Kringvarp Føroya
Credo
Ljós verður varpað á lív og menniskju, teg og meg, etikk, filosofi og moral, kirkjur og samkomur, átrúnað her og úti, og prát við menniskju. Vertur: Armgarð Arge
Where to listen?
Podcasts in the app Replaio Radio Coming soonPodcasts are coming to the app soon. Install now and be the first to see a whole new take on podcasts
Episodes
Credo: Tá ið foreldur sleppa og børn lofta. 03.12.2023 42:25
Súsanna Olafsdóttir Skaale er sálarfrøðingur. Hon starvast á "Títt rúm". Hon gevur bók út, sum eitur "Familjufløkir". Sannroynd er, at børn sum búgva í heimi, har foreldur eru rúsbundin fáa arr, sum skeiklar tey. Børn eru loyal og tey eru prísgivin teirra foreldur, so tá alt verður kaos, so roynir barnið av øllum alvi at fáa alt í rættlag aftur. Og hetta er ikki uppgáva, sum nakað barn skal bera.
Credo: Maðurin livir ikki nóg væl 26.11.2023 41:17
Mannfólkadagurin er 19. november. Tá hevði Javnstøðunevndin boðið sálarfrøðinginum Svend Aage Madsen til Føroya at halda fyrilestur. Kanning og gransking vísir, at alt fleiri menn eru einsamallir. Kvinnur eru alt meiri sjálvstøðugar og megna gerandisdagin einsamallar. Teirra styrki er eisini, í mun til menn, at tær tosa meiri um trupulleikar, hava fleiri at samskifta við, meðan menn ofta bara hava...
Credo: Tað góða lívið 12.11.2023 42:18
Gestur er Poul Jákup Thomsen. Hann vaks upp í heimi, har stór rúsdrekka misnýtsla var. Avleiðing hjá einum barni, sum veksur upp í slíkum korum er, at tað kann als ikki læra ella hugsavna seg í skúanum, tí tað er fult av ampa um, hvussu skilið er heima. Úrslitið er, at barnið missir øll síni vankligu mørk og er illa brynjað til vaksna lívið. Poul Jákup fór eisini at drekka til ein dagin, hann rakn...
Credo: Hendurnar hjá kirkjuni 15.10.2023 46:54
Sverri Steinhólm er fyrsti diakon prestur í Føroyum. Diakoni er griskt orð og merkir tænasta. Henda merkingin er heilt frá teimum fyrstu kristnu. Sverri skal leita upp hin falna og royni eftir førimuni at lætta um og hjálpa, har hann kann. Bæði við tí góða orðinum og ítøkiliga. Tí, "tú skal hjálpa" !
Credo: "Ongin segði nakað". 08.10.2023 42:21
Tríggir tíggju ára gamlir dreingir druknaði 31. august 1964 á Toftavatni. Eini drongurin var Oddmar Andreassen og hann var beiggi Elinbjørg Petersen. Hon sigur frá hesum so svára degi og hvussu løgið tað var, at ongin segði nakað um tað í tíðini aftaná. Nústaðni sigur Elingbjørg frá hesi ógvusligu hending.
Credo: Guð hevur altíð verið trúfastur 01.10.2023 38:51
Effie Campbell hevur skotskan pápa. Hann varð soldátur í Føroyum undir seinna heimsbardaga. Hjúnarbandið hjá foreldrunum slitnaði, so Effie og mamman hava verið tværeinar. Effie varð lærari og hevur starvast á Adventistaskúlanum í 35 ár. Hon er sera virkin, hon skrivar og hevur umsett eina rúgvu. Hon var trúlovað í sínu ungu døgum , men hon gjørdi tað til onkis. Uppi í árunum rann saman aftur og t...
Credo: Vitlíki 24.09.2023 39:47
Lærari í heimsspeki, Jógvan D. Hansen, sigur frá vitlíki. Hesi tólmenni kunnu lyfta og lætta um hja menniskjanum, men ein bági er við øllum. Kann hugsast, at vítlíki verður meiri skilagott enn menniskjan, so vit verða óneyðug ? Skulu vit gloyma allar dystopiskar tankar og heldur fegnast um nýggju tøknina, sum megnar at finna sjúkur rættiliga tíðliga og soleiðis tryggja okkum longri lív ?
