Kringvarp Føroya
Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum. Instagram: @samvaeri
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Samværi 049 - Kann eg skifta leið? 19.11.2024 52:00
Myndlistafólkini Maibritt Marjunardóttir og Bárður Dal Christiansen arbeiða bæði í listahøllini í Finsen. Tey bæði tosa um hølisviðurskiftir sum myndlistafólk í Føroyum og um, hvussu tey sum listafólk tordu at skifta leið innan myndlistina. Tey tosa millum annað um ta tvístøðuna at broyta stíllegu, tá mann longu hevur rótfest og sýnt fram eina ávísa stíllegu. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O....
Samværi 048 - Hví skulu vit samanberast? 07.11.2024 50:33
Tónleikararnir Jenný Augustudóttir Kragesteen og Elinborg Pálsdóttir arbeiða báðar við elektroniskum ljóðum. Tær tosa um, hví tær eru farnar at arbeiða við tí elektroniska ljóðinum, og um teirra upplivingar á tónleikapallinum. Millum annað tosa tær um tað, at kvinnur oftari verða samanbornar við hvørja aðra enn menn. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hví tað man vera...
Samværi 047 - Nær kann eg kalla meg rithøvund? 29.10.2024 52:53
Rithøvundarnir Elin Michelsen og Elin á Rógvi hava skrivað barna- og ungdómsbøkur. Hvussu tær arbeiða við at skriva er ymiskt, og hóast tær hava fleiri bøkur, so fellur tað ikki natúrligt hjá teimum at kalla seg rithøvundar. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, nær mann kann kalla seg ein rithøvund. Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin...
Samværi 046 - Hvat er eitt gott konserthøli? 22.10.2024 52:35
Tónlistamenninir Mikael Blak og Per Ingvaldur Højgaard Petersen hava spælt í nógvum ymiskum konserthølum. Teir báðir vilja vera við, at ein konsert broytist alt eftir, hvussu høli er. Hvat ger tað við eina konsert, um tað er siti- ella standipláss? Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um góð konserthølir. Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleiki...
Samværi 045 - Hvat vil tað siga at vera eitt menniskja 15.10.2024 49:42
Leiklistakvinnurnar Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð arbeiða og hava arbeitt við so at siga flestu starvstøðum í einum leikhúsi. Teatur Grugg fer nú undir at gera ein nýggjan leik, og tær báðar leiklistakvinnurnar tosa um, hvussu skapanartilgongdin í einum Dreymaspæli eftir August Strindberg er, og hvussu Teatur Grugg arbeiðir við sjónleiki. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær...
Samværi 044 - Hvat kann eg syngja um? 08.10.2024 51:01
Tónleikakvinnurnar Simona Paula á Fríðriksmørk og Lena Anderson arbeiða nógv við tekstunum, sum tær syngja. Skapanartilgongdirnar eru ymiskar; millum annað verður tosað um, hvussu ein gongutúrur kann nýtast til at skriva ein sangtekst. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvat mann kann syngja um. Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í se...
Samværi 043 - Fer tað undurfulla skjótt at henda? 01.10.2024 42:57
Leiklistafólkini Marita og og Durita leggja kropp og rødd til verkið, sum tær sýna fram á Ólavsøkuframsýningini 2024: Skjótt hendir tað. Verkið granskar frásagnarbrigdini hjá tí nakna kvinnukroppinum í konkreta pallsetta rúminum í samanspæli við almenna rúmið og rúmið millum menniskju. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um og spyrja, um tað undurfulla skjótt fer at henda.
Samværi 042 - Hvussu tung ella løtt er ein løta at bera? 24.09.2024 46:01
Teir tríggir dansararnir Vár, Rannvá og Búi leggja øll kropp til eitt verk eftir Vár B. Árting á Ólavsøkuframsýningini 2024. Hóast verkið nýtir ymiskar miðlar, so er kroppurin í miðdeplinum. Vár er yrkisdansari, koreografur og listaligur samleiðari hjá føroyska dansivirkinum RIVA saman við Rannvá. Búi Rouch er yrkisdansari og koreografur. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tousen tosa við tey u...
