Kringvarp Føroya
Ljóarin
Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í. Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst. Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist. Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen. Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Ljóarin 13. juli 2023 13.07.2023 53:20
Árliga ólavsøkuframsýningin hevur fingið heitið Gerandisopinberingar. Hesaferð eru listafólkini boðin við, og tað er Kirstin Helgadóttir, sum hevur valt út. Vit hitta Kirstin fyrst í sendingina.. Um vikuskiftið verður Vestanstevnan hildin í Miðvági. Vit fara at fregnast um skránna, tá ið vit fáa orðið á Aleth Jacobsen miðskeiðis í sendingini. Tú kanst hoyra sendingina her!
Ljóarin 12. juli 2023 12.07.2023 53:37
Kanst tú spæla sjónleik við demensi? Og hvør ert tú sum menniskja, tá tú hevur mist minnið? Tað eru spurningar, sum Pál Weihe, lækni og fyrrverandi nevndarlimur í Alzheimerfelagnum, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skifta orð um, nú Lear Kongur við Biritu Mohr í høvuðsleiklutinum verður frumsýndur. Í hesum døgum letur Herborg Torkilsdóttir úr hondum nýggjan sang. Íblásturin kemur frá kærlei...
Ljóarin 11. juli 2023 11.07.2023 54:45
Dania O. Tausen hevur gjørt eina nýggja heildarútgávu og LP-plátu, har ið onnur síðan eitur JA og hin eitur NEI. Vit hitta fjøl-listakvinnuna til eitt prát um tónleik og list. Bólkurin Tweed & Hyenas, hvørs oddamaður er Klæmint Hofgaard, hevur tikið upp nýggja plátu í Wales. Vit tosa við Klæmint, samstundis sum høvi verður at hoyra annað staklagið av komandi útgávuni. Tú kanst hoyra sendingina her...
Ljóarin 6. juli 2023 06.07.2023 52:47
"Broddur" er heitið á einari sera forvitnisligari og fjølbroyttari framsýning, sum í hesum døgum er í Müllers Pakkhúsi í Havn. Vit hava vitjað framsýningina, har ið vit eisini skiftu orð við Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Súsan í Jákupsstovu, ið hava fyrireikað framsýningina. Í dag varð Nólsoyarstova í Havn pakkað út aftur. Vit fóru á gátt at tosa við hjúnini Onnu Mariu og Jógvan Hans Østerø,...
Ljóarin 5. juli 2023 05.07.2023 54:11
Skrapt er enn ein festivalur, sum setir mentan og musikk í miðdepilin. Vit seta sjóneykuna á nýggja festivalin í høvuðsstaðnum saman við Sunnivu Háberg Eysturstein og Kim Simonsen, fyriskiparunum. Ársins framsýning hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum plagdi at eita várframsýningin, men sum nú kann síggjast á sumri, hongur uppi komandi vikurnar. Vit tosa við Bárð Dal Christiansen, formann í fel...
Ljóarin 4. juli 2023 04.07.2023 53:07
Tað er ein heilt serligur dámur yvir gomlum amerikonskum bilum: Støddin, sniðið, ljóðið og so hesin heilt serligi bleyti komforturin, ið týðiliga merkist, tá ið tú flýtur avstað á einum amerikonskum highway - og tú kundi hildið á. Og ein, ið er sera hugtikin av amerikonskum bilum, og sum eigur ikki so fáar, er Johnny Nón. Vit hava vitjað Johnny og amerikonsku bilarnar í garaguni, har ið vit eisini...
Ljóarin 29. juni 2023 29.06.2023 52:39
Nýggja bókin hjá Guðrið Poulsen ?ein bein linja ein bogin? er ein gonguferð í yrkingum og fotomyndum gjøgnum tað staðið, har býurin byrjar og endar. Guðrið Poulsen er í útvarpsstovuni og tosar um yrkingar og fotomyndir. Listamaðurin Hanni Bjartalíð fekk fyri fyrstu ferð listafólkaløn hesaferð frá Mentanargrunninum. Vit tosa við Hanna um hansara lív og ætlanir. Hoyrið sendingina her.
Ljóarin 28. juni 2023 28.06.2023 53:09
Í farnu viku fingu tey trý listafólkini, Marjun Syderbø Kjelnes, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø listafólkaløn komandi trý árini. Og í dag hitta vit ein teirra - tónleikaran, Dánjal á Neystabø. Í dag lat føroyska listakvinnan, Elisabeth Pike, sum er búsitandi í Kanada, upp listaframsýning í Kambans Húsi í Klokkaragøtu í Havn. Vit hava verið á gátt. Tú kanst hoyra sendingina her!