Credo: "Hvar ert tú nú ?" 17.09.2023 42:45
Maikin Isholm Højgaard fór eftir lokið studentsprógv út í heim at arbeiða í ferðavínnuni. Um tríati ára aldur saðlaði hon um og fór til Danmarkar at lesa og arbeiðir í dag sum politiskur skrivari á Christiansborg. Maikiin og Per højgaard hittust og gjørdist góð. Tey blivu gift og fingu tvey børn. Men í 2018 helt Per, at hann mintist ikki so væl. Hann varð kannaður og endaliga diagnosan var, at han...
Credo: Fanny Crosby 2:2 28.05.2023 37:51
Fanny Crosby, varð borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915. Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin. Alt frá Bob Dylan til Ingálv av Reyni. Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari. Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri forsetar í USA. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongre...
Credo: Fanny Crosby 1:2 21.05.2023 40:56
Símun Absalonsen sigur frá Fanny Crosby, sum var borin í heim 24. mars 1820 og doyði 12. februar 1915. Hon var blind, men megnaði hóast tað at yrkja eina rúgvu av sálmum og sangum, sum enn í dag verða sugnir um allan heimin. Hon yrkti eisini og virkaði sum trúboðari. Eisini var hon sera áhugað í søgu og kendi fleiri presidentar. Hon var fyrsta kvinna, sum hevur flutt fram røðu í Kongressini. Hon v...
Credo: Leiðarar sum skamma seg. 14.05.2023 32:00
Elsebeth Hauge hevur verið í Føroyum og hildið fyrilestur um fyribrigdið "tá leiðarar skamma seg". Hon hevur skrivað bók um hetta og sigur, at fleiri leiðarar ynskja seg í annan stól og vilja ikki standa við stýrisvølin. Tey kenna tað, sum at tey ikki eru "sonn" í teirra arbeiðslívi, og tað ger, at leiðarin verður sálarliga strongdur.
Credo: Vinn á tí ónda við tí góða 30.04.2023 45:28
Birita Lamhauge Jóansdóttir er sálarfrøðingur. Hon hevur eina ógvusliga lívssøgu. Destruktivar gerðir og hendingar høvdu ta avleiðing fyri hana, at hon var um at detta sundur sum menniskja. Hon var tilvitað um, at tað ónda var í henni, rundanum hana og millum hana og onnur menniskju. Men hvussu við tí góða? Hennara trilvandi ferð og leitan førdi hana í annað umhvøvi, sum savnaði hana saman aftur s...
Credo: "Tann falski spegilin" 16.04.2023 34:44
Ólavur Rasmussen arbeiðir sum fongsulsprestar millum føroyingar í donskum fongslum.
Credo: "Eg skar mítt navn" 2 (2:2) 07.04.2023 45:07
Jóannes Patursson var borin til garðin í Kirkjubø. Hann var eisini navnframur politikkari. Hann skrivaði sera nógv og eisini yrkti og umsetti hann nógvar sálmar, har fleiri í dag eru fólkaogn. Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá.
Credo: "Eg skar mítt navn" 1 (1:2) 06.04.2023 42:58
Jóannes Patursson var borin til garðin í Kirkjubø. Hann var eisini navnframur politikkari. Hann skrivaði sera nógv og eisini yrkti og umsetti hann nógvar sálmar, har fleiri í dag eru fólkaogn. Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá.
Credo: Fátt er sum faðir, onki sum móðir 26.03.2023 35:07
Anna Skýlindal er barnvaksin í Kollafirði saman við yngru systrini og eldra beiggjanum. Mamman gek heima og pápin silgdi úti í verðini. Tá Anna var tíggju ára gomul, fekk mamman bróstkrabba og átta mánaðar seinni var mamman deyð. Tá tosaði mann ikki um sorg og kenslur og sakn, so alt varð kvirt. Pápin noyddist til arbeiðis aftur og systrarnar báðar fóru til hvør sína mostur at vera. Hóast tær hava...
Credo: Føroyska sjúkan 19.03.2023 51:19
Tað eru tey bæði, Karin Laksáfoss og Sámal Rasmussen, sum eru gestir í Credo hesa ferð. Tey eru foreldur Vilju og Ságu, sum varð borin í heim á sumri í fjør. Ongar ábendingar um álvarsomu sjúkuna Barnsburðurin gekk púrasta eftir vild. Lítla barnið í búkinum sparkaði nógv, og annars gekk alt so at siga, sum tað skuldi. - Eg havi ongantíð ordiliga hvílt í mínum barnsburðum, tí eg havi altíð stúr...
