Kringvarp Føroya

Jambalaja

News FO ↓ 61 episodes

Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.

Be sure to visit the podcast's website and support the creator: kvf.fo

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

Nov 21, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 10M+ downloads · 4.7+ rating iOS soon

Episodes

Jambalaja - 211126 21.11.2026

Í dag hoyra vit sangin, sum Dolly Parton syngur við á nýggjastu útgávuni hjá írska rokkbólkinum U2. Vit hoyra eisini nýtt frá Randy Travis og um basssangaran í Oak Ridge Boys, Richard Sterban, sum andaðist í síðstu viku.

Jambalaja - 141126 14.11.2026

Í dag hyggja vit eftir einum fyribrigdi á countryhittlistunum, og so kava vit niður í nýggju útgávuna hjá frálíka, men ikki so kenda sangaranum og sangskrivaranum, Ian Noe.

Jambalaja - 071126 07.11.2026

Í dag fara vit at leggja oyra til nakrar nýútgivnar sangir. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á longu røðina av EP-útgávum - "50 Years from Home" - sum eru komnar frá Vince Gill hetta seinasta árið.

Jambalaja - 311026 31.10.2026

Í sendingini minnast vit tveir menn, ein sangara og ein sangskrivra, ið eru farnir foldum frá nýliga. Eisini eru Gram Parsons og IBMA-awards á skránni.

Jambalaja - 241026 24.10.2026

Í dag hoyra vit um Chuck Berry, ið varð føddur fyri hundrað árum síðani, og hansara íblástur úr countrytónleikinum. Og so hoyra vit eisini søguna um eina upptøku hjá Hank Williams, sum var burtur í 38 ár, og sum gjørdist eitt hitt í 1989.

Jambalaja - 171026 17.10.2026

Tað verður góður tónleikur á skránni hesa ferð. Av meira traditionellum slag. Vit hoyra eitt nú Cody Johnson, Riley Green, Jo Dee Messina, Steve Earle og The Wilder Blue.

Jambalaja - 101026 10.10.2026

Føroyskur tónleikur er á skránni í Jambalaja í dag. Vit spæla nakrar nýútgivnar føroyskar sangir, og kava niður í eldri upptøkur eisini.

26. Jambalaja - 031026 03.10.2026

Vit minnast farnar hetjur innan tónleikin í Jambalaja í dag. Vit hoyra um sangskrivararnar Stephen Foster og Beasley Smith, ið vóru føddir fyri ávikavist 200 og 125 árum síðani. Vit skulu eisini hoyra ein heimskendan jazztónleikara, ið var føddur fyri 125 árum síðani, syngja country.

Jambalaja - 260926 26.09.2026

Í dag verður nýggjari tónleikurí Jambalaja. Vit hyggja at hvat er hent á hittlistunum, og so spæla vit eisini burtur úr góðum útgávum, sum komu út meðan Jambalaja var í summardvala. Vit hoyra Brad Paisley, The Highwomen, Willie Nelson og Don Williams.

Jambalaja - 190926 19.09.2026

Í hesi sendingini minnast vit eina av teimum heilt stóru - Dolly Parton, sum doyði 25. august, 80 ára gomul. Dollylivdi eitt virkið lív, og tað eru nógvir góðir sangir at velja ímillum, so vit spæla ikki tey størstu hittini í hesi sendingini.

23. Jambalaja - 120926 12.09.2026

Sending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið. countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Vit minnast 25 ára dagin fyri yvirgangsálopið á USA 11. september 2002. Vit spæla nakrar av sangunum, sum vórðu skrivaðir eftir sorgarleikin

Jambalaja - 290526 30.05.2026

Í sendingini hesaferð, sum er tann seinasta í hesi vetrarhálvuni, hoyra vit um nøkur av teimum, sum skulu spæla á Countryfestivalinu í Sørvági. Eisini frætta vit nýtt frá Brad Paisley og Willie Nelson.

Jambalaja - 230526 23.05.2026

ACM heiðurslønirnar vórðu handaðar sunnudagin 17. mai. Vit hoyra um tey, ið vórðu heiðrað. Eisini minnast vit ein góðan sangara, sum doyði farna vikuskiftið.

