Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

News FO ↓ 46 episodios

Í Frítíð og náttúru eru vit til gongu á kendum og ókendum leiðum. Staðkend og kunnug fólk lýsa gøtur, støð, vøkstur, fyribrigdi, siðir og mangt annað í føroysku náttúruni. Serliga við atliti at frítíðarmøguleikum. Men vit taka eisini upp støðuna hjá náttúruni og seta spurnartekin við, hvussu vit handfara ríku náttúru okkara.

No dejes de visitar la web del podcast y apoyar a su creador: kvf.fo

Autor

Kringvarp Føroya

Categoría

News

Web del podcast

kvf.fo

Último episodio

6 de jun. de 2024

¿Dónde escuchar?

Podcasts en la app Replaio Radio Muy pronto

Los podcasts llegarán muy pronto a la app. Instálala ahora y sé el primero en descubrir una forma totalmente nueva de vivir los podcasts

Descárgala en Google Play Instálala gratis Android casi 10 M de descargas · valoración de 4,8 iOS muy pronto

Episodios

Túrur eftir Kaldbakskambi 07.09.2019

Við Jákup Andreasi Vang í Kaldbak ganga vit ein túr eftir Kaldbakskambi. Vit gingu túrin í 1987. Jón Aldará, fuglafrøðingur, greiðir frá kanning, sum fuglafrøðingurin ger um støðuna hjá kjógva í Føroyum. Og fuglafrøðingurin, Sjúrður Hammer, hugleiðir um fugl og veðurlagskreppuna.

Eftir gøtuni Norður um Fjall 31.08.2019

Vit ganga úr Klaksvík og norður í Áarskarð. Lagt til rættis: Jóhann Mortensen.

Eftir gøtuni millum Fámjin og Trongisvág (3:3) 24.08.2019

Í triðja parti á túrinum eftir bygdagøtuni úr Fámjin til Trongisvágs eru vit við Valdaskarð, á Sandinum í Skarðinum, undir Oyrnaskarði og við seinasta varðan oman fyri Trongisvág.

Úr Fámjin til Trongisvágs (2:3) 17.08.2019

Nógv søga og siðsøga er knýtt at Kirkjuvatni, sum liggur beint oman fyri Fámjin. Innan fyri vatnið er botnur, sum endar við Sýrshamrar og Valdaskarð, har gøtan gongur.

Eftir bygdagøtuni úr Fámjin til Trongisvágs (1:3) 10.08.2019

Fámjin er fyrndargomul bygd og fýra bygdagøtur ganga til og úr bygdini. Innasti partur á víkini ver heitið Vatnið. Hildið verður, at hetta hevur verið eitt vatn, og at land hevur verið vestanfyri. Fransmenn høgdu kol oman fyri Fámjin, og fyri tilfeingisgjaldið bygdu fámjiningar sær nýggj hús fyri góðari øld síðani. Bøurin er víður og nógv verður hoyggjað enn. Oman fyri bygdina liggur Kirkjuvatn, s...

Um grágæs og túrur í Góðadali 03.08.2019

Í 1997 gekk Frítíð og náttúra ein túr saman við Theodor Jacobsen í Fuglafirði um Góðadal og fram á Hellur. Góðidalur er víður dalur, sum horvir í landnyrðing.

Úr Djúpadali norður á Nes 27.07.2019

Ein av gomlu og kendu bygdagøtunum er gøtan millum Mikladal og Trøllanes. Helgi Wolles harmast um, at gøtan gjøgnum skorðina millum Mikladal og Nes er grasgrógvin. Hann heldur, og at tað skuldi verið bøtt um hana. Tá komið er undir Vørðu er útsýni yvir Nes, tann víða dalin, Borgaran og út á Eggjar.  

Frítíð og náttúra 20.07.2019

Eisini hoyra vit um støðuna hjá havhestinum. Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, sigur, at havhestastovnurin hevur tað ikki so gott, sum vit halda.

Frítíð og náttúra 13.07.2019

Jóhan Mortensen leggur til rættis. 

Við Jústinus um Elduvíkarlíð 06.07.2019

Jóhann Mortensen leggur til rættis.

Ergidalur, svartfuglabann og laksafiskiskapur 24.09.2018

Í Frítíð og náttúru hesuferð tosa vit við Johan Mortensen, íbirtara, um, hvussu eitt bryggjarí í Orknoyggjum letur pening til fuglaverndarfelag fyri at verja akurkrit, ella corncrake. Finnbjørn í Hovi, sum hevur ferðamannafelagið Ergi, greiðir frá, at áhugin er stórur at vitja Vatnsnes og búgva í húsinum har. Men hann harmast um ætlanina at seta Ergidal undir í vatni í stóru ætlanini hjá SEV við p...

