hvussu støðan er í umhvørvinum í dag. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um teir dreymirnar, sum teir báðir hava fyri filmsvinnuna í Føroyum.    Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Ró...

Samværi 063 - Hvussu finni eg mítt listaliga úttrykk? 04.03.2025

Tónleikararnir og møðgurnar Ása Helena og Gudny arbeiða báðar við tónlist, men tær hava kortini funnið hvørt sítt listaliga úttrykk. Tær tosa um, hvussu nógv tónleikurin hevur fylt heima við hús, og um hvørja ávirkan tað hevur havt á teirra listaligu starvsleið.  Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu tær komu til síni listaligu úttrykk.   Lasse Thorning Jæger og Lív...

Samværi 062 - Hvussu eru vit til í nú’inum? 25.02.2025

Tónleikarin Jón Klæming og filmslistafólkið Rógvi “Per” arbeiða við hvør síni listagrein, men teir royna báðir at vera til staðar og tilvitaðir, tá teir eru mitt í eini listaligari verkætlan. Teir tosa um, hvussu teir skipa gerandisdagin og arbeiðsdagin sum listamenn og pápar.  Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um, hvussu mann er til í nú’inum, og hví Rógvi kallar seg sjál...

Samværi 061 - Hvat er aktuelt at spæla? 18.02.2025

Sjónleikararnir Ebba Malena og Hans eru bæði yrkislærd, men úr hvør sínum skúla og landi. Tey tosa um týdningin av at hava eina útbúgving sum sjónleikari og eisini um tað góða samstarvið, sum hevur verið millum yrkis- og áhugaleikararar í Dreymaleikinum, sum Teatur Grugg setti upp í sjónleikarhúsinum í Havn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ebbu Malenu og Hans um, hvat er aktu...

Samværi 060 - Hví er mann eitt listafólk? 11.02.2025

  Tónlistamenninir Heðin og Dánjal arbeiða báðir við ymiskum verkætlanum. Millum annað gera teir tónleik til pallverk. Teir tosa um tær ymisku funktiónirnar, sum eru, tá mann ger eina tónlitsaliga útgávu og at gera tónlistaligt verk til ein pall. Eisini viðgera teir báðir ta kensluna, sum nógv listafólk sita eftir við, tá ein listalig verkætlan er av. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen t...

Samværi 059 - Hvussu brúki eg trauma at rista í fólk 04.02.2025

Listafólkini Nadia og Dan Helgi arbeiða bæði við list í tveimum fláum; tey eru við til at skapa karmarnar hjá øðrum listafólkum, og tey hava egnar listaligar praksisir. Tey bæði tosa um munin at arbeiða við egnari list og at fyriskipa. Somuleiðis viðgera tey leiklutin, sum aktivisma hevur í teirra egnu listaligu praksis. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um, hvussu tey kunn...

Samværi 058 - Hvat gongur fyri seg í undirgrundini? 28.01.2025

Tónlistamaðurin Michael Antony og dansarin Diana arbeiða bæði list, sum kann vera ein partur av náttarlívinum. Tey bæði tosa um, hvussu umráðandi tað er at vera virkin í einum blómandi umhvørvi, og hvussu tey hava luttikið í undirgrundssenuni í Føroyum. Somuleiðis viðgera tey ta tvístøðuna, sum mong listafólk kenna: at noyðast at vera tann, sum skapar karmarnar hjá øðrum at útinna sína list, men s...

Samværi 057 - Hvussu kann mann liva av tónleikinum? 21.01.2025

Brøðurnir og tónleikararnir Pauli og Bárður arbeiða við tónlist, men á hvør sín hátt. Teir hava báðir gingið á lærdum listaháskúla uttanlands og tosa um, hvørja ávirkan skúlin hevur havt á teirra listaligu praksis. Eisini viðgera teir tónleikasenuna í Føroyum og samanbera hana við tey støðini, har teir annars hava verið virknir. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um tað at...