Jambalaja - 160526 16.05.2026

Søguligir sangir við Hank Williams, Ronnie Milsap og Elvis Presley eru á skránni í Jambalaja í dag. Annars er mest nýútgivin tónleikur. Nakrir lættir sangir í beach country stíli, og so hoyra vit úr nýggju heildarútgávuni hjá Kacey Musgraves.

Jambalaja - 090526 09.05.2026

Í dag minnast vit ein av størstu originalunum á countrypallinum, sangaran og sangskrivaran David Allan Coe, sum doyði 29. apríl, 86 ára gamal.

Jambalaja - 020526 02.05.2026

Nú altjóða arbeiðaradagurin júst hevur verið, hava vit funnið eitt tyssi av sangum fram, sum í høvuðsheitum snúgva seg um arbeiði. Vit hoyra m.a. Haggard, Cash, Parton, Guthrie, Springsteen og Dubliners.

Jambalaja - 250426 25.04.2026

Í sendingini í dag minnast vit tvey fólk, sum eru farin í annað ljós hesar seinastu vikurnar - ein kvinnuligan írskan sangara og ein framúr amerikanskan sangskrivara. Eisini hoyra vit nýtt frá Cody Johnson, Willie Nelson og Bellamy Brothers.

Jambalaja - 180426 18.04.2026

Í dag spæla vit burtur úr nýggju útgávuni, Dandelion, hjá Ellu Langley. Eisini hoyra vit dømir úr eini spennandi bluegrass útgávu, og so minnast vit íslendsku poppstjørnuna Bjørgvin Halldórsson, sum andaðist 9. apríl.

Jambalaja - Combs, Crockett og nýtt frá The gentle Giant 11.04.2026

Sendingin er eitt bland av nýggjum og eldri tónum. Vit hoyra um nýggju útgávurnar hjá Luke Combs og Charley Crockett. Eisini hoyra vit Don Williams, sála, við einum angi, sum ikki hevur verið at hoyrt fyrr.

Jambalaja - 040426 04.04.2026

Páskaaftan er, og hetta høvið brúka vit til at spæla nakrar góðar sangir við andaligum og páskaligum innihaldi. Nakrir føroyskir sangir vera at hoyra, og so hoyra vit eisini røddirnar á góðu gomlu Johnny Cash og Jim Reeves.

Jambalaja - 210326 21.03.2026

Mest nýggjur tónleikur er á skránni í dag. Frá Alan Doyle og Larry Fleet. Vit minnast eisini írsku sangarinnuna, Dolores Keane, sum doyði í vikuni. Eisini spæla vit fleiri stakløg, sum eru komin hesa vikuna - eitt nú við Willie Nelson.

Jambalaja - 140326 14.03.2026

Írskur tónleikur er á skráni í Jambalaja í dag eftir sum tað er patriksmessa týsdagin. Vit hoyra nakrar countrysangarar syngja írskar sangir, og so eisini nakrar góðar fólkatónleikarabólkar av rætta írska slagnum við. Sendingin endar við einum kendum írskum lagi, sungið á føroyskum.

Jambalaja - 070326 07.03.2026

Fyri tað mesta verður tað nýggjur countrytónleikur á skránni í dag við denti á útgávuna "Cloud 9" hjá Megan Morony. Eisini hoyra vit eitt sindur nærri um sangaran Zach Top, ið verður mettur at vera eitt komandi stórnavn innan countrytónleik.

Jambalaja - 280226 28.02.2026

Tvær serligar útgávur eru til viðgerðar í sendingini í dag. Ljóðsporið til filmin "O Brother, where art Thou" frá 2001, sum fekk stóran týdning fyri bluegrass-tónleikin, og so savnspl´tan hjá Eagles frá 1976, "Their Greatest Hits 1971-1975", sum herfyri fór upp um 40 milliónir seld eintøk í USA.

Jambalaja - 210226 21.02.2026

Hoyr sendingina her

Listen to the Jambalaja podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.