Samværi 041 - Hvat sær gestsins eyga? 17.09.2024 44:11
Teir tríggir Sigmund, Gwenael og Tróndur sýna allir verk fram á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri teir er, at teir arbeiða við fotolist. Sigmund er fyrst og fremst tónleikari og hevur leingi verið virkin í fleiri ymiskum bólkum og tónleikasjangrum. Hann hevur tó eisini roynt seg sum myndalistafólk og yrkjara. Gwenael er fotograftur og Tróndur hevur lisið dokumentarfotografi á Fotografisk Sko...
Samværi 040 - Hvussu eru vit sárbær á skrift? 11.09.2024 47:57
Tær tríggjar listakvinnurnar Guðrið, Rannvá og Bjørk eru allar við á Ólavsøkuframsýningini 2024. Felags fyri tær allar er, at tær onkursvegna hava skrivingina við í verkunum, sum tær sýna fram, hóast skrivingin ikki er tann einasti miðilin, sum tær arbeiða við. Tær tosa saman í sendingini um, hvussu tær arbeiða við teksti á Ólavsøkuframsýningini, og hvussu tað heilt persónliga verða sýnt fram í sl...
Samværi 039 - Hvussu hýsist ólavsøkuframsýningin? 03.09.2024 38:23
Alda og Jórunn vóru báðar í tí kuratoriska toyminum til Ólavsøkuframsýningina 2024. Tær eru staddar á Listasavni Føroya og práta um, hvussu tilgongdin hevur verið at kuratera framsýningina. Alda er myndlistakvinna og arbeiðir við ymiskum miðlum. Jórun er arkitektur við yvirbygnaði í restaurering, transformatión og mentanararvi. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvussu ó...
Samværi 038 - at vaksa 04.06.2024 53:14
Theodor og Mattias eru beiggjar og fáast báðir dagliga við tónleik. Theodor spælir metal við Hamferð og er ljóðteknikari hjá teimum allar flestu (og bestu) bæði í studio og til konsertir í Føroyum og uttanlands. Mattias er klassiskur pianist og spælir eisini við m.a Eivør, Knút og nógvum øðrum poppbólkum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um tað at vaksa upp í listaligari...
Samværi 037 - at lurta 28.05.2024 52:07
Jens og Ósbjørn mugu báðir brúka oyruni tá teir arbeiða við ljóði í rúmum. Teir arbeiddu saman um eina ljóðinstallatión í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu fyri nøkrum árum síðani, men arbeiða eisini dagliga við at lurta eftir landslagnum rundan um seg. Tá Ósbjørn sniðgevur bygningar má hann hugsa um byggisiðvenjur, praktikalitet, akkustikk og landslagið rundan um. Jens arbeiðir sum framleiðari og t...
Samværi 036 - at útseta 21.05.2024 50:22
Unn og Katrina hava tað til felags at tær báðar fáast við at gera útsetingar til kór og ljóðføri. Tær syngja báðar í kórum sum td. Cantabile, Kata og SWAY, har tær fáast við kórsang. Katrina lesur til tónleikalærara við saksofon sum høvuðsljóðføri á Listaháskúlanum í Reykjavík meðan Unn er bókavørður á Landsbókasavninum. Tær tosa um at útseta í breiðari merking: at útseta tónleik, at útseta onnur...
Samværi 035 - at sameina 14.05.2024 51:09
Heiðrikur og Bárður hava báðir fingist við nógvar ymiskar listagreinar og í hesum partinum tosa vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen við teir um teirra listaligu tilgongdir, um hvussu teir sameina sínar ymisku áhugamál og ymisku síður av sær sjálvum í síni list. Hvørjar tankar teir gera sær um sálarheilsu og í hvussu stóran mun teir hugsa um hvat onnur halda.
Samværi 034 - at bera fram 07.05.2024 50:56
Gunnvá og Ria hava drúgvar royndir sum leiklistakvinnur og allar teir hattarnar sum tað inniber. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um tað at lesa upp og bera fram tekstir hjá øðrum, teirra listaligu tilgongdir, nær tær kenna seg allar best í sínum yrki og hvat er fyri framman hjá teimum í næstum.