Samværi 056 - Hvussu bróti eg reglurnar? 14.01.2025

Fotografarnir Bjørg Elttør og Erla Ziskasen arbeiða báðar við fotolist, men kanska ikki endiliga á sama hátt. Tær hava gingið á hvør sínum listaskúla og tosa um, hvussu ein listaskúli kann mynda starvsleiðina hjá einum fotografi. Eisini tosa tær um javnvágina at skapa komersiella list og konseptuella. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Bjørg og Erlu um, hvussu mann kann bróta re...

Samværi 055 - Hvussu skrivi eg sum føroyingur í Danmark? 07.01.2025

  Yrkjarin og leikritahøvundurin Askur Skaalum Gregersen og performarin Álvur av Kák arbeiða báðir við tekstum. Teir skriva á føroyskum og á donskum, men tekstirnir gerast ikki teir somu, tá teir skriva á ymsum málum. Teir báðir tosa um ritlistaumhvørvið í Danmark og í Føroyum, og hvussu teir kenna seg í teimum ymisku umhvørvunum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ask og Álv um...

Samværi 054 - Hvat hendi í árinum, sum fór? 01.01.2025

  Samskiparin á Farlit (Faroese Literature) Markus Hammer og performarin og nevndarlimurin í Tónleikasambandi Føroya Siri Súsonnudóttir Hansen arbeiða bæði við list, men kanska ikki endiliga á sama hátt, sum teir flestu gestirnir í Samværa plaga at gera. Tey bæði eru við í nýggjarssendingini hjá Samværa og tosa yvirskipað um tey rákini, sum tey hava varnast í fjør. Vertirnir Beinir Bergsson og Dan...

Samværi 053 - Hvørjar avleiðingar kann tað hava at vera listafólk? 17.12.2024

  Myndlistamaðurin Ole Wich og rithøvundurin Høgni Mohr hava báðir arbeitt við list á ein hátt, sum hevur øst nógv fólk. Teir báðir tosa um, hvussu teir finna dirvi til at gera tað listaverkið, sum teir hava hug at gera, og um tær avleiðingarnar, sum tað kann hava við sær. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Ola og Høgna um dirvi og avleiðingar.  Lasse Thorning Jæger og Lív Maria...

Samværi 052 - Hvussu finni eg tíð? 10.12.2024

  Rithøvundurin og týðarin Silja Aldudóttir og sjónleikarin Mariann Hansen arbeiða báðar við teksti, men á hvør sín hátt. Tær báðar tosa um tilgongdina at skapa eitt verk, hvussu eitt listafólk fær stundir at arbeiða við list. Eisini tosa tær um munin á at vera listafólk áðrenn og aftan á, at tær fingu børn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Silju og Mariann um tíðina.  Lasse T...

Samværi 051 - Hvør er tann rætti pennurin? 03.12.2024

Týðarin Marna Jacobsen og rithøvundurin Jon Fosse arbeiða bæði við teksti. Marna týðir tekstirnar hjá Jon Fosse til føroyskt. Tey bæði tosa um tilgongdina at týða eitt verk og um leiklutin hjá rithøvindinum í eini týðing. Eisini verður tosað um, hvat ein góður pennur er, tá mann skal skriva eitthvørt við hond. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við Marnu og Jon um teirra samstarv. ...

Samværi 050 - Hvussu hevur jazzurin í Føroyum tað? 26.11.2024

Tónleikararnir, Ólavur Eyðunsson Gaard og Kristian Blak eru báðir tónaskøld, ið útseta tónleik til størri og smærri orkestur. Ólavur gevur í løtuni nýggja heildarútgávu út við jazzbólkinum, GØ, við heitinum "Ævir, amen", meðan seinasta útgávan hjá Kristiani er ein barnajazzútgáva við heitinum "Haha oyggin". Teir báðir tosa um støðuna hjá jazzinum í Føroyum í løtuni, hvussu hann trívist millum gomu...

Listen to the Samværi podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.