Kringvarp Føroya

Ljóarin

News FO ↓ 50 episodes

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í. Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst. Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist. Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen. Redaktørur: Ingi Rasmussen.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Jul 13, 2023

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Ljóarin 16. mai 2023 16.05.2023

Um dagarnar kom sætta bindið út um Havnarsøgu, og tað bindir eina sløjfu um eitt drúgvt arbeiði, sum hevur tikið 20 ár, og stóra verkið telur ikki færri enn 1800 síður. Vit hitta søgufrøðingarnar Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe. "The Stamps of Maybe" er heitið á nýggjari kryptofrímerkjaútgávu, sum Frímerkjadeildin stendur fyri, og sum er hin fyrsta í heiminum. Vit fara at fregnast um forvitnis...

Ljóarin 10. mai 2023 16.05.2023

Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin 11. mai 2023 11.05.2023

Stamina er heitið á nýggjum føroyskum verki fyri strokkvartett og feydarar, ið Jákup Veyhe hevur skrivað, og sum verður framført leygardagin í Auluni í Finsen. Og saman við Jákupi Veyhe fregnast vit um verkið í byrjanini av sendingini. Katrin Joensen-Næs hevur fleiri ferðir staðið á odda fyri Ólavsøkukabarettini, í 2021 fekk hon handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn fyri novellufilmin "Ábyrgd", og í...

LJÓARIN: Bátasmíð í Sandavági og mentanarhús við sjósavni í Sørvági 10.05.2023

Í Kollafirði tosa vit við bátasmiðin, Terja R. Jakobsen, sum í summar fer at smíða ein bát í túninum hjá Suðuroyar-Dánjali í Sandavági. Og í Sandavági greiða tveir fyrireikarar frá Sandavágs Fornminnafelag frá hugskotinum, ið byggir á søgulig viðurskifti og dagsins støðu hjá træbátaslagnum. Teir eru Jan Erik Simonsen og Heini F. Petersen. Eisini skifta vit orð við ein av stigtakarunum til Mentanar...

LJÓARIN: Eingin er sum Robin Hood 05.05.2023

Vit hava verið og sæð sjónleikin, 'Eingin er sum Robin Hood', og hoyra frásøgn frá leikinum, kryddað við ljóðbrotum og sangi. Haraftrat verður tosað við tveir ummælarar; Annfinn Heinesen og Noomi Reinert, og umboð fyri Havnar Sjónleikarfelag; Hannu Flóvinsdóttir og Hjálmar Dam. Talan er um ein familjuleik, sum bæði er hugvekjandi og stuttligur. Flestu sjónleikararnir eru ung fólk, sum prógva, at v...

LJÓARIN 030523: Stóri rokkvarðin hjá Pink Floyd er 50 ár 03.05.2023

Albumið var á US nr. 1 í eina viku, men varð verandi á Top 100 á Billboard 200 í 736 vikur, frá 17. mars í 1973 til 16. juli í 1988. Settu sær fyri at gera eitt album við greidligari tekstum, frammanundan høvdu teir verið heldur ótýdligir, segði Roger Waters við Rolling Stone tíðarritið. Albumið er um tað heldur harða lívið, sum teir livdu, og um sinnisstøðuna hjá Syd Barrett, ið var farin (ella r...

Ljóarin 2. mai 2023 02.05.2023

Dansistovan í Funningi varð tikin í nýtslu miðskeiðis í farnu øld, og har varð bæði kvøðið og spældir sjónleikir. Men seinru árini hevur Dansistovan verið í sera ringum standi, til Runavíkar kommuna tók stig til at endurreisa Dansistovuna, samstundis sum ein tilbygningur við inngongd og wc er gjørdur niðaneftir. Og sum ein partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, varð leygardagin skipað fyri...

Ljóarin 27. apríl 2023 27.04.2023

Vit hitta Anniku Due Jacobsen, ið er dagligur leiðari á Hotel Runavík. Vit tosa eisini við Dánjal Højgaard, ið - saman við Hans Petur Hansen, hevur gjørt nýggja heimildarfilmin, Mýrarnar tala, ið er um tá ið torvið fór í søguna.  Smíðja ein sang er heitið á tiltaki í Gulu Smiðju, har ið Hans Poulsen, framleiðari og tónleikari, leggur teimum ungu lag á. Vit vitja í Gulu Smiðju, har ið vit skifta or...

