SPROTIN

SPROTIN

Arts FO ↓ 42 episodios

Her kanst tú lurta eftir ymsu poddunum, sum koma út í Lesikrókinum hjá Sprotanum

Autor

SPROTIN

Categoría

Arts

Web del podcast

www.buzzsprout.com

Último episodio

30 de may. de 2025

¿Dónde escuchar?

Podcasts en la app Replaio Radio Muy pronto

Los podcasts llegarán muy pronto a la app. Instálala ahora y sé el primero en descubrir una forma totalmente nueva de vivir los podcasts

Descárgala en Google Play Instálala gratis Android 5 M+ de descargas · valoración de 4,8 iOS muy pronto

Episodios

Skunda tær at elska 30.05.2025

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina Brenn øll míni brøv eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fram Skunda tær at elska , sum var bókin, ið gjørdi Alex Schulman kendan. Hon snýr seg um pápa hansara og um lívið í teirra húski, tá ið pápin verður gamal og sjúkligur meðan synirnir framvegis eru ógviliga ungir. At pápin er ússaligur elur fram ótta í Alexi, um at hann einki fer at orka ella kanska doy...

Málningurin av Dorian Gray 15.05.2025

Málningurin av Dorian Gray er heimspekilig fiksjón og gotisk ræðslusøga eftir írska høvundin Oscar Wilde, skrivað í 1890.  Gotisk skal verða skilt sum skaldsøga, ið lýsir bardagan ímillum menniskju og ónatúrligan óndskap (óndskap, sum stundum er mannskaptur, stundum yvirnatúrligur) í einum kúgandi og troystarleysum heimi, har ið eingin rýming er møgulig.   Bókin verður mett at vera klassikari mill...

Knívin í eldin 15.05.2025

Knívin í eldin er ein hugtakandi søgulig skaldsøga úr Finnmørkini – sum fær teg at kenna kuldan úr kavanum, hitan úr bálinum og gevur tær tevið av blóði, tá ið reindjórini verða flett. Árið er 1859. Brita Caisa Seipajærvi fær sær skíðirnar á føturnar, tí hon fer at gera langa ferð úr Finnlandi til Noregs. Brita Caisa er bæði vøkur og sterk, og hon eigur evnini at lekja bæði fæ og fólk. Við sær á f...

Saltleiðirnar 12.12.2024

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir søguni frá tí, at hálendskir fiskimenn í hundraðtali komu til hetlandsleiðirnar í 16. øld og upp til avbjóðingarnar í fiskiídnaðinum nú á døgum.  Alla frásøguna kryddar hann við minnis- og heimildarbrotum um toskafiskiskap í 19. øld undir Føroyum og Grønlandi og um sildatíðina, sum fekk Hetland at stórbló...

Sigmundur og gullringurin 25.11.2024

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið. Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sproti...

Eden 28.10.2024

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.  Í hesi skaldsøgu verður megi...

Brenn øll míni brøv 30.09.2024

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiði. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum e...

Maria Stuart 14.06.2024

Maria Stuart er bara seks dagar gomul, tá ið hon í 1542 verður drotning í Skotlandi. Sum sekstan ára gomul verður hon har umframt drotning í Fraklandi. Seinni liggur hon í stríði við Elizabeth I um rættin til ensku trúnuna. Lívið hjá Mariu Stuart lagaði seg sum  ein ógvisligur tilburður fyri og annar eftir, til hon endaði sínar dagar á høggstabbnum í 1587. Eysturríkski rithøvundurin Stefan Zweig s...

Hvaðan kom kvinnan 24.05.2024

Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir av stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina Hvaðan kom kvinnan. Hon leggur fram annað ástøði...

Reyðhærda kvinnan 26.04.2024

Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir seg alt longur niður í lendi, og um kvøldarnar leita teir sær stundum inn í býin at keypa vøru og taka sær av løttum. Eitt kvøldið hendir nakað, sum fær stóra ávirkan á lívið hjá Cem. Hann fær eygað á eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni.  Samstundi...

Staklutirnir 30.03.2024

Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi fjáltur. Hvat er tann perfekti millenniumkjólin? Kann eitt elskað menniskja veruliga hvørva? Og hvør er tað í roynd og veru, sum skal myndast, persónurin á myndini ella tann, sum heldur á penslinum? Svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði skaldsøguna. Jákup í Skemmuni...

Kærleikin 02.03.2024

Laki Sarris nærkast teimum fjøruti, hann er giftur við Lenu, og tey eiga fýra ára gamla Jóhan. Lívið verður endavent, tá ið Laki verður fullkomiliga burtur í aðrari kvinnu – ein so ógvisligur kærleiki fær vald á honum við einum longsli, sum ger, at skilvísi er óhugsandi. Hann elskar bæði konu sína og ta nýggju kvinnuna. Hvat skal hann gera? Hvat fær hann gjørt?  Theodor Kallifatides hevur skrivað...

