Granna Geil

Aldan

News FO ↓ Odcinki: 1297

Sendingar og poddar sendir á Alduni Hitt Radio

Koniecznie odwiedź stronę podcastu i wesprzyj twórcę: pod.co

Autor

Granna Geil

Kategoria

News

Strona podcastu

pod.co

Ostatni odcinek

11 lis 2026

Gdzie słuchać?

Podcasty w aplikacji Replaio Radio Już wkrótce

Podcasty trafią do aplikacji już wkrótce. Zainstaluj teraz i jako pierwszy zobacz nowe podejście do podcastów

Pobierz z Google Play Zainstaluj za darmo Android prawie 10 mln pobrań · ocena 4,7+ iOS niedługo

Odcinki

Hondbóltsupptakt Litava-Føroyar við Agnari Prestá 12.04.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad, gestur: Agnar Prestá. Hvat kunna vit væntað okkum av dystinum í morgin? Tað svarar Agnar uppá í hesi stuttu upptaktini.

Hondbóltsupptakt 040425 04.04.2025

Ásbjørn Nielsson Nattestad hyggur fram ímóti fjórðingsfinalunum í SMS- og Burndeildini hetta vikuskiftið og eisini móti landsdystunum móti Litava hjá kvinnulandsliðnum í komandi viku.

Hans Erik Jakobsen, Jóhanna á Bergi, Jakob Ewald, Rúni Højgaard, Einar Vesturklett, Karin Petersen 04.04.2025

Ásbjørn Nielsson Nattestad var vesturi í Sørvági har Atlantic Airways hevði opið hús í samband við at føroyska flogfelagið hevði fingið tveir simulatorar til pilotar.

Eitt lív í hondbóltinum, Hjalti M. Jacobsen 260325 26.03.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Hjalti Mohr Jacobsen Hoyr Hjalta fortelja um hvussu tað hevur verið at venja ein leikara sum Óla Mittún og hvussu tað er at vera venjari hjá manslandsliðnum og hvussu tað var at vera við til dystin í Niðurlondum, sum Føroyar vann fyri stuttum.

Lutakast EM U17-kvinnur 26.03.2025

Reportari: Ásbjørn Nielsson Nattestad Hoyr hvat Andrass Thomassen, kappingarleiðari, Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF og Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá U17-kvinnum høvdu at siga um lutakastið til EM fyri U17-kvinnur, sum verður í Føroyum í mei.

Ráðstevna um Nagorno Karabakh 23.03.2025

Sjúrður Skaale fólkatingslimur skipaði hósdagin 20. mars ´25 fyri ráðstevnu á Christiansborg undir heitinum "Symposium on Armenia Safeguarding Soverignity", har sjóneykan var sett á støðuna hjá Armenia í mun til Azerbadjan og ræðuleikarnar í Nagorno Karabakh, har armeniska upprunafólki er fullkomiliga útreinsað uttan at heimssamfelagið hevur givið tí stórvegis gætur. Rás 2 var til staðar og prátað...

Hondbóltsupptakt Helgi H. Hoydal 21.03.2025

Vertur & tøkningur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Helgi Hildarson Hoydal Vit taka samanum landsdystin hjá monnum, sum var í Niðurlondum sunnudagin. Eisini meta vit um lutakastið hjá kvinnulandsliðnum til EM í 2026. At enda hyggja vit eftir komandi vikuskiftinum og støðuni í Burn-deildini og SMS-deildini.

Eitt lív í hondbóltinum - Svein Rógvi Ljósstein Nielsen 12.03.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Svein Rógvi Nielsen Ljósstein Hoyr Svein Rógva tosa um sítt lív innan bæði hondbólt, men eisini kappróður. Og hoyr havnarmannin í Klaksvík eisini tosa um hvussu ein heilabløðing hevur ávirka hann sum hondbóltsvenjara

Grækarismessuhald í Runavík 2025 12.03.2025

Grækarismessuhald í Runavík í dag. Fyrstu klippini frá várgestum okkara, tjøldrunum, bera av sonnum boð um at várið og ljósari tíðir eru í nánd. Eins og undanfarin ár skipar Visit Runavík, saman við skótunum, fyri grækarismessuhaldi í Skótahúsinum við Løkin í Runavík mikudagin 12. mars kl. 17.00. Dagurin er ein hugnaligur dagur við røðu og hornblástri. Tiltakið byrjar við, at skótarnir ganga skrúð...