Credo: Hin heimurin 05.03.2023 45:03
Jóan Pauli Joensen er professari í fólkalívsfrøði. Hann hevur savnað inn søgur í nógv ár um slíkt, sum fólk upplivað og sum ikki er av hesum heimi. Um mannin umborð, niðagrísin, at vera sanndroymdur og mangt annað. Uppliva fólk tað, tey siga ella er alt heilaspuni ? Er "hin heimurin" í dag tann tøknifrøðiligi ?
Credo: Kvirra, hvíld og kall. 26.02.2023 43:24
Derhard Jógvansson, prestur, sigur frá, tá hann í fjør fór av teimum socialu pallunum og fór í lestrafarloyvi fyri at kanna, hvat hendir tá vit sløkkja fyri øllum óljóði. Hugsa vit um, hvussu vit liva og eru, hvussu vit virðismeta tíðina, sum er okkum givin ? Onkur sigur, at um tú livir í 80 ár, so hevur tú 4000 vikur á fold. Fara vit vitleyst fram eftir fummum ella geva vit tíðini gætur og eru ta...
Credo: "Vónin ber meg" 19.02.2023 35:35
Halda Hansen er lærari. Hon eigur fimm børn og ein ommuson. Eisini hevur hon skrivað tvær barnabøkur. Í 2023 fekk hon staðfest krabbamein, og síðani tá hevur hon barst móti sjúkuni. Hon sigur, hon er farin í hernað móti krabbanum. Hon hevur eina sterka trúgv og vón, at alt skal fara at laga seg.
Credo: "Eg vildi bara vera ein glað genta" 05.02.2023 43:02
Alt, sum Marjun Tausen ynskti sær, var at vera ein glað genta. Men alt lívið varð skeiklað. Frá hon var seks ára gomul, til hon var tíggju ár, gjørdi ein maður i familjuni seg kynsliga inn á hana. Og misbrúkið setti síni spor. Øll barnaárini var so hon bangin, at hon als ikki fekk hugsavnað seg í skúlanum. Tannárini vóru eisini torfør, og Marjun royndi fleiri ferðir at taka seg av døgum. Men í dag...
Credo :"Pápi var dupultagentur". 29.01.2023 45:36
Niels Thomas Pedersen sigur frá, hvussu tað var, tá pápin, Erik Christian Tørsleff Pedersen frá Randers, doyði og tey á sýsluskrivstovuni í Vestmanna fingu at vita, at pápin hevði livað eitt lív tey onki kendu til. Pápin var hevði verið dupultagentur, sum við krígslok endaði við fongsulsdómi. Eisini hevði hann verið giftur tvær ferðir og átti børn. Tá hann aftur var frælsur maður, kom hann til Ves...
Credo: "Eg havi sangin í sálini". 22.01.2023 43:18
Stanley Samuelsen er fuglfirðingur, føddur 30. april 1951. Hann var yngstur av tólv systkjum. Pápan misti hann bara hálvt ára gamal Stanley er giftur Merete Messman, sum hevur verið hansara holli stuðul og samskipari av hansara tónleikaferðum. Hann hevur smíðað 68 løg og givið fleiri fløgur út og yndisyrkjarin er Janus Djurhus. Hann hevur ferðast kring knøttin, Evropa, Amerika og norðurlond og sun...
Credo: "Eg havi verið niðri við havsins botn og stundum uppi við ský" 26.12.2022 43:56
Eyðun Andreassen, professari í fólkalívsfrøði, sigur frá sínum barnaárum úti í Skúvoy. Foreldrini vóru lærarir og teir eru fýra beiggjar. Hann fekk alsk til kvæði og bókmentir og fór at lesa fólkalívsfrøði. Hann hevur starvast á Fróðskaparsetri Føroya. har hann hevur undirvíst, granskað og skrivað bøkur og hevur eisini fingið M.A. Jacobsens virðisliøn fyri yrkisbókmentir. Hann hevði nógv arbeiði e...
Credo: "Buon camino" ! 27.11.2022 42:53
Annika Maisonsdóttir Mellemgaard hevur verið saman við fjøruti fólkum ein pílagrímstúr í Spania. Tað er sokallaða "víkingarutan" í Spania, sum er 120 km. long.
Similar podcasts
Replaio is not a podcast publisher; show names, artwork and audio belong to their authors and are distributed through public RSS feeds.