Ljóarin 26. apríl 2023 26.04.2023

Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, trívur í skránna og sigur eitt sindur um mentanarvikuna higartil. Eisini vitjaðui vit Víkhúsini í Oyndarfirði, sum vóru bygd í 1856. Og har vóru tað Vígdis Klein, Oddbjørg Joensen og Niclas Joensen, ið søgdu frá. Tú kanst hoyra sendingina her!   Luttakarar: Urd Johannesen Vígdis Klein Oddbjørg Joensen Niclas Joensen

Ljóarin 20. apríl 2023 20.04.2023

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu byrjar sunnudagin, og vit fara at fregnast um skránna, tá ið Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, og Marjun Niclasen, leiðari í Visit Runavík, koma á gátt. Nýggi norðurlendski bólkurin Klingra, ið telur tríggjar føroyingar, gevur nú út sína fyrstu útgávu - "...eftir", sum tekur støði í virkseminum í Føroyingahavnini. Vit tosa við Dánjal á Neystabø...

Ljóarin 18. apríl 2023 18.04.2023

Í 1912 - sama árið, sum Titanic fer í sigling, verður elsti parturin av turkihúsinum úti á Gjógv í Sandavági tikin í nýtslu. Og nú, eini 110 ár seinri, eru verkætlanin við teimum trimum vinnubygningunum og fiskastykkinum hjá Jegvani Elias Thomsen komin á mál. Og talan er um bæði varðveitslu og nýhugsan í einari verkætlan, har ið fortíð, nútíð og framtíð finna saman. Í sendingina tosa vit við Mayfi...

Ljóarin 13. apríl 2023 13.04.2023

C'm on wealth er heitið á fýra nýggjum steinprentum, har listamaðurin Edward Fuglø viðgerð ríkisfelagsskapin. Vit tosa við Edward um prentuni. Níggju dagar við list og mentan til børn og ung í Norðurlandahúsinum. Leygardagin byrjar stevnan "Frítt flog". Vit tosa við samskiparan, Mie Meyle. Mánadagin fylti Mikael Wiehe 77 ár. Vit hoyra hann greiða frá lagnum Titanic, og skiftinum frá at yrkja meira...

Ljóarin 5. apríl 2023 05.04.2023

Í dag fyllir Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár. Og í Ljóaranum í dag hava vit eina longri samrøðu við rithøvundin. Jóanes Nielsen man vera ein tann mest lisni og best umtókti føroyski rithøvundurin, sum er á lívi. Umframt yrkingasøvn, sjónleikir og greinasøvn o.a. hevur hann skrivað sjey skaldsøgur, og hann er virknari enn nakrantíð, nú hann fer um tey sjeyti. Hóast hann er kendur sum tann rebelski...

Ljóarin 30. mars 2023 30.03.2023

Nýggja føroyska teknirøðin "Tann óveruliga verðin hjá Aldu" er við at fáa fótin fyri seg uttanlands, har ein undanfilmur hevur verið vístur og virðisløntur. Jonas í Dali Wagner er høvuðsframleiðari, men hvør er Jonas í Dali Wagner, sum hevur virkað í filmsídnaðinum í meira enn 30 ár. Vit tosa við Jonas um "Aldu", "Skúlaskamm", filmssensur og annað. Í novembur til januar var framsýningina "Kjøt" í...

Ljóarin 28. mars 2023 28.03.2023

Um dagarnar kom onnur skaldsøgan eftir Katrina Ottarsdóttir út, Summarið varar ikki alt árið longur. Ein hjartanemandi bók, um at gerast vaksin í einum truplum heimi. Katrin Ottarsdóttir vitjaði í útvarpsstovuni. Stanley Samuelsen hevur konsert í Auluni í Finsen í kvøld. Vit vóru á gátt, tá hann hevði ljóðroynd seinnapartin. Hoyrið sendingina her.

Ljóarin 23. mars 2023 23.03.2023

Hon hevur latið úr hondum eina ørgrinnu av sangum seinastu árini, hon vann kappingina "Klar, parat, sy" hjá TV2, og hon er útbúgvin fangavørður, og í dag fáa vit vitjan av Herborg Torkilsdóttir. Sigurd Barret hevur høvuðsleiklutin, tá ið Føroya Symfoniorkestur fer á pallin við barnakonsertum miðskeiðis í apríl. Søguna og tónleikin hevur Sigurd Barret skrivað í Føroyum. Vit tosa við Sigurd um koman...

Ljóarin 22. mars 2023 22.03.2023

Sangleikabreytin í E-námi í Fuglafjarðar skúla er aftur á palli við einum sangleiki og hesuferð er talan um Shrek. Vit vitjaðu í Mentanarhúsinum stutt fyri frumsýningina leygarkvøldið 18. mars, har ið vit hittu Bárð á Lakjuni, ið er annar av eldhugaðu lærarunum. Eisini fara vit at minnast føroyska listarmannin, Helga Joensen, sum andaðist fríggjadagin 17. mars, 90 ára gamal. Og vit fregnast um glæ...

