Kringvarp Føroya
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Credo: Open doors 17.05.2026 38:57
Open doors er ein millumtjóða, tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur sum endamál at hjálp kristnum, sum verða forfylgd úti í heimi. Í 1950'unum var hesin felagsskapur stovnaður av faðiri Andreas, sum smuglaði bíbliur inn í kommunistisk lond. Í dag arbeiðir Open doors í 60 londum og hevur skrivstovur í 25 londum. Gestir í útvarpsstovuni eru Jens Kristian Lund Jensen, sum er aðalskrivari í Open do...
Credo: Ora et labora. 10.05.2026 48:09
Er títt arbeiði tín samleiki ? Hvør ert tú, tá tú onki vinnuligt arbeiði hevur ? Hevur arbeiði bert virði, tá tú kanst umrokna tað í peningi? Hevur tað heimliga arbeiði tá nakað virði ? Við munkaskipanum í kleystrum varð dagurin lutaður sundur í "at biðja og arbeiða". Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur frá.
Credo:"Eg vil fegin ganga meg frískan" 03.05.2026 46:14
Fríðrikur Bláhamar livdi sítt fria, frælsa lív við konu, børnum og egnum virki. Hann hevur altíð verið aktivur gongumaður og runnið fleiri hálv og heilmarathon. Men brádliga varð hann sjukur í lungunum. Hann hevði fingið lungnafibrosu. Í dag er hann skrivaður á lista um møguliga at fáa nýggj lungu. Men Fríðrikur vil berjast ímóti sjúkuni, so hann aftur vinnur sær heilsubót.
Credo: C.S.Lewis 3:3 26.04.2026 35:46
C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". C.S.Lewis hitti amerikonsku Joy og teimum untist fýra ár...
Credo: C.S.Lewis 2:3 19.04.2026 38:26
C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin lovað...
Credo: C.S.Lewis 1:3 12.04.2026 32:59
C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum og undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Símun Absalonsen sigur frá og hetta er fyrsta av trimum se...
Credo: Fangaði í frumskóginum 22.03.2026 41:03
Gracia og Martin Burnham arbeiddu fyri New Tribes mission á Filipsoyggjunum við teirra trimu børnum. Brádliga vóru tey við øðrum tikin gíslar í langa tíð. Hesir dagar gav teimum innlit í, hvørji tey vóru og hvussu broyttar vandamiklar umstøður kunnu skaka. Endin av gíslatøkini var, at Martin varð skotin. Gracia hevur ferðast runt og sagt frá søguni og hevur eisini verið í Føroyum. Meta av Fløtum h...
Credo: "Eg vil stríðast, so tað verður betur". 07.09.2025 38:48
Kaj Leo Holm Johannesen kenna vit frá almenna rúminum, tí hann hevur verið landsstýrismaður, býráðslimur, for maður í HB, málmaður í bestu deild, skipari á Mærsk skipi, løgmaður. Brádliga hevur hann fingið staðfest autoimmuna, neurologiska sjúku, sum eitur CIDP, sum hevur sett hann í koyristól. Men Kaj Leo fellur ikki í fátt, men hevur tikið stig til at sovna felag fyri fólk við skerdum kropsligum...
Credo: "Eg eri bara ein lítil drongur úr Sandavági". 31.08.2025 38:44
Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen". Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag. Agnar hevur klettafasta trú...
Credo: Jesper Brochmand 18.12.2024 54:56
Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum. Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni. Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livand...
Credo: Tøgnin hevur mong andlit 29.11.2024 43:22
Í 1963 varð staðfest, at trý ára gamli Jógvan Andrias hevði Calvé Pertes sjúkuna. Hann varð sendur til Danmarkar við sjúkrarøktarfrøðingi. Í hálvt triðja ár lá hann bundin í sjúkrasong. Tá so foreldrini komu eftir honum kendi hann tey ikki og móðurmálið varð farið í gloymskuna. Ikki varð tosað um slíkar upplivingar, ístaðin bylgdist alt sum eitur minni og kenslur frá hesi sváru tíð seg í honum. Me...
Credo:Spurningar og svar, til tannáringar, um kristnu trúnna 24.11.2024 32:45
Arni Zachariassen er guðfrøðingur og arbeiðir á níggjunda ári hjá Bláa krossi. Eisini er hann virkin í bókaforlagnum Leirkerinum. Hann hevur týtt bókina "10 spurningar (og svar) um kristnu trúnna - til tannáringar. Rebecca McLaughlin hevur skrivað.
Credo: Hvussu skal eg siga lívinum farvæl ? 10.11.2024 38:15
Annika Magnussen Gaard skrivaði undir guðfrøðislestrinum ritgerð í kirkjusøgu um prædikuna aftaná trúbótina, sæð í ljósinum av "Ars moriendi" siðvenjuni, sum merkir "kynstrið at doyggja". Hetta er ein gomul siðvenja, ið er frá katólskari tíð, men Ars moriendi fann eisini sínar røtur í protestantismuni, tí Martin Luther skrivaði eina tílíka vegleiðing, sum hevur heitið :" En sermon om Beredelse til...