Ljóarin 27. juni 2023 27.06.2023 54:36
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentprísin, sum er 100.000 krónur. Vit skifta orð við saxofonspælaran. Hósdagin vóru vinnarauppskotini til nýggjan høvuðsbygning til Setrið avdúkað, og í dag verður nomið við øll uppskotini. Vit hoyra Ólav Ellefsen, ið er formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya og í dómsnevndini, og Ósbjørn Jakobsen, arkitekt. Tú kanst hoyra sendingina her!
Ljóarin 22. juni 2023 22.06.2023 53:13
Seinrapartin varð avdúkað, at tað var teknistovan Henning Larsen North Atlantic, ið hevur vunnið arkitektakappingina um kampus ella nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya. Vit hava fregnast í Kongshøll og fáa eitt nú orðið á Ósbjørn Jakobsen, arkitekt. Eisini hoyra vit brot úr røðunum hjá Ólavi Ellefsen, ið er formaður í stýrinum fyri Setrið og í dómsnevndini fyri arkitektakappingina, og...
Ljóarin 21. juni 2023 21.06.2023 51:40
- Vit vilja geva burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong, eitt jarðfest og sjónligt minni. Soleiðis siga tær, ið seta upp eitt listarligt minnismerki fyri allar kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Vit tosa við ein stigtakara og listafólkið. Sápmi-søgur eitur ársins summarframsýning, sum er opin og hongur uppi til 11. august í Norðurlandahúsinum. Eins og undanfarin ár, vísir hon okkum, hvat...
Ljóarin 20. juni 2023 20.06.2023 54:00
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd fyri sítt arbeiði við Summartónum. Sunleif Rasmussen frá Nordisk Komponist Råd sigur nøkur orð, og vit hitta høvuðspersónin Kristian Blak. Tá ið byggjast skuldi uppí Viðareiðis kirkju, varð avgjørt at fáa listarmannin, Edward Fuglø at listprýða nýggja bygningin, og hesa uppgávuna loysti listarmaðurin á ein sermerktan og øðrvísi...
Ljóarin 15. juni 2023 15.06.2023 52:56
Seinast í mai vórðu tvær heiðurslønir latnar stórstidnu KOKS-bókini "Føroyasmakkur". Bókin vann fyrstu virðisløn í flokkinum "Bestu matmyndir" og aðru virðisløn í flokkinum "Besta norðurlendska" í heiminum 2023. Kappingin stóð millum fleiri túsund bøkur. Vit tosa við Johannes Jensen, stjóra í Gist & Vist-samtakinum. Og so fara vit í 30 ára føðingardag í húsunum hjá Listasavni Føroya, har vit hoyra...
Ljóarin 14. juni 2023 14.06.2023 53:07
Summarið er fult av festivalum, og festivalarnir eru fullir av mentan. Vit fregnast um, hvat mentanarpallurin á G! hevur at bjóða í ár og tosa við Sissal Kampmann, Kim Simonsen og Fríði Djurhuus. Eisini tosa vit við Kim Hansen, sum er ein av teimum, ið skipar fyri Fjarðaroki um vikuskiftið í Skálafirði. Hann greiðir millum annað frá, hvussu hendan stevna er komin í lag. Og eitt sindur um Lollipops...
Ljóarin 13. juni 2023 13.06.2023 53:11
Summarið er í hæddini, og tað merkir eisini, at Summartónar ljóma um alt landið. Vit fáa vitjan av legendariska undangongumanninum Kristian Blak, sum hevur fyriskipað størsta føroyska tónleikatiltakið, Summartónar, í meira enn 30 ár. Í hesum døgum hevur listamaðurin, Øssur Mohr, listaframsýning í Ribarhúsi. Vit hava vitjað í Fuglafirði, har ið vit skifta orð við listamannin um eitt nú nýggju frams...
Ljóarin 8. juni 2023 08.06.2023 54:12
Um vikuskiftið rann Hallur Holm 223,5 kilometrar upp á 24 tímar, sum er met. Vit práta við Hall um at fara um síni egnu mørk, um víðgongda renning, og hvat tað er, sum drívur verkið. Vit hitta eisini Jóannu Djurhuus og Oyvind av Skarði. Tey greiða frá, hvussu vit kunnu økja um framleiðsluna av landbúnaðarmatvørum her heima. Skipað verður fyri verkstovu um evnið í vikuskiftinum. At enda í sendingin...
Ljóarin 7. juni 2023 07.06.2023 53:57
Leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" pallsetir í løtuni leikin "Lear Kongur" hjá William Shakespeare í Sjónleikarahúsinum. Leikurin er serligur, tí høvuðsleikarin, Birita Mohr, hevur demens. Vit fara á gátt í Hoydølum, har tey í løtuni snikka tónleikin til. Mánadagin 5. juni andaðist bossa nova- og jazzsangarinnan, Astrud Gilberto, 83 ára gomul. Og miðskeiðis í sendingini fara vit at minnast Gilb...