Hondbóltsupptakt við Agnari Prestá 070325 07.03.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Agnar Prestá Hugt verður fyrst eftir kappingunum í SMS- og Burn-deildini har vit nærkast endanum á grundspælinum. Eftir tað verður tosa um komandi dystirnar hjá manslandsliðnum móti Niðurlondum. Vit kunna væntað nógv mál mikukvøldið

Eitt lív í hondbóltinum. Gestur Rasmus Søby 060325 06.03.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Rasmus Søby Hoyr Rasmus fortelja um sína hondbóltsleið og eisini kemur danin, sum nú spælir við KÍF, við onkrari avdúking um framtíðina.

Prát við Ólav Weihe stjóra hjá Jógvan Weihe 06.03.2025
PL-poddur 270225 28.02.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Beinir Johannesen Beinir fortelir um góðu gongdina hjá Everton síðani David Moyes tók yvir í januar og eisini um framtíðarvónirnar nú felagið frá næsta kappingarárinum skal spæla á nýggjum leikvølli. Eisini verður hugt at støðuni í Premier League og kemur Beinir við síni meining um yvirraskilsir.

Hondbóltsupptakt 280225 28.02.2025

Vertur: Ásbjørn Nielsson Nattestad Gestur: Hallur Danielsen Steypafinaluvikuskiftið var síðsta vikuskiftið og Hallur Danielsen frá HSF fortaldi um hvussu væleydna vikuskiftið var og so var eisini hugt fram móti dystunum í SMS-deildini og Burn-deildini hetta vikuskiftið.

HM innandura rodur 2025 500m 26.02.2025

Ólavur J. Hansen var til HM í innandura róðri í høllini Við Tjarnir leygardagin 15.02.25. Áhugaverd prát og góður stemningur var í luftini.

Birgir Kruse um Sigvart Dagsland 26.02.2025

Upptaktssending til konsertina við Sigvart Dagsland sunnukvøldið 2. mars í Lívdini. Birgir Kruse leiðir okkum ígjøgnum tónleik og søgur rundanum tónleikaran. Vertur er Ásbjørn N. Nattestad.

Nýggja fyritøkan "Portrið" 26.02.2025

Ørvur Joensen hevur stovnað nýggja fyritøku, "Portrið", sum selur og bjóðar seg fram at seta í dygdar garasjuhurðar, hurðar og vindeygu frá Novoferm og Hvidbjerg Vinduet

Prát við Christian F. Andreasen, FSF-forseta 25.02.2025

Hoyr hvat núverandi FSF-forsetin Christian F. Andreasen hevur at siga um føroyskan fótbólt. Hoyr hann fortelja hví hann ikki heldur, at sessurin sum FSF-forseti skal vera fulltíðarstarv og um hvønn veg tað gongur við føroyskum fótbólti.

Steypafinaluprát 23.02.2025
Man jagter et bæst, og fanger et menneske 22.02.2025
Prát við John Eystberg 21.02.2025
Hondbóltsupptakt 210225 21.02.2025
Blái Krossur í Klaksvík, Prát við Edvu Jacobsen, aðalskrivara 21.02.2025

Blái Krossur í Klaksvík húsast í fyribils leigaðum hølum á Nólsoyar Pálls Gøtu 22 ímeðan hølir teirra vera umvæld. Væntandi lata tey upp í nýumvældum hølum í mei. Rás 2 var framvið á Nólsoyar Pálls Gøtu og prátaði við Edvu Jacobsen aðalskrivara í Bláa Krossi, til eitt prát um Bláa Kross sum heild og handilin annars. Vit hittu eisini fólk í handlinum.

Park by Petra - Nýggj frisørsalong í Klaksvík 20.02.2025

Herfyri lat upp nýggj frisørsalong í Klaksvík, nevnd Park by Petra. Rás 2 var framvið á Torradøgunum og fekk eitt prát við eigaran.

Look North, Ragnar O. Sundstein 20.02.2025

Rás 2 vitjaði virkið Look North á Torradøgunum 2025. Ragnar greiddi frá virkinum og hvat tey framleiða, umframt hvørjar framtíðar-ætlanir eru.

Słuchaj podcastu Aldan w Replaio

Radio i podcasty w jednej aplikacji - za darmo, bez zakładania konta. Zainstaluj już dziś i nie przegap premiery

Pobierz z Google Play

Replaio nie jest wydawcą podcastów; nazwy audycji, okładki i audio należą do ich autorów i są rozpowszechniane przez publiczne kanały RSS