Samværi 033 - at geva út 30.04.2024 50:54
Nansý og Hervør hava tað í felag, at tær fyri stuttum hava útgivið. Nansý hevur útgivið sítt fyrsta yrkingasavn “eg hvessi mær knívin, eg komi heim” og Hervør hevur útgivið staklagið “Yppa”. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, hvørjar tankar tær gera sær, tá ið tær velja at geva út og gerast almenn listafólk.
Samværi 032 - at ferðast 23.04.2024 50:45
Kristina og Helle eru møðgur og takast við list og alt tað sum har tilhoyrir, millum annað at ferðast, søkja um stuðul og skipa fyri. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir, hvat tær fáast við í løtuni og hvat er fyri framman.
Samværi 031 - at framføra 09.04.2024 53:29
Anna Sofía og Rannvá hava tað til felags, at tær báðar takast við at framføra, men uppá hvør sín hátt. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um teirra listaligu tilgongdir tá tað kemur til at fyrireika góðar framførslur, hvat ein góð framførsla er og hvønn týdning góðar framførslur kunnu hava á áskoðarar.
Samværi 030 - at opnast 09.04.2024 52:00
Tað er eingin loyna at Eivør og Marjun hava havt eitt sera eydnuríkt og flott samstarv yvir fleiri ár. Marjun hevur skrivað eina rúgvu at sangtekstum, sum Eivør hevur útgivið og sungið á fleiri útgávum og konsertum. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um hvar teirra samstarv byrjaði, hvat teirra felagsáhugamál og stílur er, hvat tað hevur at siga at opna seg upp fyri øðrum og...
Samværi 029 - at samla endar 02.04.2024 50:35
Torleik og Annika útgóvu í fjør eina plátu út saman sum eitur Leysir endar 1 í Hoydølum. Plátan er eitt úrslit av eini rúgvu av leysum endum, sum tey bæði saman hava knýtt saman til eina heild. Torleik spælir eisini bass í nógvum ymiskum bólkum og hevur m.a. eisini útgivið sjálvnevndu plátuna A15 í fjør. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og tý...
Samværi 028 - at framleiða tónleik 26.03.2024 50:42
Guðrið og Karl ganga bæði á tónlistabreytini í listaligum arbeiði á Setrinum. Har verða tey boðin av og biðin at gera ymiskt, sum tey kanska annars ikki høvdu farið í holtur við av sær sjálvum. Sum td. at upptaka sjálvi í studio, gera strúkaraútsetingar, v.m. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tey um teirra listaligu tilgongdir og hvat hevur teirra áhugað í løtuni tá tað kemur t...
Samværi 027 - at ummæla 19.03.2024 52:46
Marna og Paula hava báðar havt nógv við ummæli at gera. Marna hevur ummælt á bloggi sínum “Egið rúm” (marnakj.wordpress.com) í langa tíð og Paula Gaard hevur skrivað phd. ritgerð um ummæli í Føroyum frá 1997-2007. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um týdningin av at ummæli vera skrivað, hvat eitt ummæli helst skal innibera, og jhvar man finnur dirvi til at ummæla.
Samværi 026 - at bygdast 12.03.2024 49:52
Urd og Eyðfinn eru uppvaksin á Glyvrum og í Fuglafirði. Vertirnir Dania O. Tausen og Beinir Bergsson eru eisini uppvaksin á Toftum og í Sørvági. Øll eru virkin innan fyri list uppá ymiskar mátar. Urd varð sett sum mentanarleiðari í Runavíkar kommunu í januar í 2023 og hevur arbeitt miðvíst við at skipa fyri tiltøkum á Skálafjørðinum síðani. Eyðfinn hevur gjørt allan sín tónleik í barnakamarinum í...
Samværi 025 - at flyta mørk 05.03.2024 52:15
Anna Katrin og Durita arbeiða dagliga sum tónlistakvinna og sjónleikari. Á hvør sín háttt arbeiða tær við evninum at flyta mørk. Bæði mørkini inni í einum listaverki og egin faklig mørk, tá tær fara undir nýggjar verkætlanir. Í sendingini seta tær spurnartekin við, nær eitt mark uppstendur, og hvat tað krevur at flyta eitt mark. Um hvussu mann ikki fer út um mørk, men víðkar tey.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.