Á Borðuni búðu fleiri familjur og 10 skúlabørn 17.09.2018

Túrurin suður á Borðuna er ein frálíkur túrur. Hann er lættur at ganga og tað ber til at ganga ymiskar leiðir. Vit gingu út í neðra og upp gjøgnum Gjógvará. Eisini ber til at ganga eystanfyri, t.d. á heimtúrinum. Tá ber til at fara upp fram við Hosteinsgjógv. Eisini ber til at ganga fram við eggini og síggja Farsalagjógv og útsýni eystureftir. Vit fylgdu bygdugøtuni heimaftur. Hon er sera vánalig,...

Laksaveiða í Saksun og túrur suður á Borðuna 08.09.2018

Fiskiskapurin hjá frítíðarfiskarum í Saksun hevur verið brúkligur í ár, heldur Jens Christian Carlsson. Nógvi alilaksurin, sum slapp út í fjør, er eisini komin niðan í Saksunarvatn, og hann ávirkar. Nógv trýst er á laksavøtnini, Leynavatn og Saksunarvatn, so vit áttu at umhugsa at fingið onnur laksavøtn, heldur Jens Christian. Jógvan Thomsen er náttúruáhugaður sum fáur. Á túrinum suður á Borðuna g...

Túrur suður á Borðuna 05.09.2018

Vit ganga út á Borðuna saman við nólsoyinginum Jógvani Thomsen. Vit taka leiðina í neðra oman fyri Tjørnunes, steðga á í fleiri støðum, og enda 1. partin í Kassunum, sum er forn búseting stutt sunnanfyri Tjørnunes. Frítíð og náttúra hevur eisini hitt miðvingin, Hans Hansen, sum regluliga fiskar síl á Fjallavatni. Hann harmast um tey sjónligu spor, sum lendisakførini gera í náttúruni.

Frítíð og náttúra 7 25.08.2018

Frítíð og náttúra vitjar Stórá í Trongisvági saman við Turið Vestergaard í Dali. Eisini vitja vit Trølshøvda á Eiði við Jógvan Mørkøre. Vit hoyra um Akurskrit og pálmapíl og eitt lítið lundaland.

Túrur eystur í Skúvadal 20.08.2018

Í Frítíð og náttúru ganga vit Eystur í Skúvadal saman við Peri Jacobsen og Eliesari úr Pálsstovu. Vit vitja eisini nýggja Skúvadalshúsið, sum gamlir skótar í Skótaliðið Nólsoyar Pálls hava bygt í seinastu tvey-trý árini. Húsið er bygt saman við næmingum og lærarum á Tekniska skúla í Klaksvík. Gamla húsið í Skúvadali bygdu menn í Klaksvík í 1941 og lótu SNP húsini í 1949. Nú vóru húsini so illa far...

Frítíð og náttúra 5 11.08.2018

Sandurin í Trongisvági - og umhvørvið við Stóra - er eitt paradís fyri fugl, vøkstur, og frítíðarítriv. Turið Vestergaard í Dali eygleiðir hugleiðir um fugl, vøkstur og onnur fyribrigdi. Túruin eftir gøtuni úr Havlvík til Kvívíkar og Vestmanna er lættur og vakur. Saman við Gunnari Joensen ganga vit av Rossaryggi og fram eftir Kvívíksvegnum til Dýnugil við kvívíksmarkið.

Eftir gøtuni úr Hvalvík til Vestmanna 04.08.2018

Frítíð og náttúra fer í dag ein túr úr Hvalvík eftir gøtuni til Kvívíkar og Vestmanna saman við Gunnari Joensen í Hvalvík, men fyrst dvøja vit niðri á oddi og tosa um pálmapílin í Streymnesi og í Hvalvík.  Saman við Silasi Olosson hugleiða vit um sjáldsamar fuglar og náttúru. 

Túrur til Slættanes og gjør í summarskrúð 21.07.2018

Gjør er vøkur og tignarlig hesa ársins tíð í fullum skrúð.  Silas Olosson greiðir frá gjør og hugleiðir um fugl og vøkstur. 

Túrur til Slættanes og um toppont 14.07.2018

Á túrinum við Jóanisi Nielsen á Slættanesgøtuni eru vit komin til tippið á Varða.  Tann fuglakøni Silas Olfsson sigur frá toppont og øðrum fugli. Hann hugleiðir um, hvussu umstøður hjá fugli kunnu bøtast.

Til Slættanes eftir bygdagøtuni 07.07.2018

Eftir bygdagøtuni til Slættanes saman við Jóanisi Nielsen í Sandavági.  Niðri á Vatni á Eiði hugleiðir fuglakøni Silas Olofsson um ternu, ritu og fuglalív. 

Escucha el podcast Frítíð og náttúra en Replaio

Radio y podcasts en una sola app - gratis y sin registro. Instálala hoy y no te pierdas el estreno

Descárgala en Google Play

Replaio no es editor de podcasts; los nombres de los programas, las portadas y el audio pertenecen a sus autores y se distribuyen a través de canales RSS públicos