Út á Reyn saman við Jørleifi 06.06.2023 25:28
Tað er Randi Kúrberg, dóttir Jørleif Kúrberg, sála, sum hevur samskipað útgávuna "Reyn, kæra Reyn. Jørleif var millum annað kendur fyri at duga væl at siga søgur og vera undirhaldandi. Eisini metti hann søgu og upphav høgt og troyttaðist ongantíð at siga sínar havnarsøgur fyri ungum sum eldri og útlendingum sum føroyingum. Við útgangsstøði í einari ferð saman við Jørleifi og øðrum atkomuligum kel...
Ljóarin 6. juni 2013 06.06.2023 53:36
Ein gongutúrur við Jørleifi Kúrberg út á Reyn. Hvussu kann ein slíkur gevast út í bók? Vit tosa við Randi Kúrberg, dóttir Jørleif sála, um bókina, og hvussu hon kom í lag. Sorg og heimlongsul seta sín dám á yrkingasavnið "Protesur" eftir Jóan Paula Dahl Jakobsen. Vit tosa við Jóan Paula um savnið. Hoyrið sendingin her
Ljóarin 31. mai 2023 31.05.2023 50:59
"Í skugganum" er heitið á serframsýning, sum letur upp á Tjóðsavni Føroya fríggjadagin, og har evnið er fyrstu kvinnuligu fotografarnir í Danmark, Íslandi og Føroyum. Føroysku fotografarnir, sum eru við á framsýningini, eru Else Marie Danielsen úr Kunoy, ið livdi frá 1856 til 1920, og Else Birgitte Debess Petersen úr Havn, ið livdi frá 1854 til 1927, og sum eisini varð nevnd Elsa í Mortansstovu. O...
Ljóarin 30. mai 2023 30.05.2023 52:37
Ben Arabo er kendur sum vinnulívsmaður, serliga í oljuvinnuni, men nú hevur hann givið sítt fyrsta stuttsøgusavn út, sum millum annað viðger materialismu, innantóma lívið, óndskap og annað. Vit skifta orð við Ben Arabo í byrjanini av sendingini. Fríggjadagin verður Mentanarnáttin aftur á skránni í Havn. Og saman við Kristinu Sundstein Borgarlíð frá Visit Tórshavn fara vit at kaga í skránna. Tú kan...
Ljóarin 24. mai 2023 26.05.2023 52:24
Mentanarnáttin á Tvøroyri hevur eina fjølbroytta og spennandi skrá í ár. Ljóarin sendi beinleiðis av Tvøroyri og hitaði upp til mentanarnáttina. Hoyr alla sendingina her.
LJÓARIN 240523: Um fornu søguna í Hovi og Føroya fyrsta víkingaskip 24.05.2023 53:11
Men eisini varð farið i ein gongutúr at vitja forn støð, harav eitt var hovið hjá Hovgrími, høvdinga, sum í víkingatíð hevði tað hálva av landinum í len. Eitt hov var ein heiðin staður til gudsdýrkan í fornøld, heiðin halgidómur. Finnbjørn Hovsgarð, formaður í felagnum Víkingaskip, leiddi okkum gjøgnum fornu søguna í Hovs bygd, eins og hann greiddi frá í Savninum á Mýri. Albert Isfeldt, arkitektur...
Ljóarin 23. mai 2023 23.05.2023 52:40
Katrin Joensen-Næs fekk ársins Ebbu-virðisløn, sum verður latin ungum rithøvundi við serligum gávum. Vit hitta unga filmsleikstjóran, sum gjørdist bilsin um heiðurin. Vit fóru á gátt fríggjadagin, tá ið ein stór og fjølbroytt listaframsýning lat upp í Hæddini í Saltangará. Og talan er um eina serstaka hátíðarframsýningin við verkum eftir fjølbroytta listamannin, Tummasi Jákup Thomsen, sum rundaði...
Ljóarin 17. mai 2023 17.05.2023 51:58
Mánadagin 13. mars 2023 andaðist ein hin mest eftirspurdi studiotónleikarin í 1970-árunum, nevniliga trummusláarin Jim Gordon, ið varð føddur 14. juli 1945, og sostatt gjørdist hann 77 ár. Sum nevnt var Jim Gordon ein hin mest eftirspurdi tónleikarin seinast í 1960 og í 1970-árunum, og í sínari yrkisleið spældi hann við bólkum og solistum sum Phil Spector; The Beach Boys; The Byrds; Carpenters; Al...
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.