Kringvarp Føroya

Jambalaja

News FO ↓ 50 episodes

Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna. Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin. Vertur er Ingi Samuelsen.

Author

Kringvarp Føroya

Category

News

Podcast website

kvf.fo

Latest episode

May 30, 2026

Where to listen?

Podcasts in the app Replaio Radio Coming soon

Podcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts

Get it on Google Play Install for free Android 5M+ downloads · 4.8 rating iOS soon

Episodes

Jambalaja - 221125 22.11.2025

Tvær nýggjar góðar útgávur eru á skránni í dag, harav onnur verður mett sum eina ta bestu, ið er komin út í ár. Vit hoyra eisini um tveir sangarar - ein føroyskan og ein amerikanskan, sum hava havt rundan føðingardag í vikuni.

Jambalaja - 081125 08.11.2025

Nýútgivin tónleikur - ikki allur tó nýggjur - er á skránni í dag. Høvuðsnøvnini í dag eru Luke Bell, sáli, upprunakanadiarin William Prince og ein endurføddur Jake Owen.

Jambalaja - 011125 01.11.2025

Í dag spæla vit nýtt frá gamla bólkinum Nitty Gritty Dirt Band og frá Vince Gill. Eisini hoyra vit um Kashus Culpepper, Bon Jovi og burtur úr slóðbrótandi útgávuni hjá Guy Clark frá 1975.

Jambalaja - 251025 25.10.2025

Í dag hoyra vit um nýggjastu limirnar, sum eru upptiknir í Grand Ole Opry, serliga Steve Earle. Vit markera eisini, 25 ára dagin fyri eina serliga útgávu við Johnny Cash. Fleiri nýggir sangir verða eisini spældir

Jambalaja - 181025 18.10.2025

Í Jambalaja í dag spæla vit tveir sangir frá sendirøðini Landman, vit hoyr um ein musical, ið verður settur upp í London, og sum Passenger hevur skrivað sangirnar til, vit hoyra eisini nakrar nýggjar countrysangir og so minnast vit Hanus G. Johansen, sum fór foldum frá farna vikuskiftið.

Jambalaja (Waylon's Songbird) 11.10.2025

Hesaferð spæla vit burtur úr nýggju útgávuni við uutøkum eftir Waylon Jennings, sum júst er komin út. Tað er sonurin Shooter, sum hevur framleitt útgávuna "Songbird", sum er fyrsta av trimum útgávum við sangum við Waylon Jennings, sum ikki eru útgivnir fyrr. Shooter er eitt slag av gjøgnumgangandi høvuðspersóni í Jambalaja í dag.

Jambalaja - 041025 04.10.2025

Jambalaja hátíðarheldur Marty Robbins, nú tað herfyri vóru 100 ár síðan hann varð borin í heim. Eisini hoyra vit nýtt frá Colter Wall, Jake Worthington og Zach Top enn einaferð.

Jambalaja - 270925 27.09.2025

Vit hoyra tað nýggjasta frá Zach Top, ið verður fagnaður sum ein guður, tá tað kemur til 90'ara countrytónleik. Eisini hoyra vit frá Molly Tuttle og JameyJohnson, og hoyra nakrar sangir og søgur úr countrysøguni.

Jambalaja - 200925 20.09.2025

Hesaferð spæla vit meira nýggjan tónleik,sum er komin út meðan Jambalaja hevur ligið í summardvala. Vit skulu m.a. hoyra spennandi nýtt frá Waylon Jennings, sála, umframt Charley Crockett og Rodney Crowell.

Jambalaja - Jinks & Yearwood 13.09.2025

Í dag hoyra vit burtur úr nøkrum nýggjum útgávum, sum eru komnar í summar. Eisini skulu vit minnast tveir persónar, sum doyðu í juli - eina poppsangarinnu, sum sang eitt sindur av country, og ein harmonikuspælara av meksikanskari ætt, sum spældi við á fleiri countryútgávum. Eisini er nýtt um bólkin Chapel Hart, sum er farin í tvíningar.

Jambalaja - Jeannie Seely RIP, gamalt & nýtt 06.09.2025

Í fyrstu Jambalaja sendingini hetta vetrarhálvárið minnast vit Jeannie Seely, sum fór foldum frá fyri einum mánaði síðan. Annars gera vit vart við nakrar serligar søguligar hendingar, sum eru farnar framvið í juni og spæla eitt sindur av nýggjum tónleiki.