Ljóarin 21. mars 2023 21.03.2023

Í ár eru 100 ár liðin, síðani gomlu læknahúsini í Klaksvík, sum nú verða umvæld og dagførd til onnur endamál, vórðu bygd. Og í dag fregnast vit um eitt nú søguna hjá læknahúsunum, um hvat tey skulu nýtast til, og hvørjar avbjóðingar eru, tá ið tú fert í holtur við eini gomul hús. Vit skifta orð við Andrass Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni, Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, og FuglArk ar...

Ljóarin 16. mars 2023 16.03.2023

Sendingin hesaferð snýr seg um Føroya symfoniorkestur, sum hevði sína fyrstu konsert 19. juni 1983 - altso fyri nærum 40 árum síðani. Sum partur av føðingardagsárinum, hevur orkestrið jubilæumskonsert leygardagin, har millum annað fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni, sum í veruleikanum eru tvær symfoniir, verður framførd. Tróndur vitjar í útvarpsstovuni. Vit tosa eisini við trý av teimum, sum vór...

Ljóarin 15. mars 2023 15.03.2023

Oscar-virðislønirnar fyri filmar vóru handaðar í Dolby Theater í Hollywood mánanáttina. Vit tosa um Oscar sum heild, og eitt sindur um nakrar av ársins vinnarum við Hermann Eliassen, miðlafrøðing. Eisini tekna vit eina vangamynd av enska arkitektinum, Sir David Chipperfield, sum í farnu viku fekk nógv virdu Pritzker-virðislønina fyri í ár. Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin 14. mars 2023 14.03.2023

Fríggjadagin varð Føroysk bókmentasøga 2 løgd fram. Vit hitta høvundarnar Maluna Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir. Longu á barnaárum gjørdist Heiðrikur á Heygum hugtikin av íslendsku sangarinnuni Bjørk, og nú hevur hann latið hana í ein jazzutan ham. Hoyr alla sendingina her.

Ljóarin 9. mars 09.03.2023

Sólrún Michelsen, ið er ein av Føroya virknastu og mest virdu rithøvundum, fyllir 75 ár. Vit hava eitt longri prát við Sólrún um hennara lív og yrkisleið. Eisini tosa vit við ein eldhugaðan Sólrún Michelsen lesara, um hví henni dámar so væl bøkurnar hjá Sólrún. Og so lýsa vit skaldskapin hjá Sólrún úr einum bókmentafrøðiligum sjónarhornið saman Malan Marnersdóttir professara í bókmentum.

Ljóarin 8. mars 2023 08.03.2023

Í dag er altjóða kvinnudagur, og tað varpa vit ljós á í Ljóaranum. Hundratals milliónir av kvinnum liva í dag í londum, har ið kvinnurættindi ikki verða vird og har ið kvinnukúgan er gerandiskostur. Saman við Turid Mariu Mortensen, aðalskrivara í Amnesty Føroyar, skifta vit orð um hesi viðurskifti. Hvat fyri bøkur lesa kvinnur og hvørjir kvinnuligir høvundar eru á hillini beint nú? Hesar og aðrar...

Ljóarin 7. mars 2023 07.03.2023

Alla hesa vikuna spæla vit føroyskan tónleik, og leygarkvøldið verður FMA - Faroe Music Award, har ið føroyskur tónleikur verður heiðraður. Tí seta vit í Ljóaranum í dag tveir tímar av til at viðgera føroyskan tónleik. Sendingin byrjar við orðaskifti millum Dánjal á Neystabø, Niclas Johannesen, Barbaru Samuelsen og Eyðfinn Jensen, har ið vit seta sjóneykuna á nýggja tónleikapolitikkin og tónleikap...

Ljóarin 2. mars 2023 02.03.2023

Hjúpuljóð er nýtt yrkingasavn eftir Maluna Poulsen. Malan viðger m.a. tað farandi og komandi, menniskjalívið og forgeingiligheit, tað siðbundna og tað nýggja. Malan er komin í útvarpsstovuna til eitt prát um Hjúpuljóð. So hendi tað aftur. Ein stórur altjóða filmur brúkar føroysku náttúruna sum pallmynd. Hesaferð er tað filmsútgávan av klassiska Disney-teknifilminum Petur Pan frá 1953. Vit fáa vitj...

Listen to the Ljóarin podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.