Credo: Floymandi nærvera 03.11.2024 49:31
Hans Jacob Kollslíð sigur frá sínum samarbeiði við tónleikaranum Hans Marius Ziska. Teirra vøkru orð og tónar eru vorðin fólkaogn. Eisini sigur H.J. Kollslíð frá síni tíð í Thailandi og hví honum dámar so væl Karamasov brøðurnir.
Credo: Aria hevur 22q11 27.10.2024 35:08
Jovina og Allan Olsen eiga Ariu, sum fekk staðfest syndromið 22q11. Allan sigur frá sváru og truplu gongdini, tá tey varnaðust, at alt ikki ruggaði rætt. Tá ein tíð varð frálíðin var staðfest, hvør sjúkan var. Ein av hvørjum 2000 nýføðingum hava hetta syndromið, men tað varierar ymiskt frá einum menniskja til annað.
Credo: Eru tað eini mannarættindi at taka lív ? 29.09.2024 41:40
Sámal Matras Kristiansen er samfelagsfrøðingur. Hann skrivaði eina grein herfyri, har hann hugleiddi, um tað er ein mannarættur at taka lív, bæði tá tað byrjar og tá tað endar.
Credo: "Fráverandi nærvera" 22.09.2024 32:47
Hilda Bolstad Mortensen hevur saman við trimum øðrum lesandi skrivað ritgerð um fyribrigdið "phubbing". Hetta er orð sett saman av phone og snubbing, tað hendir tá tú stendur og prátar við ein, og tú tá so heldur velur at taka telefonina. Hetta gevur fólki lítilsvirði. Umsorganarsvíkur er eisini, tá foreldur ikki lurta eftir barninum, men heldur velja skíggjan framum barnið.
Credo: "Eg prísi fría og frælsa tankanum" 15.09.2024 34:58
Pál Weihe helt ein fyrilestur í Sandavágs kirkju, har hann hugleiddi um trúgv og vísindi. Vísindin, sum kann mátast og vigast í mun til trúnna, sum vónar á tað, sum ikki ikki sæst.
Susan Jacobsen: "Eg fann pápa mín" 08.09.2024 32:46
Mamma Susan Jacobsen var stødd í Danmark í 1963. Tá hitti hon amerikanskan hermann og árið eftir varð Susan fødd. Seinni varð mamman gift donskum manni og fekk børn. Susan hevði tryggan og góðan barndóm. Tá hon var vaksin, fór hon at leita eftir pápanum, og hon fann hann í USA.
Credo: Okkara ár í Tansania 10.03.2024 48:19
Beinta og Havstein Klein eru sjúkrarøktarfrøðingur og prestur. Tey hava búð og arbeitt í Tansania í fleiri ár. Tey siga frá hesi merkisverdu tíð, sum er so ólík lívinum her heima.
Credo: Lívið er dýrabært 25.02.2024 41:33
Ann Randi Jacobsen misti pápan at sínum fyrsta dreingjabarni. Hann doyði í ólukku í Grønlandi. Seinni møtti hon manninum, sum hon hevur verið gift við í nógv ár. Í 2014 doyði verdóttirin í barsilssong, og tá fór Ann Randi í móður stað.
Credo: Nunna í Føroyum 18.02.2024 33:26
Marisa Spiteri Cremona er úr Malta. Hon er úr katólskari familju og longu, tá hon var tjúgu ár, fór hon í kleystur. 15. juli í 1981 kom Marisa til Føroyar at vera. Hon hevur verið sera aktiv og hevur stóran vinaskara. Men nú hevur Róm tikið avgerð, at kleystrið skal seljast og systrarnar skulu fara tl onnur lond. Marisa fer í juni mánaða til Dublin at búgva í einum kleystri.
Credo: "Tú komst í góðar hendur". 11.02.2024 32:44
14. februar í 1945 doyði Sigga Maria, mamma Signar á Brúnni í barsilssong, bara 34 ára gomul. Eftir sat pápin, Jógvan, við trimum smádreingjum. Hvat var til ráða at taka ? Góð menniskju og familjan øll slógu ring um teir og gjørdu sítt ítarsta fyri lítlu viðbreknu familjuna, sum høvdu mist tað kærasta teir áttu. Og allur kærleikin og øll umsorganin hevði verið góð, tí Signar sannar í dag, at tað,...
Credo: Pausuleysa samfelagið 18.01.2024 33:49
Anne Mette Greve Klemensen hugleiðir um nýggjárið, hví mann setir sær fyri, at onkur broyting skal vera í nýggja árinum. Men hvat forðar menniskjanum í at seta sær mál annað enn mannaótti ? Tí, hvat um tað nú miseydnast og mann verður til láturs ?
Credo: Føgur er foldin 26.12.2023 48:51
Sálmaskaldið B. S. Ingemann, sum skrivaði og yrkti nógv, er evnið í sendingini. Hann eigur nógvar av jólasálmunum, sum vit syngja í dag. Føgur er foldin er ein teirra.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.