Jambalaja - takk fyri hesaferð 31.05.2025

Hetta er seinasta sending fyri summarsteðgin. Vit spæla nakrar eldri sangir, sum toppaðu fyri fimmti árum síðani, minnast ein 95 og ein 60 ára føðingardag, og so hita vit eitt sindur upp til countryfestivalin í Sørvági um tvær vikur.

Jambalaja - 240525 24.05.2025

Í Jambalaja í dag spæla vit fleiri góðar nýútgivnar sangir, í stóran mun er talan um duettir, eisini við spennandi samansetingum. Eisini fara vit eina løtu at minnast Mac Wiseman, nú hundrað ár eru liðin síðan hann varð borin í heim.

Jambalaja - 170525 17.05.2025

Í sendingini í dag er høvuðsevnið ACM virðislønirnar, sum vórðu latnar undanfarna hósdag. Eisini minnast vit tex-mex countrysangaran, Johnny Rodriguez, sum andaðist 9. mai.

Jambalaja - 100525 10.05.2025

Í Jambalaja í dag hoyra vit millum annað um fyrstu útgávuna hjá Chris Stapleton, Traveller, sum enn liggur ovarlaga á hittlistunum, hóast tað nú um dagarnar vóru liðin 10 ár síðan hon varð útgivin.

Jambalaja - Eitt sindur um Steve Earl og okkurt nýtt 03.05.2025

Vit spæla nakrar av kendastu sangunum hjá Steve Earle, nú hann varð bjóðaður at gerast limur í Grand Ole Opry. Eisini hoyra vit nýtt frá m.a. Jon Pardi, Shaboozey og Matt Daniel.

Jambalaja - 260425 26.04.2025

Vit hoyra nýggjan góðan tónleik, og so markera vit eisini, at ein av góðu sangarunum í Danmark, júst er farin um tey 75. Vit hoyra nýtt frá eitt nú Willie Nelson, Turnpike Troubadours og Ian Munsick.

Jambalaja - 190425 19.04.2025

Gleðiligar páskir. Í Jambalaja í dag er eitt úrval av góðum andaligum sangum á skránni. Vit hoyra m.a. George Strait, Dolly Parton, Willie Nelson, Darius Rucker og Chapel Hart.

Jambalaja - 120425 12.04.2025

Í dag hoyra vit nakrar nýggjar sangir, sum eru komnir út sum stakløg í seinastuni. Seinni helmingur av sendingini verður við góðum góðum sangum hjá sangskrivaranum Troy Seals, sum doyði herfyri.

14. Jambalaja 05.04.2025

Í Jambalaja í dag hoyra vit nýtt frá Halli Joensen, Wilder Blue, Alison Krauss & the Union Station og William Beckmann. Og so hátíðarhalda vit, at Bobby Bare fyllir 90 7. apríl..

Jambalaja - 290325 29.03.2025

Í Jambalaja í dag hoyra vit um tey trý, sum í vikuni vórð vald sum limir nummar 159, 160 og 161 í Country Music Hall of Fame. Tey eru Tony Brown, June Carter og Kenny Chesney.

Jambalaja - 220325 22.03.2025

Í Jambalaja í dag hoyra vit burtur úr nýggjastu útgávuni hjá Charley Crockett. Vit hoyra eisini um nýggja útgávu hjá Willie Nelson, við sangum hjá Rodney Crowell og hoyra heilsu frá Dolly Patron til mann sín, sum doyði herfyri. Eisini tríva vit í tveir sangir úr countrysøguni og minnast Hans Jacob Hjelm, sum andaðist fyri viku síðani.

Sending við countrytónleiki 15.03.2025

Tað er Skt. Pátríksmessuvikuskifti, og tí verður dentur lagdur á írskan og keltiskan tónleik í Jambalaja í dag. Vit hoyra m.a. Nathan Carter, The Longest Johns, Johnny Cash, Dubliners og Luke Kelly.

Jambalaja - 080325 08.03.2025

Sendingin í dag snýr seg fyri tað mesta um amerikanska kvinnubólkin Chapel Hart, sum kemur til countryfestivalin í Sørvági í summar. Vit hoyra eisini nýtt frá øðrum, sum hava vitjað festivalin áður.

Jambalaja - 010325 01.03.2025

Í sendingini í dag spæla vit góðan føroyskan tónleik í Jambalaja-stíli við eitt nú Ólavi Højgaard, Martini Joensen, Simma og Connie, Kalas, Jónasi Gaard og Sigrið F. Hansen.

Listen to the Jambalaja podcast in Replaio

Radio and podcasts in one app - free, with no sign-up. Install today and do not miss the launch

Get it on Google Play

Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.