Merking 22.12.2023

Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna "Merking", sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út. Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Vetur, Oya, Ólavur og Tristan,...

Fiskahúsið 25.11.2023

Tann miðaldrandi Jón og tann eldri pápabeiggin Ívar fara niðan til smáttuna við vatnið at vera í eina viku. Teir seta gørn um kvøldið, taka tey upp tíðliga á morgni, og síðan snýr tað seg um at eta nakrar máltíðir og práta saman. Ívar hevur gjørt av, at Jón skal arva smáttuna, økið rundan um og rættindini til at fiska í vatninum. Jón er tónleikari og hjálparlærari, og hann hevur ongantíð fingist v...

Upplesarin 29.09.2023

"Upplesarin"  er ein tølandi søga um kærleika og loyndarmál, ræðuleikar og samkenslu Summarið 1958 verður heilt serligt fyri 15 ára gamla Michael Berg. Ein dagin hittir hann 36 ára gomlu Honnu Schmitz, sum býr nærindis. Tey fáa eitt heilt serligt samband, sum kemur at ávirka tey restina av lívinum.  Í Lesikrókinum verður bókin "Upplesarin" umrødd. Týski rithøvundurin Bernhard S...

Pløg beinagrindir teirra deyðu 19.06.2023

"Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi. Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur...

Ukrainska dagbókin 19.05.2023

Tá ið ukrainski forsetin VIktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev. Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótmælisfólk, myndugleikar og prorussiskar bólkar, og tað leiddi til kollvelting í Ukraina. Um sama mundið tók Russland Krim hálvoynna, ukrainski forsetin flýddi til...

Renna úlv 08.05.2023

RENNA ÚLV Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv". Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.  Gestir í L...

304 dagar 24.03.2023

Skaldsøgan “304 dagar” er um kríggj og vinalag, kærleika og familju, og um hvussu ein krígsveteranur úr Afganistan roynir at fóta sær í friðinum heima. Nicholas, sum er krígsveteranurin úr Afganistan, stendur einsamallur í skóginum oman fyri húsini, til reiðar at beina fyri sær, tá ið tað gerst honum greitt, at hann verður noyddur at siga næstringum sínum frá ætlanini. Hann lovar mammuni at halda...

Bardagin um Troiuborg 27.02.2023

Í skaldsøguni “Bardagin um Troiuborg” verður Illionskvæðið um stríðið í Troia flættað saman við fólkum í lítlari grikskari bygd, sum nasistar hava hersett undir seinna heimsbardaga. Vit eru stødd í lítlari bygd í Grikkalandi, sum týskarar hava hersett undir seinna heimskríggi. Ímeðan bumburnar frá bretskum bumbuflogførum regna niður yvir bygdina, fer lærarinnan við børnunum í lívd í helli og fer u...

Morgun og kvøld 26.01.2023

Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina MORGUN OG KVØLD hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd.   Skaldsøgan Morgun og kvøld er í tveimum pørtum og er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.  Í fyrra partinum verður Jóha...

Kóka bjørn 22.12.2022

Tað er summarið 1852 í Kengis í norðasta Svøríki. Prósturin og vekingarprædikumaðurin Lars Levi Læstadius tekur bókstavliga ein ungan sámadrong upp av veitarbakkanum. Jussi, sum drongurin eitur, er rýmdur heimanífrá undan harðskapi og svongd. Prósturin tekur hann við sær, og Jussi verður næmingur hansara og trúgvi fylgisneyti á plantufrøðiligu gonguferðunum á Pajala-leiðini.  Tá ið ein neytakona h...

Havbókin 27.10.2022

Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten. Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, um sjóg...

Fontamara 29.09.2022

Kristianna Winther Poulsen og Gunvá við Keldu viðgera skaldsøguna “Fontamara”. Bókin viðger lívið á bygd í Italia undir fasismuni í milllumkrígstíðini “Fontamara” er søgan um fátæku bøndurnar í fjøllunum innan fyri Róm, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan, sum myndugleikarnir altíð stuðlaðu væl. Tá ið armóðin næstan ikki kundi gerast verri, løgdust teir á lívgev...

Børn í heimsveldi 17.06.2022

Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýs...

Escucha el podcast SPROTIN en Replaio

Radio y podcasts en una sola app - gratis y sin registro. Instálala hoy y no te pierdas el estreno

Descárgala en Google Play

Replaio no es editor de podcasts; los nombres de los programas, las portadas y el audio pertenecen a sus autores y se distribuyen a través de